Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 19 Arbeiðsloysið í USA metstórt Hagtøl hjá amerikanska hagtalsstovninum fyri juni mán- að vísa, at arbeiðsloysið kom upp á 6,4 prosent seinasta mánaðarskiftið, og so stórt hevur arbeiðsloysið í USA ikki verið seinastu níggju árini. Hetta er fyrstu ferð síðani í apríl í 1994, at arbeiðsloysið hevur verið so stórt. Í mai var amerikanska arbeiðsloysið 6,1 prosent, men myndugleikarnir væntaðu tá, at tað fór at minka tann næsta mánaðin. Gongdin hevur tvørturímóti verið tann øvugta, og eftir einum mánað eru 30.000 arbeiðs-pláss farin. Talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, Ari Fleischer, sigur, at forsetin er ørkymlaður av tí stóra ar- beiðsloysinum, og at tað framvegis veksur, men at for- setin hevur álit á, at tann stóri skattalættin fer at venda gongdini í búskapinum á røttu kósina. Dýrt at dálka Fyri fýra árum síðani misti norska farmaskipið "Star Eviva" 87 tons av olju í havið úti fyri amerikanska havnarbýnum Charleston í Suður Carolina, og nú hevur reiðaríið fingið boð um at gjalda 18 milliónir norskar krónur í bót og endurgjaldi. Kanningar hjá amerikansku myndugleikunum hava avdúkað, at eingin var í maskinrúminum, tá óhappið hendi, og at leki var á rørskipanini umborð. Tað vísti seg eisini, at fráboðanartólini, sum skulu boða frá lek- anum, virkaðu ikki, og at bæði skiparin og reiðaríið vóru vitandi um tað um brekið. Í rættinum í Charleston mátti reiðaríið, Grieg Shipping og William Hansen í Bergen, viðganga, at tað var vitandi um brekið við fráboðanarskipanini, og reiðaríið góðtók tí bótina og endurgjaldskravið. Skiparin og maskinstjórin á "Star Eviva" fingu sekkin beint eftir óhappið. Gróvu lík uppaftur Fleiri fyrrverandi heryvirmenn í Kili viðganga nú, at teir góvu boð um at grava fleiri lík uppaftur og at fjala tey. Talan var um politisk andstøðufólk, sum hernaðarstýrið hjá Augusto Pinochet beindi fyri. Meiri enn 3.500 fólk hvurvu undir hernaðarstýrin- um, sum hevði valdið í Kili frá 1973 til 1990. And- støðufólk hava leingi havt illgruna um, at hernaðar- stýrið royndi at fjala øll prógv um politisk morð, stutt áðrenn tað legði frá sær. Fyrr hevur stjórnarherurin viðgingið, at umleið 2.000 lík vórðu søkt í Kyrrahavið, og nú viðganga átta fyrrverandi herovastar illgerðina. Millum teir átta eru fleiri av teimum fremstu leiðarun- um í gamla hernaðarstýrinum, teirrr millum Cesar Benavides, sum var innanríkisráðharri, Carlos Forestier, sum var næstovasti í herinum og Herman Brady, sum var verjumálaráðharri. Næstan 200 fyrrverandi kilskir heryvirmenn eru skuldsettir fyri morð og annan ágang undir hernaðarstýrinum, og 14 teirra eru dømdir. Tann 87 ára gamli Pinochet varð eisini ákærdur, men ákæran varð tikin aftur, eftir at landsins hægstirættur kom til ta niðurstøðu, at hann er ov gamal og sjúkur til rættarsókn. Nógvir norðmenn arbeiðsleysir Um mánaðarskiftið stóru 91.800 norðmenn skrásettir sum arbeiðsleysir, og tað svarar til 3,9 prosent av teimum arbeiðstøku. Arbeiðsloysið er at kalla tað sama sum í mai, men samstundis meiri enn ein fjórðing størri enn fyri einum ári síðani. Størsta arbeiðsloysið er norðuri í Finn- mørkini, men hagtølini vísa, at vøksturin í arbeiðsloys- inum hetta seinasta árið er galdandi í øllum landinum. Uppgerðin vísir eisini, at arbeiðsloysið veksur í at kalla øllum yrkisbólkum. Men størsta arbeiðsloysið er í teimum landspørtunum, sum hava serliga nógv ídnaðarvirkir og teimum landspørtunum, sum eru serliga tengd at fiskivinnu og fiskiídnaði, skrivar Aftenposten. UTTAN ÚR HEIMI Útreiðslurnar til al- manna- og heilsu- verkið í Danmark fara at veksa nógv í komandi árum, sam- stundis sum pensjon- istarnir gerast meiri og meiri múgvandi. Tí kann tað gerast neyðugt við fleiri brúkaragjøldum, heldur ein danskur professari. Í hvussu er verður neyðugt við nýhugsan. BRÚKARAGJØLD Árni Joensen Seinastu mánaðarnar hava politikarar í londum sum Noregi, Fraklandi, Týsk- landi og Italia tosað um, at tað verður neyðugt við munandi broytingum í tí vesturevropeiska vælferð- arsamfelagnum fyri at standa ímóti teimum stóru útreiðslunum, sum broyt- ingin í fólkasamansetingini fer at krevja í komandi ár- um. Allastaðni er gongdin tann sama: Talið á eldri fólki veksur skjótt, sam- stundis sum færri og færri verða á arbeiðsmarknaðin- um at fíggja vælferðina. Danmark sleppur heldur ikki undan hesari gongdini, og ein framrokning, sum nakrir óheftir búskaparfrøð- ingar hava gjørt, vísir, at verður samfelagsmynstrið í dag flutt fram til 2040, høvdu 97 milliardir krónur vantað í teimum almennu kassunum. Sjúkrahúsini høvdu havt brúk fyri 17 milliardum krónum afturat, sjúkratryggingini hevði vantað seks milliardir, og til heimahjálp og aðra umsørg- an hevði verið tørvur á 16 milliardum krónum afturat. Samstundis vísir fram- rokningin, at viðurskiftini hjá teimum donsku pen- sjonistunum fara at broytast nógv. Í ár hava 70 prosent av pensjonistunum í Dan- mark 125.000 krónur í árs- inntøku, men í 2040 fer ávirkanin av arbeiðsmarkn- aðarpensjónunum at vísa seg av álvara, soleiðis at tá fara næstan helmingurin av teimum donsku pensjonist- unum at hava meiri enn 200.000 krónur í inntøku um árið. Kjeld Møller Pedersen, professari á Syddansk Uni- versitet, sigur við Ber- lingske Tidende, at tølini í framrokningini eru sera áhugaverd, og hann heldur, at tað er neyðugt við øðr- vísi hugsanum fyri at fáa javnvág í teir almennu kassarnar. - Sum heild noyðast vit at umhugsa, um tað yvirhøvur ber til at fíggja ta almennu vælferðina við skattinum, ella um vit noyðast at nýta fleiri brúkaragjøld. Sum er gjalda brúkararnir ein fimtapart av útreiðslunum á heilsuøkinum, og tann skipanin kann eisini nýtast á øðrum økjum sum eitt nú til heimahjálp. Spurningur- in fer at stinga seg upp, sama um politikararnir vilja tað ella ikki, sigur Kjeld Møller Pedersen. Framtíðarsamfelagið krevur fleiri brúkaragjøld til at fíggja vælferðarsamfelagið Bush leyp framav Amerikanski forsetin hevur verið fyri hvøssum atfinn-ing- um, tí hann fyrr í vikuni bjóðaði ir- aksku mótstøðu- monnunum av. Nú sigur talsmaður for- setans, at forsetin meinti tað ikki. IRAK Árni Joensen - Lat teir bara koma. Vit hava nóg mikið av her- monnum til at taka sær av teimum. Soleiðis segði George W. Bush, forseti, mikudagin, tá hann varð spurdur, hvussu USA ætlaði at steðga teim- um áhaldandi álopunum á amerikansku hermenninar í Irak. Men hann skuldi ongantíð havt sagt hetta. - Tíðin er komin, til at forsetin sigur at gevast við sínum cowboy-tosi, segði demokratiski leiðarin Dick Gephardt, og fyrrverandi amerikanskir heryvirmenn hildu tað vera ovboðið, at forsetin eggjar fíggindan- um til at søkja at amer- ikansku hermonnunum í Irak. Sum forseti er Bush ovasti fyri amerikanska hervaldinum, og fyrrver- andi heryvirmenninir gjørdu vart við, at soleiðis hevur eingin annar amerik- anskur forseti tosað. Iraksku mótstøðubólkar- nir tóku eisini av avbjóð- ingini hjá Bush, og teir næstu tímarnar doyðu tíggju amerikanskir hermenn í álopum ymsastaðni í Irak, meðan uppaftur fleiri vórðu særdir. Tað fekk talsmannin hjá forsetanum at kunngera, at forsetin meinti ikki tað, sum hann hevði sagt. - Ætlan forsetans var sjálvandi ikki at eggja til fleiri álop, segði Ari Fleischer. -Lat teir bara koma, segði Bush um iraksku mótstøðuna í Irak. Teir næstu tímarnar fullu tíggju amerikanskir hermenn. Her fer ein amerikanskur jeepur upp í royk í Bagdad hósdagin Vanlukkur skulu kannast Ráðið fyri ferðslu- trygd mælir til at seta eina skaða-/eftirlits- nevnd, sum skal kanna tær mest um- fatandi vanlukkurnar í føroyum. FERÐSLA Rógvi Borðoy Tilmælið er partur av Null- hugsjónini, sum er sprottin í Svøríki fyri nøkrum árum síðani. Null-hugsjónin sig- ur, at vit skulu arbeiða fram ímóti at eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni. Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at nevndin skal líkjast havarí- kommissiónunum, vit kenna frá flogvanlukkum. Men at í hesum førinum skulu umleið 10 tær mest umfatandi vanlukkurnar kannast. Álitið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt, sigur, at hagtøl eru alneyð- ug fyri at fáa eina ábending um, hvar størstu trupulleik- arnir eru í ferðsluni. Løg- reglan, sjúkrahúsverkið og aðrir stovnar hava hagtøl viðvíkjandi ferðsluvan- lukkum, men teirra tøl eru gjørd við øðrum endamál- um enn at fyribyrgja. - Tí eru tølini ikki brúki lig hjá okkara stovni, sigur Jón Kragesteen. Ráðið fyri Ferðslutrygd vil tí hava øll hagtøl sam- skipaði og savnaði íu einum stað. Bileftirlitið kannar longu Tær mest álvarsligu van- lukkurnar verða kannaðar á Bileftirlitinum longu nú. Kanningarnar umfata fyri tað mesta tekniskar feilir, sum eru atvoldin til van- lukkurnar. - Vit fara ikki at filla bilin sundur fyri at kanna hann, um man kann siga tað, sig- ur Jákup Jacobsen, leiðari á Bileftirlitinum. Hann sigur, at teir kanna til dømis róðurskipanina, bremsuskipanina og tílíkt. Kanningarnar verða gjørd- ar við tilmæli frá løgregl- uni, um hon metir, at tað kann vera ein tekniskur feilur, sum er orsøkin til vanlukkuna. Kanningin hjá bileftirlitinum skal stað- festa ábyrgdina av vanlukk- uni, og ikki finna útav hvørjar ávirkanir hava skapt vanlukkuna av fyrst- an tíð. Vanliga biður løg- reglan um eina kanning av einum parti av bilinum, sig- ur Jákup Jacobsen. Jón Kragesteen sigur, at kanningarnar ikki eru eftir- farandi, tí tær eru av so fakligum slagi. Hann heldur fram, at vit hava uml.100 politistar í Føroyum, og nógvir teirra eru ikki vandir við hetta slagið av kanningum. Av tí sama verða nógvir feilir yvirsæddir, sum vant fólk hevði sæð. Ikki nokk Jón Kragesteen sigur, at tað als ikki er nóg mikið at kanna teknisku atvoldirnar til vanlukkurnar. - Tað eru fleiri síður í einari vanlukku. Tann tekn- iski og tann læknaligi eru umráðandi at hava í huga, men har er eisini tann sálar- ligi, sum kann hava minst líka nógv at siga, sigur Jón Kragesteen. Sum dømi nevnir hann, at bilførarin kann hava verið í sálarligum trupul- leikum. Endamálið við biltúrinum kann eisini hava týdning. – Alt skal kannast, sigur Jón Kragesteen. Politiskur vilji skal til Fyri at kunna røkka málin- um við ongum deyðum ella álvarsliga løstaðum í ferðsluni, er neyðugt, at politiski viljin er til staðar at loysa uppgávuna. Í tí sambandi kann nevnast, at Vinnumálaráðið hevur fingið sent álitið frá Ráðn- um fyri Ferðslutrygd, og síðani er tað sent út til hoyringar. - Vit hava sent tað til kommunurnar, løgregluna og onnur, og tey hava so fingið freist til hálvan aug- ust at koma við aftursvari, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, sum situr við ferðslupolitikki. - Burtur úr svarinum skal so setast saman eitt upp- skot, heldur hann fram. Samanumtikið heldur Bjarni Djurholm, at tiltakið er gott, men hann sigur eisini, at neyðugt er at hugsa seg um. - Tað má vera samsvar millum hugsjónina og veru- leikan, sigur hann. Um undirtøka er millum stovnarnar, sum hava fingið álitið sent, dugir Bjarni Djurholm ikki at síggja, at nøkur forðing skal vera fyri at uppskotið skal ganga ígjøgnum. Men hann sigur, at tað kann taka tíð. - Nevndin í vinnumála- ráðnum, sum arbeiðir við málinum, verður liðug um umleið eitt ár, sigur Bjarni Djurholm. Føroyar ov seinar Í formansfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri 2000-2001 varð m.a. sagt, at - ...vit standa eftir við skommini, sum eitt av teimum fáu londunum, ið als ongan ferðslupolitikk hava. Um undirtøka verður fyri álitinum, er líkt til, at hendan skommin skjótt fer í søguna. 10 tær mest álvarsligu vanlukkurnar hvørt ár skulu kannast, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd Skiparin á norska línubátinum Seir fekk mikudagin 2. juli bót eftir at Agdlek kannaði lastina LÍNUSKIP Rógvi Borðoy Sjóverjuskipið Agdlek fór umborð á norska línu- skipið Seir fyri at halda eftirlit. Tað vísti seg, at lastin ikki var skipað eftir teimum nýggju reglunum. Sundurskilt Eftir nýggju reglunum hjá norskum línubátum, skulu fiskasløgini haldast sundurskild, so Fiski- veiðieftirlitið lættliga kann staðfesta, um ov nógv er fiskað av hjá- veiði. Seir lá og fiskaði við Føroya Banka, tá Agdlek legði at. Fiskurin ikki var skildur sundur og tí kundi Agdlek ikki føra eftirlit við hvussu nógv var fisk- að av hvørjum fiskaslag. Skiparin tók við sektar- uppskotinum áljóðandi 100.000 krónur. Hann hevur í dag stillað trygd fyri teimum 100.000 krónunum, og tí slapp hann at halda fram við fiskiskapinum á føroyska økinum. 100.000 í bót Hetta metir Ráðið fyr Ferðslutrygd vera størstu vandamálini: • Ov ungir, óroyndir førarar • Gongufólk, sum verða koyrd yvir • Vantandi nýtsla av bilbelti Tilmælið sigur m.a.: • At ein Skaða-/eftirlitsnevnd skal setast • At hon skal kanna allar álvarsligar vanlukkur • At nevndin hevur eftirlit við tiltøkunum, hon ætlar at fremja • At nevndin ger eina ársfrágreiðing um arbeiði sítt • At alt viðkomandi hagtalstilfar frá undanfarnu árum verður savnað Fakta C M Y K 19 18