leygardagur 5. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 125 - 5. juli 2003
Nr. 125 - 5. juli 2003
21
Tað er vorðin ein
kapping millum
bilverksmiðjurnar
um at gera bilarnar so
tryggar sum gjørligt,
men um tey ferðandi í
bilunum ikki sita í
trygdarbeltum, er
trygdarútgerðin til
lítla nyttu
BILAR&TRYGD
Magnus Gunnarsson
Um vit sammeta nýggjar
bilar, sum koma á markn-
aðin í dag, við teir sum
komu fyri 20-30 árum síð-
an, kunnu teir als ikki
samanberast hvat trygdar-
útgerð viðvíkur. Hvørja
ferð at ein nýggjur bilur
kemur á marknaðin við
onkrari nýggjari trygdar-
útgerð, verður tað viðmerkt
av motorjournalistum, sum
royndarkoyra bilarnar. Um
so næsti nýggi bilur sum
verður royndarkoyrdur ikki
hevur hesa útgerð, verður
tað roknað sum eitt minus.
Hetta ger, at bilverksmiðj-
urnar alla tíðina verða
noyddar at hava nýggjastu
trygdarútgerðina í teirra
bilum. Serliga tá bilarnir
verða krasj-testaðir hjá
EuroNCAP, har bilarnir fáa
upp til fimm stjørnur, um
teir klára allar tær krevjandi
krasj-testirnar frá øllum
síðum, og um teir hava t.d.
alarm, sum sigur frá, um
tey ferðandi ikki brúka síni
trygdarbeltir.
Trygdarútgerð uttan
trygdarbelti
Flestu bilarnir hava airbag
framman, í síðunum, niður
úr loftinum og nú eisini til
knøini. Sjálv kabinan í bil-
unum er sum eitt trygdar-
búr, t.v.s. at um bilurin
kemur út fyri einum álvars-
ligum skaða, skal bilførarin
og tey ferðandi í bilinum
fáa minst møguligan skaða.
Øll hendan trygdarútgerðin
er til fyri at verja tey sum
sita í bilinum. Men verjan
og trygdin hjá bilføraranum
og teimum ferðandi í bilin-
um, er treytað av at tey
brúka síni trygdarbeltir,
annars er øll trygdarútgerð-
in til lítla nyttu. Vit hava
sæð tað so mangan, at bilar,
sum hava verið við í álvars-
ligum ferðsluvanlukkum,
har tey ferðandi í bilinum
hava fingið stóran skaða
ella eru deyð, ikki eru so
illa farnir har sum fólkini
hava sitið. Orsøkin er at bil-
arnir eru gjørdir soleiðis at
teir geva eftir aftan og
framman, meðan kabinan
ofta er púra heil. Tað vil
siga, at um tey ferðandi í
bilinum høvdu brúkt síni
trygdarbeltir, hevði støðan
verið ein heilt onnur.
Í einum heitum og góð-
um bili er so lætt at undir-
meta ta álvarsomu hóttandi
styrki, sum tann nógva
ferðin ber í sær. Um vit
sammeta megina í einum
samanbresti við 50 km/t, so
samsvarar hon við at ein
persónur dettur av 3. hædd í
einum húsum og niður á
asfaltið. Vit mugu øtast -
bert við hugsanina. Hendan
»fallstyrkin« verður fleiri
ferðir størri, tá ferðin veks-
ur. Tó eru tað mong sum
tora at koyra við ongum
trygdarbelti. Vit kunnu í
hesum viðfangi nevna, at
nágreiniligar vitskapligar
kanningar eisini hava stað-
fest, at avleiðingarnar av
eini ferðsluvanlukku verða
helvtina minni hjá teimum
sum brúka síni trygdarbelt-
ir.
Trygdarútgerð uttan trygdarbeltir
Myndin vísir at ein samanbrestur við 90 km/t er sum at detta av 10. hædd
Mynd: Ferðslutrygd
Mynd: Ferðslutrygd
Nýggir bilar eru gjørdir soleiðis at teir geva eftir aftan og framman, meðan kabinan ofta er púra heil
Jonhard Brøðraberg,
útróðrarmaður og
fyrrverandi verk-
staðseigari í Havn,
sigur her sína hugsan
um ymiskt í ferðsluni,
sum hann heldur
kundi verði øðrvísi.
Hann heldur t.d. at
mest loyvda ferðin í
landsvegunum skuldi
verið 90 km/t
FERÐSLA
Magnus Gunnarsson
Jonhard Brøðraberg er ætt-
aður av Eiði. Hann flutti til
Havnar í 1962, tá hann fór í
læru sum bilmekanikari á
bilverkstaðnum hjá Sverra
Djurhuus í Rættará. Meðan
hann lærdi, hevði hann
tveir hýruvognar koyrandi á
bilstøðini Taxa 1313 í Niels
Finsensgøtu. Hann arbeiddi
eina tíð hjá Føroya Motor
Co. í Hornabø. Í 1971
bygdi hann sær eini sethús í
Gundadali og innrættaði
sær ein bilverkstað í kjall-
aranum. Frá 1975-93 hevði
hann egnan bilverksað har,
hann hevði t.d. avtalu við
Brøður
Petersen,
sum
høvdu umboð fyri Volvo
bilarnar, um service av
teirra bilum, eisini umboð-
aði hann Brenderup við-
festisvognarnar.
Hann
hevði fólk í arbeiði, og
fleiri lærdu til bilmekanik-
ara hjá honum. Síðan hann
gavst við bilverkstaðnum í
1993, hevur hann verið út-
róðrarmaður.
Meira ferðslutalvur
Jonhard er eisini kendur
fyri síni avgjørdu sjónar-
mið um ymisk samfelags-
viðurskifti. Hann hevur
nøkur hjartasuff um ymisk-
ar ferðsluspurningar. Hann
heldur t.d. at allir bilar
skulu hava loyvi at koyra 90
km/t á høvuðsvegunum, 80
km/t er ov lítið á okkara
góðu landsvegum. Sam-
stundis skulu vit hava fleiri
ferðslutalvur, sum vísa
mest loyvdu ferð. Sum t.d.
tá vit koma til talvuna,
»bygt umráði«, skuldi ein
ferðslutalva
víst
mest
loyvdu ferð, so vistu øll tað,
eisini tey fremmandu ferða-
fólkini sum koyra her.
Hann heldur, at ferðafólk,
sum koyra við egnum bili í
Føroyum, eru alt ov illa
upplýst um mest loyvdu
ferðina.
Jonhard heldur eisini, at
tað skuldi verið loyvt at
koyrt við 60 km/t eftir
teimum góðu og beinu
vegastrekkjunum í býnum,
har sum útsýni er gott sum
t.d. eftir Marknagilsvegn-
um og yviri við Strond, 50
km/t er ov lítið. Jonhard
heldur eisini, at avvarðandi
myndugleikar áttu at sett
spegl upp á teimum hættis-
liga megamótunum, har út-
sýnið er vánaligt, sum t.d. á
vegamótinum Brattabrekka
/Varðagøta, har má tann
bilurin sum kemur út frá
Brøttubrekku standa mitt á
vegnum, um hann skal
síggja um bilar koma frá
vinstru niðan eftir Varða-
gøtu. Á sama hátt er úti á
Viðarnesi
á
Vestaru
Bryggju, við útkoyringina
frá Statoil og Shell, har
sæst einki til vinstru, eisini
har hevði eitt spegl loyst
trupulleikan.
Royndarkoyrikort fyri
øll
Á vegamótinum Tjaldurs-
vegur/Hoyvíksvegur er eis-
ini eitt vandamál. Bilar,
sum koyra á Tjaldursvegn-
um og skulu út á Hoyvíks-
vegin, mugu standa á
gonguteiginum
fyri
at
síggja teir bilar, sum koyra
eftir
Hoyvíksvegnum.
Hetta heldur Jonhard vera
sera óheppi, hann vísir á, at
tað hevði verið munandi
tryggari fyri fótgangaran,
um gonguteigurin bleiv
fluttur eina billongd longur
inn á Tjaldursvegin.
Hann heldur lítið um at
bilførarar, sum koyra út á
ein høvuðsveg og nerta við
ein annan bil, skulu upp til
eftiransandi koyriroynd og
hava ein treytaðan dóm upp
á 3 ár hangandi yvir sær.
Jonhard sigur, at uppskot
hevur verið frammi um at
ungir dreingir millum 18 og
24 ár skulu fáa eitt royndar-
koyrikort, tí teir eru atvold-
in til tey flestu ferðslu-
óhappini. Hann heldur, at
tað er í ordan við einum
royndarkoyrikorti, men so
skulu øll í hesum aldurs-
bólki byrja við einum
royndarkoyrikorti,
ikki
pilka nøkur fólk burturúr.
Annars heldur Jonhard at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
skal koma aftur til sítt
upprunaliga endamál, við
at leggja meira dent á at
upplýsa
skúlabørn
um
vandan í ferðsluni.
Jonhard sigur, at um hesi
vandamál í ferðsluni, ið
hann hevur nevnt her,
høvdu verið broytt, so
hevði tað lætt um í ferðsl-
uni bæði hjá teimum sum
ganga og hjá teimum sum
koyra. Øll í ferðsluni høvdu
verði meira trygg. Hann
vónar at avvarandi myn-
dugleikar taka hetta til
eftirtektar og loysa hesi
vandamál sum skjótast.
Jonhard Brøðraberg -
90 km/t á høvuðsvegunum
Jonhard Brøðraberg í Havn heldur at tað skuldi verið loyvt at koyrt við 60 km/t eftir teimum góðu
og beinu vegastrekkjunum í býnum, har sum útsýnið er gott, sum t.d. her á Marknagilsvegnum
Mynd: Jens K.Vang
Jonhard Brøðraberg heldur at
avvarðandi myndugleikar
áttu at sett eitt spegl upp á
teimum hættisligu
vegastrekkjunum, har
útsýnið er vánaligt, sum t.d.
her á horninum
Brattabrekka/Varðagøta
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
21
20