Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 23 Prestur eigur at vera um tey avvarðandi, tá ein syndarlig van- lukka hevur kravt eitt ella fleiri mannalív, tað veri seg í ferðslu ella øðrum. Tað er ikki uppgáva hjá presti at taka støðu til tilburðin, sum elvdi til vanlukkuna SAMRØÐA Solby A. Eliasen Orðini eigur Jógvan Fríð- riksson, prestur. Sosialurin hevur sett honum stevni til eitt prát um hetta at vera prestur, tá ein ferðsluvan- lukka krevur eitt ungt mannalív. Hann sigur fyrst og fremst, at tað er so ofta, at fólk beinanvegin byrja at tosa um, at nú hevur aftur ov nógv ferð kravt manna- lív ella rúsdrekka um tað skal vera. Men tað heldur prestur ikki er rætt, tí ein eigur at hugsa um tey av- varðandi. Og tað er fyrst og fremst uppgávan hjá einum presti. Hann eigur ikki at taka støðu til tilburðin, men heldur syrgja fyri, at tann deyði fær eina so virðiliga jarðarferð, sum til ber og at vera um tey nærmastu. Prestur heldur, at Null- hugsjónin, sum er upp á tal er vøkur, men hann heldur, at hon ongantíð verður veruleiki. – Ferðslan fer altíð at krevja síni mannalív. Tað er sum við royking og so mongum øðrum vandum, sum vit vita av, men tó kortini dagliga eru í, sigur hann, og hann leggur dent á, at øll kunnu vera lívs- hættislig í ferðsluni. – Fólk eru altíð so skjót at tosa um, at tey ungu eru lívshættislig í ferðsluni, men tað eru tú og eg eisini, tá vit koyra ov skjótt. Eldri og gomul fólk eru somu- leiðis vandamikil, tá tey koyra bil. Tað er so sanni- liga ikki bara tey ungu, sum koyra ov skjótt um náttina, sum eru vandamikil. Um eg koyri ov skjótt, tí eg eri í seinna lagi til eina guds- tænastu, eri eg eisini lívs- hættlsligur. Samstundis tosar prestur eisini um, hvussu týdning- armikið tað er ikki at leggja stein omaná byrðu. Her hugsar hann um, tað nú er talan um eina ferðsluvan- lukku, har ein annar elvir til deyða hjá einum persóni. Tá kann tað verða so skjótt, at tey ið eftir sita hjá tí deyða, kasta hatur á tann, ið koyrdi. – Tað er sera svárt at missa ein, sum ein er góður við, men tað er so sanniliga ikki lættari at vera tann, sum kanska hevur elvt til vanlukkuna. Eg sigi ikki, at tað er verri, men lættari er tað ikki, staðfestir Jógvan. – Ein má og skal sleppa av við kenslurnar, sum koma við einum tílíkum skelki, annars endar tað við, at ein gerst beiskur, og tá er talan um so at siga tvey lív, sum eru mist, sigur Jógvan Fríðriksson. Her meinar hann við, at tann deyði, hann er farin, men tann beiski, ið eftir situr, livir í skugganum av sær sjálvum, og tískil kann sig- ast bert at liva eitt hálvt lív – umframt at viðkomandi hevur mist ein kæran. Lurta Jógvan tosar eisini um hetta at vera um tey avvarðandi. Ofta vita fólk ikki, hvat tey skulu siga við ein, sum hevur mist. Men royndirnar hjá Jógvani vísa, at tað ofta als ikki er neyðugt at siga so nógv. – Ein eigur heldur at royna at stíga inn í tøgnina og vísa, at ein er har. Og so lurta, tá tey avvarðandi hava nakað at siga, ella sum tey mugu sleppa av við. Tað er av ovurstórum týdningi, at tey sum eftir sita, fáa tosað út um kenslurnar, saknin og sorgina. Og tað kann verða sera hart fyri tey, at tað verður varpað so nógv ljós á sjálvan tilburðin. Til dømis um ov nógv ferð hevur ver- ið atvoldin til eina van- lukku, so verður ljósið al- oftast varpað á tann trupul- leikan í eina tíð eftir van- lukkuna. Og nógv er at hoyra allastaðni um, hvussu hesin trupulleikin eigur at verða og kundi verðið loystur. – Alt gott um tað, men vit kunnu øll sigast at vera amatørar, sum úttala seg um hetta. Og tað kann vera sárandi fyri tey avvarðandi at hoyra uppá. Serliga um fólk koma við loysnum, tí tað er jú ikki tað, tey av- varðandi hava tørv á. Tey eru í eini prosess, sum krevur sína tíð at koma ígjøgnum. – Ein ferðsluvanlukka kann henda fyri sjálvt tann besta bilføraran – óansæð um ein er offur ella atvoldin til vanlukkuna. Tað kann henda fyri okkum øll nær sum helst, so tí er best at ansa eftir ikki at siga ov nógv, tá vanlukkur krevja mannalív. Tyngri við árunum Jógvan hevur verið prestur síðani í 1986, og hann hev- ur nakrar ferðir gjøgnum árini verið noyddur at taka tey tungu stevini til eina familju við deyðsboðum. – Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk reagera, tá tey fáa deyðsboð, men sum oftast gruna tey ilt, tá prest- ur kemur á óvæntað vitjan, greiðir Jógvan Fríðriksson frá. Jógvan sigur, at hann plagar at siga tað stutt og greitt. At hann kemur við ringum boðum, og um tað eru fleiri systkin, so plagar hann at siga navni á tí deyða beinanvegin, so at tey avvarðandi ikki byrja at gita. – Summi verða frá sær sjálvum og gráta illa, með- an onnur fara inn í seg sjálvi. Tað er so ymiskt frá persóni til persón. Summi koma beint ímóti mær, tá eg eri komin inn, tí tey gruna sum sagt ilt, og vilja hava meg at halda í teim- um, meðan eg gevi teimum deyðsboðini, sigur prestur og leggur samstundis aftur- at, at tað er sera hart at vera tann, sum gevur boðini. Men tað svárasta er tó, sambært presti, ikki sjálvt tað at bera boðini, men heldur tann løtan, tá hann er komin heimaftur eftir at hava borið boðini. – Tann tøgnin, sum tá kringsetur ein, er sera svár. Hann heldur, at tað er vorðið svárari og tyngri við árunum at bera deyðsboð. – Tað er sum við øllum øðrum, at sjálvt tað at bera boðini verður til eitt hand- verk við tíðini. Ein veit, hvat ein skal siga og gera, men ein veit ikki í nøkrum føri, hvussu reaktiónirnar verða. Í fyrstuni veit ein onki um tað, og tískil kann tað sigast at hava verið lættari tá. Soleiðis hevur tað í øllum førum verið hjá mær sjálvum. So eg kann bara staðfesta, at tað gerst tyngri við tíðini, sigur Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur á Strondum, at enda. Ikki leggja stein oman á byrðu Tað er av ovurstórum týdningi, at tey avvarðandi sleppa at tosa út um kenslur og sorg. Somuleiðis hevur tað nógv at siga, at um annar hevur elvt til deyðan, at tey avvarðandi ikki kasta hatur á viðkomandi, tí tað er ikki lættari at vera hann, ið elvt hevur til vanlukkuna, sigur Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur á Strondum Hóskvøldið hevði íslendska mans- kórið, Fóstbræður, konsert í Christ- ianskirkjuni í Klaksvík. Sangur teirra er ein fragd fyri oyra, og tá teir byrjaðu við sang- inum, "Nu flyver jeg til din nåde", kend- ist tað, sum var tú lyftur upp á eitt hægri stað NORDVESTEN Rúna Sivertsen Millum mongu gestirnar, sum í hesum døgum vitja okkum í samband við Nordvesten, er eisini ís- lendska manskórið, Fóst- bræður. À vitjanini í Føroyum hava teir sungið í Christ- ianskirkjuni í Klaksvík og Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í kvøld syngja teir í Norður- landahúsinum; tað er seinasta framførsla teirra, áðrenn teir fara avstað aftur sunnudagin. Longu í 1916 varð manskórið Fóstbræður stovnað. Í kórinum eru 65 sangarar, sum allir hava eina musikalska bakgrund. Í Íslandi er siðvenja fyri manskóri, og krøvini til hesi eru stór. Um- mælarar siga, at Fóst- bræður uttan iva hava uppfylt hesi krøv. Í altjóða kappingum hava Fóstbræður vunnið fleiri heiðursmerki. Størsta løta teirra man hava verið, tá tað eydn- aðist teimum at vinna gull í Prag í 2001. Ógloymandi løta við Fóst- bræðum Fóstbræður er eitt av leiðandi manskórunum í Íslandi. Kórið varð stovnað í 1916 og vitjaði í Føroyum fyrstu ferð 10 ár seinni. Í dag verður høvi at hoyra einastandandi vakra song teirra í Norðurlandahúsinum. Framførslan byrjar klokkan 16 Ov lítið pláss var innar í kóri; tí máttu nakrir av teimum 65 sangarunum standa úti í borðinum á miðhæddini. Christanskirkjan var nærum fullsett hóskvøldið, tá Fóstbræður sungu. Árni Harðarson er kórleiðari hjá Fostbræðum. Eisini er hann leiðari á tónleikaskúlanum í Reykjavík - Tað er einki at ivast í, at trygdarbeltið bjargaði mær lívin- um, sigur 25 ára gamli, Sunnvard Petersen av Skipanesi. Hósmorgunin í farnu viku koyrdi hann niðan av vegnum millum Skálafjørð og Skipanes FERÐSLUTRYGD Rúna Sivertsen Í morgin verða blómutyssi løgd á øll tey pláss, har fólk, ung sum gomul, gjøg- num árini hava látið lív í ferðsluni. Men ongar blómur verða at síggja, har Sunnvard hósmorgunin í farnu viku koyrdi útav. Hann var í trygdarbelti og slapp við lívinum, hóast stoyturin var harður. Sjálvur ivast Sunnvard ikki í, at hann var deyður, var hann ikki íbundin. Hann hevði koyrt beiggja sín á flogvøllin og var í skundi á veg til arbeiðis á Kambsdali, tá hann brádliga misti tamarhaldið á bilinum. Sunnvard roknar við, at tað hevur verið ov lítil luft í eina dekkinum, tí við eitt rendi bilurin seg niðan av vegnum. - Eg koyrdi ikki í mínum egna bili, men tað var sjálvsagt mín skylda at ansa eftir, at bilurin var í tí standi, hann átti at vera, sigur hann. Sunnvard sigur, at tað onkuntíð er komið fyri, at hann hevur koyrt uttan trygdarbelti. Men framyvir verður eingin "slingur í valsinum" hjá Sunnvardi. Hann hevur lært, hvussu vandamikið tað kann vera, um tú letur líkasæluna ráða. – Trygdarbeltið bjargaði mær Sunnvard Petersen á Skipanesi við knústa bili sínum, sum fór illa, tá hann koyrdi niðan av vegum. - Síðani óhappið havi eg nýtt trygdarbeltið, hvørja ferð eg koyri. Tað ætli eg mær í • Í 1950’unum og 1960’unum doyðu í miðal 5 fólk um árið í Føroum fyri hvørji 100.000 fólk. • Í árunum 1970-1979 vaks talið til 13 og frá 1980-1989 til 19. • Í árunum 1990-2001 lækkaði miðaltalið niður í 10 deyð fyri hvørji 100.000 fólk • Tilsamans eru 246 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum Kelda: Ferðslutrygd Sannroynd C M Y K 23 22