leygardagur 5. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 125 - 5. juli 2003
Nr. 125 - 5. juli 2003
25
Tær tríggjar systrar-
nar Sofía, Margretha
og Erna Sigurðsson
úr Klaksvík mistu
einasta beiggjan,
Steindor, í eini
ferðsluvanlukku fyri
13 árum síðani. Tær
siga, at tað framvegis
er hart, men familjan
hevur lært at liva við
tí, tó at hon ongantíð
bleiv tann sama aftur
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Út í gongina
hoyrist pjátr frá einum
lítlum barni. Inni í køkinum
sita Erna og Sofía við
einans átta mánaðar gomlu
Bjørt, sum er í avbera
góðum lag. Margretha ger
ein drekkamunn, meðan
hinar báðar bjóða sess. Vit
eru stødd í heiminum hjá
Margrethu og Eyðstein
undir Klakki. Fýra ára
gamla Steintóra, sum fyllir
fimm um tríggjar vikur,
gongur og melur. Hon bíðar
eftir pápa sínum, tí tey bæði
skulu út í garðin at arbeiða.
Margretha setur kaffi, te
og køkur á borðið og sess-
ast saman við hinum. Uttan
fyri hongur mjørkin tungur
niður á fjøllini, og tað
fyrsta Sofía, sum vanliga
verður kallað Fía, sigur, er
at tað summarið, tá Stein-
dor doyði var so avbera gott
veður.
– Tann dagin vanlukkan
hendi, var brennandi sól
allan dagin, tað minnist eg
væl, sigur hon og hyggur
upp á hinar báðar systrar-
nar. Tær siga allar tríggjar,
at tað ber so illa til at greiða
frá, hvussu ein upplivir eina
tílíka skelkandi hending.
Men tær eru sannførdar
um, at tað hevur verið ser-
stakliga hart fyri foreldur
teirra, sum tó megnaðu at
vera har fyri tær tríggjar
genturnar.
– Familjan broyttist. Tað
er púra vist, og hon er
ongantíð blivin til ta somu
aftur. Men enn tann dag í
dag práta vit nógv um
hann, og vit flenna at
ymsum stuttligum, sum
hann kundi finna uppá.
Steindor var ein so fittur og
hjálpsamur ungur maður,
sum altíð var í góðum lag,
minnast tær tríggjar afturá.
Hóast 13 ár eru liðin, so
er saknurin tann sami, og
meðan vit práta um Stein-
dor, sum var elst av teimum
fýra, koma tárini meira enn
einaferð fram.
Steindor rendi við bili
sínum inn í veggin einar
100 metrar inni í Norð-
skála-tunlinum. Hann varð
fluttur á Landssjúkrahúsið
og lagdur undir skurð, tí
hann hevði fingið álvar-
samar løstir í høvdið, og
síðani í respirator. Men
hann megnaði ikki at vinna
kampin móti deyðanum, og
hann
doyði
fyrrapartin
sama dag, einans 20 ára
gamal.
Genta hansara og pápin
vóru hjá honum, tá hann
dró sín seinasta andadrátt.
– Eg minnist, at hann
koyrdi meg norður til
Árnafjarðar dagin fyri, og
tað seinasta hann segði við
meg var, at hann skuldi
koma aftur eftir mær, men
eg sá hann ongantíð aftur,
sigur Erna við tárum í
eygunum.
Hetta er ein sera kenslu-
borin samrøða, men tær
megna væl at greiða frá. Og
tað er týðuligt, at tær hava
lært seg at liva við saknin-
um.
Framvegis hart
Vanlukkan hendi sum sagt í
Norðskálatunlinum, og enn
tann dag í dag kenna tær
seg ikki væl við at koyra
ígjøgnum hann.
– Eg hati handan tunnil-
in. Hann er so myrkur og í
vánaligum standi. Har er
ikki heilt vandaleyst at
koyra, sigur Erna.
Stutt eftir vanlukkuna,
sum kravdi lívið hjá Stein-
dor komu endurskinini,
sum eru á miðjuni á veg-
num inni í tunlinum.
– Tað ringasta eg veit, er
tá fólk spyrja meg, um eg
minnist tað, sigur Erna,
sum tá var 12 ára gomul.
– Sjálvandi minnist eg
tað. Tað er, sum tað var í
gjár, sigur hon.
Tær greiða frá, at Stein-
dor, sum búði og arbeiddi í
Havn, var á veg til Havnar
til arbeiðis, tá vanlukkan
hendi.
Her var hvørki talan um
ferð ella rúsdrekka. Ongin
Mistu beiggjan:
Familjan bleiv ongantíð
tann sama aftur
– Vit hava lært okkum at liva við sakninum eftir Steindor, men familjan broyttist og bleiv ongantíð tann sama aftur eftir vanlukkuna, siga tær tríggjar systrarnar Fía, Erna og Margretha
veit rættuliga, hvat hendi, tí
ongi vitni vóru til sjálva
vanlukkuna, sum hendi um
hálvgum sjey-tíðina mána-
morgunin 23. juli í 1990.
Bileftirlitið staðfesti, at
vinstra bakhjól var punkter-
að.
– Hetta var so mikið
tíðliga um morgunin, at vit
lógu allar og svóvu. Tele-
fonin ringdi tvær ferðir
heima. Fyrst var tað tann
bilførarin, sum fyrstur kom
fram á Steindor, og síðani
var tað løgreglan, sum boð-
aðu mammu og babba frá,
at Steindor hevði verið úti
fyri eini ferðsluvanlukku,
greiðir Fía frá.
Tær báðar, Margretha og
hon, svóvu í sama kamarið
og fingu sostatt at vita tað
samstundis.
– Eg reageraði sera
ógvusliga, sigur Fía rørd á
málinum og heldur fram, at
tær vóru allar so tætt
knýttar at einasta beiggja
teirra. So tað var sera hart
at vita, at hann lá á Lands-
sjúkrahúsinum og skuldi
undir skurð.
Foreldrini fóru suður
beinanvegin, men gentur-
nar vórðu verandi í Klaks-
vík. Henning Bøgesvang,
sum tá var sóknarprestur,
var eina løtu hjá familjuni
um morgunin. Tey høvdu
fingið at vita, at Steindor
var komin út fyri eini
ferðsluvanlukku, og at tað
stóð onki til hjá honum.
Systrarnar
siga,
at
Bøgesvang var ein góð
hjálp og ein hollur stuðul
allatíðina. Tær minnast, at
hann bað eina bøn, har
hann segði: Harri, ger tú
tað, sum er best fyri Stein-
dor.
Og hann sovnaði sum
sagt inn beint fyri døðurða.
Fjølmiðlar eiga at
ávara
Tær minnast eisini aftur á,
hvussu hart tað var at hoyra
um vanlukkuna í útvarpin-
um og síggja myndir í bløð-
unum.
– Vit hoyrdu, at myndir
av bilinum vóru í bløðun-
um, og tað var virkuliga
hart at síggja tær. Vit vildu
ynskt, at fjølmiðlarnir vóru
eitt sindur meira at sær
komnir og høvdu ringt til
okkum og bara sagt okkum
frá, at vanlukkan fór at
verða nevnd ella við í bløð-
unum, siga tær og leggja
afturat, at helst hevði ongin
teirra noktað fjølmiðlunum
at greitt frá vanlukkuni í
teirra miðli, men tey av-
varandi høvdu havt tað
betur, um tey vistu av tí
frammanundan.
Margretha og Fía sóu
ikki Steindor aftur fyrr enn
tey fóru suður eftir líkinum.
Erna sigur, at hon ikki
ynskti at síggja hann. Hon
vildi heldur minnast hann,
sum hann var.
Jarðarferðin var 26. juli
1990. Og tað var ein stórur
skarði, sum fylgdi Stein-
dori til sín seinasta hvíldar-
stað, men so kom gerandis-
dagurin.
– Tað var allatíðina nógv
fólk rundan um okkum
fyrstu dagarnar, men so
kom gerandisdagurin, og tá
bleiv tað hart, siga tær
tríggjar.
Í dag duga tær at síggja,
at tað helst hevur verið
ringast fyri foreldur teirra.
– Men babba dugdi væl
at fáa okkum tríggjar víð-
ari, tí ikki so langt aftaná
tók hann okkum við til
Danmarkar ein túr fyri at
koma vekk frá øllum eina
løtu. Tað hjálpti væl, sigur
Erna, meðan hon mussar og
klemmar Bjørt.
– Tað var akkurát sum, at
tað var so rokaligt inntil
jarðarferðin var av, men so
bleiv tað bara so stilt, sigur
Margretha. Men so líðandi
komu tey fyri seg aftur.
Høgtíðir ringast
Tær tríggjar siga, at tað
ringasta var at koma út-
aftur. Fólk gjørdu nógv fyri
ikki at møta teimum. Tær
siga, at tær upplivdu, at
fólk fóru yvir um vegin, tá
tær komu gangandi eftir
vegnum, tí tey ikki vistu,
hvat tey skuldu siga við tær.
Tað var sera hart fyri tær,
og tær siga í dag, at tað er
tað ringasta fólk kunnu
gera.
– Bara tey ikki ganga
undan. Ongum nýttist at
koma til okkum og tosa um
hann. Ei heldur steðga.
Bara verið sum vanlig og
sagt hey. Tað hevði verið so
nógv betur, siga allar
tríggjar við ein munn.
Tá summarfrítíðin var av,
skuldi Erna aftur í skúla, og
hon sigur, at hetta var
einastu ferð, at tað ikki
bleiv spurt runt í flokkin-
um, hvussu summarfrítíðin
hevði verið hjá teimum.
Erna sigur tó, at tær skilja
væl, at tað kann vera torført
hjá øðrum, tí ikki er gott at
vita, hvat ein skal siga.
Allar eru tær samdar um,
at tað var ringast um høg-
tíðirnar og á føðingardeg-
num hjá Steindor, sum er
tann 3. desember.
– Tað er framvegis ringt,
men á ein øðrvísi hátt í dag
allíkavæl, sigur Fía.
Eitt sum tær eru fegnar
um er, at tað altíð hevur
verið tosað nógv um Stein-
dor heima. Børnini hjá
Margrethu og Fíu vita, at
tey høvdu kunnað havt ein
mammubeiggja, um tað var
øðrvísi. Og dóttir Mar-
grethu, Steintóra, veit eis-
ini, at hon er uppkallað eftir
mammubeiggjanum. Hon
varð fødd júst átta ár eftir,
at Steindor fór til gravar.
26. juli 1998.
– Eg varð sett at eiga tann
6. juli, og tá eg ikki hevði
átt tann 20. tá byrjaði eg
hugsa bara tað ikki fór at
verða tann 23. sum jú var
dagurin,
tá
vanlukkan
hendi. Og tað var ikki fyrr
enn Steintóra fylti eitt ár, at
eg hugsaði um, at tað var
sama dag, sum hann fór til
gravar, greiðir Margretha
frá. Hon heldur, at tað er
sera løgið, at hon skuldi
ganga 20 dagar yvir, og av
øllum døgunum í juli júst
eiga henda dagin. Hon
plagar at vitja grøvina hjá
Steindor fleiri ferðir um
árið, men fast er á jólum og
á
føðingardegnum
hjá
Steintóru.
Tær tríggjar systrarnar úr
Klaksvík fingu ein skelk
saman við restini av familj-
uni fyri skjótt 13 árum
síðani. Og tær staðfesta, at
hóast lívið gongur víðari,
so bleiv familjan ongantíð
tann sama aftur eftir, at
Steindor var deyður.
– Hann var beiggi okk-
ara, og saknurin eftir hon-
um er sera stórur, men vit
mugu liva víðari. Men
minnið um hann stendur
klárt og livandi eftir í okk-
um. Øllum okkara barn-
dómsminnum, er hann við
í, og vit kunnu bara fegnast
um, at okkum untist at hava
ein beiggja ta stuttu tíð,
hann fekk her á fold, siga
tær tríggjar, Fía, Margretha
og Erna at enda.
Steindor Sigurðsson var ein fittur og hjálpsamur ungur maður, sum tær tríggjar systrarnar
høvdu eitt tætt samband við
Tær tríggjar systrarnar siga, at tað var sera torført at koma út aftur, tí tað var so týðuligt, at fólk høvdu ilt við at møta teimum.
Tær vildu ynskt, at fólk bara kundu havt verið náttúrlig og heilsað uppá tær sum vanligt
C
M
Y
K
25
24