Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juli 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ss M Síða 20 Nr. 142 — 28. JULI 1994 Tíðindablaðið [ sastalurin ) E. A. Jacobsen »Gangid inn um hitt tronga portrid; tí at vítt er portrid, og breiður er vegurin, ið førir til undir gangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrid, og mjáur er vegurin, ið førir til livs, og fá eru tey. ið finna hann. Matt. 7,13—14. Mong eru te, ið ganga gjøgnum hitt víða portrid og eftir hinum breiða vegnum, ið førir til undirgangs. Hetta er veruleiki, sum Guds orð sigur okkum. Men vit verða biðin at ganga inn um hitt tronga portrið og eftir tí mjáa vegi, ið førir til livs. Tey eru fá, ið finna hitt tronga portrið og hin mjáa vegin. Orsøk- in til tess er, at tað eru so fá, sum av álvara leita, tí Guds orð lovar okkum, at so vist sum vit leita, skulu vit eisini finna. Staðin fyri at leita eftir hinum tronga portri og hinum mjáa vegi, gera vit okkum vítt portur og breiðan veg, ið skal føra okkum til lívsins. Portrið verður gjørt so vítt, at okk- um skal ikki tørvast at leggja burtur nakað av okkara egna; umvending verður hildin 6- neyðug. Men hetta er, um livað verður eftir irri læruni, ein »lfvsins vegur“, ið førir til undirgangs. Ein onnur villa er, sum vist tekur umvendingina við, men vegurin, ið førir til lívs, verður gjørdur so breiður, at tað er 6gjørligt at ganga seg útav — og tå er hann av sonnum ein breiður vegur. Glatanarveg- num kanst tú ikki ganga teg útav. Hetta er, um livað verður eftir teirri læruni, ein um- vending frá heiminum aftur til heimin. Nei, trongt er portrið, og mjáur er vegurin. Og Jesus hevur sjálvur sagt: »Hvør tann, ið vil fylgja aftan á meg, hann skal avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín og fylgja Peugot 309 GL til solu sum eykalutir fyri kr. 5.000,-. Tlf. 55421 - 73972 21.juli Tummas Mikal Salmony, ættaður úr Trongis- vågi, búsitandi í Brøndhøj, 84 ára gamal. 22. juli Margreta Hansen, fødd Poulsen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Hillerød, 62 ára gomul. Jóhan Pauli Zachariassen, Vestmanna, 88 ára gamal. Jógvan Joensen í Hoyvík, ættaður av Hvíta- nesi, 92 ára gamal. Hanna Nielsen, ættað úr Sumba, búsitandi í Helsinger, 90 ára gomul. 23. juli Poula Michala Hansen, fødd Kjærbo, ættað úr Sumba, biisitandi f Keypmannahavn, 65 åra gomul. 26. juli Sofia Sigursstein, Funningi, 79 åra gomul. Gudstænastur 9. s. e.trinitatis Havnar kirkja: B. Bæk Vesturkirkjan: S. Klcin Hestur: K. Mørkøre Vestmanna: M. Bæk kl. 11.00 Klaksvik: N. P. Danielsen kl. 11.00, altargongd Rituvik: J. Bech kl. 11.00, altargongd Eiði: E. Olsen kl. 11.00, altargongd (skriftarmål kl. 10.40) Porkeri: H. Joensen kl. 11.00, altargongd Sumba: H. Joensen kl. 18.00, altargongd Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti. Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur. Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00. | Feðingar | | 18. juli fingu Ansa og Ják- up Elíassen, Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 21. juli fingu Ása Gud- mundsson og Dan Terji Hentze, Trongisvági, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3320 gr. 22. juli fingu Thorleina Hansen og Carl Gustav dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4350 gr. 22. juli fingu Birgit og Jón Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. AA fundir, Tórshavn Friggjakvøldid kl. 20.00 á Vaskarínum, Térsgøtu 5 (inngongd vestanfyri), og kl. 22.30 i Uppistovu, C. Pløyensgøtu 17. Leygardagin kl. 17.00 og kl. 22.30. Sunnudagin kl. 11.00. Kl. 17.00 verdur opin fundur. Avvardandi og onnur åhug- að eru væl komin. Mánadagin kl. 20.00. Týsdagin kl. 20.00 á Há- skúlanum. Al-Anon, Tórshavn Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum verður í kveld kl. 21.00 á Vaska- rínum, Tórsgetu 5 (inn- gongd vestanfyri). 23. juli fingu Thomas og Malan Simona Dam, Toft- um, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 24. juli fingu Katrin Lilaa og Ivan Østergaard, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4125 gr. Læknavaktirnar Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, hósdagin. Annika Ol- æn, tl. 17700, fríggjadagin. | Jóhan Djurhuus, tlf. 14319, leygardagin. Ålvur av Kåk, uf. 12557, sunnudagin. Eysturoy: Knút Ja- cobsen, tlf. 23006, hósdagin. Hans Erik Vilhel, tlf. 41490, fríggjadagin. Karstin Vagn Hansen, if. 41086, leygardagin. Hans Erik Vilhelm, Uf. 41490, sunnudagin. Norðuroyggjar: Jaspur Poulsen, tlf. 56400, hósdagin. Steingrím Weihe, tlf. 55300, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Vágar: Tlf. 32413. Suðuroy (norður): Tlf. 71560. Suðuroy (suður): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 —14.00. Tlf. 14544. Carl Bronx Brattaklett hevur nú verið eitt ár í Keypmannahavn og studerað. Heimafturkomin til mammu tveitir hann seg í sofuna: hann vil síggja sjónvarp. Hann hevur hoyrt, at Sjónvarp Feroya sendir góðar filmar og góðar fótbóltsdystir í bestu senditfå, so hann vil fegin síggja, hvussu gongst við kulturinum. Hann fegnast, tá hann sær, at sjónvarpið fer at senda ein argentinskan film. -Nú kann tað vera well við norðuramerikonskum slagsmålum«, hugsar hann, -lat okkum fáa eitt sindur av suður- amerikanskari mentan!«. Tað, sum fólkini í filminum siga, er umsett til føroyskt. Men tað knípur við at forstanda hetta fer - oyska. Carl setir knyklar í brýr og biður ommu- systur koma sær til hjálpar, men hon forstendur heldur íkki. Filmurin trillar avstað. Fólk drepast og morlast, sum síður er fliberalismuni. Men so við eitt hvøkk- ur Carl við. Har verður sagt um onkran Gonzales ella Juan, at hann er »farin upp í yvirflokkin«. Nú hevur legtingsval akkurát verið, so Carl veit, at nógvir flokkar hava kappast um stemmurnar, men hann hevur aldri hoyrt um »Yvirflokkin«. Hann spyr ommusystrina, men hon hevur heldur ikki hoyrt um hendan nýggja flokkin. Carl fer so at kanna eftir, hvussu teir føroysku flokkarnir eita. Hann finnur út av, at ein er, sum eitur -Miðflokk- urin«. So er tað trúligt, at vit eisini hava ein Yvir- flokk og ein Undirflokk, hugsar Carl og setir seg betur til rættis. Tað, sum Carl íkki veit, er, at orðið KLASSI er blivid forboðið í Føroyum. Í staðin verða børn og vaksin tvingað til at brúka flokkur“. Soleiðis er tað hent, at vit - umframt gásaflokkar og staraflokkar -núeisini hava barnaflokkar. Ein skúlaklassi skal nú eita skúlaflokkur. Orðið 'skúlastova' er avlagt nógvastaðni, tí nú skal tað eita floksheli'. Onnur stásilig orð av hesum slagnum eru: flokslærari, flokssett, floksumboð, floksútferð, floksball og floksfrálæra. Orðið 'klassi' kemur av latíni 'classis', og tað bleiv í tí forna Rom brúkt um vælhavandi borgar- ar. Seinni hevur orðið 'klassiskt' verið brúkt um dygdarverk, ið kunnu vera fyridømi. Vit tosa um klassiskan litteratur og musikk. Eisini í samfe- lagslæru verður orðið 'klassi' brúkt. Vit tosa um yvirklassan og undirklassan, og í Bretlandi vilja ell hoyra til the middle class — (Miðflokkin!) Eisini sagnorðið 'at klassa' er skift um við 'at flokka'. Tá nakað er loyniligtstemplað, eitur tað á eingilskum 'classified'. Tað verður so á nyføroysk- um til flokkað“. Skip, sum skulu klassast, skulu nú flokkast, og ølid, sum onkur føroyingur leskar seg við á Olavsøku, er í skattaflokki II, og Kingoog Brorson eru íkki klassikarar, men floksmenn. Tann óheldigi umsetarin hjá sjónvarpinum hev- ur gjørt ta dáragerð at lurta eftir orðatýnarum. Heldur skuldi hann gjørt sum Carl Bronx Bratta- klett, tí hann fór at kanna eftir, um hetta neyðar orðið nú virkuliga var útruddað allastaðni. Og tað er tað ikki. Carl fann orðið í einari bók, sum eitur Føroysk-donsk orðabók. Har stendur orðið KLASSI á síðu 217. Bókin er skrivað av tveimum føroyskum klassikarum, sum itu M. A. Jacobsen og Chr. Matras. Forskalling til sølu 40 mav 16 mm STOYPIFINERFORM- UM og annað til sølu. Tlf. 71634