týsdagur 2. august 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
s
bokina
Seinnapartin mikudagin fyri 6lavsøku varð endaliga saneringin av SMS
kunngjørd i skiftirættinum, og á tíðindafundin aftaná varð greitt frá, at
kronur
SMS nú »bert« skal forrenta 70 milliónir krónur og ikki 260, sum áðrenn
Tá Sosialurin fyri hósdagin
kom á gøtuna semnaparun
mikudagin, bar ikki til at fáa
borðreitt við teimum heilt
nágreiniligu tølunum, ið eru
uppi í stóru saneringini av
Pf. SMS.
Kortini hevði blaðið havt
fatur í nókrum góðum keld-
um, ið vistu mangt og hvat
at greiða frá um sanering-
ina, ið ikki visti seg at vera
so langt við síðuna av enda-
liga úrslitinum.
Vit nevndu í blaðnum, at
Pf. SMS fekk eftirgivið
millum 190 og 200 millión-
ir krónur av samanløgdu
skuldini, ið lá um 260 mill-
íónir, tá gjaldssteðgurin
byrjaði fyrst í mars mánaði.
Á tíðindafundinum á SMS-
skrivstovuni seinnapartin
mikudagin kom fram, at tað
talið var góðar 180 milliónir
krónur.
Við ødrum orðum skal Pf.
SMS nú forrenta 70 mill-
iénir krónur og ikki 260,
sum áðrenn.
Tað eru teir tríggir størstu
kreditoramir Føroya
Banki, Nykredit og Real-
kredit Danmark, ið hava
eftirgivið meginparun av
teimum 180 milliónunum —
harav tað eru teir báðir
Forsíðan á Sosialinum
hósdagin, ið snúði seg
um SMS-saneringina
hekk á ólavsóku í sýnis-
glugganum hjá einum
av miðbýarhandlunum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
seinnu, ið eiga bróðurpart-
in, meðan partunn hjá Før-
oya Banka ikki er so stórur.
Teir smáu kreditorarnir
fáa 25% av gøllum ti, teir
eiga til góðar hjá Pf. SMS,
og taðeru smáar 10 millión-
ir krónur.
— Einki objektivt boð er
komid uppå, hvat bygning-
urin er verdur, men av teim-
um 260 milliónunum, sum
Pf. SMS skyldaði vóru tað
bert 70 milliónir, ið kundu
roknast fyri at vera dckkað-
ar, segði Ole Borch, sakfør-
ari á tíðindafundinum.
— Meðan gjaldssteðgurin
hevur verið, hava onkrir av
leigarunum gjørt vart við, at
teir hildu tað vera eins gott,
at Pf. SMS fór á húsagang,
men tað haldi eg vera bein-
leiðis tápuligt tos, tí eingin
dugir at hugsa fyri sær,
hverjar fylgjur tað hevði
fingið — bæði fyri ein og
annan.
Sakførarin, ið må sigast at
hava gjøgnumført samráð-
ingarnar við kreditorarnar
hjá Pf. SMS á meistarligan
hátt, greiddi eisini frá, attað
var ein sera stórur partur av
kreditorunum — máldur í
krónum og oyrum — ið tók
undir við endaliga úrslit-
inum, ið lætti um skuldar-
byrðuna hjá Pf. SMS við
180 milliónum. Tilsamans
vóru 98% av kreditorunum
fyri saneringini, sum hon sá
út, tá avtornaði.
Aftan á saneringina er
Realkredit Danmark einasti
panthavari í Pf. SMS.
Sunn og góð
forrætning
Formaðurin í nevndini
fyri Pf. SMS, Svend Bach
Jensen, segði eisini nøkur
orð
— Tað er gott fyri SMS, at
samrådingamar undir hes-
um gjaldsstedginum hava
gingið so væl, og tað hevur
eisini verið gott at sæd, at
tað hevur gingið handlun-
um í SMS so væl hetta hálva
árið, meðan gjaldssteðgur-
in hevur verið, segði hann.
— Men vit sóu, at hetta var
ein góð og sunnu forrætn-
ing, og hetta vildu vit ikki
oyðileggja (!!!, bløm). Tad
er eisini gott, at SMS er før-
oyskt.
Stjórin i Pf. SMS, id eisini
hevur ått SMS einsamallur,
Hans Mortensen, greiddi
frå, at Pf. SMS fram til 1992
megnaði at gjalda rentur og
avdrøg av teimum 260 mill-
ionunum, felagið skyldaði,
men at tað var í 1993, at alt
koppaði hinvegin, og tað
ikki longur læt seg gera ai
svara sínar skyldur.
Hans Mortensen gav eis-
ini leigarunum i SMS, ið
vóru við á tíðindafundinum,
nýggjar vónir viðvíkjandi
leigusáttmálunum.
— Vit fara at fríustillað
leigararnar, og eg kann nú
siga, at tær allarflestu upp-
hæddimar verða minkaðar.
segði hann.
— Marknadarvidurskiftini
eru nógv broytt, og tey hava
verið grundarlagið fyri leig-
uni, so tað er náttúrligt at
Hans
Nr. 143 — 2. AUGUST 1994
Sida 5
broyungar verða gjørdar
her. Byrjað verður vid sam-
ráðingunum í næstu viku
(tað er í hesi vikuni, bløm.).
Ole Borch, ið hevur tikið
sær av gjaldssteðginum, er
um eina góða viku loystur
frá sínum arbeiði, ið tey
flestu í SMS halda vera væl
úr hondum greitt.
Í hvussu er spurdi ein av
leigarunum á fundinum, um
tað ikki hevði verið ein
møguleiki at fingið hann og
Svend Bach Jensen í Tinga-
nesi at loyst trupulleikarnar
har...
hj.
Mort-
ensen ikki
longur ein-
samallur
SMS-eigari
Pf. Havnar Timburhandil hevur
keypt seg inn í Pf. SMS, og eigur
nú SMS saman við Hans Mort-
ensen. Eigaraviðurskiftini hjá
hesum báðum eru »fifty-fifty«
se
|
— Tað er Hans Morten-
| sen, ið eigur SMS og alla
tíðina hevur átt tað, segði
Hans Mortensen á tíð-
indafundinum, ið varð
hildin á SMS-skrivstov-
| uni seinnapartin miku-
dagin.
| QlI árini, síðani SMS
kom í 1977, hevur Hans
Mortensen eisini verið
stjóri í SMS, og tað er
hann framvegis.
Men kortini er nógv
broytt, eftir at gjalds-
steðgurin hjá SMS er av.
Nú er tað íkki longur
Hans Mortensen ein-
samallur, ið eigur SMS.
Nú saneringin kom undir
land, gjørðist neyðugt
við nýggjum partapen-
ingi aftrat teimum 2,5
milliónum krónunum, ið
hava verið partapening-
urin í Pf. SMS.
i
Í
Í
i
Timburhandlin
nyggjur eigari
Partapeningurin verð-
ur ikki nidurskrivadur,
men í staðin fær Pf. SMS
$ milliónir krónur aftrat í
partapeningin, og hesin
peningur kemur frá Pf.
Havnar Timburhandli.
— Ein treyt í sambandi
vid saneringina var, at
Pf. SMS fekk 5 milliónir
krónur aftrat i partapen-
ingi, so samladi parta-
peningurin nú er 7,5
milliónir krónur, greiddi
Hans Mortensen frá á |
tíðindafundinum.
Men hóast Pf. Havnar
Timburhandil, hvors
stjóri er Heini Fosaa, nú
hevur lagt peningin á
borðið, merkir tað ikki, |
at Hans Mortensen eigur
33,3% av SMS og Havn- |
ar Timburhandil 66,6%.
— Nýggju eigararnir av
SMS fara at samstarva
eftir einari 50-50 avtalu,
og sjálvur havi eg lagt
1,25 milliónir krónur á
borðið, so eg og Havnar
Timburhandil eiga nú 3,5
milliónir krónur hver í
Pf. SMS, segði Hans
Mortensen, ið — sum vit
søgdu hósdagin — fram- |
vegis er stjóri í SMS.
Í núverandi nevndini
sita Svend Bach Jensen,
formadur, Ottar Olsen og
Kjartan Kristiansen — all-
ir valdir av eigaranum -
men við broyttu eigara-
vidurskiftunum broytist
nevndin eisini. So leingi
sum Hans Mortensen er
stjóri, er Heini Fosaa for-
maður í nevndini — vald-
ur av Pf. Havnar Timbur-
handli. Hans Mortensen
skal so veljaein nevndar-
lim aftrat í nevndina, og
tann triðja nevndarlimin
skulu eigararnir báðir
semjast um.
hj.