Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nú tingið verður sett ólav- søkudag 1994 verður hetta gjørt undir óvanligum polit- iskum umstødum, tí hetta er fyrsta Glavsøkan, at lands- stýrið, sum situr, er starvs- stjórn. Tann 19. maí 1994 sam- tykti tingið at skriva út ný- val, av tíatsamgongan mill- um javnaðarflokkin, tjóð- veldisflokkin og sjálvstýr- isflokkin hevði mist meiri- lutan í tinginum. Valdagur- in varð åsettur til 7. juli 1994. Hetta er fyrstu ferð, at val til løgtingid hevur verið á hásumri, í juli mánaði, síð- ani 1906, tá klovningur kom í millum samband og sjálvstýri. Tað árið varð val hildið 18. juli. Ongantíð fyrr hava so nógvir flokkar stillað upp til løgtingsval sum hesa ferð, heilir 10. Úrslitið av valin- um er, at átta flokkar komu inn á ting, og nærum helm- ingurin av tingmanningini er nýggj. Síðani valið hevur verið samráðst um samgongu, men ikki eydnaðist at skipa nýggja áðrenn Glavsøku- dag. Hetta er tí tað sama landsstýrið, ið misti meiri- lutan í maí, sum enn situr í Tinganesi. Skipanin, at løgmaður heldur rødu á Olavsøku, er ikki ásett í galdandi stýris- skipan, men hevur í verki verið fylgd í nógv ár. Í nýggju stýrisskipanini er hesin siður lógarfestur. Í réðu síni greiðir løg- maður frá stóðu landsins, umrødur tað, sum er farið fram undanfarna árið og sigur frá teimum ætlanum, landsstýrið vil fremja í nýggju tingsetuni. Løgmansrødan i ár verður nakað ødrvisi við tað, at ikki ber til hjá sitandi landsstýri at siga frá framtíðararbeið- inum. Hetta má bíða til nýggj samgonga er skipað, og tann tá valdi løgmadurin leggur fram politikkin, ætl- anin er at reka. Føroyski búskapurin hevur seinastu árini verið fyri stórari afturgongd, eini afturgongd, sum eftir ym- iskum viðurskiftum at dóma væntandi er um at steðga. Seinna hálvár í 1993 helt niðurgongdin í samfelag- num fram, og hetta sást aft- ur í úrslitinum hjá lands- kassanum, tá árið var runn- ið. Inntøkur landskassans í 1993 vóru 185 mió. kr. minni, enn mett varð á fíggjarlógini og vanligu rakstrarútreiðslurnar írokn- að fløgur vóru 96 mið. kr. stórri enn mett. Ein fyribils uppgerð av landsins rokn- skapi fyri 1993 vísir eitt >vanlit< hall hjá landskass- anum uppá 251 mió. kr. eft- ir íleguútreiðslur, meðan mett varð eitt avlop á fíggj- arlógini uppá 29 mió. kr. eftir íløguútreiðslur. Nr. 143 — 2. AUGUST 1994 P Lógmaður í dlavsøkurøduni Búskanarliga sær nú bjartari ut -Lønarutgjaldingarnar, sum siga nakað um vinnuliga virksemi i landinum, minka ikki so nógu sum mett, og eru summar mánaðir hægri enn í fjór. Arbeiðsloysið er minkað, og tað er nettoskuldin uttanlands eisini. Millum annað tað segði Marita Petersen, løg- maður, í ólausókuróðu síni. Vit prenta í dag fyrra partin av róðuni Harafturat komu lántøkur til gjaldføri landskassans og — serliga — til bankarnar. I- roknað eginpeningsveit- ingamar til bankar og al- mennar grunnar gjørdist hall landskassans methøgt i 1993: 2,65 mia. kr. Landsstýrið legði 31. august 1993 uppskot fyri tíngið um fíggjarlóg fyri 1994. Roknað varð við ein- um halli eftir íløguútreiðsl- ur uppá 248 mió. kr. Tá samráðingar vóru við stjórnina 12. oktober, vóru viðurskiftini longu broytt so nógv, at hallið varð mett til 540 mió. kr. Orsøkimar vóru fleiri: skattainntøkur- nar vórðu nú mettar 100 mió. kr. lægri, kurstap uppá 60 mió. kr. kom aftrat á út- reiðslusíðuni, almennir grunnar kravdur stórri stuð- ul enn mett, og nýggj lán- tøka hevði við sær, at rentu- útreiðslur landskassans hækkaðu 90—100 mió. kr. Semja var millum lands- stýrið og stjórnina um, at fíggjarlógin skuldi bøtast við 250 mió. kr. Landsstýr- ið sendi figgjarnevndini til- mæli um at lækka rakstrar- og íløguútreiðslurnar uml. 100 mió. kr. Harafturat vórðu fleiri inntøkulégir = samtyktar. Skattastigin varð broyttur nakað, so at serliga tær hægstu inntøkurnar komu at gjalda hægri skatt. Høvuds- inntøkubroytingin stavaði tó frá tí nýggja fíggjarogn- aravgjaldinum uppá 1,9% p.a., sum skuldi falla til gjaldingar tríggjar ferðir: í desember 1993 og juli og desember 1994. Tað varð mett at geva landskassanum 200 mió. kr. Tá fíggjarlógin endaliga var samtykt, varð roknað við einum halli uppá 262 mió. kr. í 1994. Verður gongdin í samfelagum tann sama seinna hálvár sum fyrra hálvár, eru útlit til, at fíggjarlógin fer at halda. Skattainntøkur — lands- kassans fyrra hålvår 1994 vóru 355 mió. kr., eitt sindur meira enn mett varð. Inn- tøkurnar av meirvirðis- gjaldi vóru fyrra hálvár 186 mió. kr. Roknast kann vid, at inntøkur landskassans til- samans i 1994 verda heldur hægri enn í 1993. Gjaldføri landskassans hevur verið væl betri higar- til í ár, enn roknað varð við fyrst á árinum. Í 1993 var avlopið á gjaldsjavnanum 719 mió kr. Gongdin fyrra hálvár 1994 bendir á, at avlopið fyri alt árið 1994 verður heldur minni enn í 1993. Avlopið á handilsjavn- anum minkaði 150 mió. kr., t.v.s. úr 400 mió. kr. fyrra hálvár 1993 niður í 250 mió. kr. fyrra hálvár 1994. Høv- udsorsøkin er, at útflutning- urin er fallin 177 mió. kr., meðan innflutningurin bert er fallin 18 mió. kr. Samanumtikið kann sig- ast, at heldur gongdin seinna hálvár 1994 fram restina av árinum, so verður gjaldsjavnaavlopið oman fyri 300 mió. kr. í mun til eitt avlop uppá 719 mið. kr. í 1993. Tá er m.a. lagt upp fyri øktum rentuútreiðslum í 1994 orsakað av rentu- hækkingum í árinum. Nettoskuldin uttan- lands minkadi úr 7,8 mia. kr. í 1992 niður í 6,6 mia. kr. við árslok 1993 — ein mink- ing uppá 1,2 mia. kr. Hyggja vit harafturímóti nærri at býtinum millum almennu og privatu nettoskuldina, er nettoskuldin hjá tí almenna vaksin við 2,2 mia. kr. úr 5,3 mia. kr. í 1992 upp í 7,5 mia. kr. við árslok 1993, meðan tað privata átti netto 924 mió. kr. til góðar uttanlands. Henda gongd hongur saman við kreppuni í sam- felagum sum heild, har út- lendskir lánveitarar hava mist í sambandi við tey mongu trotabúgvini, lands- kassin hevur havt stór veð- haldsútlegg, og neyðugt hevur verið at túkið miljardalán til bankamar og landskassan. Búskaparliga sær heldur bjartari út nú enn undan- farna ár. Lønariitgjalding- arnar, sum siga nakað um vinnuliga virksemið í land- inum, minka ikki so nógv sum mett, og eru summar mánaðir hægri enn somu mánaðir í fjør. Arbeiðsloys- ið minkaði úr 23% í januar í ár niður í 16% í juni, og av- reiðingarnar til flakavirkini eru øktar 20%. Men útflutn- ingsvirðið er fallið 15% fyrst og fremst av tí, at út- flutningurin av ísaðum fiski og laksi er minkaður, men eisini tí at prísirnir eru held- ur lægri enn í 1993. Almenna fløguvirksemid er minkað nógv, men lands- stýrið helt tað kortini verða neyðugt við ávísari upp- hædd á fíggjarlógini til fløg- ur og viðlíkahald fyri at bóta um m.a. arbeiðsloysið. Pri- vatu fløgurnar eru sera av- markaðar, men vónandi fer kortini at bera til við teimum fortreytum, sum skaptar eru seinastu tíðina, at fáa gongd aftur á privata iløguvirk- semið soleiðis, at alt fleiri fólk kunnu koma í arbeiði. Ótryggleikin í banka- vinnuni helt fram seinna hálvár 1993. Bæði Sjó- vinnubankin og Føroya Banki komu aftur í trupul- leikar, og landskassin noyddist í september 1993 at flyta tilsamans 1,86 mia. kr. í kapitali afturat í báðar bankarnar fyri at tryggja framhaldandi rakstri. Foss- bankin fór í gjaldssteðg 11. oktober og seinni í likvida- tién. Danska fíggjareftirlitið hevði frammanundan gjørt nýggjar metingar av virðun- um á útlánunum hjá pen- ingastovnunum, og tað vóru serliga lægri metingar av sethúsavirðunum, sum raktu meint. Í august 1993 mælu fígg- ingargrunnurin stjórnini og landsstýrinum til at góð- kenna, at Føroya Banki og sjóvinnubankin vóru sam- anlagdir. Hetta varð góð- kent, men teir trupulleikar, sum síðani stungu upp, høvdu við sær, at saman- leggingin varð útsett. Á aðalfundi í báðum bankun- um í vár varð samtykt at leggja saman 1. januar í ár. Landskassin hevur seti tilsamans 2,7 mia. kr. í báð- ar bankarnar og eigur gjøg- num fíggingargrunnin mestsum allan partapen- ingin, sum er 250 mió. kr. Gjaldførid hjá bankanum er gott, og sambært upplýs- ingum frá bankanum er so- liditeturin eisini góður. Samanumtikið er líkt til, at fíggjarkervið í Føroyum er væl tryggari nú enn und- anfarin ár. Í sambandi við avtaluna í oktober 1993 millum donsku stjórnina og lands- stýrið varð avtalað at seta eina føroysk-danska nevnd vid umbodum fyri landsstýrið, landsbankan, føroyskar peningastovnar, forsætis-, búskapar-, fíggj- ar- og ídnaðarmálaráðið og