týsdagur 2. august 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostaturin ) Nr. 143 —2. AUGUST 1994 Síða7
danska tjóðbankan at lýsa
kapital- og gjaldførisvidur-
skiftini í Føroyum. Nevndin
hevur nú latið landsstýrin-
um frágreiðingina, og
landsstýrið heldur hesa frá-
greiðing saman við ødrum
frágreiðingum um føroyska
búskapin verða við til at
skapa eitt betri yvirlit yvir
teir trupulleikar, sum eru,
og hvussu vit møguligaeiga
at loysa teir. -
Fiskiskapur á føroyska
landgrunninum er høvuds-
grundarlagið fyri fiskiid-
naðin og fyri stóran part av
fiskiflotanum. Landsstýrið
hevur tí lagt stóran dent á at
fáa bygt høvudsfiskastovn-
arnar uppaftur.
Í hesum ári eru rættiliga
harðar avmarkingar settar
fyri fiskiveiduni um Før-
oyar. Stór øki vóru friðað
fyri troling, og kvotur vórðu
ásettar.
Stovnsrøktarnevnd við
umboðum frá vinnulívin-
um er sett. Nevndin hevur
nú latið álit, og er neyndin
samd við landsstýrið um, at
ioska- og hysustovnurin er á
einum alt ov lágum stæði, og
mælir nevndin í sínum áliti
til, at avmarkingin av fiski-
skapinum å landgrunninum
vid Føroyar av toski eigur at
setast til 9.800 tons og av
hýsu til 8.500 tons. Bygn-
a0amevndin hevur sett hesi
tøl til 6.800 og 6.200 tons.
Sostatt eru bædi vinnan og
vísindafólk samd vid lands-
stýrið um at halda royndir-
nar eftir hesum høvuds-
fiskasløgum á einum lágum
stødi.
Fiskiveiðulógin hevur
roynst hampuliga. Nakað
av trupulleikum vóru vænt-
andi, tí hetta var ein koll-
velting — ein neyðug koll-
velting — fyri at byggja upp
og tryggja høvudslivs-
grundarlagið fyri framtíð-
ina.
Ráðgevandi nevndin við-
víkjandi fiskiveidu — $ 2
nevndin — hevur eisini latið
Føroya landsstýri álit, har
hon metir um lógina.
Nevndin mælir m.a. til, at
øll før yvir 20 tons fáa egin-
kvotur. Eisini mælir nevnd-
in til stórri umsetiligheit, so
flotin kann laga seg til teir
tóku møguleikarnar. Mælt
verður eisini til aðrar tekn-
iskar broytingar.
Samanumtikid er lands-
stýrið nøgt við, at hesar
nevndir, ið hava stóra um-
boðan frá vinnulívinum í
høvudsheitinum taka undir
við tí førda fiskivinnupoli-
tikkinum.
Lívsgrundarlagið hjá
fjarfiskiflotanum hevur
seinasta árið verið betri enn
árini frammanundan, m.a.
er kvotan í Barentshavinum
munandi stórri enn hon var.
Landsstýrið hevur í hesum
sambandi latið nakað av
heimaflotanum fáa loyvi at
fiska av hesi kvotu, og er
hetta komið serliga væl við
hjá línuflotanum. Sambært
nýggju fiskiveiðulógini
hevur landsstýrið eisini giv-
ið loyvi til eina umsetilig-
heit á fjarleiðunum, sum
hevur ført við sær, at stórri
virði fáast burturúr.
Alternativur fiskiskap-
ur undir Føroyum og í al-
tjóða sjógvi hevur verið
troyttur, og landsstýrið hev-
ur givið nógv royndarloyvi.
Landsstýrið hevur eisini
játtað innflutningsloyvi til
fiskiskap at fiska á Hatton
Bank, í Irmingerhavinum,
umframt at tvey rækjuskip
eru komin afturat.
Royndir verða stuðlaðar
fyri at fáa meira burtur úr
kongafiskinum í Irminger-
havinum og fáa hann til
lands til virkingar í Føroy-
um.
Vidvikjandi nyggjum ar-
beidsplåssum innan fiski-
ídnaðin hevur landsstýrið
havt ta fatan, at fyri at slík
arbeiðspláss kunnu verða
lønandi og harvið varandi,
er neyðugi, at tey, ið fara í
holt við hetta, hava greiðar
ætlanir, bæði fyri marknadi,
virking og veiðu.
Alt og nógvir møgulcikar
eru seinastu 10-15 árini
farnir fyri skeytið, ti ætlan-
imar ikki høvdu hesi try
høvudslid.
Slíkur arbeiðsháttur tekur
tí, men er neyðugur, um vit
skulu røkka málinum at fáa
fleiri arbeidsplåss innan
fiskiídnaðin. Hetta er
grundhugsanin undir sam-
tyktu løgtingslóg um stuðul
og menning av fiskivinnuni
á landi.
Aftan á stórar trupulleikar
íalivinnuni orsakað av ym-
iskum umstødum bæði
figgjarligum og umhvørvis-
ligum hevur verid arbeitt
vid at endurskipa alivinn-
una.
Arbeiðið hevur verið gjørt
í neyvum samstarvi við teir,
sum reka hesa vinnu.
Ein skiftisøkisskipan er
gjørd, sum ber i sær, at ali-
loyvistalid er komid nidur å
umleið 20. Hetta verður av
serkunnleikanum mett sum
eitt tal í hægra lagi. Saman-
umtikið má tó sigast, at end-
urskipanin er komin so nógv
áleiðis, at útlitini fyri vinn-
uni bæði so og so eru av
teimum frægastu, tey hava
verið í nógv ár.
Småidnadurin á landi er
merktur av, at næstan øll
framleiðsla er ætlað heima-
marknaðinum. Vánaliga
keypiorkan er tí orsøkin til
støðuna hjá hesum partinum
av ídnaðinum.
Hóast døpru útlitini, eru
vinnulívsfólk ikki fallin í
fátt og arbeiða nú við nýggj-
um, skilagóðum verkætlan-
um, sum eru munandi betur
lagaðar til føroysk viður-
skifti enn áður.
Fyri at stuðla hesum part-
inum av ídnaðinum legði
landsstýrið fram tvey lógar-
uppskot, sum bæði vórðu
samtykt — tað eru lógirnar
um ábyrgdargrunn og lógin
um framtaksfelag umframt
kunngerðin um Tax Free
Shopping.
Royndarstødin i Kolla-
fjardardali er vordin ein
búnaðardepil, og tað er nú
landbúnaðarvinnan, sum
avger, hvat tey sjálvi fáa
burtur úr deplinum. Roynd-
ar- og ráðgevingarvirksem-
ið heldur fram sum áður, og
støðin hevur framvegis lær-
lingar.
Landsstýrið setti í fjør
heyst eina nevnd at kanna
framtíðina hjá føroyska
landbúnaðinum, m.a. við tí í
hyggju at broyta alla land-
búnaðarlóggávuna.
Tað eydnaðist ikki at fáa
samtykt lógarbroytingar, so
at jardargrunnurin kundi fáa
loyvi atniðurskrivaella um-
leggja lán, so vinnan kann
koma nidur á eitt kostnaðar-
stødi, sum er hóskandi fyri
figgjarligu umstødurnar í
dag.
Ferdavinnan gevur sum
ikast til biiskapin umleid
150 mió. kr. Bera vit okkum
rætt at, so kann hetta virðið
økjast til umleið 300 mió.
kr. um eini 6-7 ár.
Nógv stig eru tíkin til tess
at veita ferðavinnuni betri
umstødur og soleiðis at fyri-
skipa ein miðvísan politikk
á hesum økinum. Ferðaav-
gjaldið varð í apríl minkað
úr 300 kr. niður í 120 kr.
Gjørd er eisini ein heildar-
ætlan fyri ferðavinnuna,
sum í hevuðsheitinum
byggir á triggjar tættir:
menning av verandi ferða-
vinnu, marknadarføring i
umheiminum og menning
av ferðatilboðum. Heildar-
ætlanin verdur løgd fram i
august.
Landsstyrid hevur saman
vid Ferdarådnum tikid stig
til at víðka samstarvið við
hini londini í útnorði, Ísland
og Grønland.
Hóast arbeiðsloysið er
minkandi, so er hetta og frá-
flytingin størsta hóttanin í
samfelagum. Arbeiðsloys-
ið er minkað síðan miðjan
januar 1994, tá tað var skrá-
sett til 23%. 1. juli í ár var
tað sett til 16%, ið er 2%
lægri enn í juli í fjør. Við-
merkjast skal, at arbeiðs-
styrkin fyrra hálvár í 1993
var 22.400, meðan hon í dag
er 21.100.
Arbeiðsloysisskipanin
hevur hórað ígjógnum
fíggjarliga, hóast kassin
fleiri ferðir hevur verið um
at vera tómur.
Landsstýrið útvegaði í
vår skipanini møguleika at
trekkja upp á eitt lån úr før-
oysku peningastovnunum
upp til 45 mió. kr., men enn
hevur stýrið ikki gjørt
nýtslu av hesum. Hetta lán
er við landskassaveðhaldi.
Avtalan millum Føroyar
og Danmark um samskipan
av skipanunum fyri tey ar-
beidsleysu kom í gildi 1.
nov. i fjør.
Gjaldið tl arbeiðs-
marknadareftirlønar-
grunnin verdur nå ikki
longur lænt til ALS, men fer
til grunnin, sum eftir ætlan
skal gjalda út ískoyti til
pensjónimar í 1997
Nettofråflytingin úr Før-
oyum frå januar til juni var
750 fólk, og tað er knapp-
liga 300 fleiri enn sama tíð-
arskeið í fjør. Hinvegin vis-
ir tað seg, at stórri parturin
av teimum, sum flyta til
Føroya, hava verið burturi í
styttri enn eitt ár, og hetta
kann týða at nøkur flyta
skjótt heimaftur.
Framvegis fer stórur part-
ur av teimum, sum flytanið-
ur, í útbúgvingar- og lestr-
arørindum, og er hetta
skilagóð iløga júst í hesum
kreppudøgum.
Til arbeiðsskapandi tiltøk
fyri ung, sum kommunur-
nar hava umsitid å verandi
fíggjarlóg eru brúktar 10
mió. kr.
Í farna valskeiði eydnað-
ist at fáa samtykt javn-
stødulégina. Føroyar eru
seinasta Norðurlandi, ið
hevur fingið slíka lóggávu.
Hóast almannamál og
heilsumál eru tey mest
kostnadarkrevjandi måls-
økini (45% av rakstrarút-
reidslunum á fíggjarlógini),
so hava svára kreppan og
tær nógvu sparingarnar tó
ikki gjørt, at stødid er mun-
andi versnað. Tað ber enntá
til at siga, at ávís stig eru
tíkin til tess at betra og út-
byggja innan hesi målsøki,
sum saman við útbúgving-
arøkinum eru eyðkennini
fyri eitt nýmótans samfelag,
og sum eru grundarstein-
urin undir vælferðini.
Samanleggingar, rati-
naliseringar og effektivi-
seringar eru framdar, til tess
at gera tænasturnar betri.
Almannastovan hevur
meira enn nakar annar al-
mennur stovnur verið
frammi í fjølmidlunum i
hesum valskeiðinum, og
stór framstig og åbøtur eru
framdar í umsitingini.
Miðfyrringin av al-
mannaumsitingini gongur
sum ætlað, og eru deildirnar
í Eysturoy, Norðoyggjum
og í Suðuroynni styrktar við
starvsfólki.
Kærunevndin í almanna-
málum virkar nú eftir ætlan.
Fleiri tilboð til brúkarar
eru komin hesi síðstu árini.
Búfelagsskapur fyri evna-
veik og vardi verkstaðurin
»Stiggjur« læt upp í Runa-
vik i 1993.
Dagheimið á Berja-
brekku í Havn, »Virkni«,
læt upp í fjør, og búfclags-
skapur/umlættingarheim
fyri evnaveik í Suðuroynni
verður liðugt í ár. Á dag-
stovninum í Sørvågi er um-
lætung og onnur tilboð fyri
evnaveik.
Nybyggingin av Suður-
oyar sjúkrahúsi er nú komin
undir land, og umvælingar-
arbeiði í gamla sjúkrahúsin-
um verður nú framt. 10 mió.
kr. verða í ár brúktar til um-
vælingar á Landssjúkra-
húsinum.
Við munandi at minka um
vinningin hjá apoteksverk-
inum, eru tiltøk framd fyri at
fáa heilivágsprísin bíligari.
Landsstýrið legði í vár
uppskot fyri tingið um eina
rammulóg fyri almannaøk-
ið. Uppskotið er nú burtur-
dottið. Uppskot til rammu-
lóg fyri heilsuøkid er eisini
gjørt.
Stødan hjá sethúsaeigar-
um hevur verið nógv
frammi seinasta árið, og
nógv hevur verið tosað um,
hvat kann gerast fyri at
hjálpa teimum, sum eru illa
fyri. Á nýggjárinum kom
úrslitið av samráðingunum
millum fíggjarstovnarnar,
sum Húsalánsgrunnurin
tók stig til eftir áheitan frå
landsstýrinum. Urslitid var,
at rentan fall á gllum veð-
rættarstigum, av avdráttar-
tíðin kundi leingjast upp til
30 ár, eins og møguleiki
skuldi gevast fyri um neyð-
ugt at fastfrysta lán uttan
rentutilskriving. Í nøkrum
fórum verður so sjálvsagt
eisini neyðugt at avskriva
lán upp á sethús. Húsaláns-
grunnurin veitir í løtuni ikki
lán til nýbygging av sethús-
um, tí sethusatørvurin er
nøktadur.
Henda avtala verdur av
mongum ikki mett sum nóg
dygg, men kemst hetta m.a.
av, at kommunuskattapro-
sentið í fleiri kommunum
júst um somu tíð fór mun-
andi upp.
Ein onnur orsøk kann
vera, at peningasotvnarnir
ikki tykjast at kunna viðgera
málini, so fólk í rímiligari
tíð fáa síni viðurskifti við-
gjørd.