Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 143 — 2. AUGUST 1994 Í, B71 og HB hava >skotið pappageykin« Tey try feløgini, id skulu ut at spæla i europeisku kapp- ingunum komandi vikurnar, hava rættiliga »skotid pappageykin« vid einari framurskarandi avtalu vid týska felagið UFA, ið hevur sjónvarpsrættindini frå teimum trimum feløgnum fyri tilsamans 360.000 krón- ur — tað gevur teimum tilsamans 120.000 krónur í part! Tey feløg, ið higartil hava umboðað føroyskan fótbólt í europeisku kappingunum, hava øll somul gjørt sær tær royndir, at tað skal tógvið stríð til at fáa endarnar at rokka saman, so luttøkan kann fíggjast forsvarliga. Sjálvandi fáa oll feløg, ið eru við í Europa Cup og UEFA Cup eina ávísa upp- hædd fyri ómakin, ið hevur ligið einastaðni millum 350.000 og 420.000 krónur, men hendan upphædd fæst ikki í hondina fyrr enn í juni árið eftir, at liðini hava spælt sínar Europa Cup- ella UEFA Cup-dystir. Tí kann ikki roknast við hesum krónunum, fyrrenn alt stríðið langt síðani er far- ið afturum. Í ár eru trý føroysk lið við i europeisku kappingunum: GÍ sum meistarar, B71 sum steypavinnarar og HB sum UEFA-lið, av tí at liðið gjørdist næstbest í lands- kappingini í fjør. Hesi trý feløgini hava i felag samstarva um luttøk- una sum heild, og hesum samstarvi er mangt og hvat gott komið burturúr. Tað frægasta úrslitið hig- artil er heilt avgjørt tann sáttmáli, tey trý felggini hava fingið við týska felag- ið UFA, ið fyri eina triva- liga upphædd hevur keypt sjónvarpsrættindini til allar dystirnar. Seks ára sáttmáli Ein sokallað samstarvs- nevnd við umboðum fyri tey trý feløgini hevur við meistarligum samráðing- Meistararnir úr Gøtu fáa — eins og hini bæði føroysku liðini, ið skulu út at spæla í europeisku kappingunum fyri lið — 120.000 krónur frå UFÁ fyri sjónvarpsrættindini um við UFA meira ella minni tryggjað luttøkuna hjá feløgunumfiggjarliga. Í nevndini sita Arni Gre- gersen (GÍ), Karl Vidtfeldt (B71) og Gunnar Mohr (HB). Hesir triggir hava vegnað feløgini samráðst seg fram til ein cinastandandi góðan sáttmála við UFA, ið gevur feløgunum 30.000 týskar markar (DM) her og nú. bert við at tey try feløgini hava sett sína undirskrivt undir sáttmálan. Afturfyri fær UFA so øll sjónvarpsrættindini hjá fel- øgunum í seks ár. Upprunaliga kom UFA við einum útspæli, ið segði, at sáttmálin skuldi vera galdandi fyri fýra ár, og at feløgini skuldu fáa 20.000 DM afturfyri, men samráð- ingarmenninir við Årna Gregersen á odda fingu so broytt hetta til ein seks ára sáttmála og 10.000 DM aftrat, sum má sigast at vera einki minni enn eitt fram- úrskarandi gott samráðing- arúrslit Meira kann koma Eru tey trý feløgini so eitt sindur heppin og koma víð- ari í Europa Cup ella UEFA Cup, kunnu tey vænta sær enn meira pening — alt eftir, hvørjum liðum tey meta. Er talan um eitt týskt lið. fær viðkomani felag ikki minni enn 420.000 DM — svarandi til næstan 1,7 mill- jónir krónur — burturúr. Um talan er úr lið úr Onglandi, Spania, Italia, Hollandi ella Belgia, er eisini fitt av pen- ingi at fáa. Er talan um eitt lið úr Danmark, er upp- hæddin 30.000 DM — tað vil siga 120.000 krónur aftrat. Verður hendan avtalan samanborin vid ta avtalu. Fótbóltssamband Føroya hevur vid hollendska felag- ið, ið eigur rættindini har, er tað bert »peanuts« aftur ímóti hesum grandi upp- hæddunum, GÍ, B71 og HB í veruleikanum hava kjans Hvørki HB-arar ella B71-arar hava orsøk at ræðast svøvnleysar nætur undan luttøkuni í ávikavist UEFA Cup og Europa Cup. Til tess er avtalan hjá teimum báðum og GÍ við UFA alt ov góð — og so er hon enntá galdandi fyri í ár og fimm tey næstu árini etsini at fáa í skjáttuna. Minsta upphæddin. ið er á »topplistanum« hjá UFA, er 6.000 DM — 24.000 krónur - men tað eru so sanniliga eisini pengar... Allir eru væl negdir Sjálvandi eru feløgini væl nøgd við hesa avtaluna, ið nú ger rað munandi lættari at skula taka tað ódnartak, tað er, at fara út í euopeisku fót- bóltskappingarnar fyri lið. — Vit fingu allar pengarn- ar beinanvegin, so tað lættir so seranógv um fyrireiking- arnar til luttøkuna, sigur Jógvan Gregersen, næstfor- maður í GÍ. — Við hesum skuldu vit havt fyri luttøkuna, og tað ger alt so ómetaliga nógv lættari at fyrireika. Hesir pengarnir eru komnir á eitt turt stað, og tað er ikki ov nógv sagt, at vit eru sera fegnir fyri hvort oyra. Eisini Karl Vidtfeldt úr B71 fegnast um úrslitið, ið hann saman við Árna Greg- ersen og Gunnar Mohr fekk: — Tað var yvirhøvur sera skilagott, at vit allir fóru saman at samstarva um hesa luttøkuna, tí við okkum er jú HB, ið royndu seg í tveim- um umførum í fjør, og tí ber til at sleppa undan onkrum av teimum mistøkunum, teir kanska gjørdu tá, sigur Karl Vitdtfeldt. — Hjá okkum er tað væl dýrari at vera við, tí vit skulu heilt til Finlands, so tí er tað eyka fløvandi, at vit longu hava eina upphædd at arb- eiða við beinanvegin. Pen- inginum frá UEFA kemur jú ikki fyrr enn í juni komandi år, so tí kundu vit ikki rokn- að við frammanundan. Gunnar Mohr, formaður í ———ÚK}HÓOOK% ÞG HB. ið eisini hevur verið við til at samráðst, er eins fegin og hinir báðir: — Høvdu vit fingið hesar pengarnar undan luttøkuni í fjør, hevði hann komið upp- aftur betur við, sigur hann. — Tað er so øgiliga nógv lættari at arbeiða nú, tá vit hava fingið hetta upp á Tá týska felagið UFA, ið hevur keypt sjónvarps- rættindini frá GI, B71 og HB legði út vid góða til- boðnum, ið hevur lagt botn í pengakassarnar hjá føroysku Europa Cup- og UEFA Cup-liðunum, varð neyvan hugsað nóg vælum, hvat luttøkan hjá føroysku liðunum inni- bar — sæð út frå figgjar- ligum sjónarmiði. Nógv bendir á, at UFA trúði, at føroysku liðini kundi tørna út móti lið- Tíðindablaðið 71. Týskararnir hava helst lumpað seg sjálvar við avtaluni Góvu sær helst ikki far um, at liðini úr Føroyum neyvan møttu sterkum liðum í europeisku fót- bóltskappingunum fyri lið pláss. ti undan slíkari lut- tøku verður sjálvandi hugs- að nógv um ta figgjarligu síðuna av tí. Hon vigar sera tungt, men við hesum kunnu vit hugsa meira um restina av teimum mongu fyrireik- ingunum, ið skulu gerast. hj. um úr tyngra eurpeiska endanum, so sum Milan, Barcelona og ødrum. So varð ikki, tí luta- kastið varð gjørt út frá geografiskum fyritreyt- um, so ú er líkt til, at tað eru GÍ, B71 og HB, sum í allar mátar hava gjørt eina nógv betur avtalu, enn UFA hevur. Tað tekur kortini einki frå føroysku samráðing- armonnunum, ið burtur- år fingu eitt meistarliga gott úrslit hj.