týsdagur 2. august 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
virking í Vagi er
oll koyrd til hús
Jens Petur Brattalíð, nú fyrrverandi virkisleiðari á Fiskavirking í Vági,
heldur orsøkina til hallid hjá virkinum í Vági liggja hjá framleiðslustjór-
anum hjá Fiskavirking, Kára í Garði, heldur enn hjá leiðsluni í Vági. Stjór-
in í Fiskavirking, Bjarti Mohr, vil ikki gera viðmerkingar til málið
Fyri 6lavsøku tók leiðslan á
Fiskavirking skarprættaran
fram og sendi triggjar av
leiðarunum fyri Fiskavirk-
ing í Vági til hús við teirri
ólavsgskuheilsan, at teir ikki
skuldu meta aftur til arbeið-
is eftir tjóðarhátíðina.
Teir tríggir menninir, sum
fingu silkisnórin frá Fiska-
virking, eru Jens Petur
Brattalíð, virkisleiðari, og
formenninir Eyðun Leo og
Magnus Jacobsen.
Bjarti Mohr hevur
onga viðmerking
Orsgkina til hesa avgerð
segði stjórin í Fiskavirking,
Bjarti Mohr, í útvarpinum á
miðdegi í gjár vera, at úrslit-
ini hjá Fiskavirking í Vági
vóru ikki nóg góð, sammett
við úrslitini hjá hinum virkj-
unum hjá Fiskavirking.
Meira vildi Bjarti Mohr
ikki siga við útvarpið í gjár,
og tá Sosialurin seinnapart-
in í gjár bað Bjarta Mohr um
eina viðmerking, hevði
hann heldur einki at leggja
aftrat ti, hann hevði sagt vid
útvarpið frammanundan.
— At fólk verða søgd upp,
ereinki at tosa um úteftir, so
eg tími ikki at hava nakra
viðmerking til hetta, segði
stjórin í Fiskavirking.
KE
Roknskapurin fyri fyrsta
hálvár í år vísir eitt hall upp
á hálvaaðru millión krónur
áðrenn rentur og avdrøg fyri
Fiskavirking í Vági.
Vantandi samsvar
Sambært góðum keldum í
Vági, er tað ikki júst leiðsl-
uni, nakað hevur bilað við,
fyri tað um úrslitið kanska
ikki er so gott, tá hallid er
hálvonnur millión.
— Beinanvegin, tá Fiska-
virking kom her suður, varð
farið undir at skifta gomlu
bókhaldsskipanina út við
eina aðra, ið eingin her suð-
uri kendi og dugdi at arb-
eiða við, og tí verður alt hjá
Fiskavirking í Vági bókað á
Tveroyri, sigur keldan hjá
Sosialinum í Vági.
Sum skilist hevur hesin
bókhaldsruðuleikin ført við
sær, at roknskapirnir, ið
viðvíkja Fiskavirking í
Vági ikki eru >a jour« enn.
Tað er hálvársroknskap-
urin, ið hevur ført vid sær, at
Jens Petur Brattalíð, Eyðun
Leo og Magnus Jacobsen
eru koyrdir til hús, men tå
roknskapurin fyri fyrsta
fjórðingsárið í ár kom fram,
vóru tað fleiri av hinum
virkjunum hjá Fiskavirk-
ing, ið høvdu verri úrslitenn
um virkjunum langt frá hev-
Fiskavirking í Vági — uttan
at hetta tó førdi vid sær, at
nakar á teimum virkjunum
fekk uppsagnir.
Tað ljóðar eisini, at með-
an rímiliga gott samsvar var
millum fjórðingsroknskap-
in hjá Fiskavirking í Vág!
og einstøku vikuroknskap-
irnar, tá fyrsti ársfjórðing-
urin var farin afturum, skal .
halta við hesum, nú rokn-
skapurin fyri fyrsta hálvárið
í ár er komin.
Fingið ov vána
ligan fisk at virka
Sosialurin royndi í gjár at
fáa eina viðmerking frá frá-
koyrda virkisleiðaranum í
Vági, Jens Petur Brattalíð,
men hann vildi heldur ikki
so fegin úttala seg um mál-
ið.
— Eg haldi bara ikki, at vit
her í Vági ordiliga hava ver-
ið harrar yvir, hvussu tað
hevur gingist Fiskavirking í
Vági, sigur hann.
— Upprunaliga skuldi tað
bara vera virkið í Vági, ið
virkaði saltfisk, men síðani
eru eisini virkini í Runavík
og Miðvági farin at virka
saltfisk. Hetta hevur ført við
sær, at fiskurin, ið er komin
til virkið her suðuri frá hin-
ur verið av nóg góðari dygd.
meðan einki hevur verið í
vegin við ti fiski, vit hava
fingið av Tvøroyri.
Jens Petur Brattalid sigur,
at hann ikki vil geva virkj-
unum í Runavík og Miðvági
skyldina fyri hetta, men at
ábyrgdin heldur má liggja
hjá Kára í Garði, ið er fram-
leiðslustjóri hjá Fiskavirk-
ing, og skuldi syrgt fyri, at
virkið í Vági fekk nóg góð-
an fisk at arbeiða til saltfisk.
— Tað er heldur hann. enn
vit, ið ikki hevur røkt sína
uppgávu fyri Fiskavirking
nóg væl, tí vit hava ikki havt
møguleika at fingið nakað
burtur úr okkara fram-
leiðslu, tí råvøran hevur ikki
verið nóg góð, sigur Jens
Petur Brattalíð.
— Ti undrar tað meg, at úr-
slitið av roknskapinum fyri
fyrsta hálvár í ár skal fáa
fylgjur fyri okkum tríggjar
her suðuri, tá ábyrgðin átti
at verið plasera á øðrum
stað.
Ikki eydnaðist Sosial-
inum í gjár at fáa fatur í
framleiðslustjóranum hjá
Fiskavirking, Kára í Garði.
Hann er í summarfrí.
Dupult kvartettin í Ebenezer
og leikur um
Magnus Dam Jacobsen
á palli í Norðurlanda-
húsinum í kveld
Í kveld verður enn eitt Før-
oyakvøld í Norðurlanda-
húsinum, og sum vant er
skráin fjølbroytt. Byrjað
verður kl. 17.00 við at Før-
oya Heimavirkisfelag
hevur søluframsyning í
Klingruni, har høvi er at
siggja og ogna sær heima-
gjørdar lutir. Umframt ta
vanligu søluna verður træ-
arbeiði, træskurður og ull-
ararbeiði t.v.s. fólk fara at
karða, spinna og binda.
Kl. 18.00 byrjar tað før-
oyska borðhaldið. Tían-
verri eru ongi atgongu-
merki eftir til sjálvt borð-
haldið hesuferð. Tey, ið
høvdu ætlað sær at komið.
kunnu bíleggja sær pláss
til týskveldið komandi,
sum samstundis er tað
seinasta Føroya-kvøldid á
hesum sinni. Tó er enn
møguleiki at verða við til
kveldsetuna kl. 19.30. At-
gongumerki ákr. 60 fáast á
Kunningarstovuni og í
Norðurlandahúsinum.
Sum á øllum teimum
føroysku kveldsetunum.
sum hava verið í ár, verða
tvær ljósmyndargðir.
Tann fyrra, »Havlandid«,
lýsir ta føroysku náttúruna
við impressionistiskum
kámum og bleikum mynd-
um saman við tilsvarandi
stillum og stemningslýs-
andi tónleiki. Tann seinna
liósmyndargðin = kallast
»Blåur B6ltur«, og er hon
ein abstrakt litrik lysing av
gomlu og nyggju Havnini
Mótvegis tónleikinum i
»Havlandinum« er nåtman
í »Blåur Bóltur< meira á-
koyrandi. Ingi Joensen og
Johannus á Rógvu Joen-
sen hava ávikavist gjørt
myndir og tónleikin til
ljósmyndargðirnar.
Ein Jazz-kvartett við
Rógva á Rógvu á trumm-
um, Magnus Johannesen
við klaveri, Leivur Thom-
sen á guitari og Johannus á
Rógvu Joensen á bassi fer
atspælaegin løg. Hesir eru
allir kendir og garvaðir
tónleikarar á føroyska jazz
/rock-pallinum. Johannus
hevur givið tvær plátur út
við bólkinum Brongl. Hin-
ir tríggir hava seinastu 10
árini foldað seg út í tí fram-
úrskarandi bólkinum
Plúmm
Taðleiklistarliga ískoyt-
ið á kvøldsetuni í kveld —
og eisini komandi týs-
kveld — verður ein leik-
mynd yvir tekstir eftir
Magnus Dam Jacobsen.
Ætlaða seinasta sýningin
av hesi leikmynd var fyrr í
summar, men nú verður
hon so aftur á palli. Leikur-
in er settur saman av ym-
iskum brotum úr skald-
skapinum hjá Magnusi,
sum tilsamans lýsa eitt
gjøgnumgangandi og eyð-
kent evni hjá honum: hin
einstaka menniskjan í stríð
við seg sjálva. Í leikinum
er eisini yrkingin >Tjarn-
areyga«, sungin við lag-
num, ið bróðir hansara
Luddi gjørdi. Ria Tórgarð
setti leikritið saman. Leik-
aramir eru Katarina Nol-
søe, Hans Tórgarð og Sú-
sanna Tórgarð.
Kórsangur av allarbestu
góðsku fer eisini at ljóma í
Norðurlandahúsnum í
kveld. Dupult-kvartettin í
Ebenezer, sum er kend fyri
sín framúrskarandi fleir-
raddaða sang, fer — til gleði
fyri mong — ápallin í kveld.
Kveldið endar sum vant
við føroyskum dansi. Tað
er ein bólkur av ungfólki úr
Eysturoynni og úr Dali í
Sandoynni, sum hava lut-
tikið í tí nordurlendsku
fólkadansarastevnuni
Nordleg 94. sum í kveld
fara at taka sær av føroyska
dansinum. Fyrst fara tey at
sýna vanliga dansiringin,
síðani nøkur dansispøl, og
at enda verður ein felags-
vísa kveðin, har áskoðar-
arnir verða bodnir við upp
ágólv.