hósdagur 4. august 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK
Steypafinalan kvinnur:
Endurtøka av
seinastu finalu
Skal B36 vinna finaluna fyri triðju ferð ella skal ÍF vinna
steypakappingina fyri fyrstu ferð
Eftir finaluna seinasta ár vóru fuglafjarðarg
i
steypafinaluna. Mynd: Hilmar Jan Hansen
Tad eru somu lidini sum
seinasta ár, ið hittast í
finaluni í steypakappingini
hjá kvinnum í ár. Finalan í
fjór endaði við einum 2-1
sigri til B36.
Dysturin tá var spennandi
við nógvum målmøgu-
leikum. B36 var best í fyrra
hálvleiki og kom fram um
2-0, meðan ÍF var stinnari í
seinna hálvleiki, men fekk
bert tað eina málið
Eftir úrslitunum í fyrru
hálvu av landskappingini,
so meta vit at B36 er betur
fyri. Tær hava víst støðugt
gott spæl. ÍF hevur hinvegin
verið svingandi frá dyst til
dyst, men eftir eina slaka
byrjan sær út til at tær eru
koma fyri seg.
B36 væl fyri
B36 liggur fremst í
landskappingini nú
summarsteðgur er. Tær
hava verið sera støðugar og
hava javnt gott fólk á øllum
plássum.
Venjari hjá B36, er danin
Bent Madsen. Hann hevur
megnað at givið gentunum
álit og hevur bygt liðið upp
við einari blanding av
ungum og eldri royndum
leikarum.
B36 er felagid í
føroyskum kvinnufótbólti,
ið hevur stoltastu steypa-
traditiónimar. Tær eru
einasta felag, ið hevur
vunnið steypakappingina
tvær ferð. Tær hava
nevnliga vunnið báðar
undanfamu finlaurnar tær
hava verið við í.
Bent Madsen sigur, at tey
fara eftir triðja steypa-
sigrinum. Genturnar eru
spenta og uppsettar til
dystin og at tær fara altíð á
vøllin eftir sigrinum.
Kortini skoytir hann uppí,
at B36 ikki undirmetir IF, ti
har eru góðir leikarar og ein
finala er ein finala - og tå
kann alt henda.
B36 hevur allar sinar
leikarar tøkar til dystin.
Eisini verður Sina Mørk
vid, hon er heimi í
summarfrítið frá lestri í
Danmark.
ÍF ikki væl fyri
ÍF hevur ikki somu stoltu
steypatraðitiónir sum B36.
Hetta er onnur finalan hjá
ÍF. Hin fyrra var í fjór móti
B36. Men IF hevur kortini
verið við úl at mynda
5
entur keddar, men í kvøld hava tær so
fóroyskan kvinnufótbólt
síðan byrja varð fyrst í 80-
unum. Tær vóru Føroya-
meistarar 1991, fluttu niður
árið eftir og uppaftur í 1.
deild eitt ár seinni. Tað var
meðan tær vóru í 2. deild at
tær vóru í steypafinaluni í
fjør.
Venjari meðan tað hevur
gingið uppeftir hjá ÍF,
hevur verið Margar
Hansen. Hetta er seinasta
uppgáva hansara á hesum
sinni sum venjari. Hann
ferð nevnliga fríggja-
morgunin til Danmarkar á
skúla.
Margar sigur, at nú hevur
hann roynt at vunnið alt
uttan steypakappingina, og
hann kundi hugsa sær at
roynt tað áðrenn hann ferð
avstað.
IF hevur einstakar framúr
góðar leikarar, ið kunna
avgerða ein dyst, men um
tað er nokk móti einum
javnt góðum liðið, sum B36
er, heldur Margar verða
torført.
Margar sigur, at tær ætlað
at fara til Havnar og gera alt
hvat tær kunna fyri at fáa
ein góðan og undirhaluandi
dyst. Genturnar hava lovað
aftur møguleika at vinna
at gera sítt at úrslitið frá
seinastu finalu ikki skal
endurtaka seg.
IF hevur ikki allar sínar
leikarar = tøkar. Sterki
miðvallarleikarin, Annika
Jacobsen, er farin burtur í
onnur lond at passa børn.
Og so er ivamál um
Kristiannu Petersen, Ann
Hansen og málverjan
Tordis Christiansen. Tær
báðar fyrru hava meistla sær
fótin, meðan Tordis liggur í
songini við febur.
Tað hevur annars ljóða, at
Kristina Lervig var byrja at
venja og skuldi verða við IF
í finaluni. Margar Hansen,
sígur at hann kundi saktans
brúkt Kristinu, men vil ikki
vátta ella avsanna um hon
verður vid. Ur Fuglafirði
frættist, at Kristina var og
vandi månakvøldi, men
meiddi sær fótin rættuliga
illa og far neyvan spælt.
IF hevur ikki nógv fólk at
taka av, men fáa uttan iva
lappa tær skaddu til dystin,
so at eisini tær eru í
sterkastu = uppstilling til
finaluna.
áh
i
i
i
Í
i
i
Í
i
Nr. 145 — 4. AUGUST 1994
Dagblaðssteypið
Steypakapping kvinnur
Gevari: Dagblaðið 1990
1990 HB - Skála 2-2 og 3-0
1991 B36 - HB 1-0
1992 Skála - VB 2-1
1993 B36- IF 2-1
1994: B36 -- ÍF
Hósdagur 4. august
kl. 19.00 í Gundadali
Lidini
1. Ranuvá Hansen
2. Sólgerð Viderø
3. Sólvá Joensen
4. Eva Vang
5. Durita Rouch
6. Brynhild Klein
7. Anja Rein
8. Hildur Sørensen
9. Eyðdis Reinert
10. Judith Joensen
11. Maibrit Joensen
12. Hildur Nielsen
13. Fridunn Joensen
14. Súna Mørk
i finaluni
IF
. Tordis Christiansen
Malena Hansen
Kristuanna Petersen
Marin Hansen
Rannvå Thomsen
Linda Toftegaard
Ann Hansen
. Durita Eliasen
. Eileen Jacobsen
. Sigrid Svartå
. Annika Rasmussen
. Liljan Rasmussen
. Karla Maria Joensen
. Rúna Poulsen
15. Maibritt Lervig
16. Kristina Lervig
huh — jk ed pe
> 0) N == OND 00 I EN ON > 9 63
Vegurin til finaluna:
1. umf. IF-EB 6-0
1/4 finala ÍF-Sumba 5-1
1/2 finala IF-FS Vågar
3-1 og 0-0
Vegurin til finaluna:
1/4 finala B36-Skåla 3-0
1/2 finala B36-HB 2-2
og4-2
Sida 7
Kristina Lervig skuldi verða loyniligt vápn hjá ÍF, men
verður vegna skaða neyðvan við í finaluni (Savnsmynd)
Tvangsblandari
ynskist til keyps.
Tlf. 47127