Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 145 — 4. AUGUST 1994 Jógvan Arge á Kongabrúnni: Tit ungu eiga framtíðina Olavsøkuaftan handaði útvarpsmaðurin Jógvan Arge 6lavsøk usteypini fyri Havnar Róðrarfelag. Hann segði, at í allari elendigheitini er tað uggi, at tey ungu ikki hava sett seg hendur i favn. Vit prenta í dag róðuna, Jógvan Arge helt fyri róðrarfólkunum Nú er so 6lavsøkur6durin av á hesum sinni, og tey, sum hava vunnið skreyt og skart, skulu hava tað handað. Mær er litið til at handa 6lavsøkusteypini og heiðursmerkini vegna Havnar Róðrarfelag, og tað geri eg fegin. Tað størsta kappróðrar- árið nakrantíð er lagt aftur um bak. Ongantíð fyrr hava so nógvir bátar róð á 6lavsøku, og ongantíð fyrr hava so nógvir bátar róð á summarstevnunum. Í allari okkara elendig- heit er hetta ein uggi, og ungdómurin skal hava stóra tøkk fyri at hann ikki bara setur seg hendur í favn, men brúkar sína tíð til eitt nú kappróður, sum kann vera mennandi fyri bæði sál og likam. Ítróttur verður mangan sagdur at vera tað bera fjas. Men hetta er ikki rætt. Longu um aldarskift- ið, tå tjédskaparrørslan var í sunnum blóma, ásannaðu oddamenninir har, at ftrøttur og kappleikir skuldu til, til tess at menna ta føroysku sálina til sjålv- bjargni. Tí stuðlaðu tjóðskapar- menn undir frælsan ítrótt, undir fótbólt og undir kappróður, og sigast má, at væl hevur verið stuðlað til á hesum øki, ti nú útivið 100 ár seinni trívist ítrótturin í Føroyum sum ongantíð fyrr. Hetta er gleðiligt og hugvekjandi, og hetta ber okkum boð um, at enn eru knotur í føroyskum kong- um, og at vit enn hava eina vón um at kunna stíga fram um hurðarbak. Tað verða ungdómar, sum tit, ið hava kýtt tykk- um alt sumar, ið verða at taka tøkini í framtíðini, og tey tøkini, sum tit hava tik- ið í båtinum, tey verða við til at menna tykkum til at taka tøkini fyri samfelagið alt í tíðini, sum kemur. Tað ger einki, um tit hava onkran av okkum hålvgomlu uppii, men tit hava megina og tit eiga framtidina. Róðrarfelggini skulu hava tøkk fyri tað arbeiði, sum tey standa fyri, og róðrarsambandið eigur tøkk fyri, at tað hevur tikið upp ta avbjóðing, sum tann risastóra luttøkan er. Tað er rætt at eksperi- mentera við og beta um fyrireikingina, og tað er avgjørt neyðugt, at skipa soleiðis fyri, at kappróðr- arfólkið fær so góðar og rættvísar umstødur sum møguligt at kappast undir. Tann trygga måldøming- in var eitt stórt framstig, og tann fasti starturin, sum nå. skal verða á øllum stevnum, fer vónani at gera kappróðurin til eina upp aftur betur umtókta ítróttargrein. Tað er nú einaferð so, at øll kunna ikki vinna i senn, men gll kunna lut- Jógvan Arge, maður, handaði steypini fyri Havnar Róðrarfelag iútvarps- taka, og tann størsta gleðin er, tá samanum kemur, at hava verið við, og saman við vinmonnum og vin- konum gjørt sítt ítarsta. Tit, sum ikki hava vunn- ið í ár, tit eiga at herja á aftur næsta år, og eg ivist ikki í, at fleiri tykkara verða at síggja her uppi á pallinum, tå 6lavsøkusteyp og — føroyamcistarasteyp verda handad å hesum stad næstu ólavsgku. Og so haldi eg, at vit skulu leggja fyri við at rópa eitt leingi livi fyri tí føroyska kappróðrinum. a AA AA AÅ AA [AA A[ÅA [AA ÅAÅAÅ AA AÅAÅ Å[ÅAÅAÅÅAÅ[[ [Å[AÅ[Å[ [|| T íðindablaðið (11) Trelleborg FF, sum GÍ skal mør tjskvøldid, er eitt rættiliga óskrivað blað í svenskum fótbólti, meðan FC HJK Helsinki, ið B71 tekur ímóti hóskveldið, er besta fótbóltsfelag í Finlandi gjógnum tíðirnar — við stórum altjóða royndum Eitt óskrivað og eitt tætt- skrivað blað Tað eru tvey lið við sera ymiskari bakgrund, føroyskir fótbóltsáskoð- arar fáa at síggja á Svangaskarði í næstu viku móti GI og B71 Týskveldið skulu getu- menn royna seg móti ein- um rættiliga ókendum liði år Svøriki í UEFA Cup- kappingini. Trelleborg FF, ið hevur næstan 70 ár á baki, var í mong ár í næstbestu deild- ini í Svøriki, men flutti í 1985 upp í Allsvenskan í eitt ár. Har var liðið bert í eitt ár, men skáningarnir eru nú á triðja ári á rað í Allsvenskan, har teir bæði í 1992 og 1993 megnaðu at fáa eitt fjórða pláss. Í ár hevur ikki gingist teimum so væl, og liggja teir nú á áttanda plássi. I gjárkveldið var Johan Nielsen, venjarin hjá GÍ, í Trelleborg og hugdi at, tá liðið spældi móti Malmø FF. Trelleborg FF skal aft- ur leygardagin spæla dyst, áðrenn leiðin liggur til Føroya. Bert ein av spælarunum (Savnsmynd) hjå Trelleborg FF hevur verið í Føroyum fyrr. Tað er 25 ára gamli miðverju- spælarin, ið var her við svenska OL-landslidnum fyri tveimum árum síðani. Málverjin hjá svenska liðnum eitur Ryszard Jan- kowski, og er hann í løtuni pólskur landsliðsmálverji. Liðið, ið B71 skal meta héskvøldid, er finska FC HJK Helsinki, ið er besta finska fótbóltsliðið gjøgn- um tidirnar. FC HJL Helsinki hevur ikki færri enn 18 ferdir verid finskur meistari og fyra ferdir steypavinnari. Liðið hevur ikki færri enn 36 dystir á baki í europe- iskum høpi. Eitt nú hevur liðið vunnið á liðum sum Liverpool, Dynamo Dres- den og FC Porto. Við á finska liðnum eru eisini onkrir landsliðsspæl- arar, ið skulu aftur til Før- oya, tá landsliðið skal meta Finlandi í EM-undankapp- ingini. bj. Eingin forsøla til Svangaskarð Hvorki GÍ ella B71 fara at hava nakra forsølu til europeisku dystirnar, ið verða á Svangaskarði í næstu viku: Komandi vikuna fáa allir føroyskir fótbóltsáskoðar- ar møguleikan at síggja hópin av góðum fótbólti á Svangaskarði. Tá verða ikki færri enn tveir dystir spældir á landsvøllinum — fyrst spælir GÍ týskveldið kl. 19 móti svenska liðn- um Trellerborg, og síðani spælir B71 hóskveldið kl. 19 móti finska liðnum Helsinki. Royndirnar hava víst, at tað kanska ikki altíð er so øgiligur gravgangur eftir atgongumerkjum til dystir á Svangaskarði, og tí hava bæði felggini gjørt av ikki at hava nakra forsølu av atgongumerkjum í sam- bandi við dystirnar. Við gørum orðum verða tað tey, ið koma fyrst, ið fáa tey frægastu plássini. Hvørki GÍ ella B71 hava áður verið við í europeisku kappingunum fyri lið, so tað er við spenningi, at sæð verðu fram ímóti hes- um báðum dystunum á Svangaskarði í næstu viku. HB, ið er triðja føroyska liðið í europeiskum fót- bólti í ár, hevur hinvegin roynt seg fyrr — við góðum úrslitum. Meðan GÍ og B71 leggja fyri við heima- dystum, spælir HB týs- kvøldid á útivelli móti skotska felagnum Mother- well. hj.