Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 145 — 4. AUGUST 1994 me 5 øje 7 * #1“; Tíðindablaðið (37, Ovasøka í Nólsoy Endamálið við nýggju bygdastevnuni í Nólsoy, ið hevur fingið heitið »Ovasøka«, er fyrst og fremst at savna pening inn til svimjihyl í Nólsoy. Men eisini er endamálið við hesi serstóku stevnuni at minnast Ova Joensen, id einsamallur róði í árabáti úr Føroyum til Danmarkar Seinasta ynski hjá Ova Jo- ensen var, at nólsoyingar — og serliga tað yngra ættar- liðið — skuldu fáa svimji- hyl í bygdini. Eftir at Ove Joensen so brádliga doyði, ikki so langa tíð eftir róðrarbragd- ið við árabátinum >Dianu Victoriu<, varð ein stuðuls- nevnd sett á stovn, ið skuldi føra ætlan og ynski hansara út í lívið. Ove gjørdist bæði lands- og nærmast heimskendur, tå hann einsamallur fór við árabáti úr Nólsoy til Keypmannahavnar. Ikki er sér, at hann verður saman- borin við tjóðarhetjuna Nólsoyar Páll... Komandi vikuskiftið fer fyrsta Ovasøkan at vera í Nólsoy, og er tað stuðuls- nevndin fyri svimjihyl í Nólsoy, ið skipar fyri. Á skránni verður mangt og hvat, ið kann draga fitt av fólki til Nólsoyar hetta vikuskiftið — bæði tey, ið frammanundan hava til- knýti til bygdina og onnur, ið bert vilja hugna sær. Fyrireikararnir hava frá mongum fingið góða hjálp til fyrireikingarnar, so tað hevur gingið væl at fáa sett hetta nýggja tiltakið í verk. Júst av tí sama hevur eisini borið til at fingið eina rættiliga fjølbroytta stevnu upp á beinini. Strandferðslan hevur í sambandi við Ovasøkuna lagt eina góða ferðaætlan, so einki er til hindurs fyri, at fólk kunnu fara ein túr til Nólsoyar at vera við í stevnuni, ið er tann fyrsta av sínum slag. Ritan fer at sigla fleiri eykatúrar, og eisini fer Norðlýsið at sigla á stevnuni. Framføra kabarett Stevnan byrjar fríggja- kvøldid, tå ein kabarett verður framførd. Tað er Karlot Jacobsen, ið hevur lagt kabarettina til rættis, og hóast innihaldið sjálv- sagt fyri ein part er lokalt, siga fyrireikararnir, at eis- ini avstaðsfólk kunnu fáa nakað burturúr, so lítið er at ivast i, at hetta verður eitt av teimum tiltøkunum á Ovasøkuni, ið fer at verða væl vitjað. Nólsoyingar hava altíð havt fuglastappara í oynni, og tí er tað eisini náttúr- ligt, at okkurt á tí økinum verður við. Jens-Kjeld Jen- sen, fuglastappari, fer at greiða frá um hetta yrki. Seinni friggjakvøldid er so føroyskur dansur. Tad mesta hendir leygardagin Meginparturin av teim- um mongu tiltøkunum å Ovasøkuni verða leygar- dagin, tá byrjað verður um morgunin við ítrótti, ið NIF hevur tikið sær av at leggja til rættis. Sjålv stevnan verdur sett leygardagin kl. 14, og fer Ove Joensen verður borin i gullstóli, eftir at hann gjørdi bragdið einsamallur at rógva tann langa teinin úr Nólsoy til Langelinie í Keypmannahavn rr ” (Savnsmynd) Tå Ove kom aftur av ferd sini vid »Dianu Victoriu«, varð stórfingin móttóka í Nólsoy og aðrastaðni (Savnsmynd) eitt nú Nólsoyar Sangkór at seta sín serliga dám á hesa løtuna. Seinnapartin kl. 15.30 er kappróður á skránni mill- um 10-mannafør, og eisini fara >oldboys< at royna seg við ár í hendi. Aftaná verður fótbóltur í skúlagarðinum, har kvinn- ur av Bacalao fara at royna seg móti nólsoyarkonum. Eisini verður skipað fyri ødrum skemti og undir- haldi í sambandi við dyst- in. Børnini kunnu gleða seg til at sleppa at ríða, tí fyri- reikararnir hava fingið Leif Berg at skipa fyri ponyríðing á stevnuni. Eis- ini verður Gissur Paturs- son við, og fer hann at taka >skemtimyndir<. Eydnuhjól verður leyg- ardagin í skúlanum, og har verður eisini loppumarkn- aður. Framsýningar Sum alla aðrastaðni, har stevna er á skránni, verða fleiri framsýningar á Ova- søkuni. Í missiónshúsinum fer Poul Hansen at hava eina framsýning við egnum málningum, og eisini fer hann at sýna fram eitt savn av bæði eldri og nýggjari myndatólum. Á sama stað verða eisini sýnd fram steyp, ið 10- mannafarið Nólsoyingur hevur vunnið gjøgnum ár- ini. Síðst, men ikki minst, er eisini í missiónshúsinum ein framsýning av teimum mongu lutunum, Ove fekk eftir róðurin til Danmarkar — og »Diana Victoria« fer eisini at standa frammi, so fólk kunnu síggja bátin hjá Ova, ið hann róði til Keyp- mannahavnar við. Í Magnarstovu — eitt av elstu húsum í bygdini — verður ein framsýning við gomlum lutum. Eisini sunnudagin Leygardagin fara børnini at dansa — fyrst er føroysk- ur dansur á skránni, og aftaná er barnadansur, har orkestur úr Nólsoy spælir. Ungar gentur fara at dansa Hip-Hop. Seinni leygarkvøldid er almennur dansur, og tå fara Pauli og vinmenn at spæla Stevnan heldur fram vid ymsum tiltøkum sunnu- dagin, og tá verður lagt Ég við gudstænastu kl. 12. Ovasøkan endar sunnu- kveldið kl. 19.30. hj. | EÐ