Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindadladid [ søsialurin ] Nr. 145 — 4. AUGUST 1994 Síða 13 Livsneyduga ólýdnið (Samandráttur av einum sjónleiki í fyribils 4 pørtum) PARTUR I. Valstríðið: Millum buppuna og Várharra Hjá øllum flokkum uttan Frælsisfylkingini snúði valstríðið seg einamest um hvussu teir skuldu »takla« danir á samráð- ingarfundinum 17. aug., so føroyingar fingu sum mest úr danabuppuni. Seint fara vit at gloyma hvussu t.d. valevnini hjá teimum ymisku flokkun- um løgdu dent á at sann- føra veljaran um, at við teirra flokki á odda vildu partarnir mótast »å jøvn- um føti«, sum tikið varð til ferð eftir ferð. Einki er at ivast í, at hesi fólk meintu tað tey søgdu, tí hvat eru >samráðingar< millum tveir partar uttan so at teir møtast á »jøvn- um føti«? Valúrslitið kenna vit, og tað gjørdi sum kunn- ugt ongan uttan kanska javnaðarflokkin bilsnan: Fastlæstir sum skjótt meginparturin av borgar- unum eru í rentufelluni og Almu, valdu teir flestu at seta krossin onkustaðni millum bupp- una og Várharra — tó heldur nærri buppuni. PARTUR II: Danska Val-timburmenninir vóru illa nokk horvnir, fyrr enn Dagur og vika (15. juli) visti at siga frá, at tað longu áðrenn valið (13. juni) fyrilá eitt danskt embætismanna- álit í sambandi við 17. august-fundin og at alt bendi á, at danir á fundin- um fóru at krevja m.a. at: — undirgrundin skuldi aftur á danskar hendur — kvoturnar skuldu ger- ast meira umsetiligar — almanna- og heilsu- verkið skuldi skerjast — Atlantsflog skuldi av- takast — inntøkutrygd fiski- manna skuldi burtur. Fólk vórðu ovfarin. Hevði Marita á co vill- leitt veljaran? Í einar yvirlysing 17. juli kravdi Frælsisfylkingin at nýval vegin. Sum frensar úr høvda- trog lupu nú okkara em- bætismenn í fjølmidlar- nar og løgdu dyran vid, at teir fingu handad danska ålitid vid ti treyt, at tad varð hildið loyniligt — eisini fyri landsstýrinum — til aftan á valið. Sagt varð eisini, at donsku embætismenninir høvdu hótt við, at vildu teir ikki ganga loyni-kravinum á meti, so fingu teir heldur ikki loyvi at síggja álitið fyrr enn á sjálvum fund- inum 17. august. >Trýstið á okkum var ggiligt<, segði Kári Petersen, fíggjarstjóri og ein av limunum í føroysku em- bætismannanevndini. Okkara løgmaður >be- dýraði< alment, at hon hvorki kendi til umrødda álit ella munnkurvuna, fyrr enn hetta kom fram í sjónvarpinum, og vit trúðu henni sjálvandi. Hon lovaði annars at kanna málið út í æsir. PARTUR III: Føroyska embætismanna- frågreidingin Grundad å »loynifundin« 13. juni skrivadu okkara embætismenn eina trún- aðarfrágreiðing til ný- valdu løgtingslimirnar. Men sum ikki einaferð: Fjølmidlamir fáa skjótt fatur í hesi frágreiðing, og Óla Jacobsen klára sum kunnugt sjálvt danskir forsætismálaráð- harrar ikki at múlabinda (takk fyri tað Óli!) og tíansheldur nakrir em- bætismenn í landsstýrin- um. Ein teirra — Kári Petersen — gremur seg ófórt í Dimmalætting 23. juli um, at tað >stóð svart upp á hvítt< at frá- greiðingin bert var til »innanhysis brúk< og at ætlanin ongantíð hevði verið >at kjakast skuldi um tey tingini, ið stóðu í frágreiðingini<. Ein viðmerki Hóast vit júst hava havt eitt løgtingsval, ið átti at havt mint okkara embæt- ismenn um, at Føroyar (í hvussu so er úteftir) sigast at hava eina demokratiska styrisskipan, so uppliva vit í dag, at hesir somu menn taka sum givið, at teir áframt skulu iiva í tí einavaldsverð, teir hava albogað seg fram til. Teir halda, at tað eru teir — før- oysku embætismenninir — ið skulu fortelja okkara fólkavaldu hvat kjakas kann um og ikki. Hetta sigur í hvussu so er Kári Petersen, fíggjarstjóri, >svart upp á hvitt« í Dimmalætting 23. juli. PARTUR IV: Málið verður kannað og snarað Løgmaður lovaði sum nevnt at kanna málið í æsir, og sum vit skilja vóru okkara embætis- menn >forhoyrdir< í mál- inum í døgunum 25. og 26. juli. Spurd um úrslitið av kanningini segði løg- maður við útvarið 26. juli m.a., at hon visti av skránni fyri fundin 13. juni, og somuleiðis hevði hon dagin eftir fundin fingið eina frágreiðing um hvat varð sagt á fund- inum, men har varð einki sagt, ið ikki landsstýrið >visti um áður<. Spurn- ingurin er so um hetta svar skal tulkast sum at landsstýrið longu áðrenn | fundin 13. juni visti um nýggju donsku krgvini um undirgrundina, um- setiligar kvotur, Atlants- flog, inntøkutrygd fiski- manna o.s.fr. (sjá »Partur II<). Annars segði hon, at einki bendi á at okkara embætismenn høvdu fingið umrøddu munn- kurð ella høvdu handlað ófelagalynt (illoyalt) móti embætismenninir avsann- aðu alment (25. juli), at tað nakrantíð hevði verið talan um at múlabinda stu embætismenn- "Hin altavgerandi spurn- ingurin, ið Føroya fólk nú ' — uttan uttanumtos — hev- | ur krav uppá at fáa svar- aðan beinanvegin er: »Visti landsstýrið ÁÐR- ENN VALID um nøkur nýggj krøv, ið danir helst fara at seta á 17. august- fundinum? Hesin spurningur er á- framt ikki svaraður, men tvørtur ímóti snaraður til at vera ein spurningur um Kári Petersen, fíggjar- stjóri, hevði byrjað Ólav- søkuna ov tíðliga ella oxkurt líknandi, nú alt hann hevur úttalað alment knappliga skal vera tikið úr leysu luftini. Løgmad- ur eigur somuleidis at svara Føroya fólki hví hon 18. juli segði seg einki vita um tað, sum var farið fram á fundinum 13. juni, meðan hon 26. juli viðgongur, at hon bæði visti av skránni fyri fund- in og somuleiðis hevði fingið eitt >referat< frá fundinum 14. juni. LÍVSNEYÐUGA ÓLÝDNIÐ Tað altavgerandi í hesum álvarsama máli er ikki um okkara embætismenn eru »loyalir« móti landsstýr- inum, men um landsins myndugleikar krógvaðu upplýsingar, ið talaðu fyri kundu fáa avgerandi týdning fyri valúrslitið, vórðu teir alment kendir áðrenn valið. Hendan spurningin seta nógvir føroyingar sær í dag, serstakliga aftan á at hava hoyrt veiku, nærum gjánkaligu frágreiðing løgmans í útvarpinum 26. juli, sammett við av- gjørdu svar hennara áðrenn »avhoyringina«. Gjánkaligu svarini kunnu sjálvandi hava sínar or- søkir i at løgmaður ikki vildi »hanga út< alment ein av nærmastu medar- beiðarum sínum, men so álvarsom sum stødan er í landinum í dag, so er fremsta treytin nú fyri at yvirliva, at spælt verður við opnum kortum. Vit hava einki at missa her — tvørturim6ti! Høvdu vit skriggjad út — latið heim- in fingið at vita: — um hvørt >kommac í donsku lánitreytunum — um >ókeypis< NATO- stødina og árinini av henni á sethúsamarkn- aðin — um »æviga« Højgaard & Schultz-såttmålan — um >ókeypis< flog- rúmdina yvir oyggjar- nar — um kvotuskipanina, ið er kroyst niður yvir okk-um — um donsku og bretsku krøvini í sambandi við møguligari olju í undir- grundini — 0.s.fr. — Ja, so stóðu vit sterkir í dag hóast búskaparliga sorgarleikin í landinum. Tá vóru tað ikki vit, ið fremst >mistu andlit<. Loynifundir tæna als ikki okkara áhugamálum, men mótpartanna (dónum og bretum). Vit hava einki at tapa, mótpartar okkara alt at vinna. Fá- vitska og errinskapur rek- ur okkara veiku samráð- ingarfólk júst har mót- parturin vil hava tey: Eyðmjúk og undirbrotlig. Bjørn á Heygum hevur So rætt, so rætt, tá hann sigur, at nú má tað vera »well« við loynifundun- um við bretar. Málið má fyri Dómstólin í Haag. Heimurin má nú og ong- antíð ov skjótt fáa at vita um bretsku ætlanirnar/ krøvini: Landám eftir havbotninum heilt inn í okkara klettar! Hvor veit — kanska er tað eins nógv »okkara« olja, ið bretar nú gera sær dælt av beint sunnan fyri markið? Eitt annað kent >loyni- mál< er kanska týdning- armesta framtakið í Før- oya nýggjari søgu: Seis- mikkanningar av undir- grundini. Innkomnu til- boðini hava higartil verið duld sum mansmorð. Hví? Tola tey ikki dag- sins ljós? Hvat býr aftan- fyri? Hví fekk eitt felag øll rættindini? Hverjir eru partaeigararnir í hes- um felag? Hvat vóru til- boðsprísirnir? Hvør um- framt løgmaður og túsundbeinsadvokatarnir hava atgongd til øll skjøl- ini? O.s.fr. Eitt samfelag, har fólk- ið bert gevur seg undir og er lýðið mótvegis mynd- ugleikunum, týnist skjótt. Søgan hevur prógvað hetta til fulnar. Hin vegin vilja politisku myndug- leikarnir hava eitt lýðið fólk og fyri at røkka hetta mál, ræður um hjá teim- um at stíga fram so týdn- ingarmiklir og ómissu- ligir sum gjørligt. Tí byrja teir eisini beinan- vegin, teir koma í makt- stóðu, at »umskapa« týð- andi almenn mál til meira og minni >loynimál<, t.v.s. mál, ið bert teir hava møguleikar at kenna til botns og tí eisini bert kunnu loysast av teimum. Frontsoldátar myndug- leikanna eru embætis- menninir. Teir kenna po- litiska spælið út og inn, og tí verður kravt av teimum, at teir eru »loy- alir<, t.v.s. at teir halda munn. Bert politikarin skal hava loyvi at sóla sær í »at vita best«. Demokrati merkir ikki at tú skalt vera loyalur og lýðin móti politisku myndugleikunum, hóast tú t.d. ert settur embætis- maður. Settu bødlamir hjá Stalin, Hitler og Ceaucescu umbóru seg vid at teir bert »lyddu« boðunum frá teirra yvir- monnum. Song My- týningin (Vietnam) er eitt samsvarandi dómi frá »hinari« síðuni. Kreppan í landinum er nú so rotføst, at tað er fá- vitska at trúgva, at hon kann loysast við loyni- ligum, lirkandi samráð- ingum og bukkandi lýdni móti donsku stjórnini 17. august. Tað sama kann sigast um komandi sam- ráðingar við bretar um undirgrundina. Her er sjálvandi ikki talan um at fremja »kriminelt« ólýdni, men um lívsneyðugt ólýdni til gagns fyri land og fólk. Vit eru longu klødd av til húðina og hava illa nokk okkara samleika og tign eftir. Vit hava tí alt at vinna og einki at tapa við at fremja so dyggiligt 6- lydni måti penga-, monopol- og >loyni<- maktini, at hesir livsfigg- indaligu maktstættir verda kroystir til kniggja. Hvussu ólýdnið skal fremjast, gevur seg sjálvt bert vit eru nóg nógv, ið finna saman. Og tað verða vit undir øllum um- stóðum noydd til fyrr ella seinni, skulu vit ikki verða heilt týnd sum tjóð. Men tað verður tyngri, jú longri tíðin dregur út. Ein fimti partur av hes- um Føroya lagnusjónleiki verdur leiktur 17. august vid helst einans nyggjum leikarum ødru megin bordid — tad eru okkara leikarar. Fara teir at syna sama undirbrotliga hug- burd sum undangongu- menn teirra, ella fara teir at skriva eitt nýtt blað í okkara søgu? Tormóður Dahl