Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CF Russar fiska mest — Hava higartil fingið meir enn 85.000 tons av svartkjafti undan Føroyum. Í juni mánaða fiskadu út- lendsku fiskiførini undir Føroyum tilsamans umleið 22.000 tons. Størsti parturin er framvegis russisk skip, ið royna eftir svartkjafti. Russar fiskadu tilsamans uml. 16.000 tons av svart- kjafti í juni mánaða, og í tíðarskeiðnum 1.1.-31.7 í ár havarussisk fiskiskip fingið meir enn 85.000 tons av hesum fiskaslagi. Umframt Russland royna lettar eisini eftir = svartkjafti undir Føroyum. Av ES-londunum eru tad serliga bretar, ið troyta før- oysku grunnamar. i juni mánaða var tað fyrst og fremst toski (130 tons), roynt varð eftir, men higar- til í ár hevur upsaveiðan verið høvudsveidan hjá bretum undir Føroyum. Annars hava eisini fransar Norrøna til Danmarkar i dag: ikki øll sluppu vid Smyril Line hevur ongantid áður havt ein so langan bíði- lista Tað var eingin koyggja tóm tá Norrøna i dag fór av Havnini til Danmarkar. Vóru fleiri koyggjupláss umborð høvdu enn fleiri fólk verið við skipinum hendan túrin. Heri Niclasen, deildar- stjóri á Smyril Line sigur, at bíðilistin hevur ongantíð verið so langur sum júst nú til hendan dagin. Hann heldur, at ein av orsøkunum man vera, at flogførini eru fullsett í fleiri dagar fram. Heri Niclasen veit eisini at fleiri av teimum, sum fóru við Norrønu mánadagin til roynt undir Føroyum í juni mánaða, og fyrr í ár hava eisini tysk fiskifør verið heruppi og roynt, fyrst og fremst eftir kongafiski Skipini, ið royndu undir Føroyum í juni mánaða, vóru úr Russlandi, Letlandi, Bretlandi og Fraklandi. Annars hava eisini Týsk- land, Estland og Litavia havt trolarar undir Fóroyum í ár. Norrøna fullsett av Havnini i dag. Mynd: Kalmar Bergen, skuldu sidani beina leið til Danmarkar. Tey valdu hesa farðleið tí tey einki pláss fingu við flog- fari. Deildarstjórin letur ann- ars sera væl at hvussu hevur gingist Norrønu í summar. Hann roknar við sama góða úrsliti sum í fjør. Nógv flestu ferðafólkini ferðast millum Føroyar og Dan- markar. Hamæst kemur Íslandsrutan, og sum hin slakasta, er túrurin til Ber- gens. Men á Bergensleiðini hevur í ár verið ein hampu- ligar vøkstur. tór.- Russar hava higartil í ár fingið sløk 96.000 tons undir Føroyum. Teimum á baki koma åvikavist norð- menn, estar, lettar, fransar, bretar, litavar og týskarar. Tilsamans hava útlendsku fiskiførini higartil í ár veitt Nr. 146 — 5. AUGUST 1994 Síða 5 124.438,1 tons undan Før- oyum. elj | Langur leygardagur í Fuglafirði Nidan á Skarðið Tað verður rættur hátíðar- dagur í Fuglafirði leygar- dagin, har skipað verður fyri einum og gðrum forvit- nisligum. Í bladumrøduni av til- takinum í gjár var eitt brot dottið burtur úr greinini, so vit skulu tí taka aftur í aftur okkurt av tí, sum hendir í Fuglafirði nú leygardagin. Hampað er um í miðbýn- um, og hetta arbeiði hava ungfólk gjørt. Leygardagin klokkan hálvgun fimm fer Fuglafjarðar framtaksfelag at handa teimum ungu, sum hava staðið fyri hesum arbeiði, heidursbrøv sum tøkk fyri lut teirra i fríðkanini av heimbygdini. Har verður eisini sangur og tónleikur, og onkur fer at røda um bygdina og bygda- umhvørvid. Um vidrar verdur sidani farið nidan á Skarðið til ovasta varðan at hyggja at megnar arbeiðinum, sum "ung í arbeiði" eisini har hava avrikið í summar eftir umbøn frá Fuglafjarðar Fornminnisfelag, sum á hendan hátt vil vekja ansin hjá bæði bygdafólkinum eins og fremmanda gest- inum til gongu um Skarðið. AA fundir í Havn Månadag: Uppistova, ki. 20.00 Týsdag: — Håskulin, kl. 20.00 Mikudag: Vaskarlíið í Tórsgetu 5, kl. 20.00 (sporafundur) Friggjadag: Vaskaríið í Térsgøtu 5, kl. 20.00 Uppistova, kl. 22.30 Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30 Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00 „(opin fundur) Al-Anon fundir í Havn Týsdag: Vaskarlið í Tórsgetu 5, kl. 21.00 Hósdag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.00 Blindastovnur Foroye hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16. — Telefoni: 18222 øg 19238. —