fríggjadagur 5. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið GQ:
Síða4 Nr 146 —5. AUGUST 1994
Eingin møguleiki at fara av landinum:
— So galið hevur ongantíð verið fyrr. Fólk mugu bíða upp í 14 }*
dagar fyri at sleppa við flogfari, men hóast tað vilja flogfeløgini %.;
ӌ
ikki seta inn eykaflogfør, og tad heldur stjørin å Faroe Travel vera >
4
sera harmiligt. Tað skaðar eisini ferðafólkavinuna
-Fólk eru í gðini. Tey ringja
til okkara og biðja um ein
ferðaseðil við flogfari til
Danmarkar, men vit noyð-
ast at siga teimum, at alt er
útselt til umleið hålvan
august. Tað hava fólk ilt við
atskilja, tí tey eru von við at
kunna bíleggja ein ferða-
seðil við stuttum skotbráði.
Tað sigur Dánjal Poulsen,
stjóri á Faroe Travel, og
hann harmast stórliga um
hetta skilið. Hann sigur, at
so galið hevur ongantíð
verið fyrr.
Vanliga hevur gott pláss
verið á flogførunum fyri
élavsøku, men í ár hevur
verið útselt. Somuleiðis
hevur verið vanligt, at
tronglit hevur verið fyrstu
vikuna av august, men
stødan í ár kann ikki
samanberast á nakran hátt.
Nú er útselt heilt til hálvan
august. Trýstið í ár at sleppa
avstað er triggjar ferðir so
stórt sum undanfarin ár,
sigur Dánjal Poulsen
At sa lesa og
til arbeiðis
Stjórin á Farce Travel held-
ur, at tað eru serliga tríggjar
Gravgangurin eftir
ferðaseðlum hevur
ongantíð verið so stórur
sum nú.
Mynd: Kalmar
orsøkir fyri at ferdingin er
so nógv økt. Tað er ikki at
sjálvbodnum ferðahugi,
men heldur av neyð.
-Nógv fólk eru flutt av
landinum, og tey vilja fegin
koma heim at ferðast eins
og tey, sum enn eru heima,
ferðast niður til skyldfólk
síni í Danmark. Ein onnur
orsøk er, at so nógvir menn
eru í arbeiðis uttanlands, og
hesir vilja eisini koma heim
í summarfrí, og so eru tað
tey lesandi uttanlands, sum
gerast alt fleiri, sigur Danjal
Poulsen
Eingi eykaflogtør
Dånjal Poulsen sigur, at tey
å Faroe Travel hava heitt å
bædi Atlantic og Maersk
um at seta tvey ella try eyka
flogfør inn tvær tær fyrstu
vikurnar í august. Tað hevði
hjálpt væl, men hetta vilja
flogfeløgini ikki. Og tað
heldur Dánjal Poulsen vera
ov galið. Hann leggur tó
aftrat, at møguliga hevdi tað
ikki lønt seg so væl, og hesi
eyka flogfør høvdu møgu-
liga bert havt ferðafólk vid
sær til Danmark og ikki
heimaftur.
Men er ikki nakað sum
eitur service?
-Tað skuldi man trú! Men
í hesum førinum tykist sum
flogfeløgini bæði sam-
starva væl!
Dánjal Poulsen leggar
aftrat, at hesar bidirødirnar
líkjast viðurskiftunum á
innanríkisflogferðum Í
Grønlandi, og tað er ikki
júst tað, vit eiga at saman-
bera okkum við.
Um Bergen
Hjá fleiri ferðafólkum. sum
standa á bíðilista er Ogvu-
liga umráðandi at sleppa
avstað til ásetta tíð. Tey
skulu meta til ávísa tid í
skúla ella til arbeiðis
Dánjal Poulsen sigur seg
vita um fleiri, sum av hesum
grundum fóru við Norrønu
til Bergens fyri síðani at
flúgva úl Keypmanna-
havnar, men tað er munandi
dýrari
Skaðar ferðavinnuna
Stjórin á Faroe Travel sigur
seg Ikki ivast i, al hetta
skaðar ferðavinnuna í For-
oyum almikið.
-Tá fólk fáa at vita, at tey
skulu rokna við at bíða í upp
til 14 dagar fyri at sleppa av
landinum aftur, setast tey
aftur og velja sær annað
ferðamál. Tað tænir ikki
eini føroyskari ferðavinnu
Tverturímóti, sigur hann.
-Eg skilji sera væl tey
fólk, sum eru alt annað enn
glað fyri at fáa at vita frá
okkum, at eingin ferdasedil
er at fáa fyrr enn fleiri dagar
eftir at tey hava sett sær fyri
Dánjal Poulsen, stjóri á =
Faroe Travel, heitti til
fánýtis á flogfeløgini um
at gera nakrar eykatúrar.
Mynd: Kalmar
atsleppa avstað, men vit fáa
einki gjørt, hóast vit eru í
eini ólukkuligari stóðu. Tað
eru vit sum fáa skolurnar, tí
tað er jú okkum, ferðafólk-
ini tosa við. Hjá flogfeleg-
num er eitt sindur ødrvisi
Tað er ikki við tey, ferða-
fólkini tosa. Flogfeløgini
síggja bert ferðafólkini sum
nøkur tól á skerminum, og
tey tólini geva ongum nakra
skolu, sigur Dánjal Poulsen.
tór.-
*
p
Tr
rd
Matine i
Havnar
Kirkju
Leygardagin 6. august
kl. 11.30 - kl.12.00
verður Matine (fyrra-
parttónleikur) í Havnar
Kirkju. Tað verða tey
bæði Heri Eysturlíð á
orgul og Elsu Súsannu
Dalsgaard sang, sum
fara at framføra tónleik í
ein hálvan tíma.
Eins og áður, so
verður byrja stundisliga
kl. 11.30 við fyrrapart-
tónleikinum.
áh