fríggjadagur 5. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 146 — 5. AUGUST 1994 Síða3
Tíðindablaðið CH
Starvslandsstýrið skjýtur upp:
Eitt nýskipað landsstyri má heldur taka stóðu til,
um kvoturnar skulu broytast.
Í seinasta lagi 10. august
skal løgtingid áseta nýggju
kvoturnar fyri tíðarskeiðið
frá 1. september 1994 til og
við 31. august 1995.
Landsstýrið er nú komið
fram við sínum uppskoti um
hesar kvotur. Landsstýrið
skjýtur upp at varðveita
núverandi kvotur og íkki
leggja nakað uppskot um
broytingar fyri tingið. Hetta
má eitt nýskipað landsstýri
taka stóðu til.
Millumlandaráðið fyri
havrannsóknir, ið á manna
munni verður rópt ICES,
varð liðugt við nýggju ráð-
geving sína fyrst í juni. Ráð-
gevingin er fyri eitt ár, og er
bert grundað á livfrødilig
sjónarmið.
Eftir at hava gjørt ymsar
kanningar meta teir tað ikki
vera nógv, sum bendir á, at
gýtingarstovnarnir av toski
og hýsu eru uppafturbygdir
i 1998, og skal bert hyggjast
eitt ár fram, meta teir tað
frægasta fyri stovnarnir
vera, um als eingin fiski-
skapur av toski og hýsu
verður í 1995, og harafturat
átti upsakvotan at verðið
skorin niður í 22.000 tons,
ein lækking uppá 20.000
tons.
Áðrenn nýggju kvoturnar
verða settar, skal lands-
stýrið sambært lóg hava
ráðgeving frá åvikavist
Stovnsrøktarnevndini og
Fiskiranns6knarstovuni.
Fiskirannsóknarstovan er
Ferðaætlan hjá
RITUNI
í sambandi við
OVA-SOKUNA
5., 6. & 7. august
Friggjadagin 5. aug.
Leygardagin 6. aug.
Sunnudagin 7. aug.
. 07.00
. 15.00
. 18.00
kl. 20.00
. 24.00
. 09.00
. 13.00
. 15.00
. 21.00
kl. 01.00
. 10.00
. 15.00
kl. 18.30
kl. 19.30
UR NÓLSOY verður allar túrar
siglt uml. 20 min. seinni.
STRANDFARASKIP I MÅ
Yviri við Strond 4 - Tlf. 14550 - Fax. 18140
Postsmoga 88
FR-110 Tórshavn
samd við ICES og mælir til,
at Mest Loyvda Veiða á
tosk og hýsu verður sett so
lágt sum yvirhøvur gjørligt.
Stovnsrøktarnevndin er av
tí åskodan, at kvoturnar fyri
hysuna og toskin å land-
grunninum skulu hækkast
vid 2.500 tonsum fyri hysu
(upp i 8.500) og 3.000
tonsum fyri tosk (upp i
9.800). Nevndin byggir
sinar metingar å, at fiskurin
i 1993 var væl betri fyri enn
årini undan, so sama tal av
fiski gevur størri tonsatal.
Hóast livfrødiligu rådgev-
ingamar frå ICES og Fiski-
rannsóknarstovuni eru sera
dapurskygdar, metir lands-
stýrið ikki orsøk vera til at
broyta ta ætlan, ið lá aftan-
fyri ásetingina av kvotum
fyrr í ár, nevniliga at byggja
toska- og hýsustovnin upp-
aftur skjótast — gjørligt.
Landsstýrið skilir upp-
skotið hjá Stovnsrøktar-
nevndini soleiðis, at hon
mælir til at taka meira
burturúr toska- og hýsu-
stovnunum beinanvegin
heldur enn at lata henda
bata koma stovninum til
góðar. Landsstýrið metir
tað vera frægast at hava
javnar kvotur næstu 5 árini
heldur enn at flyta tær upp
og niður hvort ár.
Tískil skjýtur landsstýrið
upp at halda fast um
ætlanina at byggja toska- og
hýsustovnin upp skjótast
gjørligt, og harvið lata heil-
darkvotuna verða ta somu
næstu 5 árini. Hetta verður
eisini gjørt, tí sitandi
starvslandsstýrið ikki held-
ur tað vera rætt at broyta
politiskar ætlanir, ið lógu til
grund fyri avgerðunum um
ML Vog kvotur fyrr í år.
- elj
Ea UTN SC
Mikukvøldid kom ein
gamal kenningur hjá før-
oyska fiskiflotanum aftur til
Føroyar. Tað er eingin
minni enn tann á hesum
i i
leiðum vidagitni "Heyga-
drangur", ið nú er heima-
hoyrandi á Orknoyggju-
num, har hann ber heitið
"Orcades Viking III".
Heygadrangur
aftur í Føroyum
Í gjár var hann á Runavík
og landaði til tvey baltisk
skip år åvikavist Estlandi
og Letlandi.
"Orcades Viking III" fór
avstað aftur í gjårkvøldid
ella í morgun.
elj