leygardagur 5. juli 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 5. juli 2003
29
29
C
M
Y
K
28
Nr. 125 • leygardagur • 5. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Sosialurin á Guernsey:
Ingrid Bjarnastein,
blaðkvinna
Álvur Haraldsen,
myndamaður
Jákup Mørk, blaðmaður
Petur Petersen, aðal-
stjóri í Mentamála-
ráðnum, ivast ikki í,
at Føroyar einaferð
um nøkur ár fer at
vera vertsland fyri
oyggjaleikunum aftur.
Men um Føroyar fara
at fáa ein so eina-
standandi ítróttar
miðdepil sum Beau
Sejour her á Guerns-
ey, veit hann ikki
rættiliga at siga
OYGGJALEIKIR
Álvur/Ingrid
Guernsey: Millum mongu
føroysku ferðafólkini her á
Guernsey er aðalstjórin í
Mentamálaráðnum, Petur
Petersen. Vit hava tikið eitt
prát við hann um oyggja-
leikir og ítrótt.
– Eg ivist ikki í, at vit
kunnu fáa oyggjaleikirnar
aftur til Føroya um nøkur
ár. Men tað krevur nógv, og
longri vit bíða, meira verð-
ur at fyriskipa og størri
verða krøvini, sigur Petur
Petersen.
– Her hava tey gjørt nógv
í sambandi við oyggjaleik-
irnar. Til dømis er tann stóri
ítróttarmiðdepilin,
Beau
Sejour, umvældur fyri 90
milliónir pund, og tað er
yvir 900 milliónir krónur.
– Tað er heldur ikki bara
sum at siga tað, at fyriskipa
ítrótt fyri yvir 2000 ítróttar-
fólk. Nógv sjálvboðið ar-
beiði skal til, og tað krevur
ein ótrúligan stuðul frá tí
lokala samfelagnum. Men
tað er ikki ein ómøgulig
uppgáva at fáa oyggjaleik-
irnar aftur til Føroya, held-
ur aðalstjórin.
Størsta hending
Petur Petersen vísir á, at
krøvini til allar kappingar-
nar gerast harðari og harð-
ari, og longri tíð fer, hægri
verða krøvini um Føroyar
skulu skipa fyri oyggjaleik-
unum.
– Eisini Beau Sejour. Tað
er lættari at hava ein
ítróttarmiðdepil uppá hand-
an mátan her, tá fólkið býr
á einari oyggj og er savnað
um St. Peter´s Port. Í Før-
oyum hevði tað verið verri,
tí hvar skuldi ein slíkur
miðdepil ligið?, spyr Petur
Petersen.
– Nú er Vágoyggin bund-
in føst, og skjótt Norð-
oyggjar eisini, so eg haldi
ikki, at tankin um ein ítrótt-
armiðdepil er utopiskur.
Men tað er givið, at tað er
dreymurin hjá einum og
hvørjum oyggjasamfelag,
at hava so góðar umstøður
til ítrótt, sum tey hava við
Beau Sejour. Oyggjaleikir-
nir eru eisini vorðnir til
størstu ítróttarhending í
Evropa í ár, so tað sigur
rættiliga nógv.
Aðalstjórin heldur, at tað
tekur góða konsentratión
og ein má duga at síggja
álvaran í uppgávuni.
Mentamálaráðið
letur
annars stuðul til ítróttaran-
legg. Men fara oyggjaleik-
irnir nakrantíð at vera at
síggja á løgtinsins fíggjar-
lóg?
– Onnur mugu taka stig
til at fáa stuðul frá Menta-
málaráðnum. Ítróttarfeløg
ella lokal. Og um oyggja-
leikir skulu fyriskipast, so
eru tað nógv sum skal
spæla væl saman. Komm-
unur, land og so víðari.
Men eg eri ikki politikkari,
so eg dugi ikki at svara
uppá, um oyggjaleikirnir
nakrantíð koma á fíggjar-
lógina.
Men kann man brúka ov
nógvan pening uppá ítrótt
og mentan?
– Um tú vilt hava eitt
stutt svar, so er tað nei. Tað
kann man ikki. Men tað er
ikki nógvur peningur, sum
Mentamálaráðið fær at luta
út, og so verður alt lagt eft-
ir, hvørji ítróttarlig, ment-
anarlig tiltøk og hvørjar
byggingar eru á skránni,
áðrenn pengarnir verða
býttir út, sigur Petur Peter-
sen.
– Nú hava vit eisini sett
eina nevnd, sum skal gera
eitt álit um ítrótt í Føroyum,
tí vit hava mett, at ítróttin er
so týdningarmikil og vítt-
fevnandi, at hon skal hava
eitt álit fyri seg.
Á oyggjaleikunum hevur
aðalstjórin í Mentamála-
ráðnum annars gingið runt
og hugt eftir ymsum ítrótt-
argreinum.
– Harafturat havi eg roynt
at fingið eitt sindur av
mentanini við, og vitjað
søvn og so víðari. Nú havi
eg fingið eina nøkunlunda
hóming av, hvussu tað er at
skipa fyri oyggjaleikunum,
men tað er verri enn so ikki
fullfíggjað. Tað ber ikki til
uppá so stutta tíð.
– Føroyar eru heldur ong-
in pinkutjóð í oyggjaleika-
høpi, og endamálið við
teimum má vera, at tú tekur
lut og tú eisini skipar fyri.
Oyggjaleikirnir koma aftur
til Føroya, og teimum klára
vit at skipa fyri. Tað er ong-
in grund til at halda seg
aftur, tí tað gerst ikki lættari
við at bíða, sigur Petur Pet-
ersen, aðalstjóri í Menta-
málaráðnum at enda.
Petur Petersen:
Fleiri fólk, fleiri kappingar,
fleiri krøv
– Eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya um nøkur ár. Men tað krevur nógv, og longri vit bíða, meira verður at fyriskipa og størri verða
krøvini, sigur Petur Petersen
Nýggjasta skotið á
stammuni innanfyri
ítrótt og politikk er
eitt álit um ítróttina í
Føroyum. Menta-
málaráðið hevur sett
ein arbeiðsbólk, sum
skal evna til eitt álit,
sum skal verða klárt í
februar 2004
ÍTRÓTTUR
Álvur/Ingrid
Guernsey: Mentamálaráð-
ið hevur sett ein arbeiðs-
bólk, sum skal gera eitt álit
um ítróttina í Føroyum.
Hetta álitið skal vera klárt í
februar 2004.
Mett verður, at ítróttin í
Føroyum er so umfatandi
og spennir seg so breitt, at
tað er brúk fyri, at hon fær
eitt serskilt álit.
Í arbeiðsbólkinum sita
Katrin Joensen, forkvinna í
Svimjisambandi
Føroya,
Sølvi R. Hansen, ítróttar-
ráðgevi og formaður í ser-
sambandi fyri frælsan ítrótt
og Johan Petur Hentze frá
Mentamálaráðnum.
– Eg fekk áheitina og
arbeiðssetningin
sendan
næstan beint áðrenn vit
fóru avstað. Tað er ein stór
uppgáva, har útgangsstøðið
verður tikið í verandi støðu,
sum ítróttin er í í Føroyum,
og eisini hvat vit vilja við
ítróttini í framtíðini, sigur
Katrin Joensen, sum er við
í arbeiðsbólkinum.
– Hetta er spennandi, og
tað er nógv at taka hond í
og seta seg í, tí ítróttarøkið
í Føroyum spennir so vítt.
Tað verður spennandi at
vita, hvat vit koma til, tí
hetta er fyrsta ferðin, at
ítróttin fær eitt serskilt álit.
Arbeiðsbólkurin hevur
havt sín fyrsta fund her
niðri á Guernsey, har tey
hava tikið arbeiðssetningin
ígjgønum og okkurt afturat.
– Tað fer at krevja nógv,
og taka nakað av tíð. Eg
havi sjálv ongantíð verið
við í einum slíkum arbeiðs-
bólki fyrr, men frá ítróttini í
Føroyum hevur tað verið
eitt ynski, at vit fáa eina
politiska útmelding. Sjálv-
andi er tað upp til lands-
stýrismannin, hvat hann ger
aftaná álitið er liðugt, men
vit ganga út frá, at poli-
tikkarnir koma við aftur-
meldingum, sigur Katrin
Joensen.
Eftir bronsumerki á
seinastu oyggjaleik-
um vann Heri Ziska
gull í klingruvarpi
hósdagin, tá hann
tveitti klingruna
45,28 metrar
KLINGRUVARP
Álvur/Jákup
Guernsey: Fjóðra før-
oyska
gullmerkið
á
oyggjaleikunum gjørdist
veruleiki, tá Heri Ziska
hóskvøldið tók lut í
klingruvarpi.
Undan hesum hevði
Heri sagt, at um nýggi
kastiteknikkurin
hjá
honum riggaði, so rokn-
aði hann við gullinum,
og hetta kom eisini at
halda. Longu í triðja um-
farinum, tá allir kastar-
arnir framvegis vóru við,
tveitti Heri klingruna
45,28 metrar, og hesum
rakk eingin av hinum
sjey, sum síðani royndu
seg í sjálvum finaluum-
farinum. Næst við var ein
kastari av Rhodos, men
tá hann í sætti royndini
bert kom á 44,07 var
eisini hann úti av kapp-
ingini.
Helt lyftið
Heri segði eisini undan
kappingini, at hann van-
liga kastar sítt besta kast
á árinum á oyggjaleik-
unum, so soleiðis varð
eisini hesaferð.
- Eg haldi sjálvur, at
hetta var mítt besta kast
síðani 1999, so hetta er
nógv besta kastið í longri
tíð.
Og teknikkurin riggaði
eisini væl. Hevur tú gjørt
eyka nógv við tann partin
av venjingini seinastu
tveir dagarnar?
- Nei. Eg var og kast-
aði eitt sindur fyrradagin,
men annars hevur tað fyri
tað mesta verið mental
venjing, so eg var klárur í
høvdinum í dag. Tað
hevur minst líka stóran
týdning.
Og tað tóktist heldur
ikki at nerva teg í
seinasta kastinum, at tú
longu
hevði
vunnið.
Hevði tað lættasta ikki
bara at fara jublandi út og
so bara tveitt klingruna
onkrastaðni.
- Nei. Slíkt dugi eg
slettis ikki. Arbeiðið skal
gerast liðugt, somikið
einfalt er tað, segði Heri
at enda, áðrenn hann fór
eftir gávuni, sum hann
hevði lovað dóttrini und-
an fráferðini til oyggja-
leikir.
- Eg segði við hana, at
eg fór at koma heim við
einum gullmerki, so tað
er gott, at mann onkun
tíð kann halda tey lyfti,
sum eru givin, segði ein
brosandi gullvinnari at
enda.
Gullið kom
aftur
Longu í triðju royndini tveitti Heri klingruna út á 45,28
metrar, og hetta var tað eingin, sum kundi gera honum
eftir
Álit um ítrótt:
Stór og spennandi uppgáva
Dublurnar hjá før-
oysku borðtennis-
spælarunum eru
slignar út bæði hja
kvinnum og monn-
um. Men Kjartan Eli
Hentze hevur fingið í
minsta lagi bronsu. Í
gjár skuldi hann
spæla hálvfinaluna,
har hann skuldi finna
útav, hvørjum slagi av
metalli heiðursmerki
skuldi verða gjørt av
BORÐTENNIS
Álvur/Ingrid
Guernsey: Føroyski borð-
tennisspælarin, Kjartan Eli
Hentze, hevur í øllum før-
um tryggjað sær eina
bronsu í borðtennis fyri
einstaklingar. Hann skuldi í
gjár spæla hálvfinaluna,
har tað saktans kundi farið
báðar vegir, tí tann honum
Kjartan Eli skuldi møta í
hálvfinaluni, vann hann á í
liðkappingini.
Dublurnar hjá føroysku
borðtennisspælarunum eru
báðar úti av kappingini.
Kjartan Eli Hentze og
Peter Niclasen spældu taptu
fjórðingsfinaluna 3-1.
– Tað var ein tættur
dystur, sum kundi farið
báðar vegir. Vit vistu
áðrenn dystin, at tað fór at
vera trupult, men margi-
nalarnir vóru ikki við okk-
um hesaferð, segði Peter
Niclasen eftir dystin.
Paula Eikhólm og Maria
Nielsdóttir spældu eisini
dublur hósdagin. Fýra dyst-
ir vóru á skránni, og taptu
tær allar fýra við úrslitun-
um 3-1, 3-0, 3-2 og 3-1.
Hálvfinalan hjá Kjartan
Eli var leikt fríggjadagin,
men úrslitið megnaðu vit
ikki at fáa við áðrenn evsta
mark okkara. Men av tí, at
tað ikki verður spælt um
bronsuna í borðtennis, so er
hon longu tryggjað honum.
Minst bronsa
til Kjartan Eli
Paula Eikhólm og Maria Nielsdóttir vóru hósdagin slignar út
av dublukappingini. Tær taptu allar sínar dystir
Kjartan Eli Hentze og Petur Niclasen vóru í gjár slignir út av
dublukappingini í einum tøttum dysti
Arbeiðsbólkurin, sum er settur at gera eitt álit um ítrótt, avmyndað á Guernsey: F.v. Katrin
Joensen, Johan Petur Hentze og Sølvi R. Hansen