Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 5. juli 2003 31 31 30 Nr. 125 - 5. juli 2003 C M Y K 30 Bogaskjúttarnir tóku av seinasta møguleik- anum fyri gullmerkj- unum, tá compound- liðið hósdagin vann liðkappingina í head- to-head BOGASKJÓTING Jákup Guernsey: So kom tað. Gullið, sum bogaskjúttarnir mest sum hava havt patent upp á í oyggjaleikahøpi, hevur bíðað leingi hesa- ferð. Eitt silvur- og trý bronsumerki var úrtøkan teir báðar fyrstu kappingar- dagarnar, og tað var helst minni enn tað, sum málið var undan leikunum. Tætt hjá recurve’num Seinasti møguleikin fyri gullinum var hósdagin, tá liðkappingin í nýggju head- to-head kappingini stóð á skránni. Her er talan um tríggjar skjúttar, sum innan tveir minuttir skulu skjóta tríggjar ørvar hvør. Hetta verður endurtikið tríggjar ferðir, soleiðis talan íalt er um 27 ørvar, sum verða sendir avstað. Sama er galdandi fyri mótstøðu- liðið, og so er bara at telja saman fyri at vita, hvør sleppur at halda fram í kappingini, og hvør noyðist út. Grundað á silvurmerkið í liðkappingini í FITA um- farinum sluppu compound- skjúttarnir undan at dystast í fjórðingsfinaluni. Her skuldi Recurve-liðið dyst- ast við Guernsey, og tíverri fyri føroyska liðið, so endaði hetta við sigri til heimaliðið. Talan var tó ikki um nakran stóran mun. Fyrsta umfarið misti føroyska liðið ov nógv, og tó at roynt varð at toga hetta aftur, so vóru tey av Guernsey ov stinn í síni skjóting. Enn ikki eitt sera gott seinasta umfar hjá Kristiani Nicla- sen kundi broyta hetta. At Kristian kom inn at skjóta, var sum so ikki partur av uppranaligur ætlanini. Tað er nevnliga so, at umframt tey trý, sum skjóta fyri liðið, kunnu eykaskjúttar eisini vera tøkir, soleiðis at hesir kunnu traðka inn, um tað onkursvegna gerst neyðugt. Tað mettu føroy- ingarnir, at tað var, tá Rói Johannesen ikki tóktist hava sín besta dag, og Kristian gjørdi ikki mætari enn at knalla tveir av trim- um ørvum í gult, men hetta var so ikki nóg mikið hjá liðnum. Hini bæði á liðnum vóru annars Annika Vang, sum helst dró størstu byrð- una í dystinum og so Rógvi Mohr. Gull-liðið Tá farið varð undir hálv- finalurnar, var tíð hjá com- pound-liðnum hjá okkum at traðka inn í kappingina. Á liðnum her vóru Schan- dorff Vang, Sigrid K. Vang og Jóannes Poulsen, meðan Anders Jønsson og Alberta Gaardlykke stóðu til reiðar at koma inn, um okkurt skuldi verið áfatt. Í hálvfinaluni skuldu føroyar takast við Isle og Man, sum í FITA-umfarin- um endaði á triðja plássin- um. Hendan dystin vunnu okkara, og so var klárt til finaluna. Hendan kom at standa millum Føroyar og Guernsey, sum í sínari hálvfinalu vann á Jersey. Føroyska liðið legði væl frá landi, og fekk longu eftir fyrstu níggju ørvarnar eitt lop á tíggju stig niður til hini, tá umfarið endaði 70- 60. Næsta umfarið endaði 67-69, soleiðis at munurin minkaði niður í átta stig, og hóast hetta er ein tolulig leiðsla til níggju ørvar, so var alt framvegis púrasta opið. Ikki minst tí nervarnir so ofta kunnu spæla skjútt- unum eitt puss í hesum kappingarslagnum. Men føroyingarnir hildu høvdið kalt. Sigrid, sum kanska ikki skeyt so væl fyrstu umførini, brendi alt fyri eitt nakrar ørvar í gult, meðan spentu liðfelagarnir kundu síggja, at tað ikki gekst heilt so væl hjá Guernsey. Jóannes stóð púra stúttur í sínum skot- um, hóast pulsurin helst mundi vera omanfyri tey 200, og fagnaðarrópini mundu valla fingið nakran enda, tá tað samstundis sást, at ørvarnir hjá Guerns- ey nú flákraðu kring allan sólarringin. Schandorff var seinasti føroyski skjúttin, og heldur ikki her var nakar ivi. Hesar seinastu tveir minuttirnar vunnu Føroyar ikki minni enn 78-64, og við saman- løgdu 215-193 var eingin sum helst ivi um, hvør hevði bestu skjúttarnar. Tað høvdu Føroyar, og so var loksins eitt gull komið í bogaskjúttaraleguna. So kom gullið Schandorff hevur skotið seinasta pílin, og tað er greitt, at Føroyar hava vunnið gullmerkið í head-to-head kappingini fyri lið Hjá áskoðarunum var spenningurin stórur, tá tey skiftivís settu kikaran móti føroysku talvuni og teirri hjá Guernsey Recurve skjúttarnir vóru heilt nær við at taka Guernsey aftur, men tey gjørdust tvey stig ov stutt, og sluppu tí ikki í hálvfinaluna Hóast Anders Jøns- son skuldi vera til reiðar at koma inn á føroyska liðið, so gekk hann við eini stillari vón um, at hetta ikki skuldi gerast neyðugt SAMRØÐA Jákup Meðan liðfelagarnir skutu seg til gullið hósdagin, gekk Anders Jønsson óróligur á skjóti- økinum. Nervarnri tókt- ust mest sum at hanga uttan á klæðum hansara, og eftir sigurin viðgekk hann eisini, at so var. - Hatta var ræðuligt. Eg var sjálvandi til reiðar at koma inn, men sjálvur vónaði eg so, at tað ikki fór at gerast neyðugt. Trýstið í eini slíkari kapping er stórt, tí tú hevur jú einki at geva av, og kiksar tú ein píl, so er tað kanska nóg mikið til, at liðið tapir dystin. - Nú er tað tó liðugt. Vit hava vunnið eitt gull- merki, og tað er bara heilt fantastiskt, segði Anders at enda. Eftir sjeynda plássið í FITA-umfarinum sýndi Jóannes Poul- sen, at hann veruliga er ein av teimum, sum roknast kann við, tá mest stendur á SAMRØÐA Jákup Hjá Jóannes Poulsen mundi sigursløtan hósdagin kenn- ast sum nakað heilt serligt. Í mun til meira royndu liðfelagar sínar hevði hann ongan tíð vunnið gull á oyggjaleikum áður, og tað var sjónligt, at hetta var ein heilt serlig løta, sum líka skuldi hava tíð at sodna eitt sindur. - Hetta er ótrúliga gott. Eg vann silvur við liðnum í FITA-umfarinum, men tá taldi mín skora ikki við, tí eg hevði eitt so vánaligt fyrsta umfar. Hetta er í so máta mítt come-back. Her fekk eg lyft meg sjálvan uppaftur, og tað er ein fantastisk kensla, nú vit hava vunnið. Við á leið 20 sekundum til hvønn ørvin, skuldi ein hildið, at tað mundi vera frægast við fullkomnari tøgn uttan um seg. Men hetta bar bara ikki til hós- dagin. Umframt føroysku liðfelagarnar stóðu eisini hópur av teimum, sum hava skotið seinastu fýra dagar- nar, og heppaðu føroyska liðið. Spurdur, um hetta ikki var nakað, sum ó- rógvaði konsentratióna undir skotunum, hevði Jó- annes hug at draga á bæði borðini. - Tað er kanska nakað, sum órógvar eitt sindur, men tað kennist væl. Tá følir tú, at hevur uppbakn- ing fyri tí, sum tú gert, og tað er ein ótrúliga góð kensla, sum tú annars ikki ert vanur at hava, tá tú skjýtur, segði ein fegin vinnari at enda. Hóast trupla byrjan, so kom Sigrid K. Vang sterkt aftur, og við framúr skjóting í seinasta umfarinum legði hon lunnar undir føroyska sig- urin, sum sostatt ongan tíð kom í vanda SAMRØÐA Jákup Ein av teimum heilt royndu í føroyskari bogaskjótin er uttan iva Sigrid K. Vang, sum higartil hevur tikið fleiri gullmerki heim við til savnið heima hjá húskin- um. Hesa ferð var tó um reppið, at einki gylt metal kom til høldar, og Sigrid var sjálvandi ovurfegin, nú tað kortini eydnaðist í sein- astu royndini. - Vit vistu av, at hetta var seinasta útkall, um tað skuldi verða til nakað. Hvør í sínum lagi royndu vit so at taka okkum saman, soleiðis at vit fingu lyft okkum sum lið. - Tað tóktist eisini at eydnast væl í morgun, men sum dagurin leið, so kom alt meira vindur, og tí høvdu vit helst nakað væl av nervum, áðrenn vit fóru undir finaluna. Sjálv fekk Sigrid heldur ikki best hugsandi byrjan- ina til hetta umfarið, men hon megnaði kortini at reisa seg, og seinasta um- farið tóktist als eingin ivi at vera. Tað má sigast at vera væl afturkomið av skjúttan- um, tá talan bert um níggju ørvar, og sjálv tóktist Sigrid eisini at vera fegin um, at hetta hevði eydnast henni. - Tað er jú so lítið at geva í slíkari kapping, og tí gongur tú nærum og hugsar um, at tú kanska hevur kostað sigurin, um okkurt kiksar. Tá mást tú bara royna at reisa teg aftur, og tíbetur eydnaðist tað, segði altso Sigrid K. Vang at enda. Eykamaðurin: Ræðuligt Eg var sjálvandi til reiðar at koma inn, men sjálvur vónaði eg so, at tað ikki fór at gerast neyðugt Tóku okkum saman - Vit vistu av, at hetta var seinasta útkall, um tað skuldi verða til nakað, helt Sigrid eftir finalusigurin Nervar av stáli Sigurin er heima, og so er tíðin komin til ein koss av tí heilt gylta slagnum