Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 5. juli 2003 33 Føroyski badminton- spælarin, Ragnar Ras- mussen, var hósdagin sligin út í einstak- lingakappingini í badminton. Hann tapti ein tættan og spennandi dyst 1-2 ímóti Frank Bagger frá Grønlandi BADMINTON Álvur/Ingrid Guernsey: Tað var ein vón- brotin Ragnar Rasmussen sum kom av vøllinum eftir ein tættan og spennandi badmintondyst hósdagin. Ragnar spældi ímóti Frank Bagger frá Grøn- landi, og endaði tað við, at Ragnar tapti dystin 1-2 við settúrslitunum 15-10, 12- 15 og 12-15. – Tað kiksaði í teimum avgerandi støðunum. Tað var tætt, men sum eg havi sagt, so kann eg ikki brúka tað til nakað um dysturin er tættur, og eg havi tapt, segði Ragnar beint eftir dystin. – Eg var gott á veg at vinna, og eg var sannførdur um, at eg fór at vinna í morgun, men tað gekk so ikki. Sum útgangsstøði tekur Ragnar Rasmussen ein dyst í senn. – Á Isle of Man fór eg eftir bronsuni, og tað fór eg eisini her, men nú er tað yvirstaðið fyri meg, sigur Ragnar, sum sær vónbrotin út, og ikki er nakað serliga prátingarsamur. – Gloppið millum okkum og hinar badmintonspæl- ararnar veksur og veksur. Vit betra okkum ikki nóg nógv, meðan hinir betra seg meira og meira. Men fyri mítt viðkomandi kann eg bara siga, at tað er upp til okum sjálvar, hvat vit gera við tað. Eg royni at offra tíð og pengar uppá tað, tí tað tekur tíð at gerast góður til badminton. Frammanundan oyggja- leikunum venur Ragnar í eini tveir til tríggjar mán- aðir miðvíst fram ímóti kappingini. – Vit hava eina FM-kapp- ing, sum liggur væl fyri, so tað er ein góð fyrireiking. Men tað er ikki fyrr enn 2- 3 teir seinastu mánaðirnar, at ein roynir at geara seg upp til oyggjaleikirnar, sig- ur Ragnar Rasmussen, sum at enda leggur afturat, at oyggjaleikirnir saman við Lið-VM er tað størsta fyri føroyskar badmintonspæl- arar. Mannfólka dublan í bad- minton varð annars eisini sligin út hósdagin, har Erland Poulsen og Ragnar Rasmussen taptu 1-2. Somuleiðis við blandaðu dubluni. Guri Poulsen og Erland Poulsen vóru sligin út við einum 1-2 tapi. Bogi Lenvig rann seg hósdagin í finaluna á 1.500 metra teininum RENNING Álvur/Jákup Eitt av bestu føroysku kort- unum í frælsum ítrótti er uttan iva Bogi Lenvig, sum longu hevur vunnið eitt bronsumerki. Hetta var á 5.000 metrum, og hósdagin skuldi hann so royna at renna seg í finaluna á 1.500 metrum. Bogi var her í øðrum heati, og talan um eina spennandi renning, sum eisini var sera taktisk. Mesta partin av teininum fylgdust rennararnir í einum stórum bólki, men seinasta hálva umgangin fóru nakrir at draga frá. Bert tríggir teir fremstu vóru vísir í at koma í finaluna, og tá 100 metrar restaðu, var Bogi framvegis á fjóðra plássinum. Her gjørdi hann tó ein ordans vørr, og fór spelandi fram við einum guernsey búgva, soleiðis at finalu- sessurin varð tryggjaður við eini tíð, sum var gott hálvt sekund betri enn hjá næsta manninum. Finalan í kappingini varð runnin eftir evstamark okk- ara, so úrslitið av hesum má tíverri bíða til týsdagin. Rúni Weihe var væl nøgdur um føroyska avrikið í hálvfinaluni, sum hóast tað kundi verið betri, aftur undirstrikaði, at Føroyar hava eitt lið, sum tað við røttum kann roknast nakað av framyvir SAMRØÐA Álvur/Jákup Tað var ein væl nøgdur føroyskur liðskiparin, sum eftir dystin hósdagin kundi staðfesta, at nú vóru Før- oyar komnar í báðar flog- bóltsfinalurnar. - Tað er jú, man altíð vil vera, og tá tað nú er nakað síðani, at tað seinast eydn- aðist, so er tað kanska eyka søtt hesaferð, helt Rúni Weihe, tá vit fingu orðið á hann. - Og eg haldi eisini, at vit eiga tað uppiborið. Vit hava eitt gott lið í ár, har hópurin eisini er breiður, soleiðis at vit tola, at nøkur skift verða framd. Vit spældu kanska ikki so gott í dag, men vit vunnu sannførandi 3-0, og dysturin móti Álandi sýndi eisini, hvat vit eru førir fyri, so higartil er tað bara fínasta slag. Og verður hugt at hópin- um, so sæst eisini, at hetta er eitt lið, sum væl kann gera seg galdandi í fleiri ár framyvir. Sæð burtur frá veteraninum, Odd Eliasen, so er talan um leikarar, sum enn hava nógv ár eftir í sær, og Rúni var eisini samdur í, at hetta so avgjørt taldi tann rætta vegin. - Tað vórðu jú fleiri út- skiftingar gjørdar á sein- astu leikunum, og hesaferð hava vit so aftur einar tríggjar nýggjar leikarar við, so at vit standa okkum somikið væl, tað er bara deiligt, staðfesti liðskip- arin. Gera okkara besta Meðan føroysku leikararnir avgreiddu sína hálvfinalu, leikti Saaremaa seg í finaluna á hinum vøllinum í flogbóltshøllini. Spurdur, hvørt Rúni heldur hevði vilja hitt Áland í finalu- dystinum, sigur Rúni, at tað sum so kann vera tað sama. - Saaremma eru í øllum førum sterkir. Eg haldi eis- ini sjálvur, at teir eru betri í ár, enn teir vóru á Man. Teir hava tó fleiri nýggjar leik- arar við, og tað kann vera, at hesir ikki hava somu royndirnar til avgerandi dystirnar, men tað mugu vit so bara taka, sum tað kem- ur. Spæla vit upp til okkara besta, so kunnu vit ikki gera meira enn tað, helt Rúni Weihe at enda. Borgarhjørt Holm misti bronsuna á seinasta umgangin- um, men saman við fimta plássinum hjá Rigmor N. Arge var hetta kortini nóg mikið at tryggja lið- num silvur á hálva marathon-teininum 1/2 MARATHON Álvur/Jákup Guernsey: Hálvi mara- thon-teinurin var á skránni hjá kvinnunum fríggjamorgunin. Her høvdu Føroyar Rigmor N. Arge og Borgarhjørt Holm við í kappingini, og tað var eisini skjótt greitt, at tær báðar ætl- aðu sær at vera við hampuliga langt frammi. Fyrra helmingin av teininum fylgdust tær báðar, men tá Rigmor spakuliga fór at merkja okkurt í legginum, fór Borgarhjørt avstað í jagstranini eftir bronsuni. Tað eydnaðist henni eis- ini at renna seg upp á triðja plássið, men á sein- astu runduni inni á stadion-økinum misti hon tó leiðsluna. - Ytsta geilin á breytini var avmerkt, so helt, at vit skuldu renna her úti, tá vit komu á stadion. Brádliga sá eg tó, at ein rennari kom í innaru geilini, har teinurin kring vøllin jú er styttri, og tað kostaði mær bronsuna. Tað var nú einki serligt, men tað gerst so ikki við. Silvur fyri liðið er eisini gott, og tað velji eg held- ur at fegnast um, segði Borgarhjørt. Hóast lítla skaðan, sum hon altso merkti nakað til, so megnaði Rigmor at halda sítt fimta pláss allan teinin, og sjálvsagt var hon ovurfegin um, at tað hevði eydnast liðnum at vinna silvur. - Tú setir jú altíð nøs- ina upp eftir heiðurs- merkjum, men tú kanst ongan tíð vita, um hetta er rætti dagurin. Tað er eisini so í slíkum kapp- ingum, at tú bara rennir eftir plaseringum. Tein- urin hevði annars hóska væl til eina góða tíð, men hvat. Liðið fekk jú silvur, so skít verið við restini, segði ein troytt – men ovurfegin – Rigmor N. Arge, júst innkomin á málið. Silvur á hálvum marathon Badminton: Fór eftir bronsuni Ein vónbrotin Ragnar Rasmussen var hósdagin sligin út úr kappingini í einum tøttum dysti ímóti Grønlandi Bogi í finaluni Vit hava eitt gott lið Á seinastu hundrað metrunum setti Bogi Lenvig ferðina upp, og fór framvið Guersney-búgvanum, sum fram til tá hevði verið á triðja plássinum - Dysturin móti Álandi sýndi eisini, hvat vit eru førir fyri, so higartil er tað bara fínasta slag Eftir at mamman hevði verið burtur í 20 kilometrar var tað gott at fáa eitt klemm Hóast lítla skaðan, so megnaði Rigmor at halda fimta plássinum og harvið silvurmerkinum í samlaðu liðkappingini 33 32 Nr. 125 - 5. juli 2003 Hósdagin var hálv- finalan í kvinnuflog- bóltinum avgreidd. Føroysku kvinnurnar vunnu dystin ímóti Álandi 3-1, men í støðum rillaðu før- oysku kvinnurnar eitt sindur. Tær skulu møta Saaremaa í finaluni FLOGBÓLTUR Álvur/Ingrid Guernsey: Hósdagin vórðu báðar hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum av- greiddar, og vórðu Føroyar umboðaðar í báðum hálv- finalunum. Føroysku kvinnurnar møttu Álandi, og vunnu tær dystin 4-1. Fyrsta settið byrjaði væl. Føroysku kvinnurnar komu á odda 5-1, og tóktust tær tryggar í spælinum, og sá tað út til, at tær stevndu beina leið ímóti finaluni. Men so kom vend í. Áland setti ferð á, og nógv- ir býttir feilir kostaðu før- oysku kvinnunum nógv stig. Vantandi kommunika- tión, og trýstið frá Álandi gjørdist størri, sum setti leið. Áland arbeiddi væl á gólvinum og fangaðu nógvar bóltar. Og hetta botnaði í, at tær komu skjótt framum 14-19. Mistøkini vóru ov nógv, og ov nógvar ringar mót- tøkur vóru hjá føroyska liðnum, so illa bar til at fáa spælið at koyra. Vend í Í øðrum setti hildu kvinn- urnar frá Álandi á, har tær sleptu. Móttøkurnar hjá føroysku kvinnunum hildu áfram við at vera ringar og feilirnir vóru ov nógvir. Einasta álopið føroysku kvinnurnar fingu ígjøgnum var á miðjuni. Men sum annað settið leið, komu føroysku kvinn- urnar betri og betri við. Mistøkini hvurvu so smátt, og móttøkurnar gjørdust betri. Kantarnir byrjaðu eisini at vinna, og endaði tað við, at annað settið vunnu føroysku kvinnurnar 25-21, eftir at hava verið afturút17-21. Triðja settið vísti sanni- liga, hvat føroysku kvinn- urnar kunnu, tá tær spæla uppá sítt besta. Móttøkur- nar vóru góðar, og servur- nar eisini, og megnaðu tær á henda hátt, at seta álendska liðið undir stórt trýst. Nú var tað øvugt, og tað var Áland, sum gjørdi feilirnar, og vunnu før- oysku flogbóltsleikaranir settið heilið 25-7. Fjórða, og sum seinni vísti seg at gera tað seinasta setti, líktist nógv tí næsta. Føroysku kvinnurnar komu framum, men høvdu ilt við at rista álendingarnar rætti- liga av sær. Men til endans bragdaði og var fagnaðurin í fullsettu høllini stórur, tá føroysku kvinnurnar fingu 25. og seinasta stigið og so- statt vunnu dystin 3-1. Nøgdur Føroyski venjarin, Niclas Joensen, segði eftir dystin, at hann var væl nøgdur. Í øllum førum higartil. – Vit byrjaðu fyrsta sett væl, men so var tað líkasum vit steðgaðu eitt sindur upp. Eg haldi, at tær vóru ner- vøsar. Ístaðin fyri at spæla sum eitt lið, so spældu tær sum einstaklingar, sigur Niclas Joensen. – Nakrar útskiftingar vórðu so gjørdar og tá fingu vit spælið aftur upp at koyra. Føroysku flogbóltskvinn- urnar skulu, eins og menn- inir, møta Saaremaa í final- uni, og er føroyski venjarin rættiliga bjartskygdur. – Vit hava vunnið tær seinastu tvær ferðirnar vit hava spælt ímóti teimum. Vit hava tikið hina hálv- finaluna upp á band, og nú fara vit heim at fyrireika okkum. Men um vit skulu vinna, so skulu vit ikki spæla fyrsta sett sum vit spældu tað í dag. At enda kann nevnast, at Anna Müller Jacobsen verður helst ikki klár til finaluna, sjálvt um hon hevði væntað, at verið klár týsdagin. Niclas Joensen sigur, at hon hevur ikki verið við nakran dyst, og at hon hevði uttan iva verið góð at havt við á liðnum. Eins og kvinnurnar vunnu menninir sína hálvfinalu í flogbólti, og eins og hjá kvinn- unum stendur Saare- maa nú fyri framman FLOGBÓLTUR Álvur/Jákup Eftir evstamark okkara fríggjadagin skuldi før- oyska manslandsliðið í flogbólti spæla finaludyst móti Saaremaa. Hetta gjørdist greitt, tá teir hósdagin vunnu hálv- finaluna á Bermuda. Ber- muda var at kalla tann ókendi faktorurin í mans- flogbólti hesaferð, nú teir sum spildurnýggir luttak- arar vóru við á Oyggja- leikunum. Greiður sigur Tað var tó skjótt greitt, at tað var føroyska liðið, sum var sterkari. Alt fyri eitt fingust móttøkurnar at rigga, har serliga Johan Petur á Stongunum stóð sterkur, og tá Bárður so eisini hevði ein góðan dag á hevaraplássinum fingu Føroyar veruliga skapt eitt gott trýst móti Bermuda. Eitt skifti komu mót- støðumenninir tó inn aftur í dystin, tá stóru menninir alt betri lærdu at flyta blokkin yvir móti føroyska álops- spælinum, men hóast tað ongan tíð skrædnaði mill- um liðini, so kom Bermuda ongan tíð upp á liðina av okkara. Sigurin kundi kanska verið meira sannførandi, um okkara høvdu satsa minni í servunum og havt betri tol, tá bóltar skuldu avgerast, men hóast hetta, so vóru nógvir hugaligir lutir at síggja í føroyska spælinum. Ikki minst at tað nú so langt ífrá bert var Rúna Weihe, sum bóltarnir vórðu sendir ímóti kann gerast ein stór styrki í finaludystinum móti Saaremaa, har tað heilt víst fer at hava stóran týdning, at álopsspælið kann varier- ast. At landsliðsvenjarin ong- ar útskiftingar framdi ígjøgnum dystin, men alla tíðina koyrdi við teimum somu seks + Johan Petur sum libero, kann benda tann vegin, at tað ikki fer at vera rúm fyri ov nógvum skiftum í finaludystinum. Kanska vildi venjarin eisini bara síggja, hvørt leikarar- nir vóru førir fyri at halda høvdið kalt allan dystin, og tað sýndu teir so eisini, at teir kundu. Eisini hóast sinnini onkun tíð komu í kók, tá dómarin ikki altíð vildi døma tað sama, sum okkara vildu. Tað er tó slíkt, sum kann henda í ítrótti, og so er bara at vóna, at teir marginalar- nir eisini vóru í okkara parti, tá finaludysturin varð leiktur fríggjadagin. Føroyar-Bermuda 3-0 (25-21, 25,21, 25-19): Dupultuppgerð móti Saaremaa Bermuda megnaði ongan tíð at skapa veruliga trupulleikar hjá mansliðnum í flogbólti, og Føroyar eru nú til reiðar at spæla finaludyst móti Saaremaa Føroyar - Áland 3-1 (17-25, 25-21, 25-7, 25-18): Skinklaðu eitt sindur Føroysku flogbóltskvinnurnar spældu seg hósdagin í finaluna í flogbólti. Tær møta Sareema Stjørnu- skotið Jóhan Petur á Stongunum hevur við fleiri framúr avrikum strítt seg inn í øll føroysk flogbóltshjørtu á oyggjaleikunum SAMRØÐA Álvur/Jákup Leikarin við størsta frambrotinum á mans- liðnum í flogbólti hev- ur uttan iva verið Jo- han Petur á Stongun- um, sum hevur havt leiklutin sum libero. Serliga í móttøkunum hevur hann verið stinn- ur, og sjálvur fegnaðist hann eisini um, at tað hevur gingist somikið væl. - At eg nú skal sleppa at spæla við í eini finalu er bara heilt fantastiskt. Tað er nak- að, sum vit allir hava stríðst fyri, og sum eg eisini gleði meg til. Spurdur, hvørt tað ikki kundi gerast strævið, tá tú alla tíðina skalt nýta kreftir upp á at savna bóltar upp av gólvinum, segði Johan Petur, at tað var tað sjálvandi. - Summar dystir hevur tað verið heilt strævið, men soleiðis er tað bara. Og mót- tøkurnar eru eisini nakað, sum skal rigga, um vit skulu gera okk- um nakrar vónir í finaludystinum. Eg havi ikki sæð so nógv til Saaremaa, men tað, sum eg havi sæð, vísir, at teir kunnu leggja stórt trýst á. Hvør tann eisini leikari hjá teim- um hoppar við serv- una, so vit skulu veru- liga spæla upp til okk- ara besta í tí dystinum. Og gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit eisini hava møguleikan at vinna, segði Johan Petur á Stongunum at enda. C M Y K 32