leygardagur 5. juli 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 5. juli 2003
35
34
Nr. 125 - 5. juli 2003
Toppliðini eru øll stórir favorittar
Hjá fleiri av teimum,
sum síðstu tíðina
hava verið fyri
niðurgangandi, eigur
tað at vera trupult at
leita eftir rætta
hugburðinum
9. UMFAR
Jóannes Hansen/Stefan í
Skorini
Í morgin verður landskapp-
ingin í 1. deild hálvrunnin.
Eftir umfarið mikukvøldið
vóru spælararnir í fleiri fel-
øgum til heilt lætta venjing
í fyrrakvøldið. Í gjárkvøld-
ið ætlaðist síðsta hondin at
verða løgd á fyrireikingar-
nar til 9. umfarið. Men tað
varð gjørt, eftir at hetta
blaðið var farið til prent-
ingar. Tí kann tað væl vera,
at broytingar kunnu koma
fyri, sum ikki vóru aktuell-
ar, tá ið hesar reglurnar
vórðu skrivaðar.
Teir fimm dystirnir, sum
eru á skránni í morgin, eru
hesir: EB/Streymur–Skála,
FS Vágar–NSÍ, KÍ–HB,
B36–GÍ og B68–VB. Tvey
av teimum trimum oddalið-
unum eru á útivølli, meðan
B36 í Gundadali fær vitjan
av GÍ. Um gongdin sein-
astu umførini verður nýtt
sum metingar grundarlag,
so er eingin ivi í, at HB er
stórfavorittur í Klaksvík, at
B36 er stórfavorittur ímóti
GÍ, og at NSÍ er stórfavor-
ittur í Miðvági.
Hinir báðir dystirnir tykj-
ast at vera meiri opnir, og
serliga spennandi tykist tað
vera, hvussu skálamenn
fara at roynast á Eiði, eftir
at tað mikukvøldið endiliga
glapp, og teir skoraðu fýra
mál og fingu fyrstu trý
stigini.
Vert er at leggja til merk-
is, at í 18. og síðsta umfar-
inum fara somu liðini at
hittast, sum í morgin fara at
spæla ímóti hvørjum øðr-
um. Tá fer at síggjast meiri
greitt, hvat hvørt liðið fer at
hava tørv á, men sjálvandi
fara stigini, sum tað fer at
verða spælt um í morgin, at
viga eins nógv í endaliga
roknskapinum, sum tey, ið
tað fer at verða spælt um í
síðsta umfarinum, fara at
gera.
EB/Streymur–Skála
Í fjør vann EB/Streymur
heimadystin ímóti Skála
1–0, og skálamenn vunnu
3–1, tá ið EB/Streymur
vitjaði teir.
Bæði liðini eiga at vera
nøgd við tað, sum tey hava
víst síðstu dagarnar. EB/-
Streymur hevur ikki tapt
tríggjar tær síðstu ferðirnar.
Eftir javnleikin ímóti NSÍ,
vunnu teir á GÍ, og miku-
kvøldið megnaðu teir at
koma afturíaftur og fáa eitt
stig í Vági. Ta ferðina varð
Magni á Lakjuni útvístur,
og hann er tískil leikbann-
aður í morgin. Tað er ein
dyggur smeitur hjá EB/-
Streymi.
Johan Nielsen gjørdi
onga útskifting á Skála
liðnum mikukvøldið. Hann
helt seg til óskrivaðu regl-
una, sum sigur, at tað skal
ikki broytast upp á eitt lið,
sum vinnur. Spurningurin
er, um hann heldur ikki fer
at gera broytingar undan
vitjanini á Mølini í morgin.
Á Skála hava teir vónað, at
Sveinur Justinssen, sum var
rættuliga drúgvur fyrstu
umførini, og sum hevur
verið skaddur síðani heima-
dystin ímóti KÍ, fer at vera
tøkur í morgin, men hetta
var ikki heilt greitt, tá ið vit
frættu av Skála. Eftir ferð-
ina á Eiði hava skálamenn
summarfrí frá landskappin-
gini. Dysturin í 10. umfar-
inum á heimavølli, sum
sambært skipanini skuldi
spælast ímóti NSÍ miku-
kvøldið, hava teir langt
síðani tapt.
Á Skála eru teir longu
farnir undir fyrireikingar-
nar at skifta graslíkisvøllin
út. Arbeiðið skal gerast lið-
ugt næstu vikurnar.
FS Vágar–NSÍ
Tað eru tvey lið, har pílar-
nir peika heilt hvønn sín
vegin, sum fara á vøllin í
Miðvági. Eftir sigur á Toft-
um og harvið ábending um
góða gongd, hevur FS Vág-
ar fyrst tapt í Klaksvík og
síðani á Skála. Serliga á
Skála var avrikið sera lítið
sannførandi. Tað restaði av
álvara vilji og trúgv upp á,
at tað ber til. Albert Ari
Thomassen var leikbannað-
ur mikukvøldið. Nú er hann
tøkur aftur.
Hjá NSÍ hilnaðist tað
rættuliga væl mikukvøldið.
Helgi L. Petersen, sum
undan mikukvøldinum var
besti málskjúttin, hevur
verið burturstaddur. Men
tað tóktist mikukvøldið
ikki bila. Yngri beiggin,
Sonni L. Petersen, trein úr
skugganum av beiggjanum
og skoraði fýra mál. Hann
verður heilt víst í álopinum
ímóti FS Vágum.
Fleiri NSÍ spælarar hava
verið og eru eitt sindur
skaddir. Burtursæð frá Kára
Hansen spældu teir miku-
kvøldið, og tað gekk væl.
NSÍ spælararnir hava
summarfrí eftir ferðina
vestur í Vágar. Men teir
mugu bíða inntil miku-
kvøldið fyri at finna út av,
hvørjum plássi teir fara at
halda frí á.
Í fjør var FS Vágar í 2.
deild. Í fyrraárið vann NSÍ
2–1, tá ið teir vóru í Vág-
um. Fyrr í vár stóð einki til
hjá NSÍ, tá ið teir í fjórð-
ingsfinaluni í steypakapp-
ingini høvdu vitjan av FS
Vágum, men tað eydnaðist
kortini at vinna á teimum.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 B36
8
5
-
1
-
2
17
7
10
16
2 NSÍ
9
4
-
4
-
1
18
8
10
16
3 HB
8
4
-
3
-
1
20
10
10
15
4 KÍ
8
4
-
2
-
2
9
13
-4
14
5 GÍ
8
3
-
3
-
2
12
10
2
12
6 B68
8
2
-
5
-
1
6
5
1
11
7 EB/Streymur 8
2
-
4
-
2
12
14
-2
10
8 FS V
8
2
-
1
-
5
9
18
-9
7
9 VB
8
1
-
3
-
4
9
16
-7
6
10 Skála
9
1
-
0
-
8
6
17
-11
3
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 ÍF
7
6
-
1
-
0
16
5
11
19
2 Sumba
7
4
-
2
-
1
19
4
15
14
3 TB
7
4
-
1
-
2
17
11
6
13
4 AB
7
3
-
3
-
1
14
7
7
12
5 VB
7
3
-
1
-
3
12
9
3
10
6 LÍF
7
3
-
1
-
3
8
14
-6
10
7 KÍ
7
3
-
0
-
4
12
24
-12
9
8 B36
7
1
-
3
-
3
9
11
-2
6
9 B71
7
1
-
1
-
5
3
10
-7
4
10 B68
7
0
-
1
-
6
4
19
-15
1
Leygardagin 05. juli fara 50
bátsmanningar at rógva fimta
FM-róðurin, ið hesa ferð verður á
Varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Startrøðin verður henda:
Fimmmannafør, dreingir
1
Firvaldur
2
Báran
3
Kollur
4
Blikur
5
Síli-
6
Havfrúgvin
7
Tjaldri-
8
Junkarin
9
Fípan Fagra
1G
10 Royndin Frí-a
Seksmannafør, kvinnur
1
Fuglfirðingur
1 G
2
Lómur
1G
3
Jarnbardur
1G
4
Gongurólvur
1G
5
Páll Fangi
1G
6
Smyril
1G
7
Fortuna
Fimmmannafør, gentur
1
Hulda
2
Tjaldrið
3
Firvaldur
4
Blikur
2G
5
Havfrúgvin
1G
6
Sílið
1G
7
Drekin
8
Ørnin
9
Junkarin
10 Fípan Fagra
11 Kollur
Seksmannafør, menn
1
Kollfirðingur
2
Snopprikkur
3
Gongurólvur
4
Sølmundur
5
Strálan
6
Smyril
7
Jarnbardur
1G
8
Páll Fangi
9
Lómur
10 Sundabáturin
11 Riddarin
12 Hvessingur
13 Fortuna
Áttamannafør
1
Knørrur
G
2
Kvívíkingur
3
Ørvur
4
Argjabáturin
5
Teistin
Tíggjumannafør
1
Vestmenningur
2
Eysturoyingur
3
Nólsoyingurin
4
Havnarbáturin
KÍ–HB
Mest vinnandi feløgini í
føroyskum fótbólti og ein-
astu feløgini, sum hava ver-
ið í fremstu røð øll árini,
síðani tað í 1942 varð farið
undir landskapping. Hetta
átti at borga fyri spenningi,
og tað er altíð serligur dám-
ur yvir tí, tá ið knapt 99 ára
gomlu javnaldrarnir hittast.
Men tað man sjáldan hava
verið so stórur munur í fyri-
treytunum, sum tað eru
undan uppgerðini í Klaks-
vík í morgin.
Hóast KÍ framvegis ikki
er so langt frá heiðurs-
merkjaplássi, so hava avrik-
ini seinastu stóru vikuna
ímóti oddaliðunum væl og
virðiliga víst, at klaksvík-
ingar í løtuni ikki megna at
vera við í kappingini um
oddaplássini. Teir hava tapt
7–1 ímóti B36 og 4–0 ímóti
NSÍ, og tað hevur verið sera
ilt at sæð, hvør ætlanin hev-
ur verið.
Stóri trupulleikin hjá KÍ
er, at fleiri av teimum, sum
verða
roknaðir
millum
lyklaspælararnar, ikki eru
hundrað prosent klárir at
spæla og so langt í frá tí.
Kortini hava teir roynt at
gjørt sítt besta, men fyri-
treytirnar at gera tað hava
snøgt sagt ikki verið nóg
góðar, og tað hevur tikið alt
liðið við sær. Ímóti NSÍ
sást týðuliga, at tað hjá
fleiri knípti nógv at hava
fokus á stóru uppgávuni, og
hon verður uppaftur størri í
morgin.
HB hevur bara fingið eitt
stig
burturúr
tveimum
teimum seinastu royndun-
um. Undan sigrinum í Vági
vunnu teir 5–0 ímóti EB/-
Streymi, men eisini ta
ferðina vóru fyrsta hálva
tíman fleiri ábendingar um,
at teir vóru at tosa við.
Kortini er einki at ivast í, at
HB er stórfavorittur undan
vitjanini í Klaksvík.
HBarnir munnu sjáldan
hava havt so nógv fólk at
velja í, sum teir nú hava.
Bara hesa síðstu vikuna eru
sannførandi miðverjarnir
báðir frá í fjør, Hans á Lag
og Jan C. Dam, komnir aft-
urat, og nú kappast teir við
Símun Eliasen, Eli Thor-
steinsson og Martin Christ-
ensen um tvey verjupláss
og kanska eitt verjukent
miðvallarpláss.
Tó eru tveir lyklaleikarar
sera ivasamir undan dystin-
um.
Bárður Johannesen gong-
ur á høkjum, tí hann hevur
meitt sær knæið, og hann
verður helst ikki millum
stengurnar.
Toppskjúttin Andrew av
Fløtum hevur somuleiðis
meitt sær knæið, og hann er
sera ivasamur. So hóast
Frank Skytte hevur fingið
nýggjar leikarar at velja í,
so eru aðrir falnir frá.
Klasikkarin í Klaksvík í
fjør mundi teljast millum
teir minnisríku. Tað var ta
ferðina, at Harley Berthold-
sen og Kurt Mørkøre komu
á vøllin og við hvør sínum
máli syrgdu fyri, at KÍ vann
3–2.
B36–GÍ
Í steypakappingini vann GÍ
tíðliga í bólkaspælinum á
heimavølli ímóti B36. Men
tá ið B36 var kroyst, vunnu
teir stórsigur á GÍ í
Gundadali.
Síðstu vikurnar hevur tað
gingið sum eftir ánni hjá
B36, sum hevur nógv fólk
at velja ímillum, og sum
hevur fingið góða nyttu av,
at
landsliðsspælararnir
tykjast hava funnið rætta
lagið, tá ið tað ráddi mest
um. Merkisvert var miku-
kvøldið, at Ion Geolgau
aftur hevði víst Tróndi
Vatnhamar
álit
millum
stólparnar. Hann stóð seg
væl og verður ivaleyst eis-
ini í morgin í málinum.
Hjá GÍ noyddist Gidek at
taka seg aftur í 2. hálvleiki
ímóti B68. Hann var smá-
skaddur, men teir rokna
ikki við, at hann fer at hava
trupulleikar at spæla í
morgin. Bartal Eliasen er
júst komin aftur av oyggja-
leikunum, og hann verður
aftur í miðverjuni í morgin.
Meðan B36 hevur fingið
fulla úrtøku burturúr teim-
um seinastu fimm umfør-
unum, so hevur tað verið
meiri soltið hjá GÍ, sum
hevur fingið átta stig burt-
urúr. Tað er kortini ikki
verri enn ilt, tá ið havt verð-
ur í huga, at teir í hesum
tíðarskeiðnum m. a. hava
megnað 2–2 í Gundadali
ímóti HB. Í fjør vann GÍ
3–2 i Gundadali ímóti B36,
meðan dysturin í Gøtu í
næstsíðsta umfarinum end-
aði 2–2.
B68–VB
Hjá hvørgum partinum
hevur gongdin seinastu vik-
urnar verið serliga hugalig.
VB vann sunnudagin 2–0 á
heimavølli ímóti Skála.
Talan var um fyrsta sigurin
á árinum, og tað kundi
kanska roknast við hugalig-
ari gongd. Men javnleikur-
in mikukvøldið á heima-
vølli ímóti EB/Streymi
mundi ikki gera lagið betri.
VB hevur verið nógv
darvað av leikbannum, og
aftur hesa ferð eru teir
skerdir. Spælandi venjarin,
Predrag Zivkovic, er leik-
bannaður fyri annað reyða
kortið í landskappingini í ár.
Tað kundi hent seg, at
kappingarnevndin fer at
gera av, at Zivkovic eisini
skal verða leikbannaður
mikukvøldið, tá ið VB skal
spæla á útivølli ímóti B36,
men reglurnar eru ikki heilt
greiðar hesum viðvíkjandi.
Tær siga, at dómarin skal
skrivliga greiða frá, hví
hann hevur givið reyða kort-
ið, og so ger kappingar-
nevndin út frá frágreiðingini
av, hvussu stór sektin skal
vera. Men tað plagar at vera
soleiðis, at sektin aðru ferð
er størri enn fyrstu ferð.
B68 hevur havt stórar
trupulleikar við málskjót-
ingini, og aftur mikukvøld-
ið vóru teir sørir í Gøtu. Ta
ferðina spældi Øssur Han-
sen, sum hevði kent seg illa
til passar, bara síðsta kort-
erið. Tað kann roknast við,
at hann verður við frá fyrsta
bríksli í morgin.
Í fjør vann B68 heima-
dystin ímóti VB 4–0. Í
fyrraárið vann VB 4–1 á
Svangaskarði.
Startrøðin til FM-róðurin á Varmakeldustevnu
Nýggja oddaliðið B36 skal verja oddasessin, tá GÍ kemur á vitjan í Gundadali. Her eru John Petersen og Bartal Eliasen í
hornatøkum. Teir báðir fara óivað at hava onkran innanhýsis nærdyst
Savnsmynd
Sunnudagin verður klassikarin í føroyskum fótbólti millum KÍ og HB. Um hugt verður at úrslitunum hjá KÍ seinastu dystirnar,
má HB sigast at vera favorittur. HB er eitt stig frammanfyri KÍ undan dystinum. Á myndini síggjast Allan Joensen úr KÍ, og
Rógvi Jacobsen úr HB
Savnsmynd
C
M
Y
K
34