Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 125 - 5. juli 2003 Eitt lukkuligt fólk SOSIALURIN hevur fingið bræv frá einum týskum áskoðara til dystin tann 11. juni millum Føroyar og Týskland. Hann fegn- ast um Føroyar og føroyingar og hartar sínar landsmenn, sum hann heldur hava far-ið illa við føroyingum í blaðn- um Bild-Zeitung. Háttvirda blaðstjórn Tað er við gleði og skálka- brosi, at eg havi lisið odda- greinina "David og Goliat" í blaðnum hjá tykkum í farnu viku (11.6). Eftir tvær vikur í oyggjunum hjá tykkum – hjá mínum før- oysku vinfólkum á Skála – má eg sanna, at tykkara orð bera sonn boð um hesar framúrskarandi eginleikar- nar hjá tykkara landi og tess fólki: tað sunna sjálv- følilsið hjá føroyingum, teirra positiva bekennilsi til sín tjóðskaparliga identitet og teirra einastandandi blíðskap. Tit mugu vera eitt lukkuligt fólk. Eg vil fegin takka høvundanum at oddagreinini fyri hansara beinraknu og humoristisku orð. Eg vil eisini siga, at eg eri harmur um tey niðurset- andi, yvirflatisku og tápi- ligu orðini frá tveimum týskum starvsfólkum í sendinevndini hjá tí týska fótbóltsfelagnum, sum stóðu at lesa í BILD-Zei- tung í farnu viku. Bæði út- talilsini hjá DFB-forsetan- um Gerhard Meyer-Vor- felder og viðmerkingin hjá ítróttarjournalistinum Günter Netzer (sum sjálvur er ein framúrskarandi fót- bóltsviðmerkjari) bera prógv um manglandi kunn- leika til tykkara land, men eisini um eina framligheit, sum bara kann komast av býttheit og arrogansu. Eg havi upplivað stórar avrik- anir hjá tykkara fólki, tað frálíka samferðslunetið, teir nógvu mentanarligu stovnarnar (serliga Norður- landahúsið), fleiri av tykk- ara nógvu kunstnarum og tykkara fyrsta floks "Nor- rönu", og hetta alt hevur uppiborið høga viðurkenn- ing. Eg veit, at nógvir av mínum landsmonnum hava hugt betur at tykkara landi enn hesir fótbóltsstarvs- menninir og tí kunnu geva eina rættari og hollari met- ing. Eg heilsi tær vinaliga! Ernst Jordan D-21256 Handeloh Týskland Ernst Jordan, týskur fótbóltsáskoðari, ger viðmerkingar til oddagreinina, sum stóð á bæði føroyskum og týskum í blaðnum tann 11. juni Málverjin hjá HB verður ikki við í dystinum móti KÍ í Klaksvík sunnudagin. Ein skaði í knænum hevur við sær, at hann gongur á høkjum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini – Tað sær ikki gott út. Hann gongur á høkjum, og eg rokni ikki við honum, nú vit fyrireika okkum til dystin móti KÍ, sigur Frank Skytte, venjari hjá HB, tá hann verður spurdur um støðuna hjá málverjanum Bárði Johannesen. Eftir dystin mikukvøldið millum HB og B36 var ein maður liggjandi eftir í brotsteiginum hjá B36. Tað var Bárður Johannesen, sum var farin fram í hin brotsteigin í eini roynd at fáa útjavnandi málið, og í rokinum inni í brotsteigin- um hevur hann fingið ein skaða í knæið. Hann hevur meitt sær knæið so illa, at hann helst ikki verður við móti KÍ sunnudagin. – Hann hevur verið til kanningar, og tað sær ikki út til, at nakað er brotið ella slitið, men knæið er hovið, og hann hevur pínu, sigur Frank Skytte. Pól fær møguleikan Á bonkinum situr ungi og evnaríki málverjin Pól Næs Joensen, og hann stendur helst millum stólparnar í Klaksvík. Frank Skytte sigur, at hann er tryggur við at lata Pól standa í mál- inum, tí at hann er ein góð- ur málverji, sum er svangur eftir spælitíð á 1. liði. – Vit hava havt nógar skaðar í ár, men vit hava ein breiðan hóp, og tað hjálpir okkum ikki at grenja um tað, tí tað hendir hjá øllum liðum, sigur Frank Skytte. Bárður Johannesen á høkjum Bárður Johannesen meiddi sær knæið móti endanum av dystinum móti B36 miku- kvøldið, og hann verður helst ikki tøkur til dystin móti KÍ sunnudagin Savnsmynd Norðurlendsk ungdómslega í Hoyvík Komandi vikuna verður norðurlendsk ungdómslega í Havn. Hetta er ein ítróttar- lega fyri ung við tarni av ymsum slag. Set- anin verður leygar- dagin í Hoyvíkar skúla, og hon er opin fyri almenninginum UNGDÓMSLEGA Stefan í Skorini Nógv ítróttarligt virksemi er innan ÍSB fyri tíðina. Mánadagin komu teir níggju luttakararnir aftur frá Special Olympics í Dublin, og komandi vikuna verður ein norðurlendsk ungdómslega hildin í Føroyum. Fleiri enn sjeyti luttak- arar úr Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum og Ís- landi eru við á leguni, og teir skulu búgva í Hoyvíkar skúla. Allir leguluttakarar- nir hava okkurt tarn. Tey eru menningartarnað, rørslutarnað, blind ella sjónveik. Eingir leguluttak- arar eru úr Grønlandi og Finnlandi, tí tey mettu, at kostnaðurin var ov høgur. Leygardagin klokkan 14 verður legan sett. Setanin verður í samkomuhøllini í Hoyvíkar skúla, og hon er opin fyri almenninginum. Brandur Enni fer at syngja til setanina. – Endamálið við eini slíkari legu er at knýta vinarbond og at styrkja tað norðurlendska samstarvið. Hetta verður gjørt við at íðka ítrótt saman, sigur Elna Skylv Hansen, ítrótt- arráðgevi hjá ÍSB. Venjingar og kappingar Leguluttakararnir úr teim- um ymsu londunum fara at venja saman, og síðani verð- ur skipað fyri kappingum móti endanum av leguni. Fýra ítróttargreinar eru á skránni. Í ítróttarhøllini í Hoyvík verður spælt boc- cia, í Eysturskúlanum venja tey borðtennis, úti á Fræls- inum venja tey frælsan ítrótt og í svimjihøllini í Gundadali og í Eysturskúl- anum fara leguluttakararnir at svimja. Mikudagin kl. 15.30 verður so skipað fyri svimji- kapping í høllini í Gunda- dali. Hon er eisini opin fyri almenninginum, og øll eru vælkomin at hyggja. Hósmorgunin klokkan 9 verður so kapping í hinum trimum ítróttargreinunum. Tey, sum hava íðkað fræls- an ítrótt, fara inn á Svangaskarð at kappast á breytini har inni. Í Eystur- skúlanum verður borðtenn- iskapping, og í hoyvíks- høllini verður boccia. Annan ítrótt Eisini sleppa luttakararnir at íðka annan ítrótt, so at tað ikki gerst ov einstáttað við tí sama ítróttinum hvønn dag. Skipað verður soleiðis fyri, at tey eisini sleppa at rógva í føroyskum báti, gera judo, rýtmiskan fim- leik. Hesar ítróttargreinar vera seinnapartar. Hendan norðurlendska venjingarlegan er annað- hvørt ár, og seinast hon var í Føroyum var fyri fjúrtan árum síðani í 1989. Høllin og skúlin í Hoyvík verður komandi dagarnar karmur um norðurlendska ítróttarlegu fyri ung við tarni Savnsmynd C M Y K 36 Nr. 125 - 5. juli 2003 37 Søkt verður eftir tilkomnum fólki við hug og hegni at arbeiða á gistingarhúsi. Dr. Jakobsensgøta 14–16 FO-100 Tórshavn Tel.: (+298) 311951 · Fax (+298) 319451 Felagsskúlin á Oyrarbakka Lýsing eftir lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2003/2004. Talan er um: • 1 fulltíðarstarv – 27 lønartímar • 2/3 starv – 18 lønartímar Serliga er brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í 8.-10. fl. í alis- og evnafrøði, kunningartøkni og dreingjafimleiki. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Fleiri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til skúlastjóran á tlf. 423098. Umsóknir saman við ljósriti av prógvi og møgulig- um viðmælum skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinsta lagi 8. juli 2003. Skúlastýrið fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka v/ Mariu í Skorini 470 Eiði Skúlavørður Søkt verður eftir skúlavørði til Felagsskúlan á Oyrarbakka. Arbeiðið Arbeiðsuppgávurnar eru m. a. hesar: - at røkja skúlan og økið uttanum - at halda reint og ruddiligt inni og úti - at hava umsjón við og samskipa reingeringina í skúlanum - at syrgja fyri,at ljós,hiti og sanitetsviðurskiftini í skúlanum eru í lagi - at gera umvælingar - at hava umsjón við svimjihylinum - at trygdarútbúnaðurin virkar sambært ásett- um krøvum Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving, ella aðra útbúgving og starvsroyndir á økinum, skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. august 2003. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meir fæst at vita við at venda sær til Hans Erland í Brekkunum, skúlastjóra tlf. 42 30 98 el. 22 98 85 Umsóknir Skrivlig umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir og møguligum við- mælum skal vera Felagsskúlanum á Oyrarbakka postboks 20,FO-400 Oyrarbakki í hendi í seinasta lagi 15. juli 2003. Felagsskúlin á Oyrarbakka Fíggjarleiðari Fyri ein av kundum okkara søkja vit eftir fíggjarleið- ara at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt áhugavert starv og fevnir um m.a.: • dagliga bókhalds- og roknskapararbeiði • mánaða- og ársroknskapir og fíggjarætlanir • lønargjaldingar og framleiðslugreiningar • og annars vanligt skrivstovuarbeiði í hesum sambandi. Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu,og er tað avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og hóskandi teoretiskan kunnleika til skrivstovu-, roknskapar- og telduarbeiði. Kunnleiki til bókhaldsskipanina Navision Finansial er ein fyrimunur. Fyri ein, ið kundi hugsað sær eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað arbeiði við góðum arbeiðsviðurskiftum, er hetta tað rætta starvið. Løn eftir avtalu. Hevur tú áræði, kann virka sjálvstøðugt og hevur royndir innan bókhalds- og roknskaparyrki, við hóskandi ástøðiligari útbúgving, so er tú tann, vit søkja. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Joensen á tlf. 314700 ella 519472. Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum og ummælum verður at senda innan 21. juli 2003 til: P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar R. C. Effersøesgøta 26 · Postrúm 191 FO-110 Tórshavn Tlf. +298 314700 · Telefax +298 313815 T-postur: inpact@inpact.fo I N PA C T I N T E R N AT I O N A L Handilsfólk Vit sóknast eftir einum fólki til handil okkara at byrja hálvan juli. Pf. Johannes Andreasen Grønlandsvegur 16 110 Tórshavn · Tlf. 312087 Avloysarastarv Søkt verður eftir fólki til starv á Dómaraskrivstov- uni til setan skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna. Setanartíðin er 5 mánaðir. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur: • Vanligt skrivstovuarbeiði • Skráseting á teldu • Telefonavgreiðslu Førleikakrøv: Til starv krevst: • Skrivstovuútbúgving ella hægri handilsskúli • Góð evni at samskifta á føroyskum og donskum máli • Telduførleiki á brúkarastøði • Góð samstarvsevni Setanartreytir: Løn- og setanartreytir eru sambært felagssátt- mála millum Statsansattes kartel og Finans- ministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Setanarøkið fevnir um allar deildir á Dómaraskrivstovuni. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jonni Dahl Hansen, yvirassistent, tlf. 31 10 03. Umsóknir: Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu vera Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. juli 2003. SORINSKRIVARIN Í FØROYUM, tann 27. juni 2003 Henrik Møller sorinskrivari Summarfrí Skrivstova okkara verður stongd vegna summarfrí frá 10. juli til 4. august. P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar Postrúm 191 110 Tórshavn Tlf.: 31 47 00 - Telefax: 31 38 15 t-postur: inpact@inpact.fo Member of international Network of professional accountants I N PA C T Teknmáls- tulkatænastan er stongd vegna summarfrí frá 7. juli til 17. august. Um brúk er fyri neyðtulking kann ringjast til tlf. 319012. 37