leygardagur 6. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 6. AUGUST 1994
Síða 8
Livligt
tíðarskeið
Steypafinalan mikukvøldid setti hol á mest livliga
fótbóltsmánaðin í Føroyum nakrantíð. Onkur evur
kallað tað okkara HM, so nógv fer at verða spælt.
Seinnapartin í dag verða tveir dystir í 1. deild, og
í morgin verða hinir tríggir. Europa cup verður
nógv av í komandi viku. Tyskvøldid er GÍ á
Svangaskarði og HB í Skotlandi, og hóskveldið er
B71 á Svangaskarði, og tá stundar aftur eitt umfar í
ÍWóttarsosialurin kennir sína ábyrgð fyri fótbólt-
inum, og vit fara at vera upp á pláss til allar hesar
dystimar. Vit kunnu siga, at seinni parturin av fót-
bóltsárinum 1994 byrjaði við stórum fýrverki í
Gundadali mikukveldið, og í komandi viku tørnar
ungdómurin til aftur. Vit fara at taka trådin upp aft-
ur undan summarfrítíðini, og vit vóna, at heimild-
arfólkini vera eins fryntlig at heita á, sum tey hava
verið.
Vit fara at skera ítróttin eftir umleið sama leist
sum undan summarsteðginum. Tað vil síga, at týs-
dag verður frásøgn frå vikuskiftinum. Vit vóna eis-
ini viðhvert at hava okkurt við um, hvussu føroy-
ingamir í Danmark standa seg. Mikudag eru tað
kvinnumar og 3. deild, fríggjadag eru tað ung-
dómsdeildirnar, og leygardag er tað umrøda av
Í upptaktini í dag sæst, at flestu feløgini missa
nógv fólk. Tey, sum halda best upp á fólkið, eru
tey trý oddaliðini, B71, HB og GÍ, sum gl! taka lut
í Europa cup. Teirra nógva virksemi kundi havt við
sær, at tey ovtóku seg, og at hini feløgini tí høvdu
møguleika at rógva fram á tey, men út frá fólka-
grundarlagnum er tað lítið, sum bendir á tað.
At enda ein lítil peikifingur: Tað er ein sann-
roynd, at tað hevur gingið betur hjá FSF at fáa
dómaraseðlar inn, men tað er ikki heilt gott. Tað
kenna vit sviðan av, tá vit royna at finna fram til
málskjúttar v.m. Bæði fyri okkara skuld, fyri FSF
og fyri føroyskan fótbólt sum heild, heita vit á
dómarar og feløg, um at syrgja fyri, at hesi viður-
skiftini eru í rættlag, og at seðlarnir verða sendir
Vit ynskja øllum framhaldandi gott kappingarár.
Ítróttarsosialurin
Tíðindablaðið CH
Jákup takkar
„ø fyri seg - fer
til Danmarkar
Jákup Mikkelsen hevur nú
í mong ár verið aftasti
skansin á liðnum hjá KÍ,
og okkurt skifti hevur
hann eisini roynt seg sum
útispælari.
Men steypafinalan móti
B71 mikukveldið var síðsti
dysturin á hesum sinni, ti
- gjár fór Jákup úl Dan-
markar, har hann væntandi
verður tvey tey næstu árini
„ oglesur HF.
Hvussu verður við fót-
bóltinum, nú tú verður
burturi í tvey ár?
- Tað velst eitt sindur
um, hvussu møguleikarnir
eru at vera við á landsliðn-
um. Eru teir góðir, fari eg
at gera okkurt við tað, men
annars má eg eisini hugsa
um skúlan, sigur Jákup.
-— Hann er jú orsøkin til,
at eg fari niður.
Jákup skal ganga á HF í
Haslev, ið liggur 20 min-
uttir frá Næstved og ein
tíma frá Keypmannahavn,
so møguleikarnir eru har.
Um finaluna heldur Ják-
up, at KÍ gjørti klókt í at
lokka sandingar fram á
vøllin, ti tað er ikki teirra
sterka síða.
— Tá vit so komu á odda
fyri steðgin, tók tað brodd-
in av spælinum hjá B71, ið
nú av álvara noyddist at
skapa meira, sigur hann.
- Uppleggið hjá okkum
var nakað defens'vt, men
eg haldi, at tað eydnaðist
stak væl. hj.
Arnhold: Eg havi fingið
sjálvsálitið aftur nú
Málskjúttin, ið mikukvøld-
ið nærmast tryggjadi Kl
steypasigurin móti B7I,
var Amhold Joensen, ið
tólv minuttir fyri leiklok
økti um Kl-leidsluna til 2-
0, so tað så enn vónleysari
út hjá B71 at koma fyri
aftur inn í dystin.
- Eg vil síga, at eg vid
hesum havi fingið sjálvs-
Framvegis møguleiki
fyri nýggjum dysti
Eftir finaluna í fjør skriv-
aðu vit, at reglarnir áttu at
verði broyttir, so finalan
verður avgjørd við brots-
spørkum, um dystur og
umdystur enda við javn-
leiki.
Tað krevst samtykt á
FSF aðalfundinum, um
hetta skal gerast, men
einki kom fram um hetta á
fundinum í januar. Vit
hava skilt, at FSF letur fel-
øgini koma við slíkum
broytingaruppskoti, men
nevndin fer ikki at seta seg
ímóti tí, um uppskot kem-
ur fram um hetta.
Bæði fyri áskoðararnar
og ikki minst feløgini
hevði tað komið væl við,
um vissa var fyri, at alt
varð gjørt av sama kveld.
Tí tíðarskeiðið frá fyrst í
august og út til endan á
landskappingini er mest
samantrýsta fótbóltsskeið-
ið á árinum, og tað ber í
sær, at tað so at siga er
ómeguligt at finna eina
løtu til nýggjan dyst.
Hjá kvinnunum er sama
mannagongd, sum hjá
monnunum, men har er
umdysturin sambært regl-
unum bert tvær ferðir
tíggju minuttir og íkki
tvær ferðir fimtan minuttir.
Um eisini seinni dysturin
stendur á jøvnum, er fram-
ferðin tann sama, men tá
skal avgerð finnast við
brotssparkskapping eftir
umdystin.
Tá kvinnufinalan varð
spæld hóskveldið millum
IF og B36, gjørdist neyð-
ugt við umdysti. Hann
gjørdist tó longri, enn regl-
umar siga, tí spælt varð
tvær ferðir fimtan minuttir.
Men tað kundi tó gera tað
sama, tí tá B36 fekk málið
til 3-2, var tað innan fyri ta
tíð, tvær ferðir tíggju min-
uttir hevði verið. Dysturin
endaði annars 4-2, tí B36
fekk eitt mál aftrat móti
endanum á umdystinum.
-nn-/bj.
álitið aftur, og tað eri eg
sera fegin um, tí tað hevur
bilað við ti leingi, segði
Amhold Joensen við Sos-
ialin í umklæðingarrúm-
inum aftan á dystin.
— Eitt, sum hevur hjålpt
væl til, at ein kennir seg
vera eitt sindur betur fyri,
er at uppspælið nú tykist
vera betri, so ein fær meira
Viðhaldsfólki
Rómurin á áskoðarunum,
tå KÍ og B71 spældu final-
una í kappingini um Løg-
manssteypið, var av tí all-
arbesta, ið upplivast kann
kring ein føroyskan fót-
bóltsdyst. Men kortini eru
at arbeiða við har frammi.
Ungi Kl-arin, ið hevði
eitt sera gott kappingarár,
tá KI vann FM-heitið fyri
trimum árum síðani, hevur
ikki rættiliga fingið spælið
at koyrt so væl, men í ár
hevur hilnast betur, og er
Amhold millum menninar,
ið manna landsliðið.
- Eg væntaði, at vit fóru
einstakir áskoðarar sann-
førdir um, at:tað eigur at
bera úl at fáa uppaftur
betri hýr kring vøllin:
— Hetta kann gerast við
at lata eitt nú øll viðhalds-
fólkini hjá KÍ og øll hjá
at vinna dystin, men eg má
viðganga at tað sá svart út
í fyrra hálvleiki. Tá gekk
eg næstan bara og bíðaði
eftir, at B71 skoraði. Men
so bleiv betri, og í seinna
hálvleiki vil eg síga, at vit
áttu tað mesta, ið var, helt
Amhold eftir dystin, ið
m.a. landsliðsvenjarin var
og hugdi at. hj.
ni å sama stad
B71 sita å sama stad kring
vøllin, eins og gjørt verdur
aðrastaðni, sigur Kl-vid-
haldsmaður við Sosialin.
— Hetta átti FSF at um-
hugsa, so bleiv tað enn stutt
ligari næstu ferð. hj.