leygardagur 6. august 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SEN
Nr. 147 — 6. AUGUST 1994
Síða 9
Fólkatómt í
Sundalagnum
Klaksvíkingar missa málverjan
Í gjár var Jákup Mikkel-
sen, liðformaður hjá KÍ og
landsliðsmálverji, í flog-
farinum, sum lætti úr Vág-
um. Sum so mangur annar
hevur hann stungið í sekk-
in og hevur búsett seg á
Sælandi.
Hvar fótbóltsframtíðin
verður, var ikki greitt, tá
hann fór, men vit hava
skilt, at landsliðsvenjarin,
Allan Simonsen, er áhug-
aður í og skal royna at
hjálpa til, at hann kemur
til felag, sum í minsta lag-
ið kann geva honum somu
avbjóðing sum KÍ. Super-
liguliðið Næstved hevur
verið nevnt, men tað er
einki avgjør. Nýggjur
málverji hjá KÍ er John
William Joensen, sum
vardi málið í fjør, tá Jákup
spældi úti.
Annars hevur KÍ mest
sum sama fólkið tókt sum
mikukvøldid. Harley Bert-
holdsen er leikbannadur
eftir refleksbjargingina å
linjuni, medan Jan Andre-
assen er leysur av leik-
banninum, hann hevði
mikukveldið.
Verri er statt hjá EB/-
Streymi. Teir eru botnlid,
og nú hava teir mist og
missa nógv fólk. Bergur
Magnussen hevur staðið
fyri venjingini, men har
hevur verið lítið fólk.
Halldórur Joensen, Høgni
Djurhuus og Carsten Vang
eru farnir av landinum, og
Conrad Joensen, Ólavur
Høghamar og Dánjal Mag-
nussen hava ongantíð vant.
Teir báðir fyrru hava verið
burtur, og hin síðsti er
framvegis skaddur.
Egil Zachariassen verður
við í morgin, men týsdagin
fer hann av landinum í út-
búgvingargrindum.
EB/Streymur skal til
Klaksvíkar við tveimum
liðum, og teir noyðast at
skrava fólk saman. Hvussu
tað verður gjørt, var ikki
klárt í gjár. M.a. er trupul-
leikin málverjuplássið.
Teir hava bara ein mál-
verja, unglingan Brian
Kristensen, og teir rokn-
aðu við, at hann verjir
málið á besta liðnum.
Umstødurnar eru soleið-
is, at KÍ er greiður favor-
ittur. Í morgin ber ikki til
at dyrgja eftir, at mót-
stødumenninir koma fram,
og klaksvíkingar mugu
finna seg í, at teir eru stór-
ir favorittar. Men teir
skulu ansa sær. At teir, ið
verða roknaðir at liggja
undir, enda omaná, er ikki
púra óvanligt, tað eiga teir
í Klaksvík at vita alt um!
-nn-
Skert NSÍ-lið metir
HB í Gundadali í dag
HB fær seinnapartin í dag
góðan møguleika at hevna
ésigurin í Runavík í fyrru
kappingarhelvt, tá teir
taptu einasta landskapp-
ingardystin higartil í ár.
Runavíkingar fáa nevni-
liga ikki komið við sínari
allarsterkastu uppstilling,
tí menn eru farnir burtur-
av. Oddfríður Gaardbo, ið
hevur verið fastur maður í
mong ár er farin til Týsk-
lands at arbeiða, og tað
sama er við Jack Jacobsen.
Aftrat er so eisini Hendrik
Egholm farin av landinum,
og tveir aðrir verjumenn,
Svein í Heiðunum og Eyð-
un Gaardbo eru enn ikki
komnir aftur úr summarfrí.
Umframt forða skaðar
fleiri gørum at vera við,
men hinvegin er Sverri
Justinussen nú klárur.
Hesin dysturin er tann
síðsti hjá HB, áðrenn tørn-
að verður út móti skotska
Motherwell tyskvøldi& i
UEFA Cup-kappingini.
Fyri HB man tað kenn-
ast sum smeitur, at Sigfríður
Clementsen meiddi sær fót-
in undir venjing í vikuni,
og tí ikki fær spælt í Skot-
landi og heldur ikki í dag.
Í dag fær heldur ikki John
Heri Dam spælt, tí hann
hevur leikbann.
Men annars skuldi HB
havt alt fólkið til taks.
hj.
GÍ fer longu seinnapartin í
dag út á Svangaskarð. Tað
gera teir fyri at fáa ein
eyka fyrireikingardag til
Europa Cup-dystin týs-
kvøldid.
Graslikisvøllurin å
Svangaskarði hevur fingið
stóra umvæling í summar-
stedginum. Síðstu åbøt-
urnar vórðu gjørdar i gjár.
Liðið hjá B68 er nógv
broytt síðani seinasta dyst:
Oleif Joensen, Dávur Han-
sen, Egin Høgnesen og
Øssur Hansen eru burtur.
Tað hevur ljóðað á Toft-
um, at møguleiki var fyri,
at Øssur Hansen skuldi
koma upp til GÍ dystin,
men hetta heldur Allan Si-
monsen ikki vera serliga
heppið. Øssur hevur í fýra
dystum á 2. líði hjá Vejle
skotið ty mál, og tað
hevði verið óheppið fyri
leiðina hjá honum móti
besta liðnum, um hann fór. |
Oman á allar flytingarn-
ar kom tað illa við hjá
B68, at Jákup Djurhuus
hevur fingið ein so mikið
ålvarsligan løst í beinið, at
tað gongur drúgv tíð, áðr-
enn hann er tøkur aftur.
Olaf Magnussen er kom-
in aftur í málið hjá B68,
sum í venjingardystunum
hevur roynt nógvar upp-
stillingar. Urslitini hava
ikki verið nakað at reypa
av: 4-1 tap móti B36 og
LÍF og 0-7 tap móti HB,
men tað hevur lítið at siga,
um liðið er samanspælt, tá
GÍ vitjar klokkan 17 í dag.
GÍ altíð væl fyri á Toftum
Í GÍ hava teir mest sum
sama fólkið tókt, sum var
við undan summarsteðg-
inum. Samson Nesá leikti
aftastur tveir dystir. Hann
er farin niður aftur, men
Símun Petur Justinussen er
við aftur, eftir at hava ver-
ið skaddur undan summar-
steðginum.
Út frá manningargrund-
arlagnum at meta, so er GÍ
favorittur í dag. Teir
standa seg oftast væl á
Svangaskarði. Vit skulu
aftur til 1989 fyri at finna
seinasta B68 sigurin á
heimavølli móti GI. Tá
vann B68 1-0. Seinastu
fýra árini hevur GI vunnið
tríggjar ferðir, meðan ein
dystur er endaður javnur.
-nn-
B36 nýtt á mongum økjum
ÍF hevur nýggjan málverja og gaml-
an kenning aftur á midvøllinum
Hóast talan er um fyrsta
umfarið eftir summar-
steðgin, so kann tað væl
fara at vísa seg, at dysturin
í Fuglafirði millum ÍF og
B36 fer at verða ógvuliga
týdningarmikil. Talan er
um so kallaðan fýra stigs
dyst, tí vinnur B36, so
hava teir nógv at geva út
av, meðan teir verða tog-
aðir niður í strikufløkjuna,
um ÍF vinnur.
Fuglfirðingar hava í
summarsteðginum mist
eitt stig á skriviborðinum,
og teir hava mist tríggjar
leikarar: Erling Joensen,
Margar Hansen og Magni
á Lakjuni eru farnir av
landinum. Magni var bara
við tveir dystir, meðan
hann helt summarfrí úr
Vejle, meðan hinir báðir
vóru við alla tíðina. Ser-
liga meinur verður saknur-
in av Erlingi Joensen, sum
menti seg at vera ógvuliga
góðan málverja.
Í málinum á venjingar-
ferðini í Fraklandi stóð
unglingamålverjin Jákup
Helgi Egholm, og í morgin
spælir hann sín fyrsta dyst
í fremstu rgð. ÍF fekk til-
boð um at fáa B36 mál-
verjan Wiezek Zakrewski í
málið, men teir tóku ikki
av. Abraham Hansen er á
midvøllinum, men hvussu
tað ávirkar uppstillingina,
fæst at vita í morgin.
Í B36 eru nýggir menn á
beinkinum. Teir eru Páll
Guðlaugsson og Annfinn
Danielsen. Har er eisini
nógv skift út á vellinum.
Sigmund av Teigum, ung-
lingamálverjin, er við í
staðin fyri Wiezek Zak-
rewski, sum ikki er aftur-
komin úr summarfrí. Petur
Eiriksson og Allan Mørk-
øre eru farnir, men tveir
aðrir leigusveinar — Ed-
vard Apalkov og Heri Ol-
sen — eru framvegis í B36.
Undan sum marsteðgin-
um vóru onkrir unglingar á
besta liðnum, og síðani
nýggju venjararnir tóku
við, eru teir miðvíst farnir
at seta nýtt fólk við. Ikki
færri enn níggju leikarar í
unglingaaldri venja við 1.
deildarliðnum, og tað sigur
so mikið, at nú er av álv-
ara farið undir ættarliðs-
skifti í B36.
Hvussu tað fer at spæla
av, fæst fyrsta ábendingin
um í morgin. -nn-
TB plagar at hava gott
tak á B71 á Sevmýri
TB hevur ikki í ár havt eitt
av teimum heilt góðu ár-
unum, men langt frá hevur
tað tó verið so vánaligt, at
teir á Tvgroyri ikki hóma
glottar fyri framman.
Fyrsta avbjóðingin eftir
summarsteðgin eitur B71,
og í teimum dystunum er
vanligt, at TB stendur seg
sera væl, tá spælt verður á
Meðan mong av lidun-
um hava mist fólk, er TB
ikki endiliga ringast fyri, tí
í trimum teimum næstu
dystunum eru tveir spælar-
ar við, ið eisini myndaðu
liðið í fjør. Teir eru Bjarni
Mortensen og Petur Oluj
Joensen, ið lesa niðri og
eru í góðum formi.
Aftrat teimum er so
Birgir Jørgensen við. Hann
skifti frá FS Vágum til TB
undan summarsteðginum,
og fekk tá síðsta dystin
við, ið var móti GÍ. Bogi
Johannesen, ið vegna skaða
hevur verið burturi fýra
teir síðstu dystirnar, er við
at vera klárur, og hann er
kanska við longu í morgin.
B71-spælaramir munnu
nú hava sleikt sárini eftir
steypafinalutapið móti KÍ
mikukveldið, og einki er
at ivast í, at teir fara at gera
sitt itarsta fyri at varðveita
oddasessin, teir hava sitið
á í summarsteðginum.
Einasti spælari hjá B71,
ið ivi er um, er Torbjórn
Jensen, ið spæli allan fin-
aludystin, men við lækna-
hjálp. Sum skilst, gongur
framá við skaðanum, so
helst er hann við í morgin.
Rúni í Soylu, ið hevur ver-
ið skaddur, var eisini við,
men fór út seint í seinna
hálvleiki. Hann sá tó út til
at hava funnið formin aft-
ur. hj.