leygardagur 6. august 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 147-—6. AUGUST 1994
Tíggjunda sunnudag
eftir trinitatis
ant Á
Kollekt. Latum okkum øll bidja:
Alvaldandi, ævigi Guð! Tú, sum av stóru náði tíni
við einborna syni tínum hevur opinberað okkum,
hvat ið er okkum til friðar, vær biðjum teg, vek
upp hjørtu okkara við heilaga anda tínum, so at
vit fara rættiliga at við orði tínum og ikki lata tað
ljóða út í tóman heim ella hoyra tað uttan åvøkst,
eins og fólk títt Ísral gjørdi í vantrúgv síni, men
halda fast við tað og liva eftir tí, fyri at vit mega
vera børn tíni og dagliga vaksa í trúnni á miskunn
tína og so um ævir verða sæl fyri son tín, Jesus
Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í
einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur
og ævir allar! Amen.
Epistulin er skrivaður í Hebrearabrævinum.
3. kap. 7.--14. v. |
Tí er tað eins og heilagi andin sigur: >Í dag,
um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu
tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í
oydimørkini, har sum fedrar tykkara freistaðu
meg og vildu royna meg, og tó sóu teir gerningar
mínar í fjøruti ár. Fyri tað varð eg hesi ætt
grammur og segði: >Í heilum teir villast í hjørtum
sínum<. Men teir kendu ikki vegir mínar, so at eg
svór í vreiði míni: >Sanniliga, teir skulu ikki
ganga inn til hvíld mína<. Gevið gætur eftir,
bróður, at tað ikki í nókrum tykkara skal vera eitt
vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi
Guði! Men áminnið hvør annan hvønn ein dag,
meðan tað enn eitur >í dag«, fyri at eingin tykkara
skal verða forherðaður av sviki syndarinnar! Tí at
vit eru vorðnir lutiknir í Kristi, so framt sum vit
fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara,
soleiðis sum tað var í fyrstuni.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus
evangelistur, 11. kap. 16.—24. v.
Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er
lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn
síni og siga: >Vit spældu á floytu fyri tykkum, og
ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit
eymkaðu tykku«. Tí at Jóhannus kom, og hvørki
åt ella drakk, og tey siga: »Hann hevur ein illan
anda«. Menniskjusonurin kom, og hann etur og
drekkur, og tey siga: »Si, slikur åtari og drykkju-
maður, tollari og syndara vinur«. Og vísdómurin
er vorðin rættvisgjørdur av bømum sínum<. Tá
tók hann at skamma tær bygdirnar út har sum tær
flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær
ikki høvdu vent um: »Vei tær, Korasin! Vei tær,
Betsjada! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru
gjørdar í tykkum, verið gjørdar i Tyrus og Sidon,
tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku. Tó
sigi eg tykkum, at tað skal gangast Tyrus og
Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. Og tú,
Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til
heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær
kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið
gjørdar í Sódomo, tá hevði hon staðið til dagin í
dag. Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast
Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær<.
| Brúdleyn
} Sunnudagin 14. aug. gif
Týsdagin 9. aug. giftastíSkive = Bistrup kirkju Á Hjaring
Aðalgunn Bjørgheðinsdóttir Kristianna Poulsen, Tórshavn,
Jacobsen, Langasandi, og Gert og Hjalmar Jacobsen, Vági.
Bonde Johansen, Dommerby. Brúdleyps adr.: Svanelund-
Brúdleyps adr.: Højslevs- en, Svanelunden 6. 9800
gårdsvej 27, 7840 Højslev. — Hjørring.
Lýsið i soslalinum
Gudstænastur 10. sunnudag e. trinitatis
Havnar kirkja: B. Jacobsen
Vesturkirkjan: K. Mørkøre
Nólsoy: P. M. Rasmussen
Kollafjørður: Ó. Rasmussen kl. 11.00
Kirkjubøur: S. Klein
Vidareidi: E. Beder kl. 11.00, altargongd
Glyvrar: J. Bech kl. 11.00
Norðskáli: E. Olsen kl. 11.00, altargongd (skriftarmål
kl. 10.40)
Saksun: M. Bæk kl. 11.00
Bøur: D. Johannesen kl. 11.00, aliargongd
Gjógv: H. J. Joensen
Hvalba: P. Paulse kl. 12.00, altargongd
Kaldbak: B: Bæk, altargongd
Arnafjørdur: N. P. Danielsen
Oyndarfjørdur: J. Hvas kl. 12.00
Hov: T. Beder kl. 11.00
Svinoy: H. Joensen kl. 12.00
28. juli
Ella Thorkilshøj, Torshavn, 83 åra gomul.
Anna Katrina Mortensen, Argjum, 93 åra
gomul.
29. juli
Thomina Hansen, Norådepli.
Helena Højgaard, fyrrv. ljósmóðir, Tórshavn,
97 ára gomul.
30. juli
Da' sy Olsen, Tórshavn, 74 ára gomul.
l.august
Louisa Gaard, Oyndarfirði, 70 ára gomul.
f
Fæðingar |
26. juli fingu Tordis og
Beinir Olsen, Kambsdali,
eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3600 gr.
27. juli finguLeilaog Louis — -(N
Gullfoss, úr Hoyvík, búsit- 7 , ;
andi i Høje Tostrup, ein son. Vælkomu
Hann var 53 cm langur og = lítla barn
vigadi 3800 gr.
27. juli fingu Jóhanna Elia-
sen og Magni Olsen, Sal-
tangarå, ein son. Hann var
56 cm langur og vigadi
4620 gr.
31. juli fingu Kala Rajani og
Rúni Hansen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3130 gr.
1. august fingu Vivi Árna-
28. juli fingu Sigga og stein og Thomas Davidsen,
Ragnar Olsen, Søldarfirdi,
eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3050 gr.
29. juli fingu Karina Natte-
stad og Ossur Nolsøe, Tórs-
havn, ein son. Hann var 51 Nielsen, Hoyvík, eina dótt-
cm langur og vigaði 3600 ur. Hon var 54 cm long og
gr. vigaði 3700 gr.
2. august fingu Hildibjørg
Johannesen og Herálvur F.
30. juli fingu Tórfríð og
Heðin Jacobsen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 48 cm
long og vigaði 2520 gr.
3. august fingu Sólvá og
Birgir Sondum, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 3850 gr
frå kl. 14.30—7.00 á morgni.
Tíðindablaðið (37)
Umhvørvisvernd
Gøtunøvnini í Havn eru tankavekjandi. Tad sær út
sum, at onkur hevur gingið runt og sett skeiv
skeltir upp fyri at halda fólk fyri spott. Vit síggja til
dømis JOANNESAR PATURSSONAR GØTA og
JÁKUPS NOLSØES GØTA. Hetta er ikki før-
oyskt. Vit hava eisini Magnus Heinasonar getu
(ikki: Magnusar Heinasonar geta) og Djóna í Geil
gøta (ikki Djóna í Geilar geta). Vit hava heldur íkki
Fríðriks Petersens getu, men bara Fr. Petersens
getu (so kunnu turistarnir gita, hvat tað er fyri ein
frú ella frékun Petersen, sum uppkallað er).
Kanska kundi býráðið sett onkran arbeiðsleys-
an persón at bøtt um hesi skeltini. Tað er so deiligt
at spáka í Havn, men hasi ræðuligu getusxeltini
misprýða so illa.
ps
Dr. Jakobsen
Í grammatikkini hava vit nakað, sum kallast
attributiv appositión. Tá tað snýr seg um nøvn,
kunnu vit hava minst trý sleg av sovorðnum
appositiónum: a) stættarheiti (trælur, húskallur,
bóndi, greivi), b) tittul (kongur, frúgv, harri, hús-
bóndi, doktari) og c) fakheiti (fiskimaður, tann-
teknikari, lækni, blikksmiður, lærari, bilmekan-
ikari).
Men hvar skal so appositiónin standa? Aftanfyri
ella frammanfyri? Vit hava her í landinum bæði
Kálv Lítla og Stóra Martin. Tað er traditión í fer-
oyskum at seta stættarheiti og fakheiti aftanfyri:
Hákun kongur av Noregi, Jógvan bóndi, Hanus
lærarin, Mikkjal Petersen bilmekanikari. Við titt!-
um er tað ødrvisi. Í Seyðabrævinum stendur tittul-
in ofta millum for- og eftirnavn: »Hakon med guds
miskun Noregs hærtugi son Mlagnusar) kongs
hins koronada…«. Men í seinni tíð hava føroyingar
—sum onnur europeisk fólk — hug til at seta tittulin
frammanfyri (og í bendingsleysum formi): dr.
Jakobsen, dr. Dahl, herr Sinklar, kong Kristian,
skipar Hansen, barón Múnchhausen, loytnant
Svarre, tsar Petur, pávi Pius.
Taðer ikki altíð greitt, nær appositiónin er tittul
ella fakheiti. Men tað er íkki beint at koyra alt
afturum. Málið er ikki mekanikkur. Tað må fram-
vegis sleppast at eita: dr. Livingstone, kaptain
Marryat, kong Salomon og skræddar Debes. Vit
kunnu illa siga farvæl við gamlar vinir sum Dr.
Jekyll og Mr. Hyde.
Herfyri kom ein bók út, sum æt »Glas lækni«.
Hetta er ein umseting av »Dr. Glas« hjå Hjalmar
Såderberg. Uttan mun til, um hesin góði Glas
hevur skrivad doktaraavhandling ella ikki, so føl-
ist tad beinari at uppfata »dr.« sum tittul og ikki
sum fakheiti. Bókin átti tí at itid »Dr. Glas« á før-
oyskum.
Vit hava fleiri onnur dømir um sovorðnar tittlar:
dr. Mabuse, ár. Faust, professor Tribini, magister
Stygotius, magister Mortensen (hjá Williami).
Ikki hevði tað føltst beint, um onkur tók sær fyri at
týða teppibankibólkin »Dr. Hook« til »Hukur
lækni« ella okkurt tílíkt.
n
Kvinnuhusi -—
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Teirfonin, 17200, svarar hvenn dag
i
|
|
í
——