Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (3771), Nr. 148 — 9. AUGUST 1994 Síða 7 Neyðugt at seta út í kortið Skulu vit framvegis taka lut í altjóða fótbólti, er neyðugt at gera tvær broytingar í fótbóltskapp- ingini. Onnur er, at fótbóltsárið skal toyggjast ein mánað ella tveir, og hin er, at sjálv kappingin má broytast, so dystirnir í fremstu rød verða meiri áhugaverðir og avbjóðingini hverja ferð verður størri hjá bestu liðunum. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur í Itråttarsosialinum verið inni á tí neyduga í at leingja kappingarárið. Umfarið í landskappingini seinasta vikuskifti undirstrikaði, at styrkismunurin á liðunum er so stórur nú, at tað gongur út yvir dystarvenjingina hjá teimum bestu, at mótstaðan er so lítil. Tað hevur aftur við sær, at fyritreytirnar fyri góðum úrslitum í Europa cup og hjá landsliðnum viknað. Vit hava skilt, at FSF umhugsar broytingar. Men tað eru so nógv onnur viðurskifti, sum hanga uppii. Tá tað snýr seg um at leingja kappingina, snýr tað seg um, hvusssu fót- bóltsárið skal leingjast. Skal tað gerast við at spæla fleiri landskappingardystir, skal tað ger- ast við aðrari kapping, skal tað bara vera í 1. deild, at árið verður longt, og hvat árin fer tað at hava, um leikarar flyta felag um heystið. Um tað skal skerast av toppinum, og liðini í fremstu rød gerast færri, so fer tað at hava somu fylgir. Og tá tað bara vera tey fáu, sum styrknað, meðan tey nógvu viknað, so er einki at siga til, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa meiriluta fyri slíkum hugsanum. Har aftur at kemur, at tað eru ikki bara fótbólts- fólk, sum verða nortin av tílíkum broytingum. Tey, ið varða av vetrarítróttargreinunum halda, at fótbólturin leggur seg á ov nógva tíð. Fólka- grundarlagið er lítið (og nú er tað vorðið minni), og tað eru tey somu, sum íðka fótbólt og sum eru stuðlar í flogbólti, hondbólti, borðtennis osv. Men tá fótbólturin og vetrarítrótturin arbeiða í senn, vísir tað seg ferð eftir ferð, at tey flestu taka fótbóltin fram um, og so er sperðil í. Tí er einki at siga til, at ábyrgdarfólk av vetrarítróttargreinum fara at geva seg til kennar, um tosið um at leingja fótbóltsárið rættiliga fer at kykna. Hverja niðurstøðu ábyrgdarmenn innan fót- bóltin koma til velst um, hvat teir vilja við fótbóltinum. Tað verður á so nógvum økjum tosað um endamálsorðing, og um málrættað arbeiði og miðvísa leiðslu at náa setningin. Fyri at fáa greiðu á, hvussu viðurskiftini skulu hanga saman í framtidini, er neyðugt at føroyskur fót- bóltur ger upp við seg sjálvan. Feroyskur fótbóltur er feløgini og síðani nevndin í FSF, sum feløgini hava valt. Tað er neyðugt, at tað bæði innan felags, millum feløgini og í størri forum verður vidgjørt, hvat tað er, fótbólturin stílar eftir. Tá tann við- gerðin hevur verið, og ábyrgðarfólkini hava gjørt sær klárt, hvat málið er, ber til at meta um møguleikarnar at náa málunum, og so er lættari atseta broytingar í verk, sum settu málini krevja. Tí mugu vit rokna við, at tað verður lívligt í for- oyska fótbóltsheiminum, eisini eftir at kappingin er lokin um sjey vikur og landsliðið er farið í vetrarfrí um fjúrtan vikur. Ítróttarsoslalurin eru høvudsorsøkin til hetta Um vikuskiftið fór fótbólt- urin av álvara á rull aftur. Og úrslitini í bestu deildini bera nógv á tað borðið, at ' tað eru nøkur fá feløg, sum eru nógv sterkari, enn hini feløgini eru. Tey eru betri fyri við fólki, og tey eru helst eisini í betri venjingarstødu. Nøk- ur av smærru feløgunum hava ilt við at fóta sær eftir at fleiri av leikarunum, sum hava verið stuðlar í nógv ár, hava leitað sær burtur í onnur lond fyri at vinna fyri dagligt breyð ella fyri at søkja sær kunnleika á skúlabeinki. KI formaðurin segði i blaðnum fríggjadagin, at teirra felag var so mikið stórt, at tað var eingin orsøk at eymka seg, um ein ella tveir leikarar fluttu. Tað vísti seg eisini um viku- skiftid, at Kl er einki viknað av, at onkrir eru farnir av landinum. Tað bilar hedlur ikki hjá HB, um ein ella tveir fara, men aðra staðni" svíður tað dygt. Tað sást td. at EB/ Streymur ikki tolir, at um- leið ein helvt av leikarum, sum hava verið á besta lið- num, nú eru burtur. Á Toftum kemur tað eisini illa við, at stuðulsleikarar eru burtur, og í Runavík man tað eisini svíða. Tað er ikki so undarligt, tí serliga í Sundalagnum og á Toftum er fólkagrundarlagið so mikið lítið, at tað er ikki bara sum at siga tað at finna fuyllgóðar menn at seta inn á tómu plássini. Knappar 3 milliónir Einki er at taka seg aftur í, at altjóða luttókan í Europa cuper stór gularót hjá feløg- unum. Leikararnir síggja spennandi avbjóðing í hes- um, og felggini sígja hetta sum kærkomnan møgu- leika at fáa fíggjarligt grundarlag, sum tað annars hevði verið meiri enn tor- ført at finna í Føroyum. Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum spælt verð- ur um. Fyri at taka lut í innleiðandi umfarinum í kappingini fyri steypa- vinnarar og UEFA cup fáa feløgini 80.000 sveisiskar frankar í part. Peningurin verður ikki útgoldin fyrr enn um eitt ár, og tað kann vera, at virðið á gjald- oyrunum í mun til hvort annað verður gðrvísi lå, men við kursinum, sum er nú, ber hetta í sær, at Gl, B71 og HB fáa 380 túsund krónur í part, og tá er ikki Besta deildin er skrædnad | Milliónirnar í Europa cup og stóra fólkaflytingin roknað við teimum upp- hæddum, sum felggini sjálvi fáa til vega, t.d. við sólu av sjónvarpsrættind- um. GÍ átti av réttum at tikið lut í kappingini fyri meist- aralið, men UEFA hevur flutt nøkur av veikaru lið- unum í UEFA kappingina í staðin. Aftur fyri at liðini hava góðtíkið flytingina hevur UEFA gjørt av at leskað tey við 150.000 sveisiskum frankum í part. Og tað merkir, at komandi summar fær GI útgoldið 380.000 krónur pluss 712.500 krónur ella í alt 1.092.500 krónur! Uframt tað, feløgini fáa, fær FSF í sín part frá UEFA 200.000 sveisiskar frankar ella umieið 950 túsund krónur. Tað vil við øSrum orðum siga, at føroyskur fótbóltur fyri Europa cup fær í alt 2.802.500 krónur útgoldnar komandi summ- ar. Ikki undur í at fóroysku blødini fleiri ferðir um vikuna hava virði á gjald- oyrunum í blaðnum! Væl brynjaðir Tá B71 og KÍ spældu steypafinalu mikukveldið vóru knappar 400.000 krón- ur upp á spæl, og tær vann KÍ. Tær verða ikki útgold- nar fyrr enn á sumri í 1996, men tað er gott at hava í vanti! Í vikuskiftinum fóru bæði HB og Gl fram um B71 á stødutalvuni. Tey bæði oddaliðini hittast í Getu komandi vikuskifti, og um- framt heiður og æru, so verður dysturin eitt stríð um, hvør skal hava besta møguleikan at vinna stórar peningaupphæddir, tá kappingin er liðug seinni í heyst. At peningur rættiliga er komin i føroyskan fótbólt, sæst aftur í hvussu væl leik- ararnir eru fyrireikaðir. KÍ er væl fyri, tí teir hava fyrireikað seg at spæla um pláss í Europa og stórar upphæddir, og HB og GÍ eru væl fyri, tí teir skulu spæla í Europa í kveld og sam- stundis skulu teir hugsa um at vinna sær sess úti í Europa — og har við fíggj- arligan ágóða — komandi ár. Einki er at ivast í, at sandoyingar hava lagt somu orku bat vera væl fyri. Men heima á landi hevur tað ikki gingið gott hjá teimum. Mikukveldið mistu teir 380 túsund krónur, tí teir taptu finaluna um løgmanssteyp- ið, og í vikuskiftinum mistu teir tvinni týdningarmikil stig í stríðnum um euro- peiska luttøku og harvið stórar peningaupphæddir. Fyri bæði GÍ, B71 og HB kunnu vit vóna, at tað gong- ur væl hesa vikuna. Eydnast tað einum teirra at koma víðari í europeisku kapp- ingini, so liggja 80.000 sveisiskir frankar aftur at og bíða! -nn- Torleif nýggjan sess Leygardagin fekk FSF for- maðurin, Torleif Sigurðs- son, bræv frá europeisku fótbóltssamgonguni, har tað varð sagt frá, at á fundi í starvsnevndini var FSF for- maðurin valdur í ungdóms- nevndina hjá UEFA. Hetta var fyrsti starvs- neyndarfundur eftir aðal- fundin, og í fótbóltspoli- tikkinum er sum í løgting- inum, soleidis at skilja, at nevndirnar verða valdar á fyrsta fundinum. Føroyingar eiga hollar stuðlar í starvsnevndini hjá UEFA. Millum teirra kunnu vit nevna formannin, svian Lennart Johansson og norð- mannin Per Omdal, sum FSF formaðurin hevur tætt samband við. Tá týskt kvinnuúrvalslið var í Føroyum fyri einum ári síðani vóru teir so væl nøgdir við gestablídni, at formaðurin í týska fótbólts- samtakinum — hann eitur Egidius Braun — í brævi til FSF formannin segði seg altíð vilja arbeiða fyri før- oyskum áhugamálum inn- an UEFA og FIFA. So er spurningurin, hvat gagn føroyskur fótbóltur kann hava av, at FSF for- maðurin situr í ungdóms- nevndini hjá UEFA. Torleif Sigurdsson held- ur, at tað altid er gagnligt at vera umboðaður í slíkum forum. Nú er so stutt síðani brævið kom, so hann hevur ikki havt stundir at kanna, hvat uppgåvan itøkiligt ber við sær, men hann hevur skilt tað soleiðis, at hetta er politisk nevnd, sum leggur linjurnar, meðan aðrar nevndir taka sær av og sam- skipa EM kappingarnar fyri unglingalandsliðini. - Vit hava í ár boðað frá luttøku í EM kappingini fyri U18 landslið, men okkara U16 landslið hevur bara tíkið lut i NM kappingini hesa ferð. Vit havatosad um at fara upp í EM fyri U16,0g tá tú kemur í hasa nevndina, so vildi eg mett, at tú finnur upp aftur fleiri argument fyri at taka lut, heldur FSF formaðurin. Norðmaðurin Per Oma- dal er formaður í ungdóms- nevndini, og tað ger tað ikki minni hugaligt hjá føroy- ingum at fáa umboð í nevndini. Torleif Sigurðsson hevur sitid í Fair play nevndini hjá UEFA, men harer hann ikki longur. Hesi árini hava bara tveir fundir verið, og hóast vit hava alla virðing fyri tí arbeiðnum, so er einki at ivast i, at tað gagnar før- oyskum fótbólti meiri at sleppa upp í part í ungdóms- nevndini. -hn-