týsdagur 9. august 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 148 — 9. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sestalurin |
2. deild, menn:
NSÍ-Royn 2-1 (1-0)
Uppflytarnir NSÍ hava
havt tað trupult í fyrru
hálvu. Bert try ség
høvdu teir tá summar-
steðgurin byrjaði og
lógu tí einsamallir í
botninum.
Leygardagin var 2.
deildarliðið hjá NSI
stóri sæð manna við
unglingaleikarum. Og tá
unga fólkið er gott, gerð
tað ikki nakað.
NSÍ hevði yvirvág í
fyrra hávleiki og kom
fram um 1-0. Veteranur-
in, Terji Hansen, ið er
heima í summarfrí,
spældi Sjúrð Jacobsen
leysan úti í vinstru síðu,
hann gjørdi eitt trekk og
legði innfyri til Boga
Olsen, ið skoraði fyrsta
málið.
Eftir málið mátti Royn
longur fram á vøllin og
trýsti teir spælið fram
móti NSÍ brotsteiginum.
Men teir blivu ongantíð
rættuliga vandamiklir.
Í seinna hálvleiki
hevði Royn so at siga alt
spælið, men megnaðu
kortini ikki at spæla sær
nógvar upplagdar
målmøguleikar. Tá teir
gjørdust fríur, fóru
skotini framvið
málinum ella bjargaði
Rørist i
botninum
målverjin, Rúni
Joensen.
Tá tað var Royn sum
týstið spælið á NSÍ
hálvuna og hevði bóltin
mest, so fekk NSÍ nøkur
skjótálop í gjørdust
vandamikil, men vóru
ikki nóg neyvir í
skotunum uppá mál. Tá
eitt korter var eftir av
seinna hálvleiki fangaði
Sjúrður Jacobsen bóltin
úti í vinstra borið mitt á
Royn hálvuni og trekti
framvið fýra hvalbing-
um inn í brotsteigin og
sendi bóltin framvið
málverjanum og í
kassan til 2-0 leiðslu.
Rættuliga óvænta eftir
hvussu leikur var farin
Royn helt fram við |
Í
tann framúr góði NSÍ
sínum pressi og í
seinastu = minuttunum
sendi Njál Niclasen ein
høgan bólt innfyri. Rúni
í NSÍ málinum helt hann
verða omanfyri. Men
bólturin smeyg sær beint
undir tvørstongina og
inn í málið til 2-1.
Men tá var ongin tíð
eftir til at skjóta fleiri
mál, so hvalbingar máttu
suðuraftur við ongum
stigið, hóast teir høvdu
havt bóltin mest.
áh |
Í
Sumba
dumpaði
2. deild menn,
Sumba-B68 0-1 (0-0)
Mest óvæntaða úrslitið
hetta vikuskiftid mundi
vera, at sumbongar å
heimavølli taptu móti B68,
sum hevur havt so stórar
trupulleikar at manna besta
liðið, at tað eftir øllum
sólarmerkjum at dóma átti
at gjørt fyritreytirnar fyri
góðum úrsliti hjá næstbesta
liðnum vánaligar.
Men tað gongur ikki altíð
sum prestur præðikar.
Sumba legði harðliga fyri,
teir høvdu eina rúgvu av
møguleikum, men teir fingu
einki mál. Ti gjørdist trýstið
alt meiri strongt og óum-
hugsað, meðan toftamenn-
inir royndu at halda høvdid
kalt, dúvað upp á snar-
ålopsmøguleikan, sum
onkuntíð var har, og lítið
korter undan leikloki eydn-
aðist.
Frísparki dygst uttan vert
brotsteigin tók Oddmar
Andreassen sær av. Hann
hevur ikki so stóran motor,
tá tað ræður um leikferð,
men við béltinum er hann
ein slíkur snillingur, at teir
eru fáir, sum taka hann.
Soleiðis er tað eisini við
sparkiteknikkinum, og tað
vísti hann fyri smbingm
hesa ferðina.
1-0 til B68, sum lætti sær
á í botninum, meðan Sumba
sær út til at hava spilt
møguleikan at blanda seg í
stríðið um uppflyting.
(-nn-)
Trúgvi Mortensen í NSÍ
málinum mát
6 se
ti triggjar ferð í málið eftir bóltinum. Mynd: Hilmar Jan Hansen
HB-ararnir ikki fyri-
lagstir til Skotlands
HB vísti ikki nógv og NSÍ nógu minni, tá liðini møttust leygardagin.
Motherwell-maðurin í Gundadali mundi ikki fáa nógu at skriva heim um
1. deild, menn:
HB-NSI 3-0 (1-0)
Teir í HB bera neyvan ótta
fyri, at nakar av teirra spæl-
arum leygardagin møddi
seg so nógv, at hann er fyri-
lagstur, tá høvudsstadarfel-
agið tørnar út móti Mother-
well í UEFA Cup-dystinum
í kveld.
Fyrsti dysturin eftir
summarsteðgin var móti
NSÍ, ið frammanundan var
einasta liðið, ið hevði vunn-
ið á HB í landskappingini,
men einki bendi á, at hetta
fór at endurtaka seg.
Bæði liðini ansadu væl
eftir, at tey ikki skaptu alt ov
nógv, og bert í smáum glott-
um var gott fótbóltsspæl.
Og flestu av hesum glott-
unum skaptu HB-ararnir, ið
vunnu uppiborið.
Fyrri hålvleikur var ikki
so hendingarríkur, men
kortini átti HB munin — væl
og virðiliga tað. Longu heilt
tíðliga var bólturin í NSI-
málinum, tá Eyðun smekk-
aði út frá baklinjuni til
Gunnar Mohr, men bólturin
hevði verið úti áðrenn, or H
varð tað málið kolldømt.
So bar til
Men tá hálvleikurin var
hálvrunnin, bar betur til. Ju-
lian Johnsson fór skjótt
igjøgnum í vinstru síðu,
smekkaði inn til Gunnar
Mohr, ið stóð við nærmaru
stong, og hesaferð var tað
hann, ið spældi útfrá til
Eyðun Samuelsen, ið lætt-
liga kundi senda bóltin inn
fram við handaru stong til
1-0.
Einar tvær ferðir slapp
Gunnar Mohr frá NSI-verj-
uni, men kortini ikki fram
við Trygva Mortensen í
NSI-målinum. Hinvegin
hevði NSÍ bert eittans boðið
upp á eitt mál, tá Arnfinnur
Langgaard royndi seg við
ov spakuligum langskoti, ið
Kaj Leo Johannesen uttan
stórvegis trupulleikar
kundi taka sær av.
Beint fyri hálvleik fekk
HB sín størsta kjans í øllum
dystinum — men uttan at fáa
mál. Fyrst skjeyt Rúni
Nolsøe hart úr 20 metra
fjarstødu. Trygvi hálv-
bjargaði heilt inni á strik-
uni, men hóast Hans Tho-
massen bert var ein metur
frá málinum, tá hann fekk
returin, skjeyt hann uppum!
Smáar tíggju minuttir inn
í seinna hålvleik økti HB
um munin til 2-0, men tað
mundi ikki vera vid vilja.
Gunnar Mohr fór igjøgnum
í vinstru síðu, varð skerm-
aður av NSI-verjuni, men
royndi so at skjóta innfyri.
So argur var hann um mis-
eydnaða innleggi, at hann
neyvan sjálvur sá, at bóltur-
in sigldi fram við nærmaru
stong, upp um fingrarnar á
Trygva og niður í netið heilt
úti við handaru stong.
HB hevði framvegis
mesta spælið, men kortini
kom bert tað eina málið
aftrat. Enn einaferð var tað
Gunnar Mohr, ið fór igjøgn-
um. Hóast NSÍ-verjan eisini
hesaferð hekk uppi í hon-
um, fekk hann úr nokk so
spískum vinkli skotið bóltin
í NSI-målid til endaliga
úrslitið 3-0.
Meira veiggj í
Eftir hetta kom líkasum
meira veiggj í NSÍ-ararnar,
ið høvdu einar tveir góðar
málkjansir — fyrst skot frá
Kára Hansen og síðani
skallara beint uppum frá
Djóna N. Joensen. Men inn
fór bólturin ikki, og so
kundi tað gera tað sama
Hesa løtuna fekk HB
eisini onkrar leysar kjansir,
men elftirmenninir hjá
Gunnari Mohr og Eyðuni
Samuelsen, ið vóru farnir út
megnaðu ikki at fáa nakað
meira burturúr.
Tað fekk Motherwell-
maðurin neyvan heldur, ið
sat í gamla skýlinum og
royndi at vita, um hann onk-
unstaðni kundi hóma okk-
urt, ið kundi siga honum
nakað um HB. Men tað var
lættari sagt enn gjørt, so
neyvan hevur verið tað stóra
hjá honum at skriva heim
um....
hj.
Á GILJANESI .
FERDAMANNAHEIM
Tlf. 32900/T1f. 87199