Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 148 — 9. AUGUST 1994 Sida 11 Einvegis ferðsla norðuri í Klaksvík Fólkamissurin er ov stórur til at uppflytararnir í Sundalagnum megna at halda tørn um sessin í bestu deildini Tað hevur verið vorðið sum fótbóltsvika hjá klaksvik- ingum. Fyrst fóru teir úr Gundadali við veðrahorn- unum, og so skoraðu teir átta mál framman fyri áskoðarunum á heimavelli. Áskoðararnir tóktust í góðveðrinum at hava ilt við at røkja sína uppgåvu við sama idni, sum teir ofta hava gjør, og tað var kanska ikki so undarligt. Tí tað var sjón fyri søgn, at mótstøðuliðið hjá KÍ var alt ov veikt til at vera við til at mynda spennandi dyst Sannleikin er, at måtstødan var so mikið lítil, at KÍ skal vísa móti ødrum mótstøðu- liði, hvør dugur er í teimum. Fyrsti møguleikin er móti B36 í Gundadali sunnu- dagin.- KÍ legði fyri við skipað- um og umhugsaðum leiki, har teir ikki busaðu fram í brotsteigin, men koyrdu bóltin millum sín. Virðing- in fyri métstødumonnunum var til staðar, men hon hvarv rættiliga skjótt, og burtursæð frá lítla hvøkk- inum, klaksvíkingar fingu tríggjar minuttir undan steðginum, tá Tummas Joensen skoraði til 3-1 eftir langt innkast frá Berguri Magnussen, so høvdu teir fullkomið tamarhald á stød- uni. Spurningurin var meiri, hvussu stórur sigurin skuldi vera, og tað var aftur tengt at orkuni, sum varð løgd í uppgávuna. Hóast avgjørda yvirvág mesta partin av dystinum, so knipti tað ofta at fáa upplagdan målmøgu- leika burtur úr samanspæli til baklinjuna og innleggi. Allan við í nógvum Heldur var tað einmansav- rik, sum bóru målmøguleik- arnar og málini við sær. Og í tí spælinum hevði Allan Mørkøre høvudsleiklutin. Fyrstu tíðina í B36 hevdi Allan framrættaðan leiklut á midvøllinum, og tå skor- aði hann fleiri mål. Nú hevur hann sama leiklut hjá Kl, og tað tykist hann trívast væl við. Ikki minst tá so skilagóður leikari sum Jan Andreassen er aftanfyri og røkir verjupartin. Hesa ferd skoradi Allan Mørkøre tvey mål. Verjan hjå EB/Streymi hefti ikki fyri, tå Allan vid sinari stóru kropsstyrki við stórari ferð kom buldrandi, sneiddi fleiri av og gav viðleikar- unum upplagdar møguleik- ar. Hann heilfluktadi úr 16 metra fjarstødu í bleytum boga til 1-0, tá 14 minuttir vóru leiktir, hann var við í uppspælinum til 3-0 málið, hann skoraði til 5-1 í 49. minutti, hann spældi bróð- irin leysan við fløtum innleggi, tá hesin økti til 6- 1, og hann sneiddi fýra av, áðrenn hann trilladi út frá til Eyðun Klakkstein, so hann kundi økja til 8-1. Eyðun langt upp Eyðun Klakkstein klatraði langt upp á skjúttaralistan- um. Fyrsta av teimum fýra málunum skoraði hann til 2- 0, tá 20 minuttir vóru leiktir. Jan Joensen vísti sítt kynst- ur í vinstru, spældi John Hansen, sum sendi dygt fram við málinum, har Eyð- un var fyrri enn Jógvan Elias Jacobsen — hondbólts- málverjin, sum í neyðini er farin í málið hjá EB/Streymi — og heilflukiadi í kassan. Eydun Klakkstein økti til 3-0, tå hålvur tími var leiktur. Saman við tveimum viðleikarum stóð hann púra blankur í brotsteiginum eftir hálvbjarging frá málverjan- um. Tveir minuttir eftir hvíld- ina økti hann til 4-1, og korter undan leikloki drøn- aði hann úr eitt sindur spískum í vinstru í kassan til 8-1 eftir uppspæl frá Allan Mørkøre. Kurt Mørkøre økti til 6-1 og 7-1. Seinna málið var frispark upp í hornið úr 18 metra fjarstødu. Bergur Magnussen hevdi tíðliga í dystinum tveir Allan Mørkøre her avmyndaður í B36 búna framdi eitt stórt einmansavrik í Klaksvík móti EB/Streymi . møguleikar, sum hann onk- untíð hevur skorað uppá men tað eydnaðist honum ikki at koma á skjúttara- listan fyrr enn lítla løtu und- an dystarenda, tá hann drønadi brotsspark í kassan aftan fyri nýggja KÍ mál- verjan John William Joen- Móti TB komandi viku- skifti hevur EB/Streymur nýggjan møguleika at lyfta seg úr botninum. Vinna teir ikki tá, kámast vónin at varðveita plássið í bestu deildini ógvuliga nógv. -nn- TB sett kósina uppeftir B71 hevur ongantíð vunnið á Sevmýru, tað gjórdu teir heldur ikki hesaferð. 1. deild menn: TB-B71 3-2 (2-0) TB hevur havt summarfri å einum nidurflytingarplåssi, men teir tóku sunnudagin fyrsta fetið úr botninum og upp eftir stigartalvuni. Teir vunnu ein tepran 3-2 sigur. Teir kunna eins og KÍ frá steypafinaluni prísa seg lukkuligar fyri, at sandoyingar ikki megnað at gera mál fløtuni. TB kom stutt eftir dystarbyrjan á odda 1-0 við máli sum Herman Morten- sen gjørdi. Herman fekk bóltin á midvøllinum frå sandoyinguri og eftir samanspæl við Birgir Jørgensen fær Herman bóltin aftur við brotsteigin har hann setir trygt í netið. Málið loypti hvøkk á sandoyingar og TB fekk lítla yvirvág. Báðir partar høvdu målmøguleikar og í 27. minutti fekk TB frispark beint uttanfyri brotsteigin. Vid einum g6dum skoti, sendi Magni Petersen bóltin upp í hornið og TB framum 2-0. Medan TB var betra liðið i fyrra hålvleiki, so var B71 heilt greitt betri i seinna. Teir rætt og slætt trystu TB heilt f botn. Men tad gekk eitt korter áðrenn teir fingu mál. Eftir eitt hornaspark stók bólturin út um brotsteigin tl Niclas Joensen, sum við einum góðum dykkskotið sendi bóltin í nettakið og minkaði til 2-1. Sandoyingar pressaðu meir og meir fyri at fáa útjavnandi málið. Fleiri góðir málmeguleikar vóru, men tað gav eisini TB høvi at fara í skjótálop. Tey flestu vóru kortini lætt at verja fyri hjá B71, men við tað eina álopið fangaði TB bóltin frá sandoyingi aftarlaga á TB hálvuni (B71 vildi hava fríspark) og sendu Karl Øster avstað við einum rennibólti av egnari hálvu. Komin móti brotsteiginum sendi Karl bóltin framvið Valdemar í málinum og økti til 3-1. Nú var góður hýrur á tvøroyarmonnum. Teir vóru á odda 3-1, hóast B71 hevði meira spæl. fyri Reynatúgvu prikaði eitt innlegg úr høgru síðu í vinstra síðunet. í B71 fekk eitt mál afturat leiklok, tá Páll á Aftanfyri 2-3 og fimm minuttum eftir at leika, so setti B71 ferðina en longur upp. Men nærri enn at raka stongina komu teir kortini ikki. Ein týðningamikil sigur hjá TB fyri at yvirliva í 1. deild, eftir eina slaka byrjan. Fyri B71 var tað enn eitt afturstig, fyrst at tapa steypafinaluna og síðan í landskappingini, hóast at spælið er gott. Men sandoyingar hava kortini ikki mist sambandið við toppin. Teir eru bert eitt stig eftir Gl og tvey eftir HB og øll ty liðini hava innanhysis dystir eftir. (åh)