Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 148 — 9. AUGUST 1994 Linligur dystur Unga B36 liðið fekk eina sómuliga byrjan móti einum éskørpum ÍF liðið hevdi bóltin nógu, men fekk lítið burtur úr 1. deild menn: IF - B36 2-2 (1-2): Í summarsteðginum hevur verið tosað nógv um at feløgini hava mist fólk. Tá hevur B36 ofta verið havt á munni, tí teir hava mist fleiri leikarar og hava eisini skift venjara. Við Páll Guðlaugsson og Annfinn Danielsen, sum nýggjum venjarum fór B36 til Fuglafjarðar við einum rættuliga ungum liði. Spennandi varð at síggja hvussu B36 liðið fór atklára seg uttan lykalleikarar sum Allan Mørkøre, Petur Eirikson, Hera Olsen og Witzek Zakrewski. Men teir ungu sum fingu álitið og teir royndu sum eru eftir, megnaðu heldur óvæntað at fáa javnleik. Unglingamálverjin Sigmund av Teigum, sum vardi málið kom væl frá fyrsta dysti sínum. Hann er sterkur í luftini og kastar lang út, men hann er fåmæltur og ótryggur við at skipa verjuni. Tað er tó ikki so legið í fyrsta dystinum. Verjan hjá B36 var næstan tann sama. Miðverjan var óbroytt við Tummas Eli Hansen, Rógva Torsteins- son og Jóhan Sivertsen Tað kann tí tykjast eitt sindur løgid, at miðverjan var ótrygg fleiri ferðir tá fuglfirðingar royndu at trýsta, men tað kann kortini verða av nýggja málverja- num. Á vongbakkunum vóru tveir nýggir unglingar. Zacharias Bech á høgra og Hans Jåkup Johansen å vinstra. Á miðvellinum vóru Bjarki Sørensen, Jákup Mørk og Dánjal Petur Hansen. Ein miðvellur, ið vann nógvar bóltar, men hevði ilt við at skapa málmeguleikar til álops- leikarar. Í álpinum vóru russarin, Edvard Apalkov og unglingin Gunnar Nielsen. Edward er sera vandamikil tá hann fær bóltin og er ein framúr góður fótbóltsleikari, kundi tó fingið meir burtur úr uttan bólt. Fuglfirðingar høvdu eisini onkrar stórar broyt- ingar. Tann so frálíki málverjin, Erling Joensen, er farin til Danmarkar á skúla og er loystur av av unglingamálverjanum, Jákup Helga Egholm. Um nakað ótryggur, so kom væl frá fyrsta dysti sínum í 1. deild. Hann hevði ikki nógvar møguleikar at verja fyri báðum málunum, ið komu. Onnur broytingin var at áleyparin Margar Hansen er farin, men á midvøllin hava fuglfirðing- ar fingið ein styrk. Ábraham Hansen er komin aftur úr Frankaríkið har hann hevur verið seinasta árið. Um íkki heilt í toppvenjing, so styrkir kortini hann um miðvellin og eigur í stórri mun at stýra teimum ungu ÍF-arunum í Dfta fáa ov lítið burtur úr, í mun til hvat teir hava bóltin. Soleiðis | var eisini sunnudagin í Fuglafirði. ÍF byrjaði best og hevði í byrjanini bóltin næstan fyri seg sjálvan. B36 misti bóltin beinanvegin teir fingu hann, men í 6. minutti spældu teir upp til álop í høgru síðu. Leggja langt innfyri og vinstrumegin í brotsteiginum standa Gunnar Nielsen og Edvard púra leysir og eftir at hava tamt bóltin smekkar Edvard hann innanfyri handaru stong til 1-0 til B36. Kvøkkur kom å fuglfirðingar. Teir høvdu bóltin nógv, men komu ikki til nakra veruligan mál- meguleika. Í staðin var tað aftur B36 sum gjørdi um seg. Edvard trekti aftur móti miðvellinum og fekk bóltin úti í høgru síðu. Hann snarðar sær á og leggur inn í brotsteigin har Bjarki Sørensen leggur bóltin niður og smekkar hann inn undir Jákup Helga Egholm, ið tveitir seg frammanfyri honum. 27 minuttir leiktir og 2-0 til B36. Trummu- slátturin og fagnaðurin frá teimum svørt hvítu mundi ongan enda fingið. Nú máttu fuglfirðingar longur fram, og hóast teir høvdu boltin mest, so vóru íkki teir heilt stóru målmøguleikarnir. Men í seinasta minuttinum undan hálvleikssteðginum, spælir Abraham Hansen eitt tvey saman við Símun Eliasen, men bólturin ferð tvørtur við málinum og støkkur í fótin á B36 verjuleikara og inn í egið mål til 2-1. Óvissa millum verju og málverja var størsti feilurin. Í seinna hálvleiki vóru tað fuglfirðingar sum høvdu greiða leikliga yvirvág. Men málmeguleikar megnaðu teir kortini ikki at framleiða. Utiavnandi Tíðindablaðið GUL Edvard Apalkov gjørdi tað fyrra og legði upp til tað seinna málið hjá B36 (Savnsmynd) málið var skotið beinleiðis uppá fríspark. Málverjin hjá B36, Sigmund av Teigum, tók eina > afturlegging uttanfyri brotsteigin. Tá bólturin lá nakað til høgru frammanfyri málið, so var lag á mannið hjá Ken Bærentsen, at skjóta við sínum neyva vinstrabeini framvið tí illa stillaða manngarðinum og mál- manninum. B36 mest sum mistið luftina, nú IF hevði javnað. Men fuglafirðingar megn- aðu hóast stóra trýstið ikki at fáa fleiri mál. Um tað skuldu komi fleiri mál, so vildu tey nokk verið til B36. Tí stutt fyri leiklok fingu teir tveir risamøgu- leikar. Fyrst Edvard, sum skjeyt beint á málverjan og síðan Jan Guttesen, sum púra leysur brendi úr stuttari fjardstødu. Javnleikur 2-2 f einum linligum dysti har ongin vildi tapa. åh Friggjakvøldid fekk IF for- maðurin, Sonni Jensen, bræv frá Fótbóltssamband- inum. Í brævinum boðar kappingamevndin frå, at teir hava tíkið avgerð í kæruni frå EB/Streymi viðvíkjandi dystinum móti ÍF á Mølini á Eiði 26. juni. EB/Streymur kærði ÍF fyri at hava brúkt leikbannaðan unglingaleikara, og kapp- ingarnevndin gevur teim- um rætt í kæruni. Víst verður til grein 34 í kappingarreglunum fyrsta og annað stykki, har viður- skiftini viðvíkjandi kortum og sekt til unglingar verður vidgjørt. Víst verður eisini til fundarfrágreiðingina frá aðalfundinum 23. januar 1994 og til skriv frá kapp- ingamevndini til feløgini viðvíkjandi kortum. Skriv- ið varð sent 25. mars 1994. Á leikvøllinum endaði dysturin 3-3, men við oman fyri nevnda sum grundarlag hevur kappingarnevndin dømt EB/Streym at vinna bæði stigini við málmunin- um 0-0. Hetta ber við sær, at ÍF á stødutalvuni við sjey stígum dettur niður um strikuna, og EB/Streymur stendur å stødutalvuni at hava vunnið ein dyst. Teir vóru seinasta felagið í trim- um teimum ovastu deildun- um, sum vunnu ein dyst. Sum tað sæst í blaðnum í dag, so hava vit broytt stød- una, soleiðis at hon sam- Pappirssigur til EB/Streym svarar avgerðini hjá kapp- ingamevndini. Men vit broyta ikki málskjúttara- listan. Tað gera vit, tá lið verður tikid úr kappingini og leikarar á summum mót- stødulidum ikki fáa sama møguleika at skjóta mål, sum teir fødrum liðum hava havt. Í hesum førinum halda vit tað vera skeivt at sekta leik- aramar hjá EB/Streymi og ÍF fyri mistak, sum teir ikki eiga part í, og sum einki árin hevur á teirra avrik á vøll- inum. ÍF hevur tveir møguleikar at kæra avgerðina. Annar er at skjóta málið inn fyri stjórnina í FSF, sum er mannað við sjey limum. Tríggir teirra sita í kapp- ingarnevndini, so sannlíkið fyri, at avgerðin verður broytt har, man vera Ogvu- liga lítið. Hin møguleikin hjá ÍF er at leggja málið fyri dóms- nevndina. Sambært regl- unum skal hetta gerast í seinasta lagið sjey dagar seinasta lagið kom- skal hava gjørt av, um teir kæra av- gerðina. Í dómsneyndini hjá FSF sita Jógvan Páll Nielsen, Tórshavn, Christian An- dreassen, Tórshavn og Jógvan M. Eliasen, Fugla- fjørður. -nn-