týsdagur 9. august 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 148 — 9. AUGUST 1994
GI er verdugt
umboðslið í
altjóða hopi
Leikararnir eru so væl fyri, sum tað er møguleiki
fyri i Føroyum
Í kvøld klokkan 19 skal GÍ
fyri fyrstu ferð royna seg í
altjóða høpi. Tá renna teir
gulu og bláu inn á gras-
vøllin á Svangaskarði. Teir
rokna við, at alt sum krúpa
kann í Gøtu og nógv fólka
afturat í grannabygdunum
og aðra staðni frá úr land-
inum leitar sær út á Toftir at
taka á saman við teimum
ellivu inni á vellinum.
Ogeinki erat ivast i, at tað
er alneyðugt við nógvum
áskoðarum. Tólvti maður-
in, plagar at verða tikið til
um leiklutin hjá fúsum
áskoðarum, og tað er ikki
einki um prátið. Í hvussu so
er siga leikararnir ofta, at
teir kenna seg bronar fram
til stórri avrik, enn teir ann-
ars høvdu megnað, tå við-
haldsfólkini lyfta teir fram.
Gøtumenn eru væl fyri til
fyrstu altjóða royndina í
kveld. Teir munnu vera
millum tey feløgini í land-
inum, sum venja mest.
Síðani fyrsta februar hava
teir vant støðugt, og teir
venja fýra ferðir um vikuna,
meðan fleiri av hinum fe-
løgunum bara venja tríggjar
ferðir.
Upp undir Europa cup
dystin hevur GÍ ikki vant
meiri enn vanligt, men
Johan Nielsen, venjari,
heldur, at tað hevur gagnað
teimum, at teir vóru á ferð í
Onglandi í juli mánað. Ikki
Wat teir vandu so nógv, men
meiri tí, teir leiktu fýra
dystir, sum góvu teimum
nógv. Måtstødulidini vóru
góð, serliga tá hugsað verð-
ur um, at spælskipingin ikki
var so ólík henni, Trelle-
borg nýtir, og ikki minni
tydning hevði tað, at leik-
aramir fýra ferðir royndu
seg á grasvølli.
Framrættaðar
eginleikar
GÍ hevur síðstu árini mist
nógv fólk, men teir hava
stødugt sett nýtt fólk vid, og
nú hava teir kanska mest
samanspæla liðið í land-
inum. Onkran dystin hava
teir verið við síðuna av sær
sjålvum, men í flestu førum
hava teir verið stak væl
upplagdir í landskapping-
ini.
Helst spæla teir við sama
fólki og á sama hátt, sum
teir gjørdu á Svangaskarði
leygardagin: Jens Martin
Knudsen - Rúni Justinus-
sen, Janus Rasmussen,
Símun Petur Justinussen,
Pól Ennigarð, Henning
Jamskor - Pauli Jamskor,
Jóan Petur Olsen - Sámal
Joensen, Magni Jarnskor -
John Petersen
Allir leikarar, sum hava
royndir og sum í heimligu
kappingini hava dygdir, ið
aðrir venjarar kundu ynskt
sær. Jens Martin hevur
drúgvar altjóða royndir,og
hann megnar at seta seg
eyka upp, tá avbjóðingin er
stór, Símun Petur er frálíkur
á aftasta manni, lesur spælið
væl og er góður við høvdin-
um og Janus Rasmussen
hevur ment seg til ein hin
besta eftiransaran í land-
inum.
Tað, sum vit kunnu stúra
fyri, er at allir hinir leik-
ararnir dáma best fram eftir
vellinum, har teir hava
bestu eginleikarnar. Í heim-
ligu kappingini ber hetta
Tíðindablaðið CH
væl til. Men tað kann væl
hugsast, at møguleikarnir at
byggja upp og spæla fram-
rættað verða meiri avmark-
aðir í kvold. Tí verður tað
íkki, sum tað plagar, hóast
teir royna at spæla sítt spæl.
Í kveld fáa vit at síggja,
hvussu føroyskur fótbóltur
er fyri í altjóða høpi. GÍ er
verdugt felag at umboða
okkum har, og neyvan
nakað annað felag hevði í
løtuni staðið seg betur sum
meistaralið enn GÍ fer at
gera. Vit ynskja teimum alt
tað besta.
-nn-
Trelleborg verður
ein storur gloypibiti
Hóast teir eru við í altjóða høpi fyri fyrstu ferð, so
eru teir greiðir favorittar móti gótumonnum
Í fyrradagin kom svenska
liðið Trelleborg til Føroya.
Ørindini eru at spæla móti
GÍ í UEFA kappingini í
kvøld. Undan ferðalagnum
kom ein umboðsmaður,
sum leygardagin sá GÍ móti
B68. Uttan iva nýtir hann
stórsigurin hjá føroysku
meistarunum 1993 móti
meistarunum 1992 at seta
sínar leikarar upp til megnar
avrik.
Men hella vit okkum at tí,
Johan Nielsen, venjarin hjá
GÍ, hevði at greiða frá, tá
hann kom aftur úr Trelle-
borg, har hann næstseinasta
vikuskifti sá Trelleborg
móti Malmø FF, so er
svenska liðið ein so stórur
gloypibiti hjá gøtumonn-
um, at sannlíkið fyri sigri til
GÍ ella tí, sum nærkast ein-
um slíkum, er ynskidreym-
ur.
-Vit skulu minnast til, at
talan er um eitt føroyskt lið
móti einum svenskum. Í al-
tjóða samanhangi hava vit
einki at vísa á, meðan
Svøriki hevur langar og
stórar traditiónir at vísa á.
T.d. eru tað bara nakrar
vikur síðani teirra landslið
endaði á triðja plássi í HM
kappingini.
Og í Europa cup høpi
hava teir stadid seg væl.
Millum annað hevur
Malmø FF, sum leikti móti
Trelleborg, tá Johan Niel-
sen sá teir, eina ferð verið í
Europa cup finaluni fyri
meistaralið.
Betri uppiborðið
-Malmø FF vann 2-1 móti
Trelleborg, men eg haldi, at
Trelleborg hevði vunnið,
um teir ikki fingu málverjan
útvístan, tá 27 minuttir vóru
leiktir. Tá vóru teir á odda
1-0, og teir striddust væl við
tíggju monnum.
summar hevur Trelle-
borg tikið lut í europeisku
summarkappingini fyri lið,
sum kallast Toto cup. Teir
vóru í bólki við danska Aab,
sum teir vunnu 4-0 móti í
Aalborg, týska Duisburg,
sum teir vunnu 3-2 móti í
Trelleborg, sveisiska
Grasshoppers, sum teir
vunnu 1-0 á heimavelli.
Einasti dystur, teir taptu,
var móti Dunajska Streda,
sum á sínum heimavelli
vann 2-0 á Trelleborg.
Trelleborg er statt mið-
skeiðis í Alsvenskuni, og í
vikuskiftinum vunnu teir 2-
1 móti AIK Stockholm,
sum undan hesum umfar-
inum lá á 4. plássi.
-Sovit skulu slåa kalt vatn
í blóðið og ikki rokna við ov
nógvum. Teir plaga ikki at
skapa dystimar, men hesa
ferð verða teir noyddir til
tað. heldur GÍ venjarin.
Leikararnir
Hvat eru teir kendir fyri?
-Sjálvir vilja teir sammeta
teirra spælistil við tann,
Noreg nýtti í undankapp-
ingini til HM. Tað vil siga,
at teir liggja aftarlaga á
vellinum og dúva upp á
snarálop.
Ut frá tí, eg så, má eg siga,
at teir vóru raskir, tryggir á
bóltinum, kvikir og krops-
sterkir. Stutt sagt ógvuliga
góðir í mun tl okkara
leikarar.
Og so vóru teir allir óg vu-
liga høgir. Tað varð sagt, at
eingin leikari var undir 1,80
metrar, og tann hægsti var
1,93 metrar.
Trelleborg hevði ongan
mann á landsliðnum, sum
vann bronsukrónur í USA,
men har eru onkrir, sum
áður hava verið á landslið-
num. T.d. teir báðir mið-
vallararnir í høgru Anders
Palmér, sum hevur leikt 12
landsdystir, og Leif Eng-
qvist, sum hevur leikt 18
landsdystir. Hesir báðir eru
ávikavíst 34 og 32 ára
gamlir. Talan er um til-
komið lið. Yngsti maður er
23 ár, fýra eru oman fyri
tríati og ein er 30.
Umframt
nevndu,
omanfyri
peikar Johan
Nielsen å teir bådar ålops-
leikararnar i 4-4-2 leikhått-
inum. Teir eru Joakim
Karlsson og Issa Manglind,
sum er dimmur å liti og
rættiliga vandamikil.
- Atframrættaðu eginleik-
arnir hjá sviunum vera nóg
góðir til okkara mótstøðu,
ivist eg onga løtu í, heldur
Jóhan Nielsen, sum íkki
hevur havt svevnleysar
nætur av stóru uppgávuni:
-Vit taka hetta sum eitt
upplivisli. Ábyrgdin fyri
undirhaldinum hvílir fyrst
og fremst á teirra herðum.
Vit gera okkara besta, og so
fáa vit at síggja, hvussu
langt tað ber, heldur sinni-
ligi venjarin hjá GÍ.
-nn-