mikudagur 10. august 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 149 — 10. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin }
Vegna plásstrot i týsdagsblaðnum, kom hendan greinin ikki við í blaðið.
Hilmar Jan Hansen, blaðmaður á Sosialinum var herfyri á ferð í Onglandi við GÍ og skrivaði
frásøgnina undan dystinum millum GI og Trelleborg FF.
LI
Veðrið í Onglandi varð av tí besta, so gott var eftir loknan dyst at få
a okkurt fyri tosta frá spælarakonunum.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Drotning Elisabeth
kom framvið, tá GÍ
vitjaði í Blackpool
Tað gjørdust tiggju upplivingarríkir dagar, blaðmaðurin fekk loyvi at upp-
liva á ferð í Onglandi vid GÍ seinnu helvt av juli. Umframt at síggja GÍ
spæla triggjar og ein tridings dyst, var eisini høvi at síggja Old Trafford, An-
field Road og Drotning Elisabeth
Í kveld skulu gøtumenn á
vøllin fyri fyrstu ferð í ein-
um altjóða dysti, og verður
hann móti svenska liðnum
Trelleborg FF.
Gøtumenn hava síðani
meistaraheitið varð vunnið
tíðliga á heysti í fjør vitað
av, at teir skuldu royna seg
móti liðum úr øðrum lond-
um í europeiskum høpi, og í
lutakastinum 20. juli gjørd-
ist greitt, at fyrsti dysturin
av hesum slagi skuldi
standa á Svangaskarði móti
Trelleborg FF.
Júst 20. juli, tá lutakastið
fór fram, var 1. deildarliðið
hjá GÍ í Onglandi á venjing-
arferð, og hepnaðist blað-
manninum at vera við í
ferðalagnum, ið eisini um-
fataði konurnar hjá spælar-
unum og annað gott fólk.
Eingin visti nakað um
svenska liðið, og tað verður
ikki fyrrenn í kvold, at tað
kemur til sjóndar, hverjar
dygðir eru í sviunum — og
ikki minst gøtumonnunum.
Ein partur av
fyrireikingunum
Ferðin til Onglands var
liður í fyrireikingunum til
UEFA Cup-luttøkuna, og á
ferðini vóru tríggir og ein
triðings dystir spældir. Or-
søkin til hetta 6runda tal er,
at fyrsti dysturin á ferðini
bert var tvær ferðir fimtan
Farið varð úr Føroyum
við Smyrli seinnapartin
hósdagin 14. juli, og gekk
ferðin niður væl. Beinan-
vegin, komið var til Aber-
deen, varð farið víðari í
bussinum hjá Mouritsi
Mouritsen við kós móti
Manchester, har ferðalagið
skuldi gista fyrstu náttina.
Dagin eftir varð farið inn
á Old Trafford, har Man-
chester United í meðal
savnar saman 40.000
áskoðarar til dystirnar.
Stuttligt var at síggja,
hvussu góðar umstødur
milliónastjórnurnar hava at
spæla fótbólt í, og eingin ivi
var um, at øll hildu hetta
vera sera stórsligið.
Eftir vitjanina varð farið
til Warrington, har ferða-
lagið skuldi búgva megin-
partin av tíðini í Onglandi.
Warrington er lít! býur
miðskeiðis millum Man-
chester og Liverpool, og
adressan hesar dagarnar var
Sankey Valley Sports Club.
Hvønn morgun var so høvid
at fáa enskan morgunmat á
The Sloop, ið lá nærhendis.
idu móti
num sHiði
Sunnudagin var fyrsti
dysturin á skránni, og var
hann móti einum lokalum
liði, ið nevndist Tetley Wal-
ker — uppkallað eftir spons-
orinum, ið er eitt bryggjarí.
Hesin dysturin var meira
ein stuttur uppvísnings-
dystur, og ikki tóku gøtu-
menninir tað serliga tungt,
at hinir sluppu av vellinum
sum vinnarar eftir eitt brots-
spark móti endanum á hálva
tímanum. Sólin bakaði, og
vøllurin stóð helst eingi al-
tjóða mát, so her var einki at
brúka tíðina til.
Undir hesum stutta dyst-
inum royndu spælarakon-
urnar og hini, ið við vóru, at
stuðla liðnum góðum
rakstrarrópum, ið sjálvt
småbørnini har royndu at
taka upp eftir. Hesin siður
varð hildin við líka resuna
av ferðin, so spennandi
verður at hoyra, um nakað
er eftir av krútinum, tá GÍ í
kveld spælir móti Trelle-
borg FF
Um kveldið vóru øll boð-
in í felagshúsið hjá Tetley
Walker at hyggja at HM-
finaluni millum Brasilia og
Ítalia. Veddað varð framm-
anundan um, hver fór at
vinna vanliga dystin, og her
vann John Petersen, ið sum
tann einasti hevði verið so
svartskygdur at gita 0-0.
Dagin eftir var aftur farið
ein túr til Manchester, og
fóru nakrir tímar inni á Gra-
nada Studios, har bæði Bak-
er Street og adressan hjá
bretska forsætismålaråd-
harranum vóru uppstillað-
ar, umframt at hópin av ødr-
um, ið brúkt er til meira og
minni kendar filmir, var at
Métmæltu
grindadrápi
Seinnapartin lá leiðin so
til næsta dystin, ið sam-
stundis á ein hátt var fyrsti
dysturin. Métstødulidid Ar-
mitage FC hevdi undan hes-
um dystinum bert spælt ein
dyst, tí øll manningin var
skift út, men hóast tað kundi
ikki sigast annað, enn at GÍ
fekk góða mótstøðu. Endin
varð, at gøtumenn kundi
fara av velli sum sigurs-
harrar við máli, ið John
Petersen skjeyt. Hesaferð
darvaði sólarhitin íkki, tí
dysturin gjørdist nakað
seinkaður, so sólin fór um
sýn, meðan spælt varð.
Undan hesum dystinum
stóðu fimm neyðardýr uttan
fyri stadion og mótmæltu
føroyskum grindadrápi, tí
tey hildu, at føroyingar
heldur kundu liva av kanin-
fæði, enn tí havið gevur okk-
um. Tað næsta verður ói vað,
at tey fara at mótmæla, at
føroyingar drepa fisk…
Glediligt var at hoyra um-
bod fyri Armitage FC siga
seg einki vilja hava við mót-
mælisfólkini at gera. Tvørt-
urímóti vóru tey har í fel-
agnum sera kedd av, at
gøtumenninir soleidis
skuldi verða óneyðuga
órógvaðir.
Harða mótstøðu
frá Sheffield Utd.
Týsdagin var mest spenn-
andi dysturin á skránni, og
var hann móti U21-liðnum
hjá Sheffield United. Av tí
at stadionið hjá felagnum
varð umvælt, meðan GI
vitjaði, varð dysturin
spældur á einum venjingar-
velli, ið tó var sera góður at
spæla á.
Her legði John Petersen
gøtumenn á odda 1-0, men
ungu og evnariki spælar-
amir hjå Sheffield United
svaradu væl og virðiliga aft-
ur. Og hóast Heimi Heina-
son seinni sendi leðurkúl-
una í ensku meskarnar,
vórðu hinir verandi omaná
og vunnu 4-2, meðan sólin
sá.
Helvtin av spælarunum
hjá Sheffield United verður
við til at kappast um pláss-
ini í Premier League-hóp-
inum hjá felagnum, so her
var talan um rætta mót-
stóðu. Avgjørt fótbóltsligi
hæddardepilin á ferðini.
Sama dag aftaná dystin
varð eisini møguleiki at
uppliva handilsliga hædd-
ardepilin á ferðini, ti í
Sheffield liggur størsta
sølumidstødin í Europa. So
står var hon, at åvardingar
frammanundan vórðu givn-
ar um, at tad bar til at villast
inni har. Hetta bilti kortini
ikki, og øll komu útaftur í
øllum góðum.
Turran fisk og
spik í túninum
Heima aftur settust øll úti
í túninum við turrum fiski
og spiki, og tá leitaðu tank-
arnir til svongu grindamót-
mælisfólkini, ið bert fås
gras og kál hvønn dag -
spikið hevði bara gjørt
teimum gott...
Mikudagurin var fridag-
ur, men um kveldið var all-
ur riðilin boðin til móttøku
hjá borgarstjóranum í War-
rington. Blíðskapurin var
stórur, og borðreitt var við tí
stóra kalda borðinum.
Her nýttu gøtumenninir
høvid til at kunna eitt sindur
um Føroyar, og lótu teir
borgarstjóranum nøkur
sjånbond og annad tilfar um
landið í Norðuratlantshavi,
ið tey har á leiðini einki
þ
;
}
|