mikudagur 10. august 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LTTE
Tíðindablaðið (5171
FÉ
Undirvisingar-
leidari
| Landsskúlafyrisitingini er eitt avloys-
arastarv, fyribils í umleið 1 ár, sum
undirvísingarleiðari fyri sjómanna-,
maskinmeistara- og aðrar maskin- og
eltøkniutbugvingar leyst at seta skjót-
ast til ber.
Starvsuppgávurnar fata um m.a. hesi
åbyrgdarøki:
— at menna innihaldid í nevndu útbúgv-
ingum:
— at gera uppskot um regiur og leið-
beinandi tilfar m.a. lesiætlanarar-
beidi
— halda seg kunnugan vid ta gongd
og menning, id fer fram innan
nevndu utbugvingar i utlondum
— ganga undan at menna hesar ut-
bugvingar í Føroyum
— gera álit um útbúgvingarnar
at fyrisita og fremja tær tænastur og
tey mål, sum fyrisett eru, og at leiða
arbeiðsuppgávurnar og í hesum
høpi at hava um hendi m.a
— persónsmál: viðgerð, ummæli og
stødutakan
— próvtokur: fyrireiking og fremjing
— skeidsvirksemi
samskifti vid skúlan 0.a.
at hava eftirlit vid, at uppgåvurnar
verda loystar, sum fyrisett er.
Tann, id sett/-ur verdur, skal hava holla
útbúgving/royndir innan fyrisiting og
gott innlit í tey utbugvingarøki, ið nevnd
eru.
Dentur verður lagdur á, at tann, ið sett/
-ur verður í starvið, er fyrikomandi í
samskifti/samstarvi sínum við onnur.
Fyri tann rætta umsøkjaran er hetta eitt
starv við fjølbroyttum uppgávum í ein-
um góðum arbeiðsumhvervi.
Starvið verður lent í 31. lønarflokki í
avtalu millum Feroya Landsstýri og
Tænasutmannafelag landsins.
Umsóknir saman við prógvum og
møguligum ummælum skulu verða
Landsskúlafyrisitingini, Falkavegi 6,
Postrúm 3279, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi hósdagin 25. august
1994.
Tórshavn, tann 5. august 1994
Landsskúlafyrisitingin
Barnagenta
Barnagóð genta sekist at ansa eftir
tveimum barnum, 3 ár og 8 mánaðar
gomul. Nærri upplýsingar við at ringja
Tlf. 57303
Nr. 149 — 10. AUGUST 1994 Síða 13
Rusevnispolitikkur
III. Fyribyrgjandi virksemi
Eg havi fyri Glavsøku skriv-
að tvinnar stubbar um rús-
evnispolitikk. Av ti, at eg
siti sum formaður í Rús-
drekka- og narkotikaráð-
num, eru stubbarnir í tráð
við linjuna í ráðnum. Hin-
vegin eri tað eg sjálvur, sum
havi skrivað upp á egið an-
svar.
Rúsevnispolitikkur hevur
til endamáls at minka um
ringu fylgjurnar av råsevn-
um. Í teimum fyrru stubb-
unum havi eg mest skrivað
um viðgerð av misbrúkar-
um og tað neyðuga í sam-
skipan innan viðgerð her á
landi. Eisini víst á, at við-
gerð ikki kann standa einsa-
møll, men aðrir tættir mugu
eisini nýtast. Her verður
serliga hugsað um tað fyri-
byrgjandi virksemi.
Slíkt virksemi kann prin-
cipielt býtast upp í tvinnar
partar:
1. Ávirkan á rúsevnið, til-
gongd og atkomiligheit.
2. Avirkan á brúkaran.
Gjøgnum tíðimar hevur
nógv stríð verið um, hvor á-
virkanin er meira effektiv.
Samanlagt kann ein siga, at
ein ikki eigur at geva frá sær
nakran meguleika fyri
møguliga åvirkan. Hetta av
tí álvarseini, sum liggur í
vandanum av rúsevnum.
Ávirkan á rúsevnið,
tilgongd og
atkomiligheit
Nøkur rúsevni eru beinleid-
is forboðin, sosum heroin,
kokain, amfetamin og eisini
hash. Mítt tilmæli er, at
hetta framvegis skal vera
so, eisini viðvíkjandi hash. Í
fleiri londum rundan um
okkum gongur kjakið tann
vegin at frígeva hash. Av tí,
at vit kortini eru eitt sindur
avbyrgd móti stóru verð,
kann beinleiðis forboð hava
stórri effekt her. Hinvegin
er sambandið við umheimin
so stórt, at verður hash frítt,
td. í Danmørk, so verður
enn meira torført at halda
ímóti.
Nøkur rúsevni eru slík,
sum eru tilætlað at vera
heilivágur, men sum kunnu
nýtast til rús, møguliga
blandað við rúsdrekka.
Nøkur av hesum eru upp á
recept. Vøksturin í útskriv-
ing av slíkum evnum er
stødugur alt eftir, sum
læknarnir eru meira varnir.
Heilt fæst hetta ikki stødg-
20, tí somu evni verða í stór-
an mun nýtt sum púra rími-
ligur heilivágur, td. fyri
pínu.
Tað er eisini heilivágur,
sum kann nýtast til rús, sum
fæst sum hondkeypsheili-
vágur, eitt nú pínustillandi
heilivágur. Spurningunn
er, um slíkur heilivágur
aftur skal gerast recept-
pliktigur. Harvið kann nak-
að av misbrúkinum tálmast,
men samstundis er tað darv -
andi fyri tey flestu, sum
hava eitt rímuligt >normal-
brúk<. Onnur evni, sum
eisini verða seld gjøgnum
apotekid, sum kunnu brúk-
ast til rús, mugu eisini koma
undir aðra skipan enn nú.
So er tað rúsdrekka (alko-
hol). Hetta er havuðsrús-
evnid og lógligt fyri øll yvir
18 ár. Her fari eg at halda
fast við, at sannroyndir
flestu staðni hava vist, at tað
er ein fyrimunur, at ikki ov
nógv handilslig áhugamál
eru uppi í (Ld. við núver-
andi skipan) og at talið av
sølubådum og utskeinking-
arstødum er rimiligt, men
avmarkað. Søluhåtturin,
sølutidir og útskeinkingar-
tíðir hava eisini stóran
týdning. So er tað prísurin.
Er Keypikraftin góð og pris-
urin lågur, so økist sølan,
tad visa okkara sannroyndir
so sanniliga upp gjøgnum
70'ini og 80'ini. Flestu mis-
brúkaraproblemini, vit hava
nú, eru grundløgd í hesum
árunum. Nógv hevur verið
sagt um núverandi prísin, at
hann er ov høgur og freistar
til at fólk ganga aðrar leiðir.
Príslegan sum heild er væl
hægri enn tann danska og
svenska, men lægri enn tann
norska og kanska eisini tann
íslendska.
Rúsdrekka- og narkotika-
ráðið hevur mælt til ein
virknan príspolitikk, t.v.s. at
um nýtslan økist, kann pris-
urin setast upp. Tå skift varð
til núverandi skipan, varð
mælt til at halda prísin eina
tíð at síggja hvussu gekst, tí
skal ein fylgja gongdini, ber
ikki til at skifta ov títt, so
fæst eingin rúsdrekkapolit-
isk læra burturúr. Rús-
drekka- og narkotikaráðið
mælti í øðrum lagi til, at vid
umskipan átti at vera farið
yvir til ta skipan, at avgjøld
vórðu eftir alkoholstyrki og
ikki eftir prísi sum so. Hetta
varð eisini gjørt. Men her-
afturat er komið oman á
prísin eitt politiskt krav um
yvirskot og eisini MVG,
sum samanlagt væl hækka
prísin eini 35%. Hetta er
økonomiskur politikkur og
ikki = rúsdrekkapolitikkur
sum so. Annars skal sigast,
attaka vitskrásettu nýtsluna
og síggja burtur frá 1992
(sum var skiftisår til nýggju
skipanina og metár í skrá-
settari »nytslu«), so hevur
skrásetta nýtslan av alko-
holi pr. høvd verið spaku-
liga minkandi síðan 1988/
89.
Ávirkan á brúkaran
Í sambandi við nýggju rús-
drekkalógina varð nógv
tosað um, at tað almenna nú
av álvara skuldi seta pening
av til meira skipaða upplýs-
ing. Hesin peningur hevur
tó fram til 1994 verið júst
tann sami sum áður, ikki eitt
oyra meira enn framman-
undan.
Mett verður aðrastaðni
frá, at slík upplýsing til
>brúkaran< kann hava ein
vissan effekt. Neyvan so, at
ein »kampagna« ger nakran
mun, men yvir eina tíð kann
hugburður hjá td. yngri
fólki broytast nakað, td.
viðvíkjandi hvat er >rætt<
og hvat er >smart<.
Í ár komu so boð fyrst upp
á árið í fjølmidlunum um, at
rættuliga nógvur peningur
eyka var settur av til upp-
lýsing. Sagt varð frá, at Rús-
drekka- og narkotikaráðið
skuldi skipa fyri tí mesta av
hesum og at eisini skuldi
setast ein rúsevnisráðgevi
(alt í alt ein skipan ikki ólík
td. Ferðslutrygd). Fleiri
ferðir hevur undirritaði sum
formaður í ráðnum verið í
landsstýrinum at spyrja um
hesi tíðindi, men bert fingið
føgur orð. Fyrst í mai mán-
aða komu skrivlig boð um
hesar pengar til upplýsing
(800.000 kr.), fyri bert stutt
eftir at verða fylgd av
kontraboðum, upphæddin
varð bráddliga minkað til
300.000. Sostatt er lítið og
onki komið í gongd enn
undir hesum ótryggu viður-
skiftum. Rúsevnisráðgevin
sigst vera stødgadur upp í
figgjamevndini. Vénandi
falla hesi vidurskifti upp å
pláss skjótt, annars kann ein
ikki taka slíka politiska talu
um upplýsing í álvara.
Tað eru annars fleiri tekin
til áhuga viðvíkjandi upp-
lýsing og tað at økja sítt
medvit um hugburð á hesum
øki. Fleiri næmingar í yms-
um skúlum snyrja tíðum
eftir tilfari til uppgávur og
tilfar um rúsevni er eisini
nýtt til uppgávur í bæði
fólkaskúlanum og ødrum
skúlum, eitt nú innan rokn-
ing og samfelagskunnleika.
Tað er sjálvandi nógv
annað upplýsandi virksemi
í gongd frá privatum og frá
ymsum felagsskapum.
Hetta eigur framvegis at
stuðlast, serliga um tað eru
ung ella yngri fólk, sum
taka slík stig. Tað, sum eg
serliga havi heft meg við
her, er tann almenna, meira
skipaða upplýsingin, sum
lovað varð í sambandi við
nýggju rúsdrekkalógina.
Rúsdrekkalógin skal end-
urskoðast næsta ár, so skal
upplýsing í stórri stíl koma í
gongd frá almennari síðu,
má skjótt berast at.
August G. Wang
+ DN