Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 150 — 11. AUGUST 1994 Fo I SvF i kvøld: Bolama - skipid, id hvarv: Bolama var upprunaliga rækjutrolarin Vesturvarði Tad var John Dam, skipari og reidari, sum bygdi Vestur- varða til rækjuveiðu í 1969. Hetta var samstundis fyrsti føroyski trolarin, sum varð bygdur til hesa veiðu Tíðindablaðið (SHU Tað var John Dam, skipari og reiðari, sum lat Vesturvarða byggja í 1969. Hetta var fyrsti føroyski trolarin, sum vard bygdur til rækjuveidu burturav. Tå var tað ikki so vælumtókt at menn bygdu trolarar at fonga marsflugur vid, men kortini var Vesturvardi byrjanin til rækjuævintyrid f kvøld kemur spennandi sending um danska trolaran Bolama, sum hvarv við mann og mús í Portugal í 1991. Tað, sum sendingin ikki avdúkar, er, at hetta skipið upprunaliga er rækjubátur- in Vesturvarði, sum John Dam, skipari og reiðari, bygdi á Søviknes skipa- smiðjuni í Noregi í 1969. Vesturvarði var sam- stundis fyrsti trolari, sum varð bygdur til rækjuveiðu burturav í Føroyum. Í 1983 varð trolarin seldur til Klaksvíkar og fekk navnabroyting til Kjølur, og nøkur ár seinni varð hann seldur til Fuglafjarðar, og tá fekk hann navnið Borgin. Eftir hetta varð rækjutrola- rin seldur av landinum til Danmarkar. John Dam sigur við Sosi- alin, at tað var ikki væl um- tókt í teirri tíðini at byggja trolara til rækjuveiðu. - Fólk søgdu, at tað var óðamannaverk at byggja ein trolara at fanga mars- flugur við, sigur John Dam. Hetta var samstundis byrjanin til rækjuævintyrid, og John Dam gjørdi vid hes- um slóbrótandi arbeiði inn- an føroysku fiskivinnuna, sum fekk stóran tydning fyri eftirtidina. - Vesturvardi kom til Før- oya f september månad 1969, og vit fóru til Grøn- lands at fiska. Vit byrjadu við laksagømum, og tá henda fiskaveidan var av, løgdu vit um til ræk juveidu. Tað hevur verið í oktober mánaði sama ár, sigur John Dam Hann sigur, at hann fekk hugskoud at byggja rækju- bát, av tí at grønlendingar fiskadu rækjur inni á firðu- num, men at eingin royndi eftir hesum fiskaslagi úti á bankunum. Sendingin um Bolama í SvF snýr seg tó ikki um før- oysku rækjuveiðuna, men um løgnu umstødurnar tå hann knappliga hvarv. Dagny Eingin syning frå 22. - 28. august: Havnar Bio umvælast | Fyri góðum ári síðani varð Havnar Bio aftur tíkið í nýtslu, eftir langan steðg. Nógvir og góðir filmar hava verið sýndir, og fólk hava tíkið væl undir við, at tað nú aftur ber til at síggja rættar biofilmar í røttum kringumstødum. Tó er biohøllin ikki nútíð- ar innrættað, sum vit van- liga eru von við, tá vit fara á bio uttanlands. Hetta verður nú bøtt um. Frá 22. til 28. august fer umvælingin fram, og tá verður eingin filmur sýnd- ur. Joe Golightly, Havnar Bio, sigur við Sosialin, at tað hevur týdning at fólk kenna seg væl tá tey fara í bio. - Vit hava tí gjørt av at umvæla tey 30 ára gomlu wc'ini. Umframt tað fáa vit nýggjar stólar og uppbýt ingin í salinum verður broytt soleiðis, at ein mið- gongd verður gjøgnum sal- in, umframt síðugongdir- nar, sum nú eru. Joe Golightly letur væl at gongdini síðani byrjanina 7. juni í fjør. - Fólk hava tíkið væl und- ir við tilboðinum at sleppa í biograf, tó at tað eru tey ungu, sum síggja flestu filmarnar. Havnar Bio hevur m.a. havt fleiri frumsýningar samstundis sum filmarnir í Danmark hava verið sýndir fyrstu ferð. Her hava fólk víst serligan áhuga fyri stór- filmum og ødrum filmum annars, sum hava verið væl umtókur uttanlands, og hetta er forkunnugt í Føroy- um. á - Eg hugsi ikki, at tað er so áhugavert longur bert at síggja filmar í sjónvarpi- num. Fólk fáa ødrvisi upp- living at síggja ein góðan film í biohøllini, og hetta hava alt fleiri fólk vant seg við, sigur Joe Golightly. Hóast tað er torført at fáa tilkomin fólk at flyta seg úr sofuni heima, so hevur gongdin seinasta árið verið, at alt fleiri fólk leita í Havn- ar Bio. - Tí er tað eisini umráðan- di at umhvørvid í høllini verdur so hugnaligt sum til ber. Tad er hetta sum vit nå fara at bøta um, sigur Joe Golightly. Tá Havnar Bio letur upp aftur 29. august, verður stórfilmurin og helst ársins filmur sýndur. Tað er "Schindlers Liste”, sum Steven Spielberg hevur leikstjórnað. Hesin filmur hevur vakt stóran ans víða um í heiminum, har hann hevur verið sýndur fyri full- 22. august letur Havnar Bio aftur, tí umvælingar skulu gerast., sigur Joe Golightly. 29. august, verður latið upp aftur, og tá er "Schindlers Liste" á skránni um biohøllum. Schindlers Liste verður bert sýndur frá 29. august og 14 dagar fram. Dagny