Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SEN Jazz Fólka og Bluesfestivalur: Tango í Klingruni "Tango-orkestret" óvanliga spælir "blíðan, dåmligan og vælupplagdan tango-tónleik". Tað verður eingin "slingur í valsinum", men "tango í Klingruni" í Norðurlanda- húsinum, tá ið "Tango- orkestrið" fer at vísa tað, teir duga, á Jazz-, fólka- og Blues Festivalinum 1994. "Tango-orkestrið" er bólk- ur úr Danmark mannaður við 5 ungum monnum, ið seinastu fimm árini hava arbeitt seriøst við moder- naða tango-tónleikinum. Tað er stórt sveiggj í spælinum hjá teimum, og allar kenslur koma fram í tónleikinum. Harumframt hevur bólkurin eitt "sound", ið er teirra heilt egna, og sum ger bólkin til nakað heilt serligt í danska tón- leikaheiminum. Tónleikurin er fyrst og fremst upprunalig tango- løg, sum bólkurin spælir á sín egna hátt, og hann er íblástur av m.ø. jazzi, rokki, samba, salsa og eystur- :-lendskum tónleiki. Í fjør gav "Tango-orkest- rið" út flødu við heitinum "Tango-orkestret", og varð henda fløda sera væl mót- tikin av dønum, tá ið havt verður í huga, hvat tað er fyri slag av tónleiki, bólk- urin framførir. Í samband við útgávuna av fløduni kom í lag eitt samstarv við Povl Dissing, ið eisini verður við á Festivalinum, og sum hevur verið umrøddur í blaðnum áður. Hetta samstarv úrslitaði í fleiri væleydnaðum kon- sertferðum í Danmark. Nú er "Tango-orkestrið" so á veg til Føroyar, men hetta er ikki fyrstu ferð, at teir eru á jazz-festivali. Teir hava m.a. umboðað Danmark á stóra EBU-jazzfestival- inum í Italiu. Harumframt hava teir verið við í talk- showinum hjá danska "Jarlinum", ein sending, ið eisini er væl umtókt í Føroyum. Teir hava havt triggjar konsertir í konsertsalinum í Tivoli, umframt at teir hava gjørt tónleik til filmin "Jungledyret" og til dansi- framsyningina "Det nøgne blik". Limirnir í bólkinum eru: Carl Quist Møller (trummur og percussion), Kristian Jørgensen (fiól), Henrik Sveidahl (saxofon og bass- klarinett), Palle Windfeldt (gittar) og Kaare Munk- holm (marimba og vibra- fon). Teir hava allir fingid iblås- tur úr Argentina, ið er heim- landið hjá tangotónleik- inum. Gittarleikarin Palle Nr. 150 — 11. AUGUST 1994 Windfeldt hevur verið í Argentina í triggjar mánað- ar, har hann granskaði tón- leikin og spældi við tónleik- arum har niðri. Serliga er tað eitt av størstu nøvnum innan tango, Astor Piazzolla, ið hevur verið fyrimynd hjá bólkinum. Nú koma teir so allir til Føroya til Jazz-, fólka- og blues-festival í Havn, har teir skulu framføra í Klingruni í Norðurlanda- Síða 7 húsinum hóskveldið 18. august kl. 21.30. elj Tøkk Øllum tykkum, sum å ymiskan hått mintust meg og gjørdu mær 80 åra degin so sera hugnaligan, takki eg hjartaliga. Gerda Magnussen, Trongisvågur VALUTAKURSIR USA Bretland Tyskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland island E ysturriki Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Grikkaland XEU 10.08.94 Frankur Drakmur mo sidsta mån. 625, 95 955, 32 392, 64 80, 43 90, 13 115, 00 622,60 957,99 394,35 79,95 90,15 115,03 19, 142 468,40 350,98 0,3930 119,87 9,03 Skillingur 56,050 4,791 3,878 453,53 6,1467 947,91 2,611 753,03 Kelda: Føroya Sparikassi Arbeidi i Noregi ALS hevur fingid fyrispurn- ing frå arbeidsgevarum utt- anlands til hesi størv: Flakakvinnur til flakavirkir i Nordur- noregi. Tær, id hava royndir i innan reinskering, hava fyrimun. Fólk til flakavirki í Norðurnoregi. Her er talan um fólk til reinskering, pakking og meguliga arbeiði á kei- ini. Sveisarar, rerleggjarar og plátu- smiðir til skipasmiðju í Noregi, sum hevur tilknýti til oljuvinnuna. Áhugað kunnu seta seg í samband við ALS á tlf. 19550. Annaðhvort - ikki bæði 1 Ferðslutrygd Kunningarstovan skipar fyri: Gongutúrur Trælavetn Nú sunnudagin skipar Kunningarstovnan í Havn fyri gongutúri niðan á Trælavøtn á Eysturoynni og á Kambsenni. Sagt verður, at ætlanin er at heinta ber,- væl at merkja um nøkur eru. Fólk verða mint á at hava matpakka við, og vera í góðum gongu- klæðum. Farið verður av Farstødini á Bursatanga klokkan 9.30 tór.-