fríggjadagur 12. august 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ikki óvæntað
kom kuril á
TAÐ kann neyvan koma
nøkrum serliga óvæntað á, at
samráðingarnar millum sam-
bandsflokkin og fólkaflokkin
ikki komu longur. Sum so eru
hetta eini gleðiboð fyri alt Før-
oya fólk, um at henda borgar-
liga kollvelting, sum var
væntað, í hvørfall í fyrsta um-
fari ikki gjørdist til nakað.
IKKI tí, veljarin hevur valt
júst henda politikkin, tá ið
hann 7. juli gav einum borgar-
ligum meiriluta møguleika at
skipa samgongu. Men tað,
sum higartil er likið út um tað,
sum hesir báðir flokkar hava
samráðst um, hevur sanniliga
ikki boðað frá góðum.
FYRI javnaðarflokkin var tað
ikki nøkur torfør avgerð, tá id
vit sótu hinu megin samráð-
ingarborðið, har sambands-
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Blaðíóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith - | Uopsetng P/T Saslalurin
Hilmar Jan Hansen -
Justinus Eidesgaard
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahí
flokkurin setti dagsskránna.
Har varð borðreitt við lækk-
ing av kostnadarstødi, lækk-
ing av lønarlagum. ES lima-
skap og privatisering út um ta
aðru verð. Fyri javnaðarflokk-
in var tað ikki nøkur torfør
avgerð, tí hetta sampakkaði
als ikki við okkara politikk.
MEN hví fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin, ið á so
mangan hátt draga eina línu,
nú hava avgjørt, eftir hvat ið
skilst, ikki at halda áfram við
samgongusamráðingunum,
man uttan iva koma nógvum
veljarum óvart við. Her skal
sigast til fólkafloksins rós, at
teir í teirra valstríði vóru er-
ligur. Teir søgdu, at teir vildu
fremja eina lønarlækking og
um neyðugt við lóg.
MEN nú letur til, at onkur í
hesum samráðingarharkaliði
hevur fingið eyguni upp fyri,
at hetta als ikki letur seg gera.
Ikki tí, tað er tað, sum javnað-
arflokkurin alla tíðina hevur
Tað almenna við til at sanera p/f SMS:
Toll og Skattstovan
noydd at geva eftir
Tá skiftirætturin staðfesti at p/f SMS varð skuldarsan-
erað við tvangsakkord, sum gav 25% í dividende, misti
landskassin 2,4 mió krónur
Utgevar: P/1 Sosialurin
Prent: PA Pressan 1981
gjørt vart vid. Men hin vegin
er tað so eisini meguligt, at
hesi samráðingarfólk ikki
longur duga at síggja, at tann
borgarligi vegurin er tann
smali.
MEN valúrslitið segði púra
greitt, at tit høvdu veljarans
fulla álit, og tí ber eisini til at
siga, at tit ikki kunnu geva
upp í hálvum gekki, hóast tað
sanniliga frøir okkum í javn-
aðarflokkinum. Tit søgdu tit
høvdu loysnirnar, tað var
bara um at gera at fáa sitandi
samgongu til hús. Men hvat
nú? Kasta tit frá tykkum, tí
tykkara politiska hegni ikki
røkkur longur?
MEN enn stendur tad sjålv-
sagt sambandsflokkinum í
boði at royna aðrar møguleik-
ar. Um teir ikki fáa nakað úr-
slit saman við fólkaflokkin-
um, kunnu teir jú venda sær
til smáu flokkarnar: verka-
mannafylkingina, teir kristi-
ligu og sjálvstýrisflokkin. Um
Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr: Postsmoga 76
Argjum
Teislon 11820
67. ÁRGANGUR
110 Tórshavn
Talelar- 14720
hetta heldur ikki ber til, eiga
sambandsmenn sum skjótast
at ásanna, at teirra leiklutur í
føroyskum politikki er at sita í
andstøðu. Og í skrivandi løtu
er tað mangt, sum bendir á, at
har eiga teir heima.
FYRI javnaðarflokkin, sum
fekk ein so dyggan frammaná
til seinasta løgtingsval, kann
henda støda vera gledilig, men
duga vit at siga, at uttan eina
samgongu koma vit ikki vid-
ari.
SO javnadarfloksins råd til
Edmund Joensen og sam-
bandsmenn skal vera, at tit
sum skjótast boða frå, at borg-
arliga alternativid ikki røkk-
ur longur, og at adrir nå enn
einaferð mugu taka róður-
tørn.
JE
Tað er nýtt í Føroyum at
fyritøkur verða saneraðar.
Tað er eisini nýtt í Føroy-
um, attaðalmennaaktivt er
við til at skuldarsanera
Tá p/f SMS fór í gjald-
steðg í februar mánað í ár,
var tað júst áðrenn MVG-
gjaldið skuldi latast Toll og
Skattstovuni. Upphæddin,
sum landið átti til góðar í p/f
SMS var tá 1,7 mió. krónur.
Umframt hetta var eftir-
stødan hjá fyritøkuni í toll-
kredit 1.5 mió. krónur, og
efurstødan í arbeiðsmark-
naðargjaldi umleið 110.000
krónur, sum fyritøkan átti at
gjalda landinum.
Tilsamans var kravið frá
Toll og Skattstovuni til p/f
SMS 3.2 mið. krónur.
Umframt eftirstøduna hjá
Toll og Skattstovuni, vóru
eisini hópin av øðrum kre-
ditorum, sum áttu pening til
góðar í fyritøkuni
Mannagongdin, tá ein
fyritøka fer í gjaldssteðg er,
at 60% av kreditorunum
skulu góðtaka - í hesum føri
- tvangsakkord við í 25% í
dividende. Tað merkir, at
fyrtøkan fær eftirgivið
75% av skuldini
Vilja kreditorarnir, sum
eiga 60% av skuldini góð
taka tvangsakkord, so
noyðast hinir kreditorarnir,
at góðtaka, hóast teir ikki
eru samdir.
Toll og Skattstovan mót-
mælti at p/f SMS varð
skuldarsanerað, men
noyddist at ganga undir
treytimar, tå skiftirætturin
stadfesti tvangsakkordina.
Úrslitið gjørdist sum
kunnugt, at at SMS fekk
eftirgivið 200 mió. krónur
av skuldini.
Parturin av skuldini , sum
tað almenna átti til góðar í
p/f SMS fellur aftur á
skattgjaldaran, í hesum føri
er 24 mió. krónur, sum
landið átti til góðar í handil-
sfyritøkuni p/f SMS.
Dagny
HEGN &
HEGNPELAR
Seyðahegn og hegnpelar'
ymsum støddum á goymsiu
E:sini hava vitnutimans el-hegn
P/F PW-ÍSINKRAM
FR-660 Søldarfjørbur
Tlf. 41166 - 84166