Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið €2 Nr. 151 — 12. AUGUST 1994 Síða3 Ráðstevna í Norðurlandahúsinum: Fiskivinnusamfeløg og framtíðar meguleikar — Hóast heitið er"Norðurlendsku fiskivinnusamfelggini í fram- tíðini", so tosa vit ikki bert um fisk á rådstevnuni, sigur Sámal TF Johansen, ein av fyrireikarunum Tilsamans eini 130 fólk lut- taka á ráðstevnuni í Norð- urlandahúsinum, sum er fram til leygardagin. Hetta eru m.o. vinnulívsfólk, fiskimenn, fólk á almennu stovnunum og virkisleið- arar. Seinnapartin leygardagin verður almennur fundur, har teir umleið 30 fyrilest- rarhaldarnir fara at gera nið- urstødu í teimum fimm evnunum, sum hava verið umrødd í vikuni. - Hóast vit hava tosað um fiskivinnusamfeløg, so er men eisini um, hvgrjir aðrir møguleikar eru til at taka í slíkum samfeløgum, sigur Sámal T. F. Johansen. Ráðstevnan byrjaði mán- adagin, og tå var evnid um- siting av tilfeinginum i havinum. Serliga nógv varð tosað um handilskvotur, og tá vóru tveir áhugaverðir fyri- lestrarhaldarar. Kvotaskipanir Ragnar Árnasson, pro- fessari í Íslandi, er ein teirra sum talar fyri handilskvot- um, og Parzival Copes, pro- fessari í Kanada, er annar ið ikki heldur, at handilskvot- ur eru gagnligar í øllum før- um. Hann heldur, at tað eru so nógvir lutir sum skulu havast í huga viðvíkjandi umsitingini av handilskvot- um. Handilskvotaskipanin er dramatisk broyting í umsit- ingini av kvotunum og í fiskivinnuni sum heild. Tað er sum at privatisera sjå- gkið. Tað vendist ikki aftur, tá slíkar skipanir verða sett- ar í gildi, heldur Persival Copes. Hann heldur, at kvota- skipanin virkar væl í nøk- rum førum, men als ikki kann nýtast í gðrum førum. Perzival Copes vísti á dómi um toskastovn í Kana- da, sum varð niðurfiskaður eftir fáum árum, tá um- setiliga kvotaskipanin varð sett í gildi. Teir blaka út aftur Tá kvotaskipanin er gald- andi, veit fiskimadurin hvussu nógv hann kann fiska, men fær hann vána- liga fisk, verður hann blakaður út aftur. Eingin veit, hvussu nógvur fiskur á henda hátt verður koyrdur fyri borð. Nakrir meta, at umleið 3% av veiðuni verð- ur blakað út aftur, aðrir halda at talið er umleið 30%. Kortini var orsøkin til oyðingina av torskastovni- num í Kanada ikki, at fiski- menn blakaðu fiskin fyri borð, men heldur tað, at fiskifrødingar eftir samlaðu veiðuni gjørðu útrokningar og komu fram til skeivi TAC, av tí at fiskimenn ikki vildu siga, hvussu nógv teir blakaðu út aftur at tí, sum teir fiskaðu, greiddi Perzi- val Copes frá. Sámal T. F. Johannesen lesur søgu og geografi í RUC. Hann er ein av fyrireikarunum av ráð- stevnuni, og helt í hesum sambandi eisini fyrilestur. Hann tosaði m.a. um tær nógvu serkønu frågreiding- arnar um vidurskiftini í Før- oyum seinastu árini, og um alt tað, sum serfrødingar hava kannað og gjørt nidur- stødur um í hesum sam- bandi. Sámal helt, at frágreið- ingarnar vóru alt ov eintátt- aðar og at tær mest sum stardu seg blinda á at menna fiskivinnuna, lækka kost- nadarstødi 0.s.fr… - Við bertat umhugsa hes- ar báðar lutir, lata serfrød- ingarnir eyguni aftur fyri at royna aðrar møguleikar. Tað ber í sær, at vinnu- møguleikamir verða ov ein- tattaður eins og búskapurin verður óstøðugur. Umhugsa aðrar vinnumeguleikar - Vit vita, at ein ávís aftur- gongd hevur verið í sølu av fiski, av tí at brúkararnir seinastu árini ikki keypa eins nógvar fiskavgrur og áður. - Hugsandi er, at um vit í Føroyar frameftir nýta alla orku til bert at menna fiski- vinnuna, ístaðin at menna aðra vinnur, so verða vit eftirbátar í mun til granna- londini. - Tí er tað neyðugt at hava meira fjølltáttað tilboð at bjóða vinnulívinum, sum m.a. kann grundast á sam- starv soleiðis, at vit nýta fiskivinnuna til at byggja aðrar vinnur upp í Føroyum, sigur Sámal T. F. Johanne- sen. Leygardagin seinnapart verður tikið samanum á ráð- stevnuni í Nordurlanda- húsinum. Hetta verður al- mennur fundur, og fyrireik- aramir vóna at almenning- urin fer at sýna tiltakinum á- huga. Dagny Myndir: Kalmar | Ráðgevingin } hjá vinnuhusinum er opin hvønn — hósdag frå kl. 19.00-21.00, inngongd hjá K KFUM, ; Oman Pisuvarda 2, ella á tif.17200..=— Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30-16.30. Tetcfonin, 1 17200, svarar hvenn dag frå kl. 14.30-7.00 á morgni. 8 8 IS SFT fg 358043 LV 2) HI. Delta 4501 | i 450 MHZ FARTELEFON | GR ALT LANDIÐ | SENDER 2 WATT VIGAR 350 gr BERT KANN NÝTAST SUM »HANDSFREE« Í BILINUM SJÅLVSAGT VID ØLLUM HUGSANDI HENTLEIKUM — EISINI NUMMAR- MOTTAKARA Søla Storno 8tænasta Handan Å6 — — — 1f:14414 100 Tórshavn Fax. 18045 HEIMSINS MINSTA I FARTELEFON I