fríggjadagur 12. august 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 151 — 12. AUGUST 1994
slept Fólkaflokkinum.
Fólkaflokkurin hevur
fingið fyribils krakk frá
Sambandsflokkinum, og nú
fundast Sambandsflokkur-
in við Verkamannafylking-
ina.
Edmund Joensen, for-
maður Sambandsfloksins
sigur, at tey høvdu miku-
dagin tveir fundir við
Fólkaflokkin, men tað gekst
ikki væl, sum sambandsfor-
maðurin málber seg.
Í gjár fyrrapartin hevði
Sambandsflokkurin innan-
flokka fund, og har varð
avrátt hvat gerast skuldi.
Nidurstødan á sambands-
fundinum var, at taka upp
samráðingar við Verka-
mannafylkingina, og hesar
vóru í gjár seinrapartin.
Edmund Joensen vil ikki
gera fleiri viðmerkingar,
men frá góðum sambands-
keldum færttist, at
s |
— Men enn hevur Sambandsflokkurin ikki heilt
flokkurin vil fegin hava
eina so breiða samgongu
sum gjørligt, og tá ber ikki
til at gera ov víðgongdar
avtalur frammanundan við
Fólkaflokkin, verður sagt.
Hvønn flokk Sambands-
flokkurin fer at hitta eftir
tingingarnar við Verka-
mannafylkingina, var óvist
í gjár seinrapartin.
tór.-
Sambandið leyp
frå semjuni
— Flokkarnir vóru annars samdir um at lækka
sigur Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin fer ikki í tingingar við aðrar
Sambandið eigur sam-
lønir og
flokkar so leingi
skatt,
ráðingarumfarið, sigur fólkafloksformaðurin
Stóri spurningurin í sam-
ráðingunum millum Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkinum hevur verið hitt
nógv umtalaða kostnaðar-
stødi, sum flokkarnir vilja
lækka.
Fyrr í vikuni tóktist semja
vera millum flokkarnar at
lækka allar sáttmálabundn-
ar lønir 20 prosent. Hetta
skuldi garast í tveimum
stigum yvir hálvtannað ár.
Skatturin skuldi lækkað eitt
sindur meira, so reallgnin
gjørdist eitt sindur frægari
enn hon er í dag.
Men hvat so er hent ella
ikki, tykist nú kuril at verða
komin á millum hesar báðar
flokkar. Anfinn Kallsberg
sigur, at flokkarnir høvdu
gjørt semju um kostnadar-
stødi, men nú er Sambands-
flokkurin lopin frá semjuni.
Formaður Fólkafloksins
heldur, at er fyrst semja
fingin um eitt tílíkt mál, er
ikki vanligt at taka spur-
ningin uppaftur í samráð-
ingarnar.
Tiggju ugen fyri
at steðga
Anfinn Kallsberg sigur, at
kostnadarstødid má lækka
og tað ongantíið ov skjótt.
Bert fyri at steðga aftur-
gongdini má kostnaðar-
stæði lækka tíggju prosent.
Skal framgongd hómast má
tað lækkast enn meira. An-
finn Kallsberg sigur tó, at
eingin kann við vissu siga
hvussu skjótt bati kemur í
av lækkaðum kostnaðar-
stødi og hvussu mong nýggj
arbeiðspláss verða av hes-
um ávum. Men í hesum
millumbilinum má livast
við einum halli á fíggjar-
Formaður Fólkafloksins
sigur, at eingin meining er í
at senda fleiri fólk út í
arbeiðsloysi. Anfinn Kalls-
berg leggur aftrat, at avgjørt
neyðugt verður at økja um
vinnuliga partin av lønar-
útgjaldingunum í mun til
samlaðu Jlønanitgjalding-
arnar. Hann vísir á, at í 1989
var almenni parturin av
samlaðum lønaritgjalding-
um 32 prosent. Í dag er hann
47. Tað er ikki tí at almenni
parturin er øktur, men tí, at
hin vinnuligi parturin er
minkaður enn meira.
Lat teir nú royna seg
Anfinn Kallsberg sigur, at
so leingi Sambandsflokk-
urin hevur samráðingar-
umfarið fer Fólkaflokkurin
ikki at venda sær til nakran
flokk í samrådingarørind-
um.
-Latnú Sambandsflokkin
gera sínar royndir at fáa
eina samgongu. Tað skal
flokkurin fáa frið úl. Vit
mugu bert vóna, at tess
longri tíð gongur, tess betri
verður samgongan, sigur
formaður Fólkafloksins,
Anfinn Kallsberg.
tór.-
Tidindabladid GSK)
Til BLADSØLURNAR
sosialvirin aftur
UTSELDUR?
Bodid so beinanvegin frå å
tlf. 11820.
Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fáa fleiri blað.
Tíðindablaðið SOSIALURIN
Á GILJANESI
FERÐAMANNAHEIM
Tlf. 32900/Tlf. 87199