fríggjadagur 12. august 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 151 — 12. AUGUST 1994 Síða7
Heri Mortensen um flogskiparnar
við føroyaflogfarinum:
Teir
høvdu
fingið
sekkin
Tað fær ongar avleiðingar fyri
teir báðar flogskipararnar um-
borð á føroyaflogfarinum, sum
ikki vóru samdir um, hvort flog-
farið skuldi seta seg í Vágum
fyri fimm árum síðan
Fyri fimm árum hendi eitt
óhapp, tá flogfarið hjá At-
lantic Airways skuldi seta
seg á vellinum í Vágum.
Tað loypti hvøkk á fólk,
tá tað frættist í tíðindunum í
gjár, at orsøkin til hending-
ina var ósemja millum flog-
skipara og stýrimann um-
borð á flogfarinum.
Heri Mortensen, stjóri í
flogfelagnum, sigur við
Sosialin, at hann júst hevur
fingið frágreiðingina frá
flogferðslumyndugleiku-
num, men at hann ikki visti
um hetta fyrr enn nú, fimm
ár seinni.
Tveir danir vóru tá skipari
og stýrimaður umborð á
føroyaflogfarinum. Teir ar-
beiða ikki longur í felag-
num. Høvdu teir verið í
starvi hjá okkum, so høvdu
báðir verið uppsagdir, sigur
Heri Mortensen.
Óhappið hendi beint áðr-
enn flogfarið skuldi seta
seg á vøllin. Flogskipanin
vildi fara upp aftur á flog,
men tað vildi stýrimaðurin
Bæði flogskipari og stýri-
maður vóru kapteynar. Teir
skiftust um at verða flog-
skiparar á ferðini. Tann,
sum sítur vinstrumegin í
flogfarinum er skipari á
ferðini, og hann er hægstur
maður umborð.
- Hatta var ein menniskj-
ansligur feilur, og tíbetur
kostaði óhappið bert pen-
ing, men trygdin loftvegis
er eins góð og hon altíð hev-
ur verið, sigur Heri Morten-
sen.
- Fær hetta avleiðingar
fyri flogskiparnar?
- Um tað stóð í frágreið-
ingini at hetta var ein feilur
og hverjar avleiðingarnar
skuldu vera, so høvdu teir
mist arbeiðið.Tað er tó
eingin viðmerking um tað í
frágreiðingini.
Í nidurstøduni stendur, at
óhepnar umstødur vóru til
staðar. Vøllurin var hálur av
regni, ferðin var ov stór, og
at flogfarið setti seg ov inn-
arlaga á vøllinum. Tí fór tað
omanav. Einki stendur í frá-
greiðingini um at flogfarið
ikki var í lagi ella at trygd-
arreglurnar ikki hava verið
hildnar.
- Væntar tú ikki at fólk
setast aftur, tá tey frætta
slík tíðindi?
- Flogfarið er fullsett fram
til 13. august, og so vítt eg
veit, hevur eingin avlýst
ferðinar millum Danmark
og Føroyar. Tað er kortini
fimm ár síðani óhappið
hendi, so tað kann ikki hava
so stóran týdning í dag, sig-
ur Heri Mortensen.
Sjey flogskiparar eru í
løtuni í vinnu hjá Atlantic
Airways, og av hesum eru
teir seks føroyingar.
Dagny
Flutningur í postbúrum
og á plattum til Danmarkar og Norðurlond
frá HURÐ til HURÐ
Til Danmarkar:
støde 150x70x115
* Flytigóðs
* Annað
Allar flutnings-
útreiðslur og
trygging eru
íroknað.
Postverk
Foroya
-oyviksvegur 78
00 Torshavn
Tlf. 11007 - Fax 17019