fríggjadagur 12. august 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 151 — 12. AUGUST 1994 Sida 9
Summarløtan
— Ljósareyða sofan
Filmurin er um ein drong, sum spælir
krógva og blunda saman við systur síni.
Hann krógvar seg í eini bingju, men júst tá
kemur ein lastbilur og koyrir bingjuna á
ruskstødina…
Friggiakvøldid kl. 22.20:
Tann seinasta aldan
> BL
ee
Richard Chamberlain og Chris L
Richard Chamberlain hevur høvudsleik-
lutin í hesum australska okkulta ræðufilm-
inum frá 1977.
Hann er ein ungur sakførari í Sydney, sum
skal verja nakrar frumbúgvar, ið eru ákærd-
ir fyri at hava myrt ein vinmann í fyllskapi.
Men gjøgnum frumbúgvamar og teirra
gandakenda sambandi við náttúruna fær
hann varhugan av at okkurt er á veg, okkurt
stórt og vandamikið...
Óhóskandi fyri smærri børn!
Biloxi Blues
Am. filmur frá 1987.
Matthew Broderick og Penelope Ann Miller
Tíðliga á sumri 1945 verður tann ungi,
vónríki Eugene Jerome úr Brooklyn inn-
kallaður í tann amerikanska herin. Málið er
at vinna kríggið, men fyrst gongur leiðin til
venjingarleguna í Biloxi í Missisippi, har
munurin ímillum veruleikan og propa-
gandafilmarnar er sum dagur og nátt.
Sunnukvøldid kl. 18.00;
Tað svarta gullið
í Oklahoma
Am. filmur frá 1973 við Faye Dunaway og
George C. Scott í høvudsleiklutunum.
Faye Dunaway og George C. Scott Fr
Hon hevur leigað hann at hjálpa sær í
stríðnum ímóti teimum stóru oljufeløgun-
um. Hvørgin teirra vil lúta fyri yvirmaktini.
Sunnukveldið kl. 20.35;
Í Himalaya
— við svensku kongshjúnun-
um
Tey svensku kongshjúnini Carl Gustav
kongur og Silvia drotning hava verid
gonguferð í tí lítla landinum Bhutan i Hima-
laya. Hetta var ein ødrvisi ferð vid ógloym-
andi náttúruupplivingum. Tað svenska
sjónvarpið var við á ferðini.
Sunnukvøldid kl. 21.20:
Ein ferð til Íslands
Tann fyrsta av fyra sendingum, sum Søren
Ryge Petersen hevur gjørt. I ti fyrstu send-
ingini tekur hann hyggjararnar við á eina
ferð runt ta stóru oynna.
Sunnukvøldid kl. 22.00:
MacKlean
Svenskur sjónvarpsfilmur í tveimum pørt-
um.
Rutger MacKlean verður kamarharri við
hóvið hjá Gustavi III, og har verður hann
góður við systir kongin. Men hann dugir
ikki at venda sær í ti kongaliga umhvørvin-
um, har intrigurnar blóma, og hann fellur í
ónáði.
Tyskvøldid kl. 19.25:
Eldforið
Hesaferð síggja vit filmin um ein soldát,
sum er á veg heim úr krígnum; men so hittir
hann eina gamla heks. Hon biður hann gera
sær eina tænastu og afturfyri skal hann fáa
eina rúgvu av pengum. Hann skal klúgva
niður í eitt tær eftir pengum, og so skal hann
eisini taka eitt eldføri við uppaftur til henn-
ara. Hvat skal hon við hesum eldførinum?
spyr soldáturin, tí hann veit, at heksir duga
gand. Men heksin vil ikki síga...
Tyskvøldid kl. 21.40:
Tey beru trødini
Danskur filmur frå 1991, sum er grundadur
á bókina eftir Tage Skou-Hansen.
Ole Lemmeke og Lena Nilsson
Tann ungi juralesandi Holger kemur upp í
tann mótstóðubólk, sum Christian, ið er
royndur sabotørur, stendur á odda fyri. Tá
Holger hittir konu Christian, Gerdu, er
einki at gera. Tey verða góð — og fyri Holger
fær kærleikin til Gerdu stórri tydning enn alt
annað. Ein filmur um kærleika og saman-
hald, svik og deyða.
Leikarar: Ole Lemmeke, Lena Nilsson,
Michael Moritzen 0.0.
Handrit og leikstjórn: Morten Henriksen.
Mi V. kl.
37 tímar í
hvítum kitli -
Mr
Lars Overgaard lækni
Nyliga komin til arbeidis, verdur hann
róptur at hjálpa einum illa lýstaðum manni,
ið hevur verið fyri eini ferðsluvanlukku.
Arbeiðsdagurin er byrjaður, men ein lækni
fær ikki bert so krevjandi uppgávur, men
kann inn í millum taka sær meira av løttum,
so sum at seta plástur á 0.a.
Sendingin er um Lars Overgaard, skurð-
lækna, vit fylgja honum til arbeiðis eina
vanliga viku. Í annaðkvgld kemur send-
ingin 45 min. um læknaútbúgvingina í Dan-
mark.
Lagt til rættis fyri Danmarks Radio hevur
Jette Sachs.
Mikukvøldid kl. 22.55:
Ejler Bille
— målari og myndahøggari
f 1933 introduceradi Ejler Bille saman vid
ødrum listafólkum ta abstraktu listina í
Danmark, eftir at hann i nøkur år hevdi
fingist nógv vid surrealistiska list. Hann var
vid til at stovna »Linjuna« og seinni limur f
>COBRA<. Í sendingini sigur Ejler Bille
frá einum lívi í listaheiminum, har hann enn
er virkin.
45 min. um lækna-
útbúgvingina
Danskir sjúkrahúslæknar fáa ov vánaliga
útvúgving. Teir fáa ikki nóg mikið av
royndum og venjing í lærutíðini, og eingin
hevur eftirlit við, hvussu nógv teir læra.
Hvat gera Heilsustýrið og politikararnir við
henda pástandin, sum serliga kemur frá
donskum skurðlæknum?
Hóskveldið kl. 21.20:
Tilverunnar
ótolandi lættleiki
Am. filmur frá 1987.
Lena Olin
Daniel Day Lewis hevur høvudsleiklutin
sum skurðlæknin og konufólkarevurin
Thomas í hesum filminum, sum er grund-
aður á metseljaran hjá Milan Kundera um
kærleika og erotikk í Prag í 60-árunum, tá
tað politiska várið blómaði.