Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðind ablaðið GSK: UEFA CUP 1994: Motherwell FC-HB Undankapping, fyrri dystur. Spældur á Fir Park í Motherwell týsdagin 9. august 1994 kl. 19 Motherwell FC-HB 3-0 (2-0) 1-0: Tommy Coyne (22. min.) 2-0: Paul McGrillen (35. min.) 3-0; Steve Kirk (83. min.) Liðið hjá HB: Kaj Leo Johannesen — Grímur Vang, Jón Dahl, Jóannes Jakobsen, Andrias F. Hansen, Hans Thomassen (Hans Petur í Brekkunum, 73.) — Julian Johnsson, Jan Dam, Rúni Nolsøe — Gunnar Mohr, John Heri Dam (Eyðun Samuelsen, 65.) Gult kort: Jón Dahl Dómarakvartett úr Wales: J. J. Ashman (dómari), J. M. R. Evans (linjuverji), J. Collins (linjuverji), G. L. Lewis (fjórði dómari) UEFA-eygleidari úr Belgía: J. Jourquin Áskoðarar: 6.822 um skoti sendi hann inn um handaru stong til 1-0. Allir stóðu og væntaðu, at Coyne fór at smekka til, men hann rakti helst ikki bóltin, sum hann ætlaði, og tí snýtti hann allar — helst eisini seg sjálvan eitt sind- Hetta hendi, tá 22 minutt- ir vóru farnir, og eitt korter seinni var stødan 2-0. Ein av skotunum fekk frið at fara igjøgnum í høgru síðu, fyri síðani at spæla Paul Mc- Grillen, ið somuleiðis fekk alt ov góðan frið í undir- mannaðu HB-verjuni at skora. Verjan hevði flutt seg so mikið langt yvir í vinstra borð, har bólturin var, at McGrillen fekk stórt rásarúm í høgru midskeidis fyri inum, tá hann fekk bólt- in fyri føturnar. HB-kjansir Beint undan hesum mál- inum hevði John Heri Dam havt fyrstu nøkunlunda málroyndina hjá HB í dyst- inum, men royndin at lobba upp um Stephen Woods í Motherwell-málinum mis- eydnaðist — skotið varð ov spakuligt og rakk ikki aftur um málverjan. Í seinna hálvleiki kom meira flog yvir HB-spælið, og nú tordu menn betur at bjóða skotunum av. Sjálv- sagt hevði Motherwell framvegis eina ávísa yvir- Jón Dahl — her í nær- % dysti við Paul Mc- Grillen — var besti HB- arin í dystinum móti Motherwell tyskvøldid Mynd: Hilmar Jan Hansen vág, men tó ikki meira enn so, at HB fekk gjørt seg galdandi við einum ella tveimum góðum kjansum. Størstur var kjansurin, ið Gunnar Mohr fekk, tá hann kundi minka um munin til 2-1. Hann varð hegnisliga leysur av Hans Peturi í Brekkunum mitt fyri mál- inum og fór við ferð út í høgra borð, men tá skotið kom, stóð ov nógv áhonum, og hann megnaði ikki at fáa mál hjá Stephen Woods, ið meistarliga bjargaði skot- inum út til horna. Eisini fekk Eyðun Samu- elsen létu seinni ein rími- liga góðan kjans, tá Gunnar Mohr sendi honum bóltin úti við vinstru stong. Átti Eyðun tríggjar og ein hálv- an sentimetur aftrat hædd- ini, hevði hann rokkið bólt- in, men ikki bar til. Horna- spark spurdist tó burturúr, og tá sendi Eyðun bóltin út til Hans Petur i Brekkunum, id smekkadi til år 25 metr- um mót nærmaru stong. Málverjin hjá skotunum fekk akkurát bjargað harða skotinum, ið hann sjónliga hevði væntað fór at koma mitt í málið ella úti við handaru stong. Eisini hevði Rúni Nolsøe eini tvey langskot, men tey endaðu oman fyri málið. Oneyðugt mál Bert lítla løtu seinni varð tó leyst og liðugt, tá HB púra óneyðugt slasaði bólt- in burtur á miðjuni. Tað gingu bert fá sekund, so var stødan 3-0, eftir at tað hevði eydnast blankafría Stevie Kirk at fáa bóltin akkurát upp Kaj Leo, ið tó fekk fingrarnar á. Hevdi hann havtein mann aftan fyri seg, hevði bólturin ongantíð endað í málinum. Allan dystin igjøgnum var tað tó Motherwell, ið skapti sær fleiri kjansir, men HB vardi væl. Bæði Jan Dam, Andrias F. hansen og Jóan- nes Jakobsen fingu í tólvta tíma bóltin burtur í stóðum, har saktans kundi spurst mál burturúr. Motherwell- menninir høvdu eisini fleiri royndir á bæði stengur og yvirliggjara. Hóast 3-0 skjótt kann gera returdystin eitt sindur minni áhugaverdan enn eitt nú 2-1, er eingin ivi um, at HB- aramir vóru nøgdir við tað, teir fingu burturúr. Og tað kundu teir eisini vera, tí inn- satsurin var 6føra góður frå teirra síðu. HB hevði havt uppiborið at fingið í hvussu er eitt mál fyri stríðið, og tí kann tað so væl henda seg, at returdyst- urin kortini verður stak áhugaverður. Kanska teir tá fáa svarað hesum spurning- inum: Hver fer at skjóta fyrsta málið hjá HB í einum al- tjóða dysti? hj. Nr. 151 — 12. AUGUST 1994 Síða 15 Nei, Kaj Leo hevur ikki verið við i einum boksi- dysti, hóast tað kann síggja soleiðis út. Hendan snuddin fekk hann í einum samanbresti við ein av spælarunum hjá Motherwell týskveldið Mynd: Hilmar Jan Hansen Kaj Leo Johannesen: Serliga tað triðja málið var keðiligt — Vit eru ov skjótir at yvirmeta mótstøðuliðini. Sjálvandi eiga vit at hava virðing fyri teim- um, men tað kann skjótt verða ou nógv, heldur HM-málverjin Skalt tú geva eina stutta lýsing av Kaj Leo Jo- hannesen sum ítróttar- manni, má hon vera um, at hann altíð tekur upp- gávurnar í fullum álvara og roynir at gera sítt all- arbesta, tá harðast leikar á í dysti. Tí er Kaj Leo heldur ongantíð nøgdur við at tapa — sjálvt ikki móti einum líði sum skotska Motherwell: — Eg haldi, at vit ofta hava hug at yvirmeta tey líðini, vit koma at spæla ímóti, og virðing- in fyri teimum er ofta Ov stór, heldur hann. — Ikki ti, sjálvandi eiga vit at hava virðing fyri måtstødulidunum, men tað kann gerast ov nógv av tí góða. Høvdu vit eitt sindur oftari trúð meira upp á okkum sjálvar, høvdu urslitini eisini verið betri. HB-málverjin sigur, at hóast hann ongantíð er nygdður við at tapa, so heldur hann ikki, at sig- ast kann annað, enn at HB gjørdi ein góðan innsats í dystinum móti Motherwell týskvgldið. — Allir gjørdu sítt ít- arsta fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum gjørligt, men serliga haldi eg, at teir yngru og óroyndaru menninir komu væl frá síni uppgávu. Og tað fer helst eisini at vísa seg í heimligu kappingini, at slíkar royndir hava eitt Kaj Leo sigur, at ser- liga triðja málið var fekk hann fingrarnar — Vit verða ov ofta revsaðir fyri persónligu mistøkini, og sum oftast eru málini bílig. Hesum mugu vit royna at koma burtur frá. bj.