Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 26

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 51 Gudstænastur 3. sunnudag e. trinitatis Christianskirkjan 40 ár kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer og Niels Pauli Danielsen Gjógv: kl. 12 John Myllhamar Fuglafjørður: kl. 11, Uni Næs Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein. Talvan gongur fyri føroysku Sjómansmissiónina Hvalvík: kl. 11, Hans J. Joensen, biskupur og Bjarni Bæk, dómpróstur. Mogens Tilsted Christisensen verður prestvígdur og innsettur Nes: kl. 11, Martin R. Jacobsen Sørvágur: kl. 11, David Johannesen Vágur: kl. 11, Ólavur Rasmussen Vesturkirkjan: kl. 11, Lestur Rituvík: kl. 11, altarg., Meinhard Bjartalíð Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti, Rólant í Skorini talar. Barnaansing er samstundis. www.hebron.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa við Pater Jude Kulas Soosaiappu í Mariukirkjuni. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Í dag After Eight, høllin er opin frá kl. 13-15. Sunnudagin kl. 11 Guds- tænasta v/ Jóhan P. Johanne- sen. Sunnudagsskúlin er í summarfrí, lýst verður, tá byrjað verður aftur. Mánakvøldið kl. 20.30 Bønarmøti. Samkoman Rhema Staravegur 5 Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Sunnudagsskúlin er farin í summarfrí. Øll eru vælkomin. www.rhema.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Tummas Jacobsen, kl. 18 Evangel. møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. www.filadelfia.fo Meinigheitshúsið Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/ Hanus Simonsen. Ebenezer Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 10 Breyð- bróting, kl. 18 Evangel. møti, kl. 21 Útimøti. Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti, øll eru vælkomin. Samkoman Lívdin í Hoyvíkar skúla Ætlanin er fara útferð sunnu- dagin, lýst verður nærri á heimasíðuni, www.livdin.fo TILTØK BRÚDLEYP Leygardagin 12. juli kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Eydna Maria Iversen og Sámal Lindenskov, bæði úr Havn. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Leygardagin 12. juli giftast í Hirtshals Inga Samuelsen, Tórshavn og Heri Petersen, Hoyvík. Vígslan verður í Horne kirkju kl. 15.30. Brúdleypsadr.: Annas Fiske- restaurant, Strandvejen 7A, 9850 Hirtshals. Leygardagin 12. juli giftast í Bredballe kirkju Dorte Kirkegaard og Hans Petur Nielsen, sonur Marjun og Niels Jacob Nielsen, Strendur. Brúdleypsadr.: Nyringen 59 L, 8250 Risskov. Leygardagin 12. juli giftast í Båtsfjord kirkju Linda Hanusardóttir úr Skálavík og Asle Slapø úr Båtsfjord. Brúdleypsadr.: VELFERDEN, 9990 Båtsfjord. Leygardagin 12. juli kl. 11.00 giftast í Vágs kirkju Anna Borg Dahl og John Eystberg. Brúdleypið verður hildið í VB-húsinum kl. 13.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 5. juli á tlf. 373017, 373015 ella 0045 32886808. Leygardagin 12. juli kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju Anna-Maria Hansen, Skopun og Herluf Gudmundarson, Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum í Pálsstovu kl. 19.00. Leygardagin 12. juli klokkan 15.00 giftast í Christians- kirkjuni Joan M. Joensen og Alexandar Djordjevic. Veitslan verður á Hotel Norð fyri innbodnum. Leygardagin 19. juli kl. 14.00 giftast í Vesturkirkjuni Mariann S. Kjærbo, Stykkið og Jóhan M. Stenberg, Argir. Veitslan verður fyri innbodnum í Starvsmannafelagshús- inum kl. 19.00. Leygardagin 26. juli kl. 10.00 giftast í Vágs kirkju Barbara Brattaberg, Vágur og Pauli Trond Petersen, Vest- manna. Veitsla verður í VB-húsinum kl. 12.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, kunnu vinarliga siga frá á tlf. 374091 ella 574091 áðrenn 14. juli. Leygardagin 26. juli kl. 15.00 giftast í Hvalbiar kirkju, Poula Næs, Hvalba og Rúni Thomsen, Froðba, búsitandi á Eiði. Vælkomst verður í Roynhøllini kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma til veitsluna, verða biðin um at siga frá á tlf. 423393 ella 221133 innan 7. juli. Leygardagin 2. august kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Anita Olsen, Sandi og Kaj Anker Joensen, Søldarfjørður. Veitsla verður í bygdarhúsinum í Leirvik kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma kunnu siga frá á tlf. 449085 innan 24. juli. Leygardagin 2. august kl. 14.00 giftast í Klaksvík Poula Andorsdóttir Isaksen og Kári Poulsen, bæði úr Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Vælkomst verður í Skál- anum kl. 21.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, biðjast vinarligast siga frá á tlf. 456515, 227340, 455950 ella 213668 í seinasta lagi 25. juli. Leygardagin 2. august kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Tina Danielsen og Teitur Birgarson Johannesen bæði úr Havn. Veitslan verður í HB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 311439, 211439, 318989 ella 314647 í seinasta lagi 12. juli. Leygardagin 2. august kl. 15.00 giftast í Kirkjubøar kirkju Gilianna Ragnardóttir Frýdal, Velbastaður og Egil Karlsen, Stokke, Noregi. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleypið, ið verður í B36-húsinum kl. 19.00, biðjast siga frá áðrenn 15. juli á tlf. 328081 ella 441365. Leygardagin 16. august kl. 16.00 giftast í Sands kirkju Arnleyð Tungá og Bergleif Sólsker, bæði av Sandi. Veitslan verður hildin í Samljóð í Skopun kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, biðjast vinarliga siga frá á tlf. 361632, 320487, 361650 ella 258889 í seinasta lagi 1. august. SILVURBRÚDLEYP Tann 19. juli halda Sunrid og Kristian Martin Jacobsen, Hósvík silvurbrúdleyp. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í veitsluna, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 422386 ella 212386 í seinasta lagi tann 6. juli. Royndarhúsið í Nólsoy Fríggjakvøldið kl. 21 Evangel. møti. Leygardagin kl. 14 Barna- møti, kl. 16 Útimøti í Geilini um viðrar, Evangel. møti kl. 20. Sunnudagin útimøti í Geilini um viðrar kl. 14.30, Evangel. møti í Royndarhúsinum kl. 16. Herman og Gigga syngja. Tórmund og fleiri luttaka. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti. Mánadagin kl. 20 Bønarmøti. Telefonandaktin 424741. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 19 Møti við Egil Toftegaard o.fl. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Lívsins Orð Møti verður í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla leygarkvøldið kl. 20 við Hans Berndtsen. Sunnudagin verður møti kl. 19. Ungdómsmøti verður mánadagin kl. 20. Meinigheitshúsið á Skála Sunnukvøldið kl. 19 Møti við Jóanis F. Johannesen. Inn- samling til húsið. Aftaná verður drekka, øll eru vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Opið hús verður eftir ung- dómsgudstænastuna í kirkjuni kl. 22 í kvøld. Sunnudagin verður møti kl. 18. Leirvíkar Missiónshús Leygarkvøldið kl. 20 hevur Heimamissiónin útimøti við Leirvíkar Missiónshús v/ Magna Christiansen og fleiri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Soli Deo Gloria Sunnukvøldið kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Getsemane, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 20 Spæli- café. Sunnudagin kl. 11 Møti við André Matras (barnaansing er undir møtinum). Tú ert hjartaliga vælkomin. Frá KFUM og K, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 22 Opið hús. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Felagsmøti í kirkjuni, kl. 21 Ungdómsmøti. Øll eru vælkomin. www.kuff.fo Missiónshúsið í Skopun Vikuskiftismøtir byrja í kvøld kl. 20 við møti v/ Sigfred Johannesen og Kajberg Davidsen, ymiskar sangkreftir luttaka. Innsavnan. Sunnudagin um viðrar verður útimøti kl. 15.30 við Kajberg Davidsen og Sigfred Johannesen. Kl. 18 møti við Kajberg Davidsen og Sigfred Johannesen, ymiskar sangkreftir luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið, Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Árna og Jeannu. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Leygarkvøldið kl. 20 Bøn- og lovsongsmøti. Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyð- bróting, kl. 18 Evangel. fundur, kl. 21 Útifundur um viðrar. Ónsdagin kl. 20 Bønar- og uppbyggingarfundur. Missiónshúsið, Vágur Møti sunnukvøldið kl. 18 við Snorra Brend, trúboðara í Mali. Greitt verður frá missións- og radioarbeiðnum millum Fulanarar, eins og høvi verður at seta spurningar. Innsavnin verður fyri Ytrimissiónsarbeiðið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11 Morgunmøti, kl. 18 Møti. Øll eru vælkomin. Mánadag kl. 21 Bønarmøti. Frá kl. 21-23 verður bønar- tænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja, um tær tørvar forbøn. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 1. juli til 18. august hava vit opið frá kl. 13.00- 17.00. Á ólavsøku verður fotoframsýning av útoyggjamyndum í kjallaranum í Tilhaldinum hjá Hjalmari Waag Høgnesen. Á miðhæddini verður møguleiki at fáa sær ein drekkamunn og okkurt heimabakað. Tilhaldið hevur átikið sær at hava móttøkuhúsið opið á ólavsøku. Opið verður 28.-29. juli kl. 15-19. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 6. juli verður gingið niðan á Tind og Egilsfjall. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.30. Havi heit og góð gonguklæðir og matpakka við. Tilmelding. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14–17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61 655400. NA (Anomymir narkomanar) Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur er hvønn hósdag kl. 17.30 til 18.30 og sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alk- oholikarum er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon, Tórsgøta 5 (inngongd vestan- fyri). Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 5.7. Eiði, tlf. 42 30 06 Sunnudagin 6.7. Runavík, tlf. 44 80 16 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 10-11. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR TILTØK Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín! Matt. 12,50 Gud hevur eina ætlan við lívi okkara. Hann hevur ikki sett okkum inn í henda heim uttan ætlan og uttan mál og mið. Kristin trúgv er ikki bara orð oman á orð. Eitt lív í trúgv og kærleika eigur at spíra fram, har kristin menniskju eru. Men vit mega mangan sanna, at Jesus væntar sær meir av okkum, enn vit megna. Luther segði, at ein kristin er bæði rættvísur og syndari. Hann er rættvísur fyri Gudi, tí Jesus hevur gjørt hann rættvísan. Men øll menniskju, tað verði seg kristið ella heiðið, eru merkt av tí ónda og tí forgongiliga. Vit eru øll syndarar. Gud setti okkum inn í henda heim, fyri at vit skuldu verða tænarar hansara í kærleika. Vit eru sum so bundin av at gera tað góða. Uppgáva teirra kristnu er at veita hjálp til hin neyðstadda, vón til hin útstoytta og vrakaða og gleði til tann, sum er nívdur av sorg og sakni. Og Jesus sigur í orðinum her, at øll tey, sum gera hetta, tey eru bróðir, systir og móðir hansara. Nútíðin hevur gjørt kristnu trúnna bert til orð. Mong menniskju halda, at tað ikki er neyðugt at gera tað góða. Men hetta er ein stór misskiljing bæði av Bíbliuni og Luther. Eitt gott træ ber góðar fruktir, og eitt ringt træ ber ringar fruktir. Soleiðis er tað bara. Her er tað satt, at trúgv uttan gerðir er ein deyð trúgv. Tá er ikki talan um kristna trúgv. Hitt æviga lívið byrjar her og nú. Tað skal livast í heiminum í øllum viðurskiftum. Hevur tú ongantíð spurt, hvat Jesus vil við tínum lívi? Amen David Johannesen EITT LJÓS Á GØTU MÍNI 70 ÁR 10. juni fylti Jákup Lindenskov í Havn 70 ár. Dagurin verður hildin í Losjuni í Havn leygarkvøldið 12. juli. 10. juli verður Niels Jacob Erlingsson, Akureyri 70 ár. Veitslan verður hildin leygardagin 12. juli í Missiónshús- inum í Hvalba kl. 18.00. Hann vónar at hitta væl av fam- ilju og kenningum har. Tey ið vilja heilsa uppá hann henda dagin verða biðin um at siga frá á tlf. 321309 ella 212309 innan mánadagin 7. juli. 75 ÁR Í morgin, sunnudagin 07. juli, verður Jenny Samuelsen 75 ár. Dagurin verður hildin millum kl. 13.00 og 19.00 hjá soninum, Dalalíð 7. KONFIRMATIÓN Sunnudagin 13. juli verður Dánial Nolsøe Jacobsen, sonur Gudrun Nolsøe og Eyðun Berth Jacobsen, konfirmeraður í Skála kirkju. Konfirmatiónin verður hildin í matarhøllini í Ítróttarhøllini á Skála. C M Y K 51 50 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 05.07.kl. 1900 Leygardagin 05.07.kl. 2115 Leygardagin 05.07.kl. 2330 Sunnudagin 06.07.kl. 1930 Sunnudagin 06.07.kl. 2200 P BIO P KIOSKIN Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. Leygardagin 05.07.kl. 1830 Leygardagin 05.07.kl. 2300 Sunnudagin 06.07.kl. 2130 Leygardagin 05.07.kl. 2045 Sunnudagin 06.07.kl. 1900 Avloysari fyri pedagog Á Sambýlinum í Pætursgøtu 3, er eitt farloyvisstarv sum pedagogur í tíðarskeið- inum frá 01.08.03 til 31.07.04, leyst at søkja. Starvið verður sáttmálasett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, sáttmálastigini 11-16. Í Sambýlinum koma at búgva 5 fólk við diagnosuni Asberger syndrom ella líkn- andi.Til hetta brek verður brúktur ein skipaður arbeiðsháttur.Umsøkjarar,ið hava royndir við arbeiði av hesum slag hava fyrimun. Ítróttur er ein partur av arbeið- inum. M.a. renning, gongutúrar og svimjing. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum er at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í gerandisdegnum. Týdningur verður lagdur á, at umsøkjara hava fakliga vitan og hava góð sam- starvs- og innlivingarevni Starvið er ætlað fólki við námsfrøðiligari útbúgving, men um hetta ikki ber til, verður starvið sett sum hjálparfólkarstarv. Nærri fæst at vita um starvi frá Onnu Johannesen, á telefon 215540. Umsóknar- freistin er 21. juli, og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Pætursgøtu 3 Pætursgøta 3 FO188 Hoyvík. SAMBÝLIÐ Í PÆTURSGØTU 3 í Hoyvík