leygardagur 13. august 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 152 — 13. AUGUST 1994 Síða5
Nógvir um a
Tað er einki við at gera. Nógvar iløgur hava verið gjørdar í Før-
oyum í áttatiárunum, og allar hava ikki verið eins skilagóðar.
SMS er millum tær skilaleysu iløgurnar
Í sambandi við skuldar-
saneringina í p/f SMS er
upplýst, at Føroya Banki
misti 49 mió. krónur í
hesum umfari. Samstundis
er eisini komið í ljósmála, at
peningastovnurin framma-
nundan avskrivaði aðrar
umleið 50 mió. krónur.
Hetta hendi í 1992, og so-
statt áðrenn saneringin kom
upp á tal.
Jøm Astrup Hansen,
stjóri í Føroya Banka, kann
bert játta, at bankin fekk
fýra mió. krónur av skuldini
upp á 53 mið. krónur við
"saneringini, sum bankin átti
til góðar í fyritgkuni.
Hann minnist ikki rætti-
ligatølini fyri avskrivingina
í 1992, tí tá var hann ikki í
núverandi starvinum. Hann
heldur kortini ikki, at talið
50 mið. krónur er heilt av
leið. Sostatt hevur bankin
tilsamans gjørt fløgur í p/f
SMS fyri einar 100 mió.
krónur tilsamans.
Avskrivað skuld í '92
Tað var annars nógv tosað
um, at bankin hevði
avskrivað skuld í p/f SMS í
1992, men av tí at fyritøkan
gjørði avtalu við sínar kre-
ditorar tá, var ikki møguligt
at fáa hesar upplýsingar
váttaðir
Vanliga mannagongdin í
bankaheiminum er annars,
at slikir stovnar ikki úttalar
>
ini um at gjalda el-rokning,
náttarvaktarskipanina, lýs-
ingatiltøk og annað virk-
semi í húsinum, sigur
handilsfólk í SMS.
Leiðslan heldur fram
- Fyri okkum er tað torført
at skilja, at leiðslan í SMS
hevur fingið góðar 200 mió.
krónur til gávus, uttan at tað
fær avleiðingar í p/f SMS.
Hans Mortensen situr
framvegis í stjórasessinum,
og leigararnir noyðast nú
sum áður at berjast fyri at
yvirliva.
Eitt annað handilsfólk
hevur hesa viðmerking:
- Vit plaga vanliga at
sammeta føroysk og donsk
Jørn Astrup Hansen,
stjóri í Føroya Banka
seg um einstéku bankamá-
lini hjá viðskiftafólkunum.
Hvat er orsøkin til at
Føroya Banki hevur so
stórt álit á Hans Mortensen
og leiðsluni í SMS, at sama
leiðsla situr enn?
Tað hevur Føroya Banki
onga ávirkan á. Broytingar
hava kortini verið í leiðsluni
seinastu árini. Tá fyritøkan
fór í gjaldssteðg í februar
viðurskif
fingið
ti: p/f SMS hevur
umleið 200 mið.
krónur eftirgivið. Eftir
donskum viðurskiftum
hevði tað verið 20 mia.
krónur.
- Hvat hevði ein donsk
fyritøka og peningastovn-
arnir gjørt við slíka leiðslu,
sum hevði koyrt fyritøku so
langt út í ófgri? Hvat hevði
danski staturin gjørt?
- Tað er ikki torført at gita
sær til, svarar viðkomandi
egnu spurningum, og legg-
ur aftrat: Hjá okkum fær tað
als ongar avleiðingar. Tað
er ein beiskur biti at svølg-
ja.
Dagny
mánaði, varð leiðslan sett til
viks og Ole Bock, advokat-
ur,vegna kreditorarnir sett-
ur í hennara stað.
Tað vóru eisini broyting-
ar í leiðsluni fyri hesa tíð, tá
Ivan Højer Jensen varð sett-
ur í leiðsluna, eisini eftir á-
heitan frá kreditorunum.
Settur út av spælinum
Við gjaldssteðginum í feb-
ruar var Føroya Banki settur
út av spælinum, og hevur
síðani ikki havt ávirkan á
viðurskiftini í SMS.
Fór p/f SMS á húsagang,
so hevði Kreditforeningen
Danmark yvirtikið fyri-
tøkuna, tí hesin stovnur
hevði 1. veðrætt.
- Hví varð skuldin av-
skrivað og ikki niðurfryst,
sum vanligt er í slíkum
fórum?
- Tað vildi KD ikki góð-
taka. Hamæst var stødan
hjá Føroya banka so vána-
lig, at vit ikki kundu seta
slíkt krav fram. KD hevdi
bestu kortini. Høvdu vit
ikki góðuikið tvangsakkor-
dina, so høvdu vit ikki fin-
gid tær fýra mió. krónurnar,
sum hóast alt er meir enn
einki, sigur Jørn Astrup
Hansen.
- Umframt tað, so var tað
okkum eisini um at gera, at
bóta um virksemið í hand-
ilshåsinum
- Ikki bert fyri okkara
egnu skyld, men eisini fyri
leigarunum, sum eru bund-
nir av sáttmálum í handils-
húsinum, og fyri tær fyri-
tøkur, sum eiga pening til
góðar hjá p/f SMS. 25% av
skuldini er hóast alt betur
enn einki at fáa, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Tryggja virksemið
frameftir —
- Vit tryggjaðu okkum eis-
ini, at leigararnir í SMS,
sum hava leigusáttmálar
langt fram í tíðina, kunnu
uppsiga teir gomlu sáttmál-
arnar, ella eisini fáa høvi at
samráðast um nýggjar
leigusáttmálar, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Føroya Banki hevur eisini
leigusáttmála við p/F SMS.
Tað hevur verið tosað um
at deildin hjá Føroya Banka
í SMS skal lata aftur, men
stjórin hevur onga við-
merking til henda spurning.
- Er leikluurin hjá
FéroyaBanka ípifSMS ein
ásannan av, at bankin ikki
hevur megnað sína
uppgávu í hesum sam-
bandi?
- Tað er ikki upp til mín at
gera av, hvat hevur verið
gjørt skeivt ella rætt í hes-
um føri. Tað hava tó verið
gjørdar nógvar og ógvuliga
stórar iløgur í so nógv virkir
í Føroyum í åttatiårunum,
og hetta er so eitt av teimum.
- Jú, ov stórar íløgur hava
verið gjørdar í p/f SMS.
Tað hava fleiri verið felags
um, bæði leiðslan í fyritgk-
uni, onnur virkir, peninga-
stovnar og kreditfeløg. Tað
verða eisini mong, sum
skulu gjalda gildið fyri tað,
sigur Jórn Astrup Hansen.
Dagny
AEROBIC
I FRAGD á FIMI
Eftir umvæling byrja vit nu
aftur í ljósum og hugnalig-
um hølum.
Bólkar 8 pers.
1 mån.
f. hvønn kr. 250,-
3 mån.
f. hvønn kr. 675,-
Ringið og avtalid tíð til
ein OKEYPIS royndartúr
Kostn. fyri venjing
1ferð kr.
10 ferðir kr.
1 mán. kr.
3 mán. kr.
6 mán. kr.
12 mán. kr.
AEROBIC
Byrjað verður aftur týsdagin 16.
aug. — stepaerobic tó 13. aug. og
halda vit fram til jóla.
Aerobic
v/ Kirsten Nesá
Stepaerobic
v/ Nete Skovmose
kl. 17"-18*
(byrjarar)
Hósd. kl. 18%—19
(vand)
Mikud. kl. 18%—19”
(vand)
L.dag kl. 14*-15*
(byrjarar)
L.dag kl. 15*-16"
(vand)
Tysd.
KOSTNAÐUR: 1ferð kr. 30,-
10 ferðir kr. 250,
1ferð kr. 25,
10 ferðir kr. 220,-
10 ferðir/limir
BELARIUM |1orerøininir =
SOLRØR |. conaðbað-.
EISINI HAVA VIT: Venjingarklæði,
kosttilskot, shampoo/creme o.l.
NÝGGJ
Sergjørd
aerobic-golv
og spegl-
veggir
-—
Heilsumiðstoðin
FRAGD 4 FIMI
v/ Janu Thomsen
Dj. í Geilsgota 5
100 Tórshavn
N TIf. 17100
OPIÐER: -
Mánad.--hósd. kl. 12-21
Friggjadag kl 12-20
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9--11.
Telefon/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tif. 0123 og bld um 16929 ella 41792.
Limafundur hvønn månadag kl. 20—23.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvort leygarkveid kl. 19.00.
Bussarnk 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst af vita á tlf. 031-242268 eila 031-
578999.