leygardagur 13. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 152 — 13. AUGUST 1994
Onøgd handilsfólk í SMS 200 mió. kr. saneringina:
Vit eru slent upp á fjall
Tað fær ongar avleiðingar fyri leidsluna í p/f SMS, at fyritøkan varð skuldarsanerað
og fekk eftirgivið góðar 200 mió. krónur herfyri. Hans Mortensen er framvegis stjóri
og skipar nú eins og áður fyri virkseminum
Handilsfólkini, sum hava
leigusáttmála við p/f SMS,
hava leingi bíðað eftir at fáa
ágóðan av, at fyritøkan varð
skuldarsanerað.
Skelkurin og beiskleikin
var tí so mikið stórri, tá tey
fingu greið boð frá leiðslu-
ni: handilsfólkini skuldu
ikki vænta sær broytingar í
leigusáttmálanum. Alt er,
sum tað altíð hevur verið.
Tað eru - ið hvussu so er -
ikki handlarnir í SMS, sum
fáa ágóðan av, at fyritøkan
fekk 217 mió. krónur til
gávus frá peningastovnum
og landskassa, ið hava
fíggjað fyrilskuna, og
teimum fyritøkum, sum
hava latið handlunum hjá
p/f SMSvørur.
Eingin broyting
"Tríggir vóru kostirnir, men
eingin var mjúkur".
Hesa viðmerking hevur
eitt handilsfólk í SMS til
bræv frá leiðsluni, við upp-
skoti um, hvussu viður-
skiftini viðvíkjandi leigu-
málinum verða í framtíðini.
Leiðslan í SMS gevur í
brævinum leigarunum
triggjar valmøguleikar, og
heitir á handilsfólk um at
gera vart við seg innan 1.
september, um tey hava
okkurt upp á hjartað.
Teir triggir valmøguleik-
arnir eru:
- at galdandi leigusáttmáli
heldur fram
- at bidid verður um nýggj-
ar samráðingar um húsa-
leiguna
- at leigumálið verður upp-
sagt.
- Hetta er tað sama sum at
síga, at um viteru ónggd við
núverandi leigusáttmála, so
kunnu vit bara sleppa okk-
um á dyr, er viðmerkingin
frá einum handilsfólki í
SMS.
Tá p/f SMS herfyri varð
sanerað, skipaði leiðslan í
SMS fyri einum fundi á
Hafnia. Har møttu umboð
fyri allir handlarnir, sum
hava leigusáttmála í hand-
ilshúsinum.
Á fundinum var brævið
um teir tríggjar valmøgu-
leikarnir lagt fram, og tað
var undirskrivað av Hans
Mortensen, stjóra. Annars
kom einki nýtt fram á
hesum fundinum, sigur ein
leigari í SMS.
Torført at mótmæla
- Vit hava ongan val-
møguleika eftir brævinum
at meta. Her verður einki
latið okkum fyri minni enn
tað, sum vit higartil at bløtt
fyri at fáa pening til vega til
p/f SMS, sigur annað
handilsfólk í húsinum.
- Hví taka handilsfólkini í
SMS seg ikki saman og
mótmæla?
- Tað er torført at fáa
handilsfólk at semjast um
felags tiltók. Handilsfólk
eru einstaklingar, sum ar-
beiða í hver í sínum lagt
Tað liggur í yrkinum.
- Harnæst er tað torført at
fáa greiðu á, hver er mót-
stødufélk og hver er við-
haldsfólk. Vit vita als ikki,
% í,
hvussu leigumálini eru hjá
hinum.
Nøkur handilsfålk
gjalda somu húsaleigu, sum
tey hava goldið allar dagar ,
onnur hava sersáttmálar við
Hans Mortensen, sum kans-
ka gevur teimum ókeypis
innivist eitt tidarskeid, ella
Eisini hava tey aðrar avtal-
ur, sum eingin annar veit
um, enn tey sum hava skriv-
að undir avtalumar. Tí er
tað so torført at fáa leigarnir
at taka seg saman um fel-
agsmál, sigur annar leigari í
SMS.
- Eg øvundi tó ikki teim-
um, sum hava sersáttmálar
við leiðsluna, tí hon er av-
gjørt dyrakeypt.
Renna erindi
fyri leiðsluna
- Tá hevur tú hevur latið teg
yvir til leiðsluna, sum á ein
sera ódámligan hátt fær
ágóðan. Tú hevur kanska
Tíðindablaðið CSI
hátt. Tað snýr seg ikki bert
um peningalætta, men eis
inium at virka sum njósnari
í håsinum, og at bera boð til
leiðsluna, hvat handilsfólk
tosa sínamillum um
Felagsfundur er eina ford
um mánaðin fyri leiðslu og
handilsfólkinum í SMS, har
ymisk mál eru til viðgerðar,
sum leigamir eru felags um
0.s.fr.
Hóast handilsfólk hava
hug at muta ímóti teimum
avgerðum, sum leiðslan vil
hava framdar, so fær leiðsl
an altíð meirluta, tá vit at
kvøda um ymsu málini,
sigur handilsfólk.
- Hevur onkur kortini sett
seg upp móti leiðsluni, so
hevur hann eisini verið
noyddur at standa skúlarætt
fyri Hans Mortensen.
- Hetta er einki minni enn
psykologist krigsførsla, og
ú ber als ikki til hjá
leigarunum at fáa nakað
viduikid, sum gongur teirra
áhugamálum á meti. Tað er
bert ein sum fær ágóðan, og
øll hini í húsinum noyðast at
góðtaka tað.
Óvissa um framtíðina
- Um handilsfólkini eru
ónggd í SMS, so kunnu tey
bert síga leigumálið upp. ti
í dag fæst handilshøli
miðbýnum fyri lítið og lætt
Til hetta siga tey 6nøgdu
handilsfólkini: - trupul-
leikin er, at óvissan un
framtíðina er stór. Hver totir
at flyta úr SMS í hesum
døgum, og ikki vita sær,
hvørjir møguleikar eru tils
taðar at fara undir nýggjar
handil aðrastáðni?
- Hver flytir inn her, un
eg fari út? Hvønn kapping-
arneyta fái eg at stríðast við
um hann selur somu veru
sløg í SMS, sum eg selji í
miðbýnum?
Hetta eru spurningar sum
Onøgdir leigarar í SMS seta
sær. Flestu teirra kundu
hugsað sær at sloppið undan
teimum stóðu peningaligu
byrðunum, sum tey dagliga
berjast við.
Húsaleigan í SMS er ong-
antíð sett niður. Harnæst
kostar tað hverjum einstøk -
um leigara nógvar túsund
krónur um mánaðin at taka
lut í felags tikøkum, ið
leiðslan áleggur teimum at
Táp/f SMS fór í gjaldssteðg í februar mánaði í ár, varð leiðslan sett til viks og bundidteg til at ganga ørin- Hans Mortensen er - Talan er ikki bert um alt
Ole Borck, advokatur, vegna kredittorarnir settur í leiðsluna di fyri leiðsluni á einhvgnn framvegis stjóri íp(f SMS Ovstórahúsaleigu, men cis-