leygardagur 13. august 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 152 — 13. AUGUST 1994 Sida 11
Toppdystur i Sarpigerði
Bæði »eropeisku« liðini eru skerd undan stríðnum um oddasessin
Tvey tey ovastu liðini í
bestu deildini tørna saman
í Gøtu í morgin. Tað er
eitt sindur tíðliga at tosa
um FM longu nú, men á
stødutalvuni sæst, at GÍ
skal í hvussu so er hava
annað stigið, um teir skulu
halda tørn um HB.
Tveir av havnarmonn-
unum, sum vóru í Mother-
well týskveldið, eru leik-
bannaðir. Teir eru Jón
Dahl og Hans Thomassen.
HB vandi fyrstu ferð í
gjårkvøldi& síðani teir
komu aftur úr Skotlandi,
og tí var ikki greitt, tå
blaðið fór til prentingar,
um Sigfríður Clementsen
er tøkur aftur eftir skaðan,
ið forðaði honum at vera
við móti NSÍ og í Skot-
landi. Teir rokna tó við, at
hann verður við í morgin.
Ivaleyst kemur Grímur
Vang inn í miðverjuna fyri
Jón Dahl, og Niclas Jo-
hannesen á vongverjan í
vinstru fyri Hans Thomas-
sen. Niclas hevur vant
nógv, men seinastu dag-
arnar hevur hann verið
plágaður av vøddaskada.
Paull leikbannaður
Hjá gøtumonnum er
týdningarmikli miðvallarin
Pauli Jarnskor leikbannað-
ur. John Petersen skal av
landinum í útbúgvingargr-
indum, men hann verður
við í toppdystinum. I Gøtu
rokna teir við, at hann
verður við í Europa Cup
dystinum í Trelleborg, og
kanska kemur hann upp til
onkran týdningarmiklan
dyst í landskappingini.
Gøtumenn vandu fyrstu
ferð í gjárakveldið eftir
Europa Cup dystin. Tí var
ikki avgjørt, hvussu liðið
verður móti HB. Ein
møguleiki er, at Erland
Tvørfoss kemur inn á aft-
asta plássið á midvøllin-
um. Hann leikti stak væl í
3. deild móti FS Vágar.
Hagtølini = geva íkki
nakra greiða ábending um,
hver er favorittur í morgin.
Í fjør endaði dysturin í
Gøtu 0-0, í fyrraárið vann
HB 2-1, í 1991 vann GI 4-
3, í 1990 var 3-3, í 1989
vann HB 4-0 og í 1988
vann GÍ 2-0. Dystin í
Gundadali fyrr í summar
vann HB 1-0.
-hn-
Klaksvikingar verða
fjølmentir í Gundadali
KÍ ríður á aldukambinum í
løtuni. Fyrst vunnu teir
ógvuliga spennandi
steypafinaluna, og so
smurdu teir EB/Streym av.
Í hvussu so er ein
havnarmaður kann gleða
seg um góðu úrslitini hjá
klaksvíkingum. Tað er
kassameistarin hjá B36.
Klaksvíkingar eru ofta
fjølmentir, tá KÍ er á úti-
velli, og tá tað gongur væl
eru teir upp aftur fleiri.
KÍ hevur alt fólkið tókt,
eisini Harley Bertholdsen,
sum var leikbannaður móti
EB/Streymi. Jan Joensen
skal ansa sær, tí gult kort
móti B36 ger, at hann
Sd leikbannadur móti
Sverri Jacobsen roynir at
halda leikarunum å jørdini,
soleidis at teir ikki undir-
meta B36. KÍ venjarin er í
góðari stóðu fyri venjara,
soleiðis at skilja at hann
hevur fleiri upplagdar leik-
arar enn teir ellivu, sum
kunnu byrja á vellinum.
Spurningurin er, hvussu
broytast skal, tá Harley
Bertholdsen kemur inn aft-
ur á vongverjan í høgru,
har Jan Andreassen vikari-
eraði eftir sítt leikbann í
steypafinaluni. Ein møgu-
leiki er at seta Kurt í álop-
ið, men tað verður neyvan
gjørt frá fyrsta bríksli.
Teir báðir B36 venjar-
amir, Annfinn Danielsen
og Påll Gudlaugsson, hava
sama fólkið tókt, sum var
Týdningarmikil
grannauppgerð
Fuglfirðingar fara fram
við stórdystinum í Sarpi-
gerði og út í Runavík at
hyggja at, hvussu tað
gongur, tá teirra lið skal
stíðast fyri at lyfta seg upp
um niðurflytingarlinjuna.
ÍF hevur alt fólkið tókt.
Spumingurin er, hvussu
Meinhard Dalbúð blandar
kortini. ÍF var í summar á
venjingarlegu í Fraklandi.
Teir vandu hvønn dag,
B36. Nú hava teir nýggjan
møguleika. Vinna teir, eru
teir ájavnt við NSÍ í stig-
um, tapa teir myrknar í
TB fær stig í Streymnesi.
Vit skulu heilt aftur til
1988 fyri at finna seinasta
landskappingardystin i
fremstu rød millum hesi
bædi feløgini vid Løkin.
Tå vann fF 1-0. Fyrra
dystin í år vann ÍF 3-1.
NSÍ hevur fingið Eyðun
Gaardbo aftur úr summar-
frí, og teir rokna eisini við,
at Djóni N. Joensen er
komin so mikið fyri seg
eftir sjúku, at hann hesa
ferð verður við frá fyrsta
bríksli. Ólavur Jacobsen er
framvegis plágaður av
skaða, sum helst ber við
sær, at hann ikki fær spælt.
-nn-
við í Fuglafirði. Tá var
helmingurin av liðnum
unglingar, og tað verður
umleið tað sama í morgin.
Uppgávan hjá venjarun-
Dystir og dómarar
1. deild, menn, í morgin:
NSI-IF: Lassin Isaksen
B36-KI: Pctur E. Kjærbo
EB/Streymur-TB: Jóhan Carl Dam
B71-B68: Birgir Sondum
GI-HB: Suni Johansen
2. deild, menn, í dag:
VB-NSI: Tórur Holm
Royn-FS Vágar: Sunnleiv Højgaard
= KÍ-LIF: Jónfinn Olsen
SI-Sumba: Trúgvi Fagraberg
B68-HB: Artur Ellingsgaard
3. deild, menn, í morgin:
LIF-IF: GÍ
B36-KI: HB
EB/Streymur-TB: LIF
Skála-FS Vågar: NSI
GI-HB: Steingrím á Vollanum
1. deild, kvinnur, í morgin:
EB-Skála: Jonhard Hansen
B36-IF: Nemus N. Djurhuus
KI-HB: Niklas á Líðarenda
um er m.a. at siga ungu
monnunum, at teir mugu
ikki detta í felluna, um KÍ
bjóðar teimum fram á
vøllin fyrstu løtuna. Men
kanska verður tað ikki
neyðugt, tí KÍ trívist væl í
Gundadali, og tað kann
væl hugsast, at gamli B36
kenningurin Allan Mørk-
øre og hinir fara fram å
vøllin at leggja tryst å.
Dysturin i Klaksvik fyrr
í summar endaði 1-1. Kl
hevur vunnið trý tey sein-
astu árini í Gundadali móti
B36. Í fjør var 1-0, og tey
bæði undanfarnu árini
vann KÍ 3-0. Seinast B36
skoraði móti KI í Gunda-
dali var í 1990, tá teir
vunnu 2-0. -nn-
B71 fær lættari
uppgåvu at loysa
Tað verður neyvan sami
»Stormurin«, tá B71 tekur
ímóti B68 inni í Dalinum í
morgin, sum tað var hós-
kvoldiðmóti HJK Helsinki.
I hvussu er eru toftamenn
ikki eins væl mannaðir og
finska liðið var tað, tá teir
fara suður í Sandoynna at
sleikja sárini eftir 0-7 tapi
móti GÍ síðsta leygardagin
á Svangaskarði. Umframt
Jóhannes Danielsen, ið hev-
ur leikbann, eru eisini Ják-
up Eli Olsen, Jan Petersen
og Ambjørn Danielsen iva-
samir vegna skaðar.
Páll á Reynatúgvu er ein-
asti, ið heilt víst ikki verð-
ur við hjá B71, tíhann hevur
leikbann, men ivasamt er
so, um Torbjørn Jensen fær
spælt, ti hann er skaddur
frammanundan og fekk ein
snudd aftrat héskvøldid. Ib
Mohr Olsen fór út í hálv-
leikinum tá, men hann er
klárur aftur til dystin móti
B68. hj.
5, deild komin
til endaumfarið
I vikuskiftinum verður far-
ið undir endaumfarið í 5.
deild. Talan er um fyrru
fjébringsfinalurnar, og
sambært upplysingum frå
FSF eru triggir dystir i dag:
HBa-SÍ, Streymur-TB og
MB-HBb. Í morgin vitjar
EB í Vági.
Seinnu fjóðringsfinal-
umar verða allar avgreidd-
ar komandi leygardag.
Fyrru semifinalurnar verða
27. august og seinnu 3. sept-
ember. Finalan og dysturin
um tridja plássið verða
leiktir á uttanveltaðum
vøllum 10. september.
Bert ein sigur telur hja báðum
Botnuppgerðin hesaferð er
í Streymnesi millum EB/-
Streym og TB. Hetta er ein
fýra stigs dystur, har bert
sigur telur nakað. Hvørki
av liðunum tolir eitt tap.
Serliga hjá EB/Streymi
er týðandi, at dysturin verð-
ur vunnin, tí annars verður
gloppið upp tilhiniov stórt.
Heimaliðið er illa mann-
að, og í vikuni fóru Egil
Zachariassen og KonradJo-
ensen eisini av landinum.
Frammanundan er nógv
fólk farið hjá EB/Streymi,
og sum so ofta minkar eis-
ini úr betra endanum.
TB fekk tvey kærkomin
stig móti B71, og fáast aft-
ur tvey stig hesaferð, er liðið
nærmast leystav botninum.
Á Tvøroyri eru teir nú
hampuliga væl fyri við
fólki. Hermann Mortensen
hevur leikbann, men Bogi
Johannesen verður við aft-
ur og tekur hansara pláss í
álopinum.
hj.