Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 152—13. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin } Rúni í Soylu: Stuttligt at vera við - hóast alt Rúni í Soylu hevði ikki væntað, at finnarnir vóru so skjótir Síðstu tíðina hevur Rúni í Soylu verið darvaður av skaða, so hann ikki hevur verið so nógv við B71, sum hann annars plagar: — Men at vera vid all- an hendan dystin hjålpti væl upp á formin, sigur hann. — Eg rann nógv, men kortini haldi eg ikki, at ein einasti kilometur varð runnin til fánýtis. Í hvussu er kom tað væl fyri hjá mær at fáa ein sovorðnan dyst, tá eg jú ikki eri so øgiliga væl fyri í løtuni. Rúni sigur, at hann ikki hevði væntað, at finnarnir fóru at vera so góðir, sum teir vístu seg at vera. — Satt at siga, so hevði eg væntað, at teir vóru eitt sindur meira til at tosa við, og eg trúði eis- ini, at vit kanska fóru at hava ein kjans til at gera okkum meira galdandi í B71-aramir sæð filmir vid HJK Helsinki, men tað var í dystum móti liðum, ið eru meira jøvn við teir í styrki, so tí heldur Rúni, at tað helst var torførari at meta um styrkina hjá finnunum: — Men tað var stuttligt at vera við — hóast alt — og eg taki hetta sum eina uppliving og mína størstu fótbóltsavbjóð- ing higartil. hj. Páll á Reynatúgvu: Vit gjørdu nøkur stór mistøk — Tað hevdi nógu at siga fyri dystin, at teir so tíðliga komu á odda, heldur Páll á Reynatúgvu — Eg hevði væntað, at vit fóru at klára okkum betri móti finnunum, enn vit gjørðu, men teir vóru góðir, sígur Páll á Reyna- túgvu. — Tað vísti seg eisini at fáa stóran týdning fyri gongdina í dystinum, at teir fingu mál so tíðliga. Fyrsta løtan hevur jú so nógv at siga fyri restina av dystinum. Páll heldur, at munur- in á liðunum aid vil vera eini trý ella fýra mål, men at B71 við eitt sindur av hepni eisini ið avgjørt hevði pyntað vælumendaliga úrslitið. — Hetta var eitt sera gott norðurlendskt lið, men kortini eri eg ikki nøgdur við okkara egna innsats í dystinum, tí vit gjørdu nøkur stór mis- tøk, ið kostaðu, sigur hann. — Hjá okkum var út- selt við kreftunum, tá komið var nakað út í seinna hálvleik, og tá fingu teir eisini nøkur mál. Men vit høvdu eis- ini nakrar góðar royndir at skapa kjansir. Soleið- is er tað altíð — eisini í landsdystum — men tað tykist, sum um tað allar- síðsta vantar í hverja ferð. hj. Sandoyingarnir sendir í gólvið Klassamunur, tá fråliku finnarnir spældu B71 út av vellinum og skoraðu fimm mál So vóru vit aftur, har vit hoyra heima. Viðhvert billa vit okkum inn, at vit hava lætt okkum á. Tað gera vit, tá landsliðið ella okkurt felag í Europa Cup hevur fingið eitt úrslit, sum er undir 4-0 — tað mugu vit rokna við at tapa hverja ferð. Tað var ikki frítt, at vit høvdu hug at fara upp frá, eftir at Gl og HB tyskvøldid taptu åvikavist 1-0 og 3-0. Men finnar syrgdu ruddu- liga fyri at staðfesta, at vit framhaldandi eru botnurin í europeiskum fótbólti og tískil ikki skulu rokna við nøkrum. HJK Helsinki spældi B71 åt av vøllinum. Teir vunnu 5-0, og tad var ikki eitt mål ov nógv — heldur tvørtur- ímóti. Uttan mun til, hverjar frá- greiðingar verða nýttar um, at úrslitið bleiv soleiðis, so staðfestir tað fyri okkum, at Finland sum fótbóltstjóð er fleiri klassar yvir okkum, og at tað verður eingin løtt uppgáva hjá landsliðnum at dystast móti teimum í EM undankappingini. Hvussu sandoyingar fara at koma burtur úr ferðini til Helsingfors um 14 dagar, kunnu vit bara stúra fyri. Men ábyrgdarmenninir hjá finnum tóktust vera frynt- ligir menn, so kanska vera teir gestablíðir og lata teir bestu sita á beinkinum og hvíla seg. Betri enn Trelleborg Tað er nærliggjandi at sammeta finska liðið við Trelleborg, sum leikti móti GÍ týskveldið. Styrkin hjá einum liði er tengd at, hvussu métstødulidid er. GÍ var væl betur fyri enn B71, men tað er einki at taka seg Áskoðararnir av Sand- oynni vóru ikki so øgi- liga mælskir hóskveld- ið, men onkur royndi tó at rópa sum frægast Mynd: Kalmar Lindenskov