leygardagur 13. august 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
íðindablaðið
Nr. 152 — 13. AUGUST 1994 Síða 19
ma: 777 Are SE
Minningarorð
Louisa á Fletti er
farin inn í ta havn,
sum hon stevndi
ímóti.
Heilsan var ikki
góð tey seinastu
árini, men vit, ið
umgingust hana
dagliga, hevdu
væntað, at tað fór
at batna, tí um
stutta tíð var ætl-
anin at hon skuldi
fáa skurðviðgerð P
og harvid fåa betr-
ad heilsuna. Men B >
her steig hann, sum hon hevði sett alt sítt álit á,
upp í millum og teskaði: kom heim.
At hon vildi hetta, fekk eg fullgott prógv fyri
einans fáar tímar áðrenn hon slóknaði. Eg kom
fram at sjúkraleguna, reddin var veik, hon segði:
Leivur, tá ið tað verður so leingi, verður tað so
tungt.
Núerlætnaðognúerstilt. Taðerikki so lætt hjá
mær at føra pennin og skriva um hesa megnar-
kvinnu, tí at eg verði måttstolin av heitum kensl-
um. Hon sýndi í verkum at hon altíð var tann
hjálpasama, at gera tað góða fyri onnur var henn-
ara fremsta mál.
Tann boðskapurin, tá frelsarin á sinni støkk inn
á gólvið hjá Martu og Mariu, nemur við okkum øll.
Tað sermerkta við Louisu var, at hon heilt frá
ungum árum kundi flokkast til tær báðar, men
sum hon kom longur fram á leiðina, fór hon meira
og meira at líkjast Mariu, og nú heilsan gjørdist
vánalig, var hon henni meinlík, henni hóvaði væl
at sita við frelsarans føtur.
Louisa fann sær mann inni úr Hålvmørk, hin
spaklynta Hans Johannus. Tey fingu tveir dreing-
ir og eina gentu, og sum vera man stóðu tey henni
nærmast. Hon fekk eisini ta stóru gleði at eiga
fleiri barnabern, sum hon var sera góð við og sum
góvu henni nógvar s6lskinsløtur. Ásannast má, at
barnaverðin er tann sama ætt eftir ætt.
Somuleiðis er áralagið hitt sama, sum vit fingu
frá okkara fyrstu foreldrum, hetta at fæðast og
doyggja er lagna mannaættarinnar, hetta er eitt
av teimum mongu, sum liggur fast frá tí alvísaráð
og honum, sum hevur skapt alt ið rerist og segði:
at tað var sára gott.
Sum prestur sipaði til úr 131 sálmi eftir Dávid,
tað má sigast at vera beinrakið, tí hetta var
Louisa, hon hevði og vildi ikki gera háva úr tí, hon í
verkum framdi, hon var ein av teimum stillu og
tey eru ofta ring at gera sær metingar um. Men vit
mongu, sum kendu hana, eru henni sera takksom
fyri teir varðar, ið hon setti á leiðini.
Nú er hon farin afturundir og er handan sýn. ,
Hjá tykkum, sum hon stóð allarnærmast, kennist
sorgin svår, men gott og fløvandi er at kenna hitan
av hondum, ið sleptu.
Vit heiman av Kvíggjarfossi vilja minnast og
takka fyri tín stóra kærleika og trúfesti.
Hvíl í friði.
Leivur Eidesgaard
Mitsubishi Colt
1500 GLX, árg. 4/89, við el-siduspegl-
um og såltaki, lakeraður fyri hálvum ári
síðan — til sølu ella í býti við annan eitt
sindur størri bil. Anugad kunnu ringja til
Randi
Tlf. 33259 (e. kl. 17)
- hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19228. —
Blindastovnur Føroya
JÁ til rættis:
- øddbjørg
PAL) Poulsen
Ein tænastugenta
Na'aman var ein tydningarmikil madur.
Hann hevði arbeiði í herinum, sum ansaði
eftir landinum og eftir konginum.
Men Na'aman kendi ikki Gud.
Ein, sum búði í húsi Na'amans, kom at
hjálpa honum at finna Gud.
Tað var ein lítil genta. Hon var tænastu-
genta og hjálptu konu Na'amans at vaska
og rudda og gera mat.
Men Gud ætlaði at hon skuldi eisini
koma at hjálpa Na'aman — bara uppá ein
annan máta.
Meira í næstu viku!
Sært tú mun á mynd A og mynd B?
Niðara myndin hevur 5 feilir!
NORRØNI
EFTIRSKULIN
iHygum ”
Vegna avboð er pláss fyri 2 gentum á
skúlanum komandi skúlaár. Skúlin
byrjar týsdagin 16.8. Ahugað kunnu
ringja til skúlan á tlf. 097 83 61 00 (bert
fyrrapart).
11. sunnudag eftir trinitatis
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær biðjum teg,
at tú við heilaga anda tínum vilt upplýsa og leiða okk-
um soleiðis, at vit ikki gloyma syndasekt okkara og
gerast hugmóðig, men at vit av hjarta angra syndir okk-
ara og dag frá degi betra okkum og eina ugga okkum
við, at tú vilt vera okkum miskunnsamur og fyrigeva
okkum alla synd okkara og gera okkum sæl um ævir
fyri elskuliga son tín, Jesus Krist, våran harra, sum við
tær livir og ræður í einleika heilaga ansans, em sannur
Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Rómverja
10. kan. 4 17.
Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn
tann, sum trýr. Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum
ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við henni.
Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: >Sig
ikki í hjarta tínum: >Hver vil fara upp í himin?< — tað
er, til at flyta Krist oman, — ella: »Hvør vil fara niður i
undirdýpið?< — tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum.
Men hvat sigur hon? >Orðið er tær nær, í munni tínum
og í hjarta tínum“. Tað er tað trúarorðið, sum vit præ-
dika. Tí at um tú játtar við munin tínum, at Jesus er
harri, og trýrt í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá
deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum
verður tråd til rættvisi, men við munninum verður
játtað til frelsu. Tí at skriftin sigur: >Hver tann, sum
trýr á hann, skal ikki verða til skammar<. Tí at ikki er
munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øll-
um, fullríkur fyri øll tey, sum åkalla hann. Tí at hver
tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.
Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á?
Og hvussu skulu tey trúgva á hann, sum tey ikki hava
hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er,
sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at
teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: >Hvussu
yndisligir eru fótur teirra, sum boða gleðiboðskapin um
hitt góða!< Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin;
tí at Jesaja sigur: >Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi
av okkum?< So kemur tá trúgvin av tí, sum verður
hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð
Krists. -
Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas
evangelistur, 7. kap. 36. v. og út.
Men ein av Farisearunum beyð [Jesusi] at koma og
eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum
og settist til borðs. Og sí, har var í bygdini ein syndafull
kona; og tá ið hon fekk at vita av at hann sat til borðs
heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini
alabastur-krukku av smyrslum og stillaði seg aftan fyri
hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta
fótur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høv-
uðhári sínum; og hon kysti fótur hansara og salvaði teir
við smyrslunum. Men tá ið Farisear-arin, sum hevði
boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum:
>Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað. hver
og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at
hon er ein syndafull kona.< Og Jesus tók til orða og
segði við hann: »Simun, eg havi nakað at siga tær.«
Men hann sigur: >Meistari, sig tað!< Ein maður, sum
lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra
skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimti.
Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum
báðum eftir. Hver teirra man nú elska hann meira?
Símun svaraði og segði: >Ég haldi, at tann, sum hann
gav meira eftir«. Men hann segði við hann: >Rætt
dømdi tú<. Og i tí hann vendi sær móti konuni, segði
hann við Símun: >Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í
hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon
vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við
hári sínum. Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki
uppat, frå tí eg kom inn, at kyssa fótur mínar. Tú
salvaði ikki hevur mitt við olju; men hon salvaði føtur
mínar við smyrslum. Av teirri grund sigi eg tær: Henn-
ara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði
mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.<
Men hann segði við hana: >Syndir tínar eru fyrigivnar<.
Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við
sær sjálvum: >Hver er hesin, sum eisini fyrigevur
syndir?< Men hann segði við konuna: >Trúgv tín hevur
frelst teg; far í friði!<