leygardagur 13. august 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 152 — 13. AUGUST 1994
sjálvum.
Vil nakar okkara gera vilja hansara — te. ikki
viljan hjá einhverjum ødrum, men hjá Gudi — so
skal hann koma til royndar um læruna. Vilja vit
taka Gud upp á orðið, so skulu vit koma til
royndar um, annadhvørt Guds orð heldur ella
ikki.
Hetta er tå ein innbjóðing til hvønn einstakan
av okkum um at vita eftir, um ikki hetta orðið
heldur, sum skriftin talar.
Vil nakar gera vilja Guds, tá ið hann talar um
tað góða, sum vit eiga at gera, og tað illa, sum
vit ikki skulu gera, so skal hann koma til royndar
um, at hann er ikki førur fyri at gera soleiðis
sum orðið sigur og at hetta, sum skriftin talar, er
ikki tóm orð og mannatala, men at orðið um
synd og um dóm er Guds orð.
Men vil tá nakar taka Gud upp á orðið, tá ið
hann talar um at vit skulu trúgva á son hansara
Jesus Kristus, so skal hann koma til royndar um,
at hann fær syndanna fyrigeving við trúgv á navn
hansara, og hann skal fáa opinberaðan loyndar-
dómin í læruni — at hon er lív.
Uttan at læran verður roynd, er hon bert ein
læra millum hinar mongu; men verður hon
roynd av hinum einstaka, so opinberar hon seg
sum læran, ið gevur hinum einstaka lív og uppi-
heldur lívi; hon opinberar seg sum hin einasta
læra frá Gudi.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Jenis av
Rana, tlf. 13150, leyg-
ardagin. Johan Djur-
huus, tf. 14319,
sunnudagin.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, tlf. 41517,
leygardagin, og Sverri
Lamhauge, tlf. 48016,
sunnudagin.
Norduroyggjar:
Olavur Gaard,
tif. 56900.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560.
Suðuroy (suður): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
—14.00. Tlf. 14544.
Vil nakar gera vilja hansara, skal hann
koma til royndar um læruna, annadhvørt
hon er frå Gudi ella um eg tali av mær
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00—21.00 fæst persónlig ráð-
„geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Jóh. 7,17
Eyðgerð Birgitta Joensen, Sør-
vági, hevur fingið sveinabræv
sum frisør. Hon lærdi á Hár-
fríðkanarstovuni Zakaria í
Sørvågi, lærimeistari var
Zakaria Samuelsen.
Gunnar Haakon Petersen,
Trongisvági, hevur fingið
sveinabræv sum maskinsmið-
ur. Hann lærdi hjá P/F Jørgen
Mortensen & Søn á Tvøroyri,
lærimeistari var Vagn Morten-
sen.
… Brådleyp |
Í morgin giftast í Bistrup kirkju
í Hjørring Kristianna Poulsen,
Tórshavn, og Hjalmar Jacob-
sen, Vági. Sama dag giftast
Vilgerð — Astridardéttir og
Andreas Poulsen, Tórshavn.
Brúdleyps adr.: Svanelund-
en, Svanelunden 6, 9800
Hjørring.
Gudstænastur 11. sunnudag e. trinitatis
Havnar kirkja: P. M. Rasmussen
Vesturkirkjan: lestur
Argjar: K. Mørkøre
Hvitanes: B. Bæk
Tvøroyri: E. Vilhelm, fyrrv. bispur, kl. 11.00
altargongd
Mykines: D. Johannesen kl. 12.00
Gåsadalur: D. Johannesen kl. 20.00
Nes: J. ech kl. 11.00
Søldarfjørdur: J. Bech kl. 18.00, altargongd
Eiði: E. Olsen kl. 11.00, altargongd (skriftarmål kl.
10.40)
Klaksvik: N. P. Danielsen kl. 11.00
Kvivik: O. Rasmussen
Sandvik: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd
Øravik: P. Paulsen kl. 18.00, altargongd
Vågur: H. Joensen kl. 11.00
Leiti: H. Joensen kl. 12.15
Samkoman Sion, vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frá kl. 20.00 22.00.
Skopunar Missiónshús
Møti verður sunnukvøldid kl. 19.00 við Jenny Davidsen av
Skála og Almu Brend úr Havn.
Feðingar
29. juli fingu Óluva Poulsen
og Leivur Holm, Keyp-
mannahavn, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði
4150 gr.
3. august fingu Tinna Jo-
hannesen, Strondum, og
Hans Jåkup Ellingsgaard,
Norðskála, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði
3400 gr.
3. august fingu Maria og
Martin Simonsen, Fugla-
firði, ein son. Hann var 55
cm langur og vigaði 4000
gr.
4. august fingu Elin Maria
og Kári Sørensen, Tvøroyri,
eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3510 gr.
4. august fingu Hansina og
Poul Sgrensen, Kirkju, eina
dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3800 gr.
4. august fingu Didde og
Jógvan Jørgensen, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
54 cm long og vigaði 3950
gr.
5. august fingu Mariann
Nattestad og Oben Poulsen,
Miðvági, ein son. Hann var
SS cm langur og vigaði
3650 gr.
5. august fingu Arnleyg og
Sigmund Petur Petersen,
Skálafirði, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði
3500 gr.
7. august fingu Jana og
Janus Ellingsgaard, Klaks-
vík, eina dóttur. Hon var 55
cm long og vigaði 4370 gr.
9. august fingu Solveig
Nielsen og Jákup Heri
Leonson, Sandavági, ein
son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3700 gr.
7. august fingu Agnes Rita
Davidsen og Suni Frank
Hellisdal McIntosh, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
48 cm long og vigaði 2850
gr.
7. august fingu Anna Peter-
sen og Christian Danielsen,
Húsavík, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði
3350 gr.
9. august fingu Guðrið
Holm og Jógvan M. Sivert-
sen, Hoyvík, ein son. Hann
var 57 cm langur og vigaði
4350 gr.
10. august fingu Ann og
Hans J. á Lava, Tórshavn,
ein son. Hann var 58 cm
langur og vigaði 4800 gr.
10. august fingu Dorthe og
Súni Abrahamsen, Oyndar-
firði, ein son. Hann var 53
em langur og vigaði 4150
gr.
Tíðindablaðið
»Eggjandi gentan styttir sær stundir við Dimma-
lætting« stendur undir bílætinum av einari nakn-
ari gentu í Dimmalætting tann 9. august. Hon ligg-
ur á búkinum, og undir sær hevur hon bæði ta
kendu tekningina hjá Freud »What's on man's
mind?« og Dimmalætting.
Undir bílætinum av tí kunnleikatostandi gent-
uni standa fýra reglur av teksti. Tær áttu at verið
broderaðar upp á eina journalistiska sofupútu,
sum Blaðmannafelagið kundi fingið til æviga
áminning. Har stendur »rekordsummarid« í gåsa-
eygum. Hví? So stendur eisini, at »vedurfélkid«
væntar... Hava vit eitt sfólk<, sum eitur »vedur-
fólkið<? So verður sagt, at Danmarks Pressefoto
hevur skotið papageykin«. Danskarar brúka hesa
orðamyndina mest í týdninginum at vinna í lotta-
rínum. Her er fuglurin altso ein berur afturpartur í
Dimmalætting. Oyggin Sjælland er blivin til
Sæland, og skrivikunstnarin á Dimmalætting
endar sína upplýsingarherferð við at siga, at
»eggjandi gentan styttir sær stundir við Dimma-
Nú er ikki vist, at øll vita, hvat ein eggjandi
genta er fyri nakað. Er hon forførandi, ella vil hon
hava rok? Tað ber til at eggja til so mangt.
Men tað, sum undrar tann vanliga føroyska les-
aran mest, er tað manglandi kenniorðið. Allir
føroyingar, sum ikki hava verið á bekliskeiði, siga
»tann forførandi gentan«, »tann deiliga gentan«,
»tann beri afturparturin« osfr. Allir skrivikønir
føroyingar brúka kenniord framman fyri einum
lýsingarorði: Rasmus Effersøe, Jakob Jakobsen, J.
H. O. Djurhuus, Chr. Matras, Heðin Brú, Martin
Joensen — allir. Ein bók hjá Heðini Brú eitur »Tad
stóra takid«. Føroyskt hevur — sum norskt og
svenskt — dupultdeterminering, dupultbinding:
vit kunnu gera navnorð bundin bæði við bundnum
kenniorði og bundnari ending: tann bera gentan.
Tað stendur eisini at lesa í »Språkene í Norden«
síðu 135.
Sjálvsagt ber til at forstanda íslendingar, hóast
teir ikki brúka bundið kenniorð. Men taka vit
kenniordini úr føroyskum, so fáa vit ein berligan
stil, sum følist fremmandur og hjálparleysur.
»Stilen er manden«, skrivar Paul V. Rubov í
»Kunsten at skrives. Ein føroyskur stílur uttan
kenniorð er líka so nakin sum tann bera reyvin í
Dimmalætting.
C.
4. august
Volmar Johannesen, Volmar á Hædd. Klaks-
vík, Odmar á Hædd, 61 ára gamal.
Mikkjal Petersen, Sandavági, 81 ára gamal.
5. august
Elsebeth S. Hansen, á Nesi, 90 ára gomul.
6. august
Beata Thomassen, fødd Klein, ættað av Strond-
um, 82 åra gomul.
9. august
Gurli Dahl, fødd Zachariassen, Streymnesi, 26
åra gomul.
Johanna Danielsen, Nesi, 84 åra gomul.
Emma Aagaard Nielsen, ættað úr Vestmanna,
73 åra gomul.
10. august
Litli PoulJohannis, sonur Gurli og Sjúrð Dahl,
Streymnesi.
Sanna Huus, Sydrugøtu, 82 ára gomul.
á
3
á
i: