hósdagur 11. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Postverkið noytt at steingja
Eingin peningur er eftir í kassanum hjá Postverki Føroya.
Úrslitið hevur verið hálvatriðju millión verri í ár enn í fjør.
Hetta merkir, at Postverkið ikki klárar summarið, uttan tað
fær hjálp frá politiska myndugleikanum
JOHN JOHANNESSEN
Innan tríggjar mánaðir er
kassin hjá Postverki Føroya
púra tómur. Hetta hevur við
sær, at virksemið hjá stovn-
inum steðgar.
Hetta ásannar Bergur í
Garði,
postverksstjóri.
Hann vísir á, at rakstrarúr-
slitið hjá stovninum er hálva
triðju millión verri fýra teir
fyrstu mánaðirnar í ár, enn
tað var sama tíðarskeið í
fjør.
Posverksstjórin sigur, at í
1999 hevði stovnurin eitt
lítið yvirskot, men longu tá
sá leiðslan, at tað fór at enda
galið ár 2000.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum,
Finnbogi
Arge, er kunnaður um støð-
una hjá Postverkinum. Tað
varð hann longu í oktober í
fjør. Og hann er greiður yv-
ir, at avleiðingarnar verða
álvarsligar, fær Postverkið
ikki eina almenna peninga-
innspræning.
Men Finnbogi Arge ætlar
sær ikki at biðja tingið um
eykajáttan til Postverkið,
fyrr enn hann er vísur í, at
bygnaðurin fyri stovnin
verður broyttur, so Post-
verkið kemur at líkjast ein-
um partafelag.
Grundarlagi fyri
inntøkum fellur
Bergur í Garði, Postverks-
stjóri, sigur eina av orsøk-
unum hjá Postverkinum
vera, at inntøkugrundarlag-
ið hjá stovninum er alsamt
fallandi. Postverkið er í
harðari kapping við aðrar
flutningstænastur, og merk-
ist hetta væl á inntøkunum
hjá stovninum.
– Eg vil ikki siga, at nýtsl-
an av tænastum hjá Post-
verkinum er so nógv fallin
seinastu árini, men nýtslan
er avgjørt steðgað upp, og
útlitini fyri, at hon aftur fer
at vaksa eru ikki serliga
bjørt við verandi bygnaði,
sigur Bergur í Garði.
Ein onnur orsøktil vána-
liga úrslitið er lønarsáttmál-
in frá í fjør. Lønarsáttmálin
hjá postboðunum kostar
Postverkinum fýra til fimm
milliónir meira um árið, enn
tann gamli sáttmálin gjørdi.
Og Postverkið fær einki
endurgjald frá landsins
myndugleikum fyri lønar-
sáttmálan, eins og sjúkra-
húsverkið og aðrir stovnar
fáa.
Tørvur á íløgum
Allar íløgur hjá Postverki
Føroya verða goldnar yvir
raksturin. Men trupulleikin
hjá Postverkinum er, at
eingin peningur er eftir til
íløgur, tá raksturin er gold-
in. Tískil hevur Postverkið
í dag ein ógvuliga stóran
tørv á íløgum.
Bergur í Garði sigur, at
tað, at Postverkið ikki er
sloppið at gera íløgur, hevur
havt við sær, at Postverk
Føroya í veruleikanum er
niðurslitið og forfallið.
Postverkið hevur ikki, eins
og onnur posverk, havt
møguleika at fara upp í KT-
vinnuna og gjøgnum hana
bjóða út tænastur til vinnu-
lívið, eins og postverk aðra-
staðni í heiminum.
Hetta heldur Bergur í
Garði vera ein stóran smeit
fyri Postverkið, tí tað júst
av hesi orsøk ikki hevur
somu inntøkumøguleikar
sum postverk aðrastaðni í
heimi.
Krevur nýggjan
bygnað
Bæði landsstýrismaðurin í
vinnumálum og postverks-
stjórin eru samdir um, at
Postverk Føroya má hava
nýggjan bygnað.
Postverksstjórin heldur,
at vit mugu fáa eina skipan,
ið inniber, at Postverkið í
størri mun kann arbeiða
sum eitt sjálvstøðugt felag.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á, at Postverk Føroya
er einasta felag í Norður-
londum, ið ikki arbeiðir
sum eitt sjálvstøðugt felag,
men harafturímóti er heft at
politiska myndugleikanum.
Kortini vil postverksstjór-
in ikki vísa á nakra ítøkiliga
loysn fyri Postverkið. Hetta
heldur hann vera eina pol-
itiska støðutakan, ið hann
ikki skal blanda seg uppí.
Finnbogi Arge, landsstýr-
ismaður í vinnumálum, sig-
ur seg fara at krevja ein
nýggjan bygnað fyri Post-
verkið. Hann vísir á, at hann
sjálvur hevði dámt best, um
Postverkið gjørdist sjálv-
støðugt felag, men at onnur
heldur ynskja eina millum-
loysn, soleiðis, at Postverk
Føroya fær nøkulunda sama
bygnað sum Post Danmark.
Viðgerast í
landsstýrinum
mánadagin
Landsstýrið hevur leingi
vitað, at tað stendur illa til
hjá Postverki Føroya. Tí
hevur støðan hjá stovninum
eisini verið viðgjørd á fleiri
landsstýrisfundum seinastu
tíðina. Men nú, postverks-
stjórin hevur boðað lands-
stýrismanninum í vinnu-
málum frá, at Postverkið
ikki klárar summarið, verð-
ur akutti peningatørvurin
viðgjørdur á landsstýris-
fundi komandi mánadag.
Finnbogi Arge roknar
kortini ikki við, at málið um
Postverkið verður avgreitt í
bræði. Hann væntar, at tað
fer at verða neyðugt at kalla
tingið saman í summarfrí-
tíðini at viðgera støðuna hjá
Postverkinum.
Havnarfólk fara til
Suðuroyar at ganga
ÁKI BERTHOLDSEN
Sunnudagin verður skipað
fyri stórari gonguferð í
Suðuroynni.
Tað
er
Tórshavnar
Gongufelag, sum ætlar sær
at royna ta gomlu bygdarg-
tuna úr Hvalba, upp ígjøgn-
um Káragjógv, til Tvøroyr-
ar.
Men tey vóna sjálvandi
eisini, at so nógvir suður-
oyingar, sum til ber, sum
fara at nýta hetta høvið til
Akutti peningatørvurin hjá Postverkinum skal viðgerast í landsstýrinum mánadagin
ein frískligan gongutíur
eftir fjøllunum.
Byrjað verður í Hvalba
beint eftir døgverða sunnu-
dagin, akkurát nær, farið
verður, verður lýst í Lýs-
ingatorginum her í blað-
num.
Tað verða eisini plakatir
hongdar upp ymsastaðni í
oynni, sum siga frá, nær
farið verður.
Tað einasta, sum er vist,
tað er, at tað verður farið.
Hjá Tórshavnar Gongu-
felag er nevniliga onki sum
eitur „um tað viðrar“, tí tey
siga, at farið verður í øllum
veðri, so er bara at lata seg
í eftir umstøðunum.
Hetta er ein miðal strævin
gongutúrur, sum tekur einar
tríggjar tímar.
Nú er tað gjørt nógv lætt-
ari at fara hendan túrin, tí í
fjør eru skelti sett upp, sum
vísa, hvønn veg gangast
skal upp á fjallið.
www.sosialurin.fo
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 90 - 11. mai 2000
P/F Thomas Dam Búnýti • Tel. 314930 • 447604
N. Finsensgøta 18 • Saltangará
99.-
99.-
FILIGRAN VASAR
16 cm.
Fleiri sløg
Vit pakka
sjálvandi
gávuna
vakurt inn!
FILIGRAN LJÓSLYKTIR
Mamma er
tann besta...
Mamma er
tann besta...
199.-
199.-
MINST TIL
14. mai
Mammudagur
Mammudagur
Mammudagur
Sosialurin - 311820
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Nýggir tónar
Lesarabrøv:
Breiða semjan hjá løgmanni
Í »Krosskasti« mikukvøldið
hin 3. mai í ár, hoyrdu vit
enn
einaferð
løgmann
greiða frá tí breiðu semjuni,
sum hann segði vera ímill-
um stóru politisku flokkarn-
ar í Føroyum.
Skilagott og við stórum
álvarsemi vísti løgmaður á
hvat flokkarnir eru samdir
um, og um eg minniast rætt,
so er hetta triðju ferð, at
løgmaður alment vísir á
hesa breiðu semju.
Men hvør er so henda
semjan, sum løgmaður aftur
og aftur vísir á?
Jú hann vísir til álitið hjá
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum í uttan-
landsnevndini.
Løgmaður útgreinar sína
hugsan nærri við orðarætt
at lesa upp ávísan part av
nevnda áliti og tað er so-
ljóðandi:
»Minnilutin mælir í stað-
in til, at samráðingar verða
tiknar upp við ríkisstjórnina
um eina nýggja skipan mill-
um londini við greiðum
valds- og ábyrgdarbýti.
Eina skipan, sum greitt gev-
ur Føroya Løgtingi evsta
vald í yvirtiknum málum, og
har ongar avmarkingar eru
fyri, hvørji mál kunnu verða
yvirtikin. Hetta ger Føroya
Løgting av«.
Lesur álitið, en vil ikki
nýta tað
Vit eru mong, sum stórliga
undrast á hví løgmaður so
ofta vísir á hetta skilagóða
álitið hjá Sambandsflokkin-
um og Javnaðarflokkinum,
tá ið hann kortini als ikki
vil gera brúk av tí, men
heldur velur tjóðveldiskós-
ina, sum gevur fullveldi og
fulla loysing í einum taki.
Umrødda álit hjá Sam-
bandsflokkinum og Javnað-
arflokkinum samsvarar eis-
ini sera væl við nakað ann-
að, sum løgmaður ferð eftir
ferð vísir á, nevniliga tey
75% av veljarunum, sum
siga nei til fulla loysing í
einum taki, men sum heldur
vilja venda aftur til tann
spurningin einaferð í fram-
tíðini, tá ið vit hava ment
okkara egnu umsitingarligu
og fíggjarligu førleikar.
Tórshavn, tann 03.05.2000
Trygvi F. Guttesen
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri gávur, uppringing-
ar, telegramm og blómur á gullbrúdleyps-
degnum.
Heilsan,
Kinna og Janus úr Dímun
Okkara kæra móðir, vermóðir, omma, langomma
og olduromma
SIGGA MALENA RASMUSSEN
fødd Poulsen, Søldarfjørður
ættað úr Frammistovu í Hvannasundi
bleiv heimkallað 7. mai.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggja-
dagin 12. mai kl. 17. Jarðarferðin verður úr Elim í
Søldarfirði leygardagin 13. mai kl. 13.
Rosa, Sólrun, Jytta, Kirstin
Ingolf, Ragnar, Kristian og Sigurð
Tey, ið vilja lata blómur ella kransar kunnu ístaðin lata eina
gávu til Elim í Søldarfirði, konto í peningastovnunum.
✝
Kikaran á umhvørvið
Vestmenningar hava av sínum eintingum minkað munandi um burturkastið, sum
annars hevði endað á Brennistøðini hjá IRF. Hesum og øðrum umhvørvisætlanum
verður greitt frá í fyrilestrum í Vestmanna
Nevndin fyri viðarlundina í
Vestmanna vil hava fólk at
hugsa meira um umhvørvið
og fara betur um náttúruna.
Týsdagin 9. mai eru 10
ár síðan tey fyrstu trøini
vórðu gróðursett í viðar-
lundini í Vestmanna, og í tí
sambnadi verður skipað fyri
ymiskum tiltøkum í bygd-
ini í komandi viku.
Á hvørjum ári hava næm-
inganrir í 1. flokki í Vest-
manna skúla gróðursett síni
egnu trø. Fyrrapartin týs-
dagin 9. mai fara allir næm-
ingarnir í skúlanum ein túr
út í viðarlundina, har 1.
flokkur fer at gróðurseta
síni trø.
Aftan á fara øll inn í
Ítróttarhøllina at fáa okkurt
til matna og fyri tosta. Und-
irhald verður eisini í høll-
ini.
9. og 10. mai verða al-
mennir fyrilestrar í Mið-
høllini í skúlanum. Dentur
verður lagdur á, at lívrunnið
tilfar fer aftur í jørðina
ístaðin fyri at kokyra tað á
brennistøðirnar.
Seinastu tvey árini hevur
nevndin fyri viðarlundina í
Vestmanna
tikið
ímóti
greinum og runnum úr urta-
gørðunum hjá fólki og
malið tað til spønir, sum
verða nýttar at halda gras-
inum í viðarlundini burtur.
Sum frá líður verða spøn-
irnar samstundis til bestu
mold.
Soleiðis hava vestmenn-
ingar av sínum eintingum
minkað munandi um burt-
urkastið, sum annars hevði
endað í Brennistøðini hjá
IRF.
Í fyrilestrum, sum verða í
Vestmanna skúla í komandi
viku, verður greitt frá ar-
beiðnum hjá viðarlundini
og øðrum ætlanum at betra
umhvørvið.
Fyrilestrarnir verða týs-
kvøldið 9. mai og miku-
kvøldið 10. mai.
Finnbogi Joensen, for-
maður í nevndini fyri viðar-
lundini, leggur fyri týs-
kvøldið kl. 19. Eyðu Elttør,
landsstýrismaður í um-
hvørvismálum, greiðir frá
hvørjar ætlanir landsstýrið
hevur á umhvørvisøkinum.
Durita Brattaberg, sum er
umhvørvisleiðari í Bodø í
Norra, sigur fra sínum
royndum. Og Tóri í Hoy-
vík, býargartnari í Havn,
greiðir frá royndunum við
sankutø í Føroyum og Ís-
landi.
Mikukvøldið greiðir Suni
Petersen frá umhvørvis-
arbeiðnum hjá Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni, har hann
nú starvast. Til fyri kortum
arbeiddi hann hjá IRF og
hnn fer eisini at greiða frá
ætlanunum hjá IRF at skilja
rusknøgdirnar. Umboð fyri
bygdarráðið í Vestmanna
fer at greiða frá vetrarfrið-
ingini í bygdini og hvørjar
ætlanir kommunan hevur at
verja
umhvørvið.
Uffe
Bærentsen, sum arbeiðir hjá
Enjo Føroyum í Vestmanna,
fer at greiða frá reingerð
uttan sápu.
Hósdagin er umhvørvið
evnið í skúlanum. Og
fríggjadagin fara næmingar
og lærarar í Vestmanna at
rudda alla bygdina.
Leygarkvøldið verður 10
ára føðingardagshaldið hjá
viðarlundini hildið í Ítrótt-
arhøllini.
Tað hevur nærum verið ógjørligt at viðgera
nøkur ávís mál í Føroyum. Eitt er viður-
skifti okkara við ES. Eitt annað er hern-
aðarmálið. Alt orðaskifti um hesi mál eru
endað í skuldsetingum, og fólk hava víð-
gyrt seg í skotgrøvum. Tískil hevur verið
trupult at taka avgerðir.
Kortini hevur eitt samt løgting einar tríggjar
ferðir samtykt, at Føroyar skulu haldast
uttan fyri allar hernaðarsamgongur.
Fremstu talsmenn fyri hesa støðu hava
verið Fólkaflokkurin í síni tíð og síðani
Tjóðveldisflokkurin.
»Hervaldið av landinum« var eitt herróp
hjá Tjóðveldisflokkinum líka frá 1960 - tá
tjóðveldismaðurin Karsten Hansen stillaði
upp til fólkatingsval við tí endamáli at fáa
herstøðina av landinum - til Kalda krígggið
var av. Flokkurin var klettafastur í hesi
støðutakan, og tað hevur heldur ikki skort-
að við atfinningum móti øðrum flokkum.
Men hesa seinastu vikuna hava vit hoyrt
nýggjar tónar. Formaður Tjóðveldisfloks-
ins, Høgni Hoydal, sigur nú, at vit skulu
viðgera spurningin og taka støðu til, um
vit sum fullveldisríki skulu fara upp í sam-
starvið í einum felagsskapi undir Nato.
M. a. verður ført fram, at vit skulu eisini
hugsa um trygdina hjá grannum okkara.
Ein av fremstu grundevingunum at fáa
Nato-støðina av landinum hevur verið, at
Føroyar eru eitt bumbumál, tí í eini krígs-
støðu fer eitt fíggindaland fyrst og fremst
at bumba eina ávaringarstøð. Sum er
hava Føroyar verið partur í eini ávaringa-
rskipan. Henda skipan hevur sum fremsta
mál at ávara USA móti einum møguligum
álopi eystaneftir. Í grundini merkir tað, at
vit liggja her við ávaringarstøðum uttan
nakra sum helst verju. Skulu vit fylgja
tankagongdini at vera ein partur í Nato,
átti kravið so ikki at verið, at vit eisini
høvdu eina verjuskipan?
Hetta er eitt viðbrekið mál, og flestu før-
oyingar vildu hava Nato- og loranstøðirnar
av landinum, tí tær gjørdu, at vit vóru eitt
bumbumál. Hetta varð ferð eftir ferð ført
fram í friðartiltøkunum í 80‘unum fyri at
fáa ein enda á Kalda krígnum. Kríggið er
av. Føroyar skulu kanska skipast sum
fullveldisríki, og hetta krevur eina viðgerð.
Men teir nýggju tónarnir hjá Tjóðveldis-
flokkinum um møguligan laimaskap í Nato
munnu undra mong, hóast flokkurin ikki
skal lastast fyri at siga seg sinnaðan at
viðgera henda spurning. Higartil hava
danir tikið avgerðina, men í framtíðini
skulu vit sjálv taka avgerðina, um full-
veldisríkisríkið Føroyar verður veruleiki.
Men munnu flestu føroyingar ikki fram-
vegis vilja, at vit eru uttan fyri allar
hernaðarsamgongur?