Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 90 - 11. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 90 - 11. mai 2000 Sjúkrabilurin steðgaði upp á veg eftir yvirkoyrdum dreingi Ein sjúkrabilur í Klaksvík breyt ein aksil, tá hann var á veg til eitt ferðslu- óhapp týsdagin. Hin sjúkrabilurin var á verkstaði, og tí mátti ein 14 ára gamal drongur flytast á sjúkrahúsið í persón- bili EYÐUN KLAKSTEIN Týsdagin var eitt ferðslu- óhapp í Klaksvík. Sjúkra- bilur varð boðsendur eftir einum 14 ára gomlum drongi, sum varð yvirkoyrd- ur, men bilurin kom ongan- tíð vegin fram. Undir neyðsendarkoyr- ingini breyt sjúkrabilurin aksilin og slapp ikki av staðnum. Hin sjúkrabilurin, sum er knýttur at Klaksvík- ar Sjúkrahúsi, var á verk- staði. Hann var í skundi boð- sendur á ólukkustaðið, men áðrenn hann kom vegin fram, var drongurin fluttur á skaðastovuna í persónbili. Drongurin var á rulli- skoytum, tá hann varð ákoyrdur av einum bili við Mylnutún. Tann 14 ára gamli breyt armin og fekk aðrar smærri snuddir, tá hann eftir samanbrestin við bilin varð slongdur tríggjar metrar eftir vegnum. Vit hava skilt á lagnum, at skaðin ikki var álvars- ligur, og at drongurin hevur tað gott. Gamlir og slitnir Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tveir sjúkrabilar, men báðir eru gamlir og slitnir. Bilurin, sum breyt aksilin undir neyðsendarkoyringini týsdagin, hevur koyrt yvir 400.000 kilometrar. Hin bilurin, sum varð á verkstaði týsdagin, verður settur hálvan mai, um hann ikki verður gjørdur í stand áðrenn tað. Í gjár var ongin sjúkra- bilur í Klaksvík. Tann, sum So kláraði sjúkrabilurin ikki meira. Hann breyt aksilin einar hundrað metrar frá ólukkustaðnum, har ein 14 ára gamal drongur varð yvirkoyrdur breyt aksilin, er settur, með- an hin sjúkrabilurin var av oynni í sjúkraørindum. Tað er púra vanligt, at sjúkra- bilarnir í Klaksvík eru av oynni, tá sjúklingar skulu flytast. Um ein ólukka hendi í norðoyggjum í gjár, stóð ein Mazda-vøruvongur klárur at fara avstað. Í vøruvogn- inum er nakað av útgerð og ein børa, men hann er als ikki egnaður til sjúkraflutn- ing og verður bert nýttur av neyð. Fáa ein nýggjan bil Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sig- ur, at sjúkrahúsið fær ein nýggjan sjúkrabil innan stutta tíð, og ætlanin er at umvæla annan av teimum gomlu bilunum, so hann verður í góðum standi. Hetta heldur hann fer at bøta munandi um støðuna við sjúkraflutninginum í norðoyggjum. Vit hava tó skilt á lagnum, at støðan við sjúkrabilunum í Klaksvík er álvarsom, og at trupulleikarnir ikki til fulnar verður loystir við ein- um nýggjum bili. Hendingin týsdagin hevði ongar álvarsamar fylgjur við sær, men støðan kundi verið ein onnur, um talan var um eitt størri óhapp. Sjúkrabilurin skuldi flyta ein skaddan drong á sjúkrahúsið, men mátti ístaðin sjálvur sleipast heimaftur Venjing norðanfyri EDVARD JOENSEN Tjaldrið og Ægir leitaðu eft- ir einum gummibáti á Ís- landsrygginum mánadagin. Talan var um eina venjing, sum gekk væl, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni. Í grundini var tað Tjald- rið, sum leitaði. Uppgávan hjá Ægi var at sleppa einum gummibáti, sum so sendi signal, sum Tjaldrið hoyrdi og fór at leita eftir, sigur Elmar Højgaard. Tá Ægir hevði slept báti- num, rýmdi hann frá hon- um, og nakrar tímar seinni fór signalið so í gongd. Hetta hoyrdu teir umborð á Tjaldrinum og fóru at leita. Íslend- ska vaktar- skipið Ægir hevur verið við í bjarg- ingar- venjing í før- oyskum sjógvi. Mynd: Jens Kristian Vang Teinurin at sigla var eitt sindur drúgvur, men tá teir vóru komnir á leiðina, hað- ani signalið kom, gekk tað rímiliga skjótt, at finna bátin. Eftir venjingina, sum var á Íslandsrygginum nær ís- lendska markinum, kom Ægir ein túr til Havnar, líka- sum fyri at siga góðan dag, nú hann var í farvatninum kortini, sum Elmar Høj- gaard tekur til. Hetta, at vaktarskip vitja grannarnar, er ikki heilt ó- kent, og onkur íslendingur hevur verið her áður. Eisini onnur fremmand skip av hesum slagnum hava vitjað í Føroyum. Elmar Højgaard sigur, at Vaktar- og Bjarg- ingartænastan hevur ikki gjørt nógv av at lata okkara skip vitja uttanlands, men danska sjóverjan ger tað so- leiðis av og á. Annars eru hesar venjing- arnar regluliga hvørt ár. Ein norðanfyri, og ein sunnan fyri Føroyar. Luttakararnir eru vanliga úr Íslandi, Nor- eg, Skotlandi og Føroyum. Hesaferð vóru bara íslend- ingar og føroyingar við, sig- ur Elmar Højgaard. Men um ikki so langa tíð verður ein venjing sunnan fyri eisini, og tá fara hinir at luttaka. Íslendingar verða ikki við tá. Tað er ein bólkur, sum samskipar hesar venjingar- nar, sigur Elmar Højgaard. Og tey, sum við eru, vita ikki nær tær vera, fyrr enn alarmurin fer í gongd. Hesar venjingarnar eru sera umráðandi fyri at royna ta útgerð, sum bara skal rigga, tá veruligt brúk verð- ur fyri henni. Annars gongur tað eftir ætlan við nýggja vaktar- skipinum, sum smíðað verður í Noreg. Tað skal eft- ir ætlan koma til Føroya 2. oktober í ár, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni.