hósdagur 11. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NEIL JOENSEN
Fyri umleið einum ári síðani
fingu tríggir mans eitt kall
at byrja eina nýggja sam-
komu í Klaksvík.
Tað vóru André Matras,
Poul Nicolaj Steinberg og
Eivinn Bringsberg, sum
byrjaðu hesa samkomu,
sum kallast Getsemane.
Tey hava møti runt í hús-
unum hjá hvørjum øðrum,
av tí at tey ongan møtisal
hava enn. Tey eru umleið
20 á møti sunnukvøldið,
nógv av teimum hava verið
á bíbliuskúla í Bergen.
Poul Nicolaj hevur verið
á bíbliuskúla í Filipininum.
André er pastor í samkom-
uni, men allir tríggir leiða.
Mikukvøldið, einaferð um
vikuna, samlast kvinnurnar.
Poul Nicolaj hevur eisini
bíbliutíma, sum er hjá hon-
um hvørt leygarkvøld kl
19.00. Teirra visión er fyrst
og fremst at vera eitt heim
fyri tey, sum ikki hava
nakað andaligt heim. Men
tey hava vent seg serliga til
ungdómin, og vilja vísa
honum á Jesus, siga tey.
Nýggj
samkoma
í Klaksvík
André Matras er próstur í
nýggju samkomuni,
Getsemane, í Klaksvík
Alt á einum staði
Fyri stuttum varð nýggi bygningurin hjá J&K Petersen
innilokaður, og tá bygningurin um stutta tíð stendur liðugur,
verður alt virksemið felagsins savnað á einum stað
JÁKUP MØRK
Uppi á Hjalla arbeiða tey
av fullum alvi. Fyri stuttum
varð nýggi bygningurin hjá
J&K Petersen innilokaður,
og um ikki so langa tíð er
arbeiðið hesum viðvíkjandi
liðugt, soleiðis at alt virk-
semið kann savnast á einum
stað.
Nýggi bygningurin hjá
J&K Petersen er nú inni-
lokaður, og um ikki so
langa tíð, tá alt er gjørt
klárt, er ætlanin at
hátíðarhalda føðingar-
dagin hjá virkinum, sum
nú hevur rundað fyrstu
fjórðingsøldina
Mynd: Jens Kr. Vang
Guggan, sum er stjóri í
felagnum, sigur við Sosi-
alin, at tað uttan iva verður
ein stórur fyrimunur hjá
virkinum, at tey soleiðis
kunnu miðsavnað allar ak-
tivitetirnar. Fyri einum fýra
árum síðani varð blandi-
støðin flutt til Havnar, og at
byrja við var tað bert hend-
an, sum húsaðist uppi á
Hjalla. Tá nýggi bygning-
urin stendur klárur um stutta
tíð, eru bæði blandistøð,
smiðja og fyrisiting á einum
stað,
og
hetta
kemur
sjálvandi at merkjast í
gerandisdegnum.
Fjórðings øld í ár
Felagið hevur annars 25 ár
á baki í hesum døgum, og
tá bygningurin stendur lið-
ugur, er eisini ætlanin, at
hesin varði í felagssøguni
skal hátíðarhaldast.
Hesi 25 árini hevur fe-
lagið ment seg til at vera
eitt av teimum stóru í før-
oysku byggivinnuni. Um-
framt betonarbeiði, har fe-
lagið við tíðini hevur ogna
sær serkunnleika, hevur
J&K Petersen eisini verið
við í nógvum av teimum
dýpingum, sum hava verið
gjørdar, og framvegis verða
tað, í ymsu havnunum í Før-
oyum. Harumframt eru
dýpingararbeiði eisini gjørd
uttan fyri landoddarnar, eitt
nú í Íslandi, har felagið hev-
ur verið lutur í fleiri verk-
ætlanum.
Guggan sigur, at tey í løt-
uni ikki hava nakað arbeiði
í Íslandi, og at sum landið
liggur nú, verður so einki á
hesum marknaðinum í ár. Í
Grønlandi hava tey tó úr at
gera. Í fjør keypti J&K seg
inn í eitt grønlendskt virki,
og um summarið, tá arbeitt
verður har uppi, er sonurin,
Stein Olvur, leiðari av virk-
seminum har uppi.
Varðveita rótina
Hóast tey soleiðis royna at
vera úti um seg á útlendsku
marknaðunum, so merkir
hetta ikki, at tey halda seg
hava ov lítið at gera á heim-
liga marknaðinum.
Guggan greiðir frá, at tey
í løtuni hava úr at gera her
heima eisini. Serliga er tað
betonsøluna tey satsa uppá,
men eisini í samband við
ætlaðu gerðina av Vága-
tunlinum, roynir felagið at
liggja framvið, har tey í
samstarv við norskt felag
eru við í útbjóðingini.
Hóast felagið sostatt er
bæði broytt og vaksið heilt
nógv síðani stovnanina fyri
25 árum síðani, so er virkið
ikki endavent av hesi orsøk.
Til stuttleikar nevnir
Guggan at enda, at fyrsti
maður, sum varð settur í
starv hjá virkinum, fram-
haldandi starvast hjá teim-
um. Starvsfelagarnir eru tó
nakað fleiri í tali nú. Van-
liga einir 40, meðan tað um
summarið táttar móti teim-
um hálvt hundrað.
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 90 - 11. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 90 - 11. mai 2000
ALUFELGUR
Sosialurin - 311820
STÓRT ÚRVAL
AV DEKKUM
OG ALUFELGUM
Dømi: 4 felgur 15" og
4 dekk 195/50x15
EINANS 5.900,-
Paul Watson lovar nú at steðga grindadrápinum einaferð med alla:
Hevur brynjað seg út
til kríggj við føroyingar
Illa g1itni um-
hvørvisverndar-
maðurin, Paul
Watson, er á
veg til føroyar
nú í summar
og hann sigur,
at hann
væntar harðar
samanbrestir
við føroyingar
ÁKI BERTHOLDSEN
– Nú skal grindadrápið í
Føroyum steðgast einaferð
med alla.
Tað hevur tiltikni um-
hvørvisverndarmaðurin,
Paul Watson nú sett sær
fyri.
Og tað ætlar hann sær at
gera longu í summar.
Hann er nevniliga á veg
til Føroyar við felagsskapi
sínum Sea Shepherd og
hann sigur, at hendan at-
sóknin ímóti Føroyum verð-
ur høvuðstiltakið hjá felags-
skapinum í ár.
Tað er við nýggja skipi
sínum „Ocean Warrior“ og
undir herrópinum „Grind-
stop 2000“ at Paul Watson
nú hevur sett kósina ímóti
Føroyum.
Og her hevur hann sett
sær fyri at seta í verk,
størstu beinleiðis atsóknina
ímóti føroyska grindadráp-
inum í meiri enn 10 ár.
Væntar samanbrestir
Hann sigur, at atsóknin í
Føroyum kann væntast at
gerast drúgv, og hann er til
reiðar at vera í Føroyum í
juni og juli mánaða.
Og her ætlar hann at gera,
hvat gerast kann fyri at
forða fyri grindadrápinum.
Tað ætlar hann at gera við
at leggja seg ímillum møgu-
Paul Watson er nú á veg til Føroyar við flaggskipi sínum,
„Ocean Warrior“ og hann ætlar sær at verða leingi her,
um tað gerst neyðugt
ligar grindir og teir bátar,
sum royna at reka grindina.
Soleiðis ætlar hann sær at
órógva grindaraksturin so
mikið, at hann fær rikið
grindirnar til havs við „Oc-
ean Warrior“, ístaðin fyri at
tær verða riknar til lands.
Men hann væntar ikki, at
tað fer at vera friðaligt undir
Føroyum, so leingi hann er
her.
– Tað er væntandi, at
harðir samanbrestir fara at
vera undir atsóknini í Før-
oyum, sigur Paul Watson í
tíðindabrøvum.
Men tað eru hann fyri-
reikaðir upp á og hann ætlar
ikki at lata set ræða av hótt-
anum frá føroyingum um
at brúka vald ímóti honum.
Hann vísir eisini á, at
samanbestir eru ikki ókent
fyribrigdi.
Tey 23 árini, Sea Shep-
herd hevur søkt at teimum,
sum drepa hval, hava mót-
støðan ofta verið hørð.
Men oddamaðurin sigur,
at øll hesi árini hevur ongin
latið lív, tí tað verður dentur
lagdur á at forða fyri.
Eisini táið Paul Watson
var í Føroyum seinast í
1986, vóru samanbrestir í-
millum hann og løgregluna.
–Tá
skutu
føroyskir
myndugleikar fleiri ferðir
eftir okkum við høglbyrsu
og táragassi, tá ið vit royndu
Undir hesum búmerkinum
„Operation Grindstop
2000“, við føroyskum
flaggi og deyðningahøvdi
ætlar Paul Watson sær í
hernað ímóti føroyingum í
summar
Paul Watson væntar at tað
fer at leika hart á, tá ið
hann kemur til Føroyar í
summar. Men hann sigur,
at samanbrestir er ikki
ókent fyri hann. Tað hevur
mangan leikað hart á, sum
t.d. tá ið eg var í Føroyum
í 1986 og politiið skeyt
eftir nær við høglbyrsu og
táragassi. Men nú skal
grindadrápið steðgast,
einaferð med alla, sigur
hann
Til Føroyar við flaggskipinum
ÁKI BERTHOLDSEN
Tá ið Paul Watson kemur
higar í summar, verður tað
við sjálvum flaggskipinum
hjá umhvørvisfelagsskapin-
um, Sea Shepherd.
Talan er um „Ocean
Warrior“, sum felagsskap-
urin keypti í 1996 og Paul
Watson sigur, at keypið
varð fíggjað fíggjað við
gávum frá limunum.
Upprunaliga var hetta eitt
norskt fiskirannsóknarskip,
sum varð bygt í 1956. Fyrr
nevndist tað Johann Hjort.
Sea Shepherd stovnaði
eitt felag undir einum heilt
øðrum navni, og tað felagið
keypti so Johann Hjort frá
einum norskum felag.
Sambært Paul Watson vóru
norðmenn í øðini, tá ið teir
varnaðust, at hann hevði
lumpað teir einaferð afturat.
Tað er 54 metrar langt og
657 tons til støddar og tað
hevur motor uppá 1.400
hestar.
Hann sigur, at skipið er
bygt so sterkt, at tað kann
sigla á pólleiðunum. Eftir at
Sea Shepherd hevði keypt
skipið, varð tað høvuðsum-
vælt í Bremenhaven í Týsk-
landi, eins og motorurin
varð gjørdur ístand, allur
sum hann er.
Skipið var liðugt í sep-
tember í 1997 og tað er nú í
slíkum standi, at tað fult út
er ført fyri at bjóða
einumhvørjum av, sum er á
hvalaveiði á víðum havi.
Síðani tá hevur „Ocean
Warrior“ tikið lut í tiltøkum
í Miðjarðarhavi, at mót-
mæla fiskiskapi við reka-
gørnum og at vera við á al-
tjóða hvalaveiðifundi í
Monako. Síðani hevur skip-
ið vart kóp í St. Lawrence
Flógva og tað hevur eisini
verið á herferð ímóti ameri-
kanskari hvalaveiði í Kyrra-
havi.
at reka grind til havs, sum
føroyingar ætlaðu at reka til
lands.
Hann sigur, at ta ferðina
eydnaðist tað ikki at fáa
enda á grindadrápinum,
men kortini eydnaðist tað at
bjarga nógvum hvalum við
at reka teir til havs.
– Men hesuferð er eisini
eitt danskt herskip undir
Føroyum og tað ger støðuna
eitt sindur óvissa, sigur Paul
Watson.
Hann sigur
sambært
ES viðtøkum, hevur danska
stjórnin ikki loyvi at stuðla
hvalaveiði av nøkrum slag.
– So fáa vit at síggja,
hvussu leikur ferð og
hvussu danska herskipið fer
at fyrihalda sær.
–Og hesuferð skal endi
fáast á grindadrápinum
einafeð med alla og vit eru
til reiðar at sigla í vanda og
at vinna á allari mótstøðu,
bæði frá føroyingum og frá
danska flotanum, fyri at
røkka endamálinum.
Fylgja væl við
Paul Watson sigur eisini, at
øll heimsins eygu fara at
fylgja við, tá ið hann kemur
til Føroya í Summar.
Hann sigur, at eini 15 fjøl-
miðlafólk verða við á før-
oyaferðini
hjá
„Ocean
Warrior“ og sostatt kann
væntast, at tiltakið fer at fáa
nógva umrøðu í alheims
fjølmiðlunum.
Fara at boykotta
Oddamaðurin í Sea Shep-
herd sigur, at samstundis
sum „OceanWarrior“ er í
Føroyum, verður arbeitt fyri
at fáa handlar og fyritøkur,
sum keypa og selja fisk, at
boykotta Føroyskar fiska-
vørur.
Hann sigur at Sea Shep-
herd er farið saman við fleiri
aðrar umhvørvisfelagsskap-
ir í einum samskipaðum til-
taki, sum skal hava til enda-
máls at fáa fyritøkur og
handlar at boykotta før-
oyskan fisk.